Skip to main content

Undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.

Soleiðis ritar tú inn

Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.

Mannagongdin at rita inn við skulin.fo-brúkaranum á unilogin sæst niðanfyri á myndini. Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndina betur.:

Unilogin - innritan

 

i-bøkur - Yvirlit

Súlubók 6 - Sólin sá gás í á
Súlubók 6 - Sólin sá gás í á

Súlubók 6 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu tíggju bókstavirnar í Súluni.

Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin…

Kristni 7 - Lærarabók
Kristni 7 - Lærarabók

Kristni 7, lærarabók er á 117 bls., býtt í kapitlar á sama hátt sum næmingabókin. Í lærarabókini er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við kapitlinum. Fremst í…

Heimssøga - Fram til 1700
Heimssøga - Fram til 1700

Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls. Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga –…

Vinir mínir og eg 2 - Næmingabók
Vinir mínir og eg 2 - Næmingabók

Vinir mínir og eg - kristni 2 er bókaheild til kristnikunnleika í 2. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, tvær ljómfløgur, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar.

Vinir mínir og eg 2 - Lærarabók

Kristnikunnleiki. Lærarabók
Vinir mínir og eg 2 - Lærarabók
Vinir mínir og eg 2 - Lærarabók

Vinir mínir og eg - kristni 2 er bókaheild til kristnikunnleika í 2. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á snar.

Skygni 7 - lærarabók
Skygni 7 - lærarabók

Skygni 7 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í sjeynda flokki. Bókaheildin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Eftir flestu kapittlar eru støðuroyndir, og við støði í teimum eru grønar…

Skygni 7 - næmingabók
Skygni 7 - næmingabók

Skygni 7 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í sjeynda flokki. Bókaheildin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Eftir flestu kapittlar eru støðuroyndir, og við støði í teimum eru grønar…

Lívfrøði 3 - næmingabók
Lívfrøði 3 - næmingabók

Lívfrøði 3 er seinasta næmingabókin í bókarøðini til lívfrøði í framhaldsdeild fólkaskúlans. Bókin er sum tær báðar undanfarnu næmingabøkurnar býtt í 4 partar. Allir partarnir eru onkursvegna…

Pit Stop #8 - Topic Book
Pit Stop #8 - Topic Book

Tekstasavnið fevnir um kravdar og valfríar tekstir umboðandi øll tekstasløg. Savnið er skipað í seks tema.

Pit Stop #9 - Topic  Book
Pit Stop #9 - Topic  Book

Tekstasavnið fevnir um dravdar og valfríar tekstir umboðandi øll tekstasløg. Savnið er skipað í tema.

Pit Stop #9 - Task Book
Pit Stop #9 - Task Book

Uppgávusavnið fevnir um kravdar og valfríar uppgávur umboðandi allar innlæruhættir. Savnið er skipað eftir sama leisti sum tekstasavnið. Task Book er høvuðsbókin í bókaheildini.

Pit Stop #9 - Teacher’s Guide 9 Educational Intentions
Pit Stop #9 - Teacher’s Guide 9 Educational Intentions

Lærarabókin fevnir um praktiska og teoretiska vegleiðing, svarlista, bakgrundsvitan og ymisk uppskot til undirvísingina

Pit Stop #8 - Task Book
Pit Stop #8 - Task Book

Uppgávusavnið fevnir um kravdar og valfríar uppgávur umboðandi allar innlæruhættir. Savnið er skipað eftir sama leisti sum tekstasavnið. Task Book er høvuðsbókin í bókaheildini.

Pit Stop #8 - Teacher’s Guide 8 Educational Intentions
Pit Stop #8 - Teacher’s Guide 8 Educational Intentions

Lærarabókin fevnir um praktiska og teoretiska vegleiðing, svarlista, bakgrundsvitan og ymisk uppskot til undirvísingina.

Uppgávusavnið fevnir um allar uppgávur, sum næmingarnir skulu skriva…

Kristni 7 - Næmingabók
Kristni 7 - Næmingabók

Bókin er ætlað 7. flokki í kristni og er á 133 blaðsíður. Bókin er ein faktakend bók, sum er liður í røðini av undirvísingartilfari í kristni til framhaldsdeildina. Hvør kapittul í Kristni 7 endar…

  • Prikkut vár - Skrivibók
    Prikkut vár - Skrivibók

    Til bókina Prikkut vár hoyrir eisini fjølbroytt skrivibók, har arbeitt verður víðari við tí, sum er í lesibókini. Loysnir til gátur og annað er at finna í svarlistanum.

  • Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók
    Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók

    Náttúra og tøkni 3 byggir á bøkurnar Náttúra og tøkni 1 og 2, og er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við, har tað natúrliga fellir inn. Ætlanin er, at næmingarnir við egnum upplivingum…

  • Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók
    Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók

    Lærarabók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í lærarabókini er inngangur um undirvísingina í lærugreinini sum heild, og greitt verður frá mongu møguleikunum í nýggja tilfarinum. Haraftrat eru frágreiðingar til hvørt høvuðsevnið í grundbókini og arbeiðsbókini…

  • Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók
    Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók

    Arbeiðsbók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í arbeiðsbókini eru royndir og uppgávur til næmingar at loysa. Góðar tekningar og frágreiðingar lýsa mannagongdirnar.

    Amboð til royndir kunnu keypast frá Bókamiðsøluni. Príslistin er at finna her sum pdf.

  • Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók
    Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók

    Náttúra og tøkni 2 er ætlað til 5. flokk. Hetta er onnur bókin í røðini. Fyrsta bókin kom í 1999, og triðja og seinasta bókin kom í august 2006.

    Við støði í heimligu náttúruni skulu næmingar við egnum royndum sleppa at eygleiða og kanna lívfrøðilig, landafrøðilig og…

  • Náttúra og tøkni 1 - Næmingabók
    Náttúra og tøkni 1 - Næmingabók

    Undirvísingin í náttúru og tøkni tekur støði í landafrøðiligu, alis-/evnafrøðiligu og lívfrøðiligu umstøðunum í heimstaðnum, í Føroyum og umheiminum. Næmingarnir skulu læra um tøkniligu menningina, ið er ein sjálvsagdur partur í okkara gerandisdegi. Í hesi bók venda tekstur…

Vegleiðingar

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini