Skip to main content

Sýni & Dýpi 2

Price :

<p>Úr 78.00 kr.</p> <p><a href="https://snar.fo/handil/detail/d/Syni-Dypi-2?ai%5Bd_pos%5D=1" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Sýni & Dýpi 2 er onnur sBókaheild av trimum til lærugreinina føroyskt á miðnámi og er ætlað øðrum árinum á 3 ára A-stigi.

Bókin fæst bæði sum sBók og sum pappírsbók. Pappírsbókin kostar 248,- kr, og sBókin kostar úr 78,-

sBókin kann keypast her.

Sýni & Dýpi 2 sBókaheildin Sýni & Dýpi 2 er sett saman av ástøðispartinum Sýni 2 og tekstsavninum Dýpi 2. Við leinkjum millum viðkomandi ástøði og tekstir eru ástøðispartur og tekstasavn tvinnað saman og mynda saman sBókaheildina Sýni & Dýpi 2. Sýni & Dýpi 2 er skrivað og sett saman sambært galdandi námsætlan í føroyskum á A-stigi. Viðkomandi faklig førleikamál standa á fyrstu síðu í hvørjum parti í Sýni 2. Nærum øll faklig førleikamál í námsætlanini fyri føroyskt á A-stigi eru við í Sýni 2. Viðvíkjandi førleikamálinum:

MÁLKUNNLEIKI Næmingurin dugir:

  • at greiða frá og vísa á gjølligt innlit í føroysku málskipanina

verður víst til partin "Málið fyrr og nú" í Sýni 1.  Sýni 2 viðger førleikarnar at skriva, lesa og samskifta munnligt umframt málnýtslu, málsøgu, tekstsløg ogSýni 2 viðger førleikarnar at skriva, lesa og samskifta munnligt umframt bókmentasøgu, málsøgu, málpolitikk, týðing og samansettar tekstir. Dýpi 2 fevnir um ymisk tekstsløg, sum umboða bókmentasøguligu tíðarskeiðini, sum verða viðgjørd í Sýni 2. Sólvá Jónsdóttir og Kirsten Brix hava ritstjórnað Sýni & Dýpi 2. Dorit Hansen hevur samskipað arbeiði. sBókin er ein sjálvstøðug, talgild útgáva, sum samhugsar bók og net og gagnnýtir tað besta úr báðum miðlum.

Umframt vanligan tekst og vanligar myndir hevur sBókin samvirknar uppgávur, upplisnan tekst og livandi myndir. Við sBókini hava næmingarnir altíð eina dagførda útgávu, tí hon er á netinum, og dagføringarnar síggjast aftur í øllum bókunum. Men samstundis er bókin teirra egna, og tey kunnu skriva viðmerkingar og strika undir, sum teimum lystir.

Sýni & Dýpi 2
Sýni & Dýpi 2