Skip to main content

Tíðindi

21.06.2024

Roknibøkur til tey yngstu

Les meira
22.02.2024

Forvitnislig bókarøð, ið er ætlað til…

Les meira
13.02.2024

Leikritini "Páll fangi", "Vónbrot" og…

Les meira

Nýggjastu útgávur

Sóljan

Skrivibók
Sóljan
Sóljan

Sóljan er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum á byrjanarstigi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva henni sín persónliga dám. Endamálið við bókini er at venja børnini…

Smæran

Skrivibók
Smæran
Smæran

Smæran er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum á byrjanarstigi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva henni sín persónliga dám. Endamálið við bókini er at venja børnini…

Summardáin

Skrivibók
Summardáin
Summardáin

Summardáin er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum. Tilfarið hóskar til 2. flokk, men kann sjálvandi eisini nýtast í øðrum sambandi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu…

Blákollan

Skrivibók
Blákollan
Blákollan

Blákollan er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum. Tilfarið hóskar til 3. flokk, men kann sjálvandi eisini nýtast í øðrum sambandi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva…

Dýr og dorg - Næmingabók
Dýr og dorg - Næmingabók

Á bókini eru søgur og aðrir tekstir um dýr, sum børn kenna tey í sínum gerandisdegi. Nógv er at lesa, men børnini eiga eisini at sleppa at siga frá ymiskum, sum tey hava upplivað sjálv. Eisini…

Kom við - Næmingabók
Kom við - Næmingabók

Bókaheildin Kom við eftir Margretu Næss, lærara – fevnir um tríggjar bøkur, umframt band og fløgu. Útgávurnar eru ætlaðar undirvísingini í føroyskum í miðdeild fólkaskúlans. Nógvar myndir og…

Kom við - Skrivibók
Kom við - Skrivibók

Bókaheildin Kom við eftir Margretu Næss, lærara – fevnir um tríggjar bøkur, umframt band og fløgu. Útgávurnar eru ætlaðar undirvísingini í føroyskum í miðdeild fólkaskúlans. Á skrivibókini eru…

Kom við - Svarlisti
Kom við - Svarlisti

Á svarlistanum eru svarlistar til skrivibókina, krossorðagáturnar og til lesibókina.

Prikkut vár - Næmingabók
Prikkut vár - Næmingabók

Prikkut vár, ið er framhald av bókin Dýr og dorg, er ætlað miðdeild fólkaskúlans. Høvuðsevnið í bókini er samvera millum menniskju. Bæði millum børn og millum børn og vaksin. Í bókini eru nógv…

Prikkut vár - Skrivibók
Prikkut vár - Skrivibók

Til bókina Prikkut vár hoyrir eisini fjølbroytt skrivibók, har arbeitt verður víðari við tí, sum er í lesibókini. Loysnir til gátur og annað er at finna í svarlistanum.

Prikkut vár - Svarlisti
Prikkut vár - Svarlisti

Til bókina Prikkut vár hoyrir eisini fjølbroytt skrivibók, har arbeitt verður víðari við tí, sum er í lesibókini. Loysnir til gátur og annað er at finna í svarlistanum.

Náttúra og tøkni 1 - Arbeiðsbók
Náttúra og tøkni 1 - Arbeiðsbók

Hetta er arbeiðsbók til grundbókina, Náttúra og tøkni 1. Greiðar tekningar og stuttur tekstur siga næmingunum frá, hvussu royndirnar skulu gerast. Pláss er at skriva úrslit av royndunum í…

Náttúra og tøkni 1 - Næmingabók
Náttúra og tøkni 1 - Næmingabók

Undirvísingin í náttúru og tøkni tekur støði í landafrøðiligu, alis-/evnafrøðiligu og lívfrøðiligu umstøðunum í heimstaðnum, í Føroyum og umheiminum. Næmingarnir skulu læra um tøkniligu…

Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók
Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók

Náttúra og tøkni 2 er ætlað til 5. flokk. Hetta er onnur bókin í røðini. Fyrsta bókin kom í 1999, og triðja og seinasta bókin kom í august 2006.

Við støði í heimligu náttúruni skulu…

Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók
Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók

Arbeiðsbók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í arbeiðsbókini eru royndir og uppgávur til næmingar at loysa. Góðar tekningar og frágreiðingar lýsa mannagongdirnar.

Amboð til…

Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók
Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók

Lærarabók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í lærarabókini er inngangur um undirvísingina í lærugreinini sum heild, og greitt verður frá mongu møguleikunum í nýggja tilfarinum.…

Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók
Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók

Náttúra og tøkni 3 byggir á bøkurnar Náttúra og tøkni 1 og 2, og er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við,…

Achéindiánar í Paraguei
Achéindiánar í Paraguei

Á sínum mongum ferðum í Paraguei, hevur Flemming Petersen havt nógv samband við achéindiánarnar. Achéindiánarnir, sum fyrr livdu úti í skógunum, búgva nú í legum; men við hvørt fara teir inn í…

Heimsins lond

Landaalfrøði
Heimsins lond
Heimsins lond

<span&hellip;

Húsið
Húsið

Lín og Dís fara inn í skúrið at spæla, men har er so skitið og óruddiligt, at tær noyðast fyrst at fara at rudda. So koma Inga og Mórus at spæla við. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini og sum…

Orðaskyn

Mín fyrsta orðabók
Orðaskyn
Orðaskyn

Bókin er fyrst og fremst ætlað næmingum í miðdeild fólkaskúlans, so teir tíðliga kunnu venja seg at nýta orðabøkur. Í bókini eru eini 3.000 orð og einar 450 myndir. Navnorð, sagnorð og lýsingarorð…

Noreg

Vit í Norðurlondum
Noreg
Noreg

Heftið vísir, hvat norðmenn halda um land sítt. Fyrr var fiskiskapurin høvuðsvinna í Svolvær í Lofot. Nú eru ferðavinnan og ferðasambandið so góð, at fólk flytur ikki burtur. Alt gongur so skjótt…

Finnland

Vit í Norðurlondum
Finnland
Finnland

Heftið vísir, hvat finnlendingar halda um land sítt. Aftast í heftinum er stutt alfrøði um finsku náttúruna, vinnuna og stjórnina.

4 sjónbond við evnum úr Finnlandi kunnu lænast frá…

Svøríki

Vit í Norðurlondum
Svøríki
Svøríki

Heftið vísir, hvat sviar halda um land sítt. Aftast í heftinum er skrivað um Svøríki, nú landbúnaður, skógarvinna, fiskiskapur og námsvinna hava ikki so nógv at siga sum áður. Hátøkniligi…

  • Rokning 2 - Uppgávubók
    Rokning 2 - Uppgávubók

    Rokning 2 - Uppgávubók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 2b er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 2. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Høvuðspartarnir í ROKNING 2 eru:

    • Grundbók a, b
    • Lærarabók…
  • Rokning 2a - Lærarabók
    Rokning 2a - Lærarabók

    Rokning 2a - Lærarabók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Lærarabók til Rokning 2a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 2. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Høvuðspartarnir í ROKNING 2 eru:

    • Grundbók a, b
  • Rokning 2a - Grundbók
    Rokning 2a - Grundbók

    Rokning 2a - Grundbók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 2a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 2. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Høvuðspartarnir í ROKNING 2 eru:

    • Grundbók a, b
    • Lærarabók…
  • Súlan - Lær teg at stava 2
    Súlan - Lær teg at stava 2

    Lær teg at stava 2 er onnur bókin av trimum stavsetingarbókum til innskúlingina. Hugsanin er, at bókin verður nýtt í 2. flokki. Skrivihefti hoyrir til bókina og er við í prísinum.

    Í bókini eru átjan smáar søgur (fyrisagnir) og uppgávur, har børnini arbeiða…

  • Søga 4 - Læraravegleiðing
    Søga 4 - Læraravegleiðing

    Læraravegleiðingin til Søga 4, ein søguferð, er ætlað sum eykatilfar til læraran.

    Faktatekstur er til hvønn kapittul og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við næmingabókini. Fremst er vegleiðing um netbókina, pappírsbókina og frámerki, sum eru í Søga 4, ein…

  • Søga 4 - Næmingabók
    Søga 4 - Næmingabók

    Hugtakið ferðing er eitt yvirskipað evni í søgubókini. Ferðing og sambandið við útheimin fylla nógv í flestu kapitlunum í bókini, og gevur tað góðar møguleikar at knýta føroyska søgu upp í norðurlendska og evropiska søgu.

    Eitt av endamálunum við hesum evninum er, at…

  • Rokning 1 c-d - Uppgávubók
    Rokning 1 c-d - Uppgávubók

    Rokning 1 c-d - Uppgávubók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Uppgávubók til Rokning 1 c-d, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Høvuðspartarnir í ROKNING 1 eru:

  • Rokning 1d - lærararbók
    Rokning 1d - lærararbók

    Rokning 1d - lærararbók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Lærarabók til Rokning 1d, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Høvuðspartarnir í ROKNING 1 eru:

    • Grundbók…
  • Rokning  1d - Grundbók
    Rokning  1d - Grundbók

    Rokning 1d - Grundbók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 1d er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

     

    Høvuðspartarnir í ROKNING 1 eru:

  • Rokning 1c lærarabók
    Rokning 1c lærarabók

    Rokning 1c lærarabók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Lærarabók til Rokning 1c, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

     

    Høvuðspartarnir í ROKNING 1…

  • Rokning 1c - Grundbók
    Rokning 1c - Grundbók

    Rokning 1c - Grundbók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 1c er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

     

    Høvuðspartarnir í ROKNING 1 eru:

  • Javnstøða. Tvey kyn - ymsar støður
    Javnstøða. Tvey kyn - ymsar støður

    Javnstøðunevndin hevur í samstarvi við Nám givið Javnstøða. Tvey kyn – ymsar støður, sum Kristianna Winther Poulsen, MSc, og Hans Pauli Strøm, sosiologur, hava skrivað og lagt til rættis. Bókin er ætlað til undirvísing í samfelagsfrøði á miðnámi, men kann eisini…

  • Rokning 1b - Lærarabók
    Rokning 1b - Lærarabók

    Rokning 1b - Lærarabók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Lærarabók til Rokning 1b, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Høvuðspartarnir í ROKNING 1 eru:

  • Rokning 1-4 - Avritsmappa
    Rokning 1-4 - Avritsmappa

    Rokning 1-4 - Avritsmappa

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Avritsmappan verður seld sum teldutøk fíla og send skúlum o.ø. tá bílagt verður.

    Rokning 1-4, avritsmappa er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. – 4. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og…

  • Súlan - Lær teg at stava 1
    Súlan - Lær teg at stava 1

    Lær teg at stava 1 er fyrsta bókin í eini røð av stavsetingarbókum til innskúlingina. Hugsanin er, at bókin verður nýtt um várið í 1. flokki ella fyrst í 2. flokki. Skrivihefti hoyrir til bókina og er við í prísinum.

    Í bókini eru fimtan smáar søgur…

  • Atlas til heim og skúla
    Atlas til heim og skúla

    Atlas til heim og skúla vendir sær til húskið og skúlaverkið í Føroyum. Atlas til heim og skúla tekur støði í ensku útgávuni Collins Student World Atlas, sum Erla Olsen hevur týtt til føroyskt.

    Umframt landakort eru eisini gjørd…

  • Súlubók - Dia fer á flog
    Súlubók - Dia fer á flog

    Súlubók - Dia fer á flog

    Súlubók við lixi

    Dia fer á flog er ein fitt bók til fyrsta flokk, sum er løtt at lesa. Dia fer á flog hevur lixtalið 7,3. 

    Hon er ein partur av Súluheildini, og er onnur av seks súlubókum við lixi.

  • Rokning 1a - Lærarabók
    Rokning 1a - Lærarabók

    Rokning 1a - Lærarabók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Lærarabók til Rokning 1a, sum er fyrri partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Høvuðspartarnir í ROKNING 1 eru:

  • Rokning 1a - Grundbók
    Rokning 1a - Grundbók

    Rokning 1a - Grundbók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 1a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Høvuðspartarnir í ROKNING 1 eru:

    • Grundbók a, b, c og d
  • Rokning 1b - Grundbók
    Rokning 1b - Grundbók

    Rokning 1b - Grundbók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 1b er annar partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Høvuðspartarnir í ROKNING 1 eru:

    • Grundbók a, b, c og…
  • Súlubók 7 - Gásin og nósin
    Súlubók 7 - Gásin og nósin

    Ætlanin við Súlubók 7 er, at næmingurin í teksti kann venja teir bókstavir, hann hevur lært. 

    Orðatilfarið er avmarkað, og tað eru nógvar endurtøkur. Myndirnar í bókini eru góðar at práta um.

  • Landafrøði 2
    Landafrøði 2

    Landafrøði 2 viðger mentan og samfelag; hvussu menniskju brúka og broyta jørðina. Bókin er í seks pørtum: Heimsins fólk, Jørð, matur og landslag, Býir, Vinnulív í heiminum, Orka, og at enda Landafrøði og politikkur.

    Afturat næmingabókini er lærarabók við uppgávum, sum…

  • Landafrøði 3
    Landafrøði 3

    Landafrøði 3 viðger heimspartarnar  í seks pørtum: Evropa, Asia, Afrika, Norðuramerika, Suðuramerika og Osiania.

    Afturat næmingabókini er lærarabók við uppgávum, sum ókeypis kann takast niður <a&hellip;

  • Landafrøði 1

    Landafrøði 1 viðger náttúrulandafrøði í fýra pørtum: Jørðina og kortini, Jarðarskorpuna, Veðurlag og vøkstur og Vatnið á jørðini. 

    Afturat næmingabókini er lærarabók við uppgávum, sum ókeypis kann takast niður <a&hellip;

  • Gluggi
    Gluggi

    Gluggi

    Skrivikapping 2014, Næm í 9.flokki

    Tekstirnir eru sera ymiskir bæði stuttsøgur, yrkingar og ritroyndir. Tekstirnir snúgva seg um lívið hjá ungum í Føroyum og eru sera spennandi og geva innlit í eitt ungt univers.

  • Føroyakort (seinast dagført 2020)
    Føroyakort (seinast dagført 2020)

    Føroyakortið, sum er í stødd 1:100 000 (120x80 cm), er teknað í Føroyum. Á Føroyakortinum eru fleiri enn 1700 staðarnøvn, sum Staðarnavnanevndin hevur góðkent.

    Umhvørvisstovan dagførir Føroyakortið fyri Nám. Skrivast kann á kortið, ið er laminerað og kann brúkast sum…

  • Les 1 - Teldutøk lærarabók
    Les 1 - Teldutøk lærarabók

    Les 1 - Teldutøk lærarabók

    Lærarabók til framhaldsdeild

    Teldutøk lærarabók til Les 1. Tekstasavn til framhaldsdeild. Lydia Didriksen hevur skrivað og lagt til rættis.



















     

  • Hervør og Høgni - Lærarabók
    Hervør og Høgni - Lærarabók

    Í lærarabókini eru gjøgnumgongd og hugskot til allar síðurnar í lesibókini. Har eru eisini svarlisti til arbeiðsbøkurnar, frágreiðing um kassaorð og avritssíður.

  • Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 2
    Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 2

    Arbeiðsbók 2 hoyrir til tekstpartin (seinna part) av lesibókini. Uppgávur eru í arbeiðsbókini til allar søgur og sangir í lesibókini, og ætlanin við uppgávunum er at knýta saman lesingina, skrivingina og fatanina av tí lisna. Gjøgnumgongd av uppgávunum og svarlisti er í…

  • Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 1
    Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 1

    Arbeiðsbók 1 hoyrir til ljóðpartin (fyrra part) av lesibókini. Ein opna er í arbeiðsbókini til hvørja síðu í lesibókini, og uppgávurnar 1, 3 og 4 eru eftir sama leisti til allar bókstavasíðurnar. Gjøgnumgongd av uppgávunum og svarlisti er í lærarabókini.