Fólkaskúli
Hettar er nýggj lesibók til 2. flokk. Hervør, Høgni og hini er framhald av bókaheildini Hervør og Høgni í skúla til 1. flokk. Dentur er lagdur á, at bókin skal vera løtt at lesa og skal byggja á…
Dávur og familjan eru og ferðast í Egyptalandi og gista í einum lítlum býi við Luxor.
Men tað, sum er eitt bíligt og hugtakandi vertshús, vísir seg at vera eitt stað, har nógv hættisligt fer fram - og børn verða hildin fangar í einum umfatandi løgnum kvetti. Bókin eru…
Stór skip eru farin á havsins botn gjøgnum alla søguna. Skipsvrak leiðir okkum á eina hugtakandi ferð gjøgnum hesar ræðandi hendingar.
Les um skipini, sum sukku í illveðri ella av spreingingum ella bert, tí tey vóru illa bygd. Hoyr um skip, sum eru lyft upp aftur av…
Har eru søgur um hópdrápsmannin í viktorianska London, sum møguliga var kongligur, og tann óhugnaliga søgan um barnið, sum hvarv.
Óloyst brotsverk tekur okkum við á eina ótrúliga ferð gjøgnum hesi andstyggiligu brotsverk. Vit hoyra um sunnudagsskúlalæraran, sum var…
Torkil hevur lagt døtrum sínum eina við, at tað er vandamikið at fara einsamallar frá húsum. Gentur mugu ikki ríða einsamallar, tí ikki allir vallarar hava góðar ætlanir.
Kortini fer Katrin einsamøll á rossabaki í kirkju … Tá ið ein vallari seinni kemur til garðin hjá…
Bókin er full av góðum ráðum og uppskotum um, hvussu tú kanst gerast ein góður teknari.
Í bókini sært tú, hvat tú skalt hugsa um, tá ið tú teknar dýr, fólk, flogfør og landsløg. Tú sært eisini, hvussu tú teknar við perspektivi og skuggum, og tú kanst eisini læra teg…
Í mánalýsinum sær hann ein øgiliga stóran skugga á luftini. Hann hoyrir suð av risa-vaksnum veingjum.
Nú sær hann, hvat tað er. Ein yvirvaksin dreki. Tað er Narno, tann reyði drekin, ið fær øll at ristast av bangilsi og at gera, sum Broto krevur. Hetta er fyrstu ferð,…
Stóra djóraframsýning er, og Sveinur og vinmaðurin Dann gera av at taka lut við rottunum Karlson og James Bond.
Mikala er eisini við á framsýningini við Pippi. Djórini skulu kappast í lýdni, kapprenning, samveru og sergrein. Men alt gongur ikki sum ætlað – ikki minst…
Henda áhugaverda bókin sigur frá líðingum og lívsvilja hóast nógva mótgongd og nemur við trælahald eisini á okkara døgum. Aftast í bókini er tíðarlinja, sum byrjar 1750 fyri okkara tíðarrokning, og endar á okkara døgum.
Í bókini eru søgur um trælir, sum flýggja, og…
Úti í rúmdini sveima fylgisveinar, onkrir eru har fyri at njósnast, teir avmynda hernaðarligt virksemi hjá fíggindum við ófatiliga sterkum myndatólum.
Hetta er nútíðarnjósning, men at njósnast er sera gamalt, tað er kent 2500 ár aftur í tíðina. Í hesari spennandi…
Hetta er spennandi bók um tær ótrúligastu mumiurnar í heiminum.
Í bókini kanst tú lesa um tær fyrstu mumiurnar, vit vita um, hvussu mumiur verða gjørdar, og hvussu fólk í gamla Egyptalandi tóku innvølir úr kroppinum fyri at hann ikki skuldi rotna. Tú kanst eisini lesa…
Høvuðspersónur í røðini er norski drongurin Dávur, sum í fyrstu bókini fer við familju sínari at ferðast til Venezia.
Á hotellinum hitta tey eini løgin, gomul hjún, sum Dávur fer at forvitnast eftir. Hann fer aftaná teimum inn í barrina hjá Harry, og har hoyrir hann,…
Í 1492 setti Kristoffur Kolumbus segl um Atlantshav - á eina ferð út í tað ókenda. hann leitaði eftir einari skjótari leið til India. Tað, ið hann fann, var ein heilt nýggjur heimur ...
Í bókini eru endurgivin kort av teimum mongu ferðunum hjá Kristoffuri yvir…
Rokning 1c - Grundbók
Støddfrøði til fólkaskúlanRokning 1c er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.
Høvuðspartarnir í ROKNING 1 eru:
- …
Javnstøðunevndin hevur í samstarvi við Nám givið Javnstøða. Tvey kyn – ymsar støður, sum Kristianna Winther Poulsen, MSc, og Hans Pauli Strøm, sosiologur, hava skrivað og lagt til rættis. Bókin er ætlað til undirvísing í samfelagsfrøði á miðnámi, men kann eisini…
Hesa ferð koma systkini Teitur og Sigrið í rættiliga álvarsligar trupulleikar, tí tey koma í hóslag við rúsevnisseljarar … Ein ógvuliga spennandi bók í røðini.
Higartil eru tíggju bøkur komnar, og fyribils koma ikki fleiri. Jørn Jensen hevur skrivað, og Hjørdis…
Teitur og Ólavur fara ein dagin í sirkus, har teir síggja ein hypnotisør, sum fær tveir menn at goyggja.
Sigrið verður eisini hypnotiserað, og hypnotisørurin fær hana at gera ymisk t.d. at stjala taskur, men so fær hon boð um at drepa beiggjan Teit. Bókin eru bólkað í…
Teitur rennur niðan trappurnar.
Eldur er í hurðum og veggjum.
Aftanfyri kemur ein maður til sjóndar.
Hann hevur eina fløsku í hondini. Teitur vendir sær á og sær, at fløskan verður kastað. Áttanda bókin í røðini Kalt blóð, sum eru spennandi…Nú verður skúlaveitsla, og Beinta og Sára hava glett seg og lagt ætlanir í mánaðir.
Men nú tímir Sára knappliga einki longur, og Beinta skilir ikki, hví so er. Hvat er tað Sára hevur verið fyri, sum hon ikki vil siga? Bókin eru bólkað í fimta…
Teir vita, at tað er vandamikið, teir tora illa, og kortini gera teir tað: Festa í fjúsið og tveita dynamittið í eitt ruskílat. Einki hendir, og teir rýma. Men so kemur ein lítil drongur gangandi ...
At vita sær, at henda dynamittstongin kundi senda teir høgt upp til…
Eg havi hugsað um hatta, tú segði um Linu.' Andrea kemur yvir til Simonu og gongur aftan á henni niðan í floksstovuna.
'Eg havi ikki sagt nakað um Linu,' sigur Simona. Hon skeitir at hinum gentunum, ið ganga eitt sindur longri frammi.
'Jú, hatta tú…Hetta er klassikari eftir Charles Dickens um fátæka smádrongin, sum ongan góðan eigur.
Á fyrstu síðu letur mamman, sum liggur á deyðastrá, sonin frá sær, og síðan veksur hann upp á einum køldum fátækaheimi og seinni millum brotsmenn í London. Men ein dagin vendir…
Lúr inn í heimin undir sjónum og uppliv og lær um dýr og plantur, ið har liva.
Í bókini fylgja vit lívinum á Føroya Sjósavni, har fleiri enn 100 ymisk dýrasløg úr føroyskum sjógvi eru at finna. Bókin eru bólkað í fimta torleikastigi.
Kári hevur nógv at halda skil á.
Pápi hansara drekkur heldur nógvar øl, og ein dagin kemur stóribeiggin, Hákun, við einum pakka, sum hann vil hava Kára at goyma fyri seg. Hvat hevur Hákun fløkt seg uppí?
Tíbetur hevur Kári góðar møguleikar at koma á serliðið,…
Á Kanariuoyggjunum hitta teir Marjuna og Nannu – og ein hvínandi og svangan hund, sum tey vilja hjálpa.
Rúnar og Marjun kalla hann Ninja og ansa eftir honum. Tey vilja hava hann heim við sær. Men ber tað til? Bókin eru bólkað í fimta torleikastigi.
Froya er og ferðast í Svøríki saman við mammuni og systrunum, har tær sigal við kano.
Men tær eru ikki einsamallar. Út úr mjørkanum kemur Frank. Hann átti ikki at verið har. Tí hann varð settur fastur. Hann hevði roynt at drepa Froyu. Men Frank er hermaður. og hann…
Vit fara við Frankenstein ígjøgnum ymisk fjallalendi og yvir fryst høv.
Klárar hann at steðga framferðini hjá tí fjandans drápsmanninum? Er hann til reiðar at gera tað, ið ódjórið biður hann um? Tað er Mary Shelley, ið upprunaliga hevur skrivað, og Gill Tavner, sum…
Ein elligamal óndskapur hungrar eftir nýggjum blóði. Kunnu Jónatan og vinirnir vinna á óndskapinum?
Tað eru hálvt annað hundrað ár síðan, at søgan um Dracula varð skrivað. Hon er týdd til meiri enn 50 mál og er fleiri ferðir gjørd til film. Tað var Bram Stoker, sum…
Dísa følir, hvussu hjartað dukar í bringuni, og hon er um at gráta.
Hon skal síggja vinirnar fyri síðstu ferð.
Kann ein einsamallur smádrongur vera so sterkur og treiskur, at hann kemur ígjøgnum teir vandar, ið liggja fyri framman?
Hann ferðast einsamallur eftir grýtutum gøtum frá barndómi til manndóm, men hvussu kann David læra, hvønn hann kann líta á, og hvønn hann kann…
Beinta er forelskað í Dánjali. Flokkurin velur, at Sára, bestu vinkona Beintu, og Dánjal skulu fara á skeið saman. Ikki er tað lætt, tá besta vinkona tín fer at ferðast við tí, tú ert forelskað í.
Í bókini skal vinarlagið teirra millum standa sína roynd. Bókin eru…