Skip to main content

Pit Stop Progressión

Hóast allar Pit Stop bøkurnar fylgja sama yvirskipaða leisti og málum, verða bøkurnar útbygdar fyri hvønn árgangin uppeftir við ávísum økjum, sum fáa serligan ans. Niðanfyri er eitt stutt yvirlit.

5. flokkur

Fokus: Serligur dentur verður lagdur á Word Acquisition and Vocabulary Training.

Orð: Óreglulig sagnorð eru uppgivin í tí formi, sum tey hava í tekstinum t.d. threw*. Í klombrum er upplýst, hvør formurin er og hvussu sagnorðið eitur í navnhátti t.d. (tátíð av throw). Ein stjørna sigur, um sagnorðið er óregluligt. Fleiri orð eru við sum ein heild, tá týdningurin er trupul ella bygnaðurin er fremmmandur.

Tam’s Tricks: Málið er skotskt. Hetta er ein venjing í at lurta við stuðli frá eini mynd. Uppskot til samtalu eru at finna í Comments and Answers. Um málið fellur onkrum næmingi trupult at skilja, er allur teksturin í skrivaðum líki við glosum sum copy sheets.

Mállæra: fevnir um nouns, adjectives, verbs og prepositions.

6. flokkur

Fokus: Serligur dentur verður lagdur á Word Acquisition og Vocabulary Training.

Orð: Óreglulig sagnorð eru uppgivin í tí formi, sum tey hava í tekstinum t.d. hidden*. Í klombrum er upplýst, hvør formurin er og hvussu sagnorðið eitur í navnhátti t.d. (tátíðar lýs. av hide*). Ein stjørna sigur, um sagnorðið er óregluligt.

Seinasti kravdi teksturin: er burturav til at njóta. Ongar uppgávur.

Wilbur’s World: Málið er tútíðar amerikanskt. Hetta er ein venjing í at lurta við stuðli frá eini mynd. Uppskot til samtalu eru at finna í Comments and Answers. Um málið fellur onkrum næmingi trupult at skilja, er allur teksturin í skrivaðum líki við glosum sum copy sheets.

Mállæra: fevnir um nouns, adjectivesog verbs.

7. flokkur

Fokus: Serligur dentur lagdur á reading different kinds of texts og writing coherent texts. Word Acquisition og Vocabulary Training er framvegis eitt fokus.

Orð: Sagnorð eru uppgivin í navnhátti. Ein stjørna sigur, um sagnorðið er óregluligt.

Seinasti kravdi teksturin: er burturav til at njóta. Ongar uppgávur.

Eftir hvørt tema: er ein written assignment.

Wilbur’s World: Málið er nútíðar amerikanskt talumál (slang). Næmingarnir venja seg við Listening Strategies. Leiðbeining og hugskot til aðrar aktivitetir eru undir Comments and Answers. Um málið fellur onkrum næmingi trupult at skilja, er allur teksturin í skrivaðum líki við glosum sum copy sheets.

Mállæra: Umframt adverbs verða hesi útbygd: nouns, adjectives og verbs.

8. flokkur

Fokus: Serligur dentur lagdur á speaking. Nú er talan um tvær dissiplinir: presentation og discussion. Vocabulary Trainingog Writing Skills eru framvegis í fokus.

Orð: Sagnorð eru uppgivin í navnhátti. Ein stjørna sigur, um sagnorðið er óregluligt.

Eftir hvørt tema: er ein speaking assignment: presentation og discussion.

Tam’s Tricks: Málið er skotskt. Næmingarnir nýta Listening Strategies. Um málið fellur onkrum næmingi trupult at skilja, er allur teksturin í skrivaðum líki við glosum sum copy sheet.

Mállæra: Umframt pronouns, verða hesi útbygd: nouns, adjectives, verbs og adverbs.

9. flokkur

Fokus: Serligur dentur verður lagdur á writing og speaking (presentation og discussion). Vocabulary training og Word Acquisition eru framvegis í fokus.

Orð: Sagnorð eru uppgivin í navnhátti. Ein stjørna sigur, um sagnorðið eru óregluligt.

Eftir hvørt tema: er eitt meira umfatandi writing og speaking assignment.

Tam’s Tricks: málið er skotskt. Næmingarnir nýta Listening Strategies. Um málið fellur onkrum næmingi trupult at skilja, er allur teksturin í skrivaðum líki við glosum sum copy sheets.

Valfríar uppgávur: Afturat øllum uppgávunum í Task Book eru eisini mállæru uppgávur umfataðar undir Working with words.

Mállæra: Umframt prepositions og conjunctions, verða hesi útbygd: nouns, pronouns, verbs og adverbs. Eisini eru grammar games.