Tíðindi
Nýggjastu útgávur
Venus fyri Sólini
Stødd 60 x 42 cm.
8. juni í 2004 kl. 06:00 – 12:20 stóð Venus fyri Sólini. Hetta fyribrigdið var seinast at síggja í 1882. At taka myndir, sum hesar, av fyribrigdinum í síni heild, fer…
Havfrúgv og Nykur
Í hesum bóklingi eru tvær sagnir. Onnur um hvussu havfrúgv er vorðin, og hin um hvussu nykur er vorðin. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar fæst á…
Heimurin 3
Hesi evni eru viðgjørd: 1. Sólin og fylgisveinar hennara, 2. Sól og gongustjørnur í røttum lutfalli, 3. Yvirlit yvir sól og gongustjørnur, 4. Jørðin og sólin árið íkring, 5. Mánin eina sól, 6.…
Heimurin 4
Bóklingurin greiðir frá sjóvarfalli, bæði flóð og fjøru og sjóvarfalsstreymi; harumframt verður eisini nortið við streym yvirhøvur og onnur viðurskifti í havinum, serliga havinum kring Føroyar.…
Heimurin 6
Bóklingurin er knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Ídnaðarlond og menningarlond verða lýst, og londini Belgia, Gana og Føroyar verða…
Heimurin 7
Bóklingurin er serstakt knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Fylgjandi evni verða viðgjørd: Veðurlag og gróðurbelti: veðurlag, lufttrýst…
Íbúgvaviðurskifti
Arbeiðshefti til kapittul 2 í Árbók fyri Føroyar, ið umfatar íbúgvaviðurskifti. Meginparturin er uppgávur til næmingarnar, men greitt verður eisini frá, hvussu hagtøl verða savnað. Heftið kann nýtast…
Íbúgvaviðurskifti 2.2
Bóklingur, ið viðger hugtøk, ið nýtt verða, tá ið fólkið í einum landi skal verða lýst. Á nógvum lærugreinum verður nomið við viðurskifti í teimum ymsu londunum. Flestu uppgávurnar eru gjørdar…
Íbúgvaviðurskifti 2.2. Arbeiðshefti
Arbeiðsheftið, sum er einnýtishefti, er ætlað at nýta at loysa summar uppgávur í bóklinginum Íbúgvaviðurskifti 2.2.
Uppgávurnar eru: Fólkatalið framroknað, fólkatættleiki, búsetingarkort,…
Kirkjumál
Bóklingurin Kirkjumál er ætlaður sum stuðul at lesa og skilja kapittul 20 í Árbók fyri Føroyar og viðger m.a. hesi evni: Hvat ger fólkakirkjan? Hvør er limur í fólkakirkjuni? Hvat gera kirkjuráðini?…
Á skránni er yvirlit yvir meginpartin av tí, ið komið er á prent, og sum kvøðið hevur verið í Føroyum. Skráin er skipað eftir heiti ella byrjunarreglu, stundum báðum, og víst verður til, hvar…
Kærleikssøga aldarinnar er sjálvævisøgulig og viðger hjúnalag Märtu Tikkanens við listarmannin Henrik Tikkanen. Savnið er eitt úrval av yrkingum úr Kærleikssøga aldarinnar, sum kom út á svenskum í…
Lær teg enskt
Lær teg enskt er ætlað undirvísingini í framhaldsdeild fólkaskúlans, miðnámskúlum og hægri skúlum, men hon er eisini væl hóskandi til sjálvlestur hjá teimum, sum vilja læra seg enskt. Bókin er…
Mállæran er skipað í tríggjar høvuðspartar, sum vanligt hevur verið í mállæruskriving: ljóðlæru, bendingarlæru og orðalagslæru. Fremst í bókini er eitt sindur um málsøgu og orðasmíð, reglur um…
Maturin
Hetta er ein bók, ið veitir okkum grundleggjandi vitan um matvørurnar. Bókin er býtt sundur, so at hon gevur innlit í føðsluvirði, mattøkniligar eginleikar, hagreiðing, goymslu og haldgóðsku. Tað…
Samfelagsfrøði 1
Bókin viðger evni sum: Einstaklingurin og samfelagið, Familja og uppaling, Fjølmiðlar og ávirkan, Politiska skipanin og fólkaræði, Politiskar lærur og lívsvirði, Vælferðarhugtakið og politiskar…
Samfelagsfrøði 2
Bókin hevur fingið undirheitið Tilfeingi og búskapur, tí ein drúgvur partur av bókini er um náttúrutilfeingið í sjónum. Hesin partur kundi hóskandi verið tikin upp í lærugreinini lívfrøði. Bókin…
Stjórnarmál, val og fyrisiting
Arbeiðshefti til kapittul 3 í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum er uppgávur til næmingarnar, men greitt verður eisini í stuttum frá grundlógini, heimastýrislógini,…
Søgualfrøðin lýsir heimssøguna frá byrjan til okkara dagar. Bókin er býtt sundur í fimm øki: Afrika, Ásia, Evropa, Amerika og so Avstralia og Kyrrahavsoyggjar.
Aftast í bókini er…
Tú alfagra land mítt
Turið Sigurðardóttir, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, skrivar um tjóðsangin í 100 ár.
Tilfarið er einans teldutøkt.
Ein roynd at lýsa Føroya kirkjusøgu frá elstu tíðum og fram í 20. øld. Bókin er skipað soleiðis, at tíðarskeiðið undan trúbótini fyrst verður viðgjørt, síðani verður trúbótin og tíðin eftir hana…
Í hesi frágreiðing verða fíggjarviðurskiftini lýst út frá skattaskrásetingum fyri árini 1989 og 1993. 1989 var árið, har allar lønarútgjaldingarnar tilsamans vóru í hæddini. Ein samanbering millum…
Um livikor føroyinga
Jens Petur Gaard og Edvard Olsen hava lagt arbeiðsheftið til framhaldsdeildina til rættis. Víst verður á, at sambært lesiætlan fólkaskúlans er ein tílík livikorskanning gott og viðkomandi tilfar í…
Um livikor føroyinga
Endamálið við at gera arbeiðsspurningar til frágreiðingina Um livikor føroyinga er m.a. hetta: - at næmingar og onnur áhugað fáa eina tilvitan um, hvussu livikorini við støði í inntøkuviðurskiftum…
Vinnubýti
Arbeiðshefti til kapittul 4 í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum eru uppgávur til næmingarnar, men greitt verður eisini í stuttum frá vinnulívsviðurskiftum og vinnuhagtølum. Heftið…
Ensk mállæra viðger allar grundleggjandi mállærureglur og bendingar og vísir við dømum á munir og líkleikar millum enskt og føroyskt. Evnini í mállæruni eru viðgjørd soleiðis, at bókin lýkur krøvini…