Skip to main content

Alisfrøði og evnafrøði 1 - Lærarabók

Høvundur :

Ejvind Flensted-Jensen, Poul Hanghøj, Henning Henriksen, Poul Thomsen,

Price :

<p>118.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/3958/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Nýggj lærubókarøð við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini »Ny fysik/kemi«, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út. Á lærarabókini eru nøkur orð um hvønn kapittulin í næmingabókini. Hetta kunnu vera hentar ávísingar viðvíkjandi royndum ella at ávíst evni er gjølligari viðgjørt. Harumframt eru undir heitinum »Tippa 12 røtt« smáar uppgávur, sum lærarin kann fjølrita til næmingarnar. Aftast í lærarabókini eru nakrar støðuroyndir. Her er ætlanin, at næmingarnir skulu vera virknari. Teir skulu sjálvir velja ella orða hóskandi uppgávusvar, sum teir hava høvi at bera fram próvgrundir fyri. Lærarin rættar og kann meta um støðuna í flokkinum.

Námsfrøðiligur stuðulsbólkur við Harriet Hansen, Selmar Jacobsen og Jacob Thomsen hevur viðgjørt handritið. ? lærarabókini eru nøkur orð um hvønn kapittulin í næmingabókini. Hetta kunnu vera hentar ávísingar viðvíkjandi royndum ella at ávíst evni er gjølligari viðgjørt. Harumframt eru undir heitinum »Tippa 12 røtt« smáar uppgávur, sum lærarin kann fjølrita til næmingarnar. Fyri hvørja uppgávu skulu næmingarnir velja rætta svarið ímillum tríggjar møguleikar. ? hvørjum uppgávuarki er rúm hjá næmingunum at skriva navn sítt. Næmingarnir kunnu so lata lærararanum uppgávubløðini at rætta. Aftast í lærarabókini eru nakrar støðuroyndir. Her er ætlanin, at næmingarnir skulu vera virknari. Teir skulu sjálvir velja ella orða hóskandi uppgávusvar, sum teir hava høvi at bera fram próvgrundir fyri. Lærarin rættar og kann meta um støðuna í flokkinum.

Alisfrøði og evnafrøði 1 - Lærarabók
Alisfrøði og evnafrøði 1 - Lærarabók
  • 118.00 kr.

    Keyp útgávuna