Skip to main content

Unlock Advanced Features with Ledger Live, the technologically advanced wallet that ensures the safety and efficient management of your diverse cryptocurrency portfolio.

Útgávuyvirlit

Búskapur og roknskapur
Búskapur og roknskapur

Henda triðja útgáva er nógv broytt í mun til fyrstu og aðru útgávu, ið komu í 1990 og 1992. Bókin er ætlað til lærugreinina virkisbúskapur á C-stigi í handilsskúlanum og samsvarar við lesiætlanina í…

Búskapur og roknskapur
Búskapur og roknskapur

Henda triðja útgáva er nógv broytt í mun til fyrstu og aðru útgávu, ið komu í 1990 og 1992. Høvundarnir hava endurskoðað, økt og dagført bókina, og miðað hevur verið eftir at gera uppgávubókina…

Djór í vanda
Djór í vanda

Á bókini verða spurningar viðvíkjandi okkara røkt av náttúruni settir, við serligum atliti at djórarøkt. Nomið verður við, at tá ið djóraslag er týnt, er tað farið í søguna. Slagið kemur ongantíð…

Døgurðabókin - hin grøna
Døgurðabókin - hin grøna

Bókin er ætlað undirvísingini í heimkunnleika í fólkaskúlanum, men uppskriftirnar hóska eisini væl í dagliga húsarhaldinum. Rættirnir eru ódýrir og skjótir at gera. Á bókini eru 90 uppskriftir, sum…

Døgurðabókin - hin reyða
Døgurðabókin - hin reyða

Bókin er ætlað undirvísingini í heimkunnleika í fólkaskúlanum og er framhald av tí grønu Døgurðabókini. Á bókini eru góðar 100 uppskriftir, sum fevna um døgurðar, súpanir og omaná, umframt baking og…

Dýr og dorg - Næmingabók
Dýr og dorg - Næmingabók

Á bókini eru søgur og aðrir tekstir um dýr, sum børn kenna tey í sínum gerandisdegi. Nógv er at lesa, men børnini eiga eisini at sleppa at siga frá ymiskum, sum tey hava upplivað sjálv. Eisini…

Eg eigi
Eg eigi

Bókin minnir ikki sørt um Miu og Dia, sum í fleiri ár hevur verið brúkt í skúlanum sum lesibók í teimum yngstu flokkunum. Eitt eyðkennið er, at fá orð verða brúkt til at gera eina pinkulítla…

Eg skrivi 1

Skrivligt føroyskt til miðdeild
Eg skrivi 1
Eg skrivi 1

Eg skrivi 1 eftir Gunnvá Dam, lærara, er skrivligt føroyskt til miðdeild fólkaskúlans. Hetta er fyrsta bók í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans.…

Eg skrivi 2

Skrivligt føroyskt til miðdeild
Eg skrivi 2
Eg skrivi 2

Hetta er onnur bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Gunnvá Dam hevur skrivað og Edward Fuglø hevur teknað. Eg skrivi 1 kom út á sumri 2003.…

Eg síggi teg ikki
Eg síggi teg ikki

Bókin er um eina blinda gentu. Men hetta er eisini ein bók um, hvussu tað er at vera brekaður í einum umhvørvi, sum er fyri vanlig fólk. Á bókini eru nógvar fotomyndir og tekningar, ið saman við…

Ein bygd í Ísrael fyri 2000 árum síðani
Ein bygd í Ísrael fyri 2000 árum síðani

Bókin er um eitt jødiskt húski, ið livdi í Ísrael fyri 2000 árum síðani. Vit vita, at Jesus var føddur í Ísrael fyri umleið 2000 árum síðani. Fyri at skilja so nógv sum gjørligt av tí, sum Jesus…

Ein ferð inn í føroyskt

- eitt sindur um mállæru fyri leik og lærd
Ein ferð inn í føroyskt
Ein ferð inn í føroyskt

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Ein…

Ein kvistur spretti...

Keldur til Føroya søgu 1879-1906
Ein kvistur spretti...
Ein kvistur spretti...

Á hesum savni av keldum til Føroya søgu er høvuðsdenturin lagdur á at lýsa framvøksturin av tjóðskaparkensluni og tjóðskaparrørsluni fram til nýggjan føroyskan sjálvstýrispolitikk og flokkaskipan…

Ellæra 1

Almenn alisfrøði
Ellæra 1
Ellæra 1

Ellæra 1 viðger tættir sum: Streym og løðing, Elektrisk felt og potential, Mótstøðu og spenning og Elektromotoriska kraft í streymrásum. Á kapitlunum eru uppgávur, og aftast í bókini er uppískoyti…

Mekanikkur 1

Almenn alisfrøði
Mekanikkur 1
Mekanikkur 1

Mekanikkur I viðger tættir sum: 1. Mál, mát og vekt, 2. Rørslulæru, 3. Kraft og kraftlógir, 4. Arbeiði og orku, 5. Trýst, 6. Mýlaástøði, 7. Hita, 8. Gasslógirnar og 9. Varmalæru. Aftast í hvørjum…

Mekanikkur 2

Almenn alisfrøði
Mekanikkur 2
Mekanikkur 2

Í Mekanikki 2 verða viðgjørdir tættir sum: Orka, Aldur, Rørsla, Harmonisk rørsla, Gnígging, Samvorðið kraftfelt, Rørsla í miðsóknum kraftfelti, Impulsur, Bitlaskipanir, Snaring og Impulsmoment.…

Ensk mállæra
Ensk mállæra

Ensk mállæra viðger allar grundleggjandi mállærureglur og bendingar og vísir við dømum á munir og líkleikar millum enskt og føroyskt. Evnini í mállæruni eru viðgjørd soleiðis, at bókin lýkur krøvini…

Ensk mállæra - arbeiðsbók
Ensk mállæra - arbeiðsbók

Hetta er ein arbeiðsbók til bókina Ensk mállæra. Tað eru tær báðar Ása Hátún og Una Poulsen, lærarar, sum hava gjørt arbeiðsbókina. Bókin fylgir mállærunum Ensk mállæra og Lær teg enskt og fer…

Ensk mállæra - svarlisti til arbeiðsbók

Arbeiðsbók. Vegleiðandi svarlisti
Ensk mállæra - svarlisti til arbeiðsbók
Ensk mállæra - svarlisti til arbeiðsbók

Hetta er svarlisti til arbeiðsbókina til enska mállæru. Arbeiðsbókin fylgir mállærunum Ensk mállæra og Lær teg enskt og fer ígjøgnum tær mállærureglur, sum fólkaskúlalógin krevur til víðkaða…

Esops dømi
Esops dømi

Á bókini eru 117 av Esops dømum, sum eru søgd umleið 550 f. Kr. Flest øll eru um dýr, hvussu tey eru, og hvussu tey bera seg at. Men tey eru søgd sum dømi um, hvussu menniskju eru og bera seg…

Eydnuknívurin

Ævintýr úr Burma
Eydnuknívurin
Eydnuknívurin

Bókin er løtt at lesa og long orð eru skild sundur. Hon er søgan aftan fyri orðatakið: Drongurin úr fjøllunum ger skoru í stokkin, sum fjallabúgvar í Burma nýta, tá ið teir ávara móti skálkum. Søgan…

Ferðin um havið

- á rannsóknarferð við Columbusi
Ferðin um havið
Ferðin um havið

Ferðin um havið er um ferðina hjá Christopher Columbusi um Atlantshavið í 1492 við skipunum Santa Mariu, Ninu og Pintu. Søgan byggir á dagbókina hjá Columbusi, men hon er skrivað soleiðis, sum…

Firvaldsbók 1
Firvaldsbók 1

Firvaldsbók 1 er nú komin í broyttari og øktari útgávu. Størsta broytingin er, at uppgávurnar eru gjørdar lættari, so næmingarnir fyrr kunnu byrja at brúka bókina. Firvaldsbøkurnar eru ætlaðar sum…

Floksbók
Floksbók

Floksbók - einnýtisbók at skriva fráverðu hjá næmingum í.

Floyalskaninin
Floyalskaninin

Søgan er um eina floyalskanin, sum í fyrstani ikki var so nógv vird av hinum leikunum og dreinginum, sum átti hana. Men tá ið drongurin gjørdist sjúkur, slapp kaninin at sova hjá honum, og hann var…

Floygd orð 1
Floygd orð 1

Hesar báðar bøkurnar eru ætlaðar til framhaldsdeildina. Høvuðsparturin av tekstúrvalinum er upprunaligur føroyskur og vísir lív og søgu føroyinga bæði í eldri og nýggjari tíð. Tær týðingar, ið tiknar…

Floygd orð 2
Floygd orð 2

Hesar báðar bøkurnar eru ætlaðar til framhaldsdeildina. Høvuðsparturin av tekstúrvalinum er upprunaligur føroyskur og vísir lív og søgu føroyinga bæði í eldri og nýggjari tíð. Tær týðingar, ið tiknar…