Skip to main content

Praktisk vegleiðing til fyrireikingina

Tá ið tú sum lærari fyrireikar ein undirvísingartíma, kanst tú tryggja tær yvirlit yvir alt viðkomandi tilfar til evnið/tekstin, sum finst í øllum fýra bókunum við at fylgja hesi mannagongd:

UPPGÁVUR OG TEKSTIR:

TASK BOOK

Task Book er høvuðsbókin og vegvísarin. Hon sigur frá, so hvørt sum Topic Book og Copy Sheets koma inn í myndina.

TEACHER’S GUIDE - EDUCATIONAL INTENTIONS

Educational Intentions veitir tær neyðuga stuðulin til undirvísingartilfarið.

Background Information

Hygg altíð her, um nakað er at kunna teg um, sum hevur við evnið/tekstin at gera.

Comments and Answers to Selected Tasks

Hygg fyri hvørja uppgávu sær, um góð ráð ella hugskot eru til undirvísingina. Somuleiðis finnur tú møguligar svarlistar her. Tá talan er um eina Copy Sheets uppgávu, er hetta viðmerkt út fyri yvirskriftini til uppgávuna.

MÁLLÆRA OG MÁLSLIGAR UPPGÁVUR:

TASK BOOK

Tak støði í næmingatilfarinum aftast í Task Book (kapittul fyri seg).

TEACHER’S GUIDE – EDUCATIONAL INTENTIONS

Comments and Answers to Working with Language

Her eru endamálini við uppgávunum, vegleiðingar, hugskot og svarlistar at finna alt á einum stað fyri hvørt evnið ella hvørja uppgávu sær.

GG

Lærarin stýrir sjálvur mállærupartin, sum er óheftur at undirvísingargongdunum annars.

Umframt Working with Language eru eisini aðrar málsligar uppgávur í Pit Stop til 8. og 9. flokk sum partur av teimum valfríu uppgávunum (sí W frámerki).

ALT “HITT”

Alt annað tilfar í Pit Stop bókunum er onnur kunning, sum kemur afturat hesum. Les hetta tá høvi býðst.