Skip to main content

Undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.

Soleiðis ritar tú inn

Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.

Tað eru tvær mannagongdir at rita inn á unilogin við skulin.fo-brúkaranum. Hesar síggjast á myndunum niðanfyri.  Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndirnar betri: Unilogin - innritan

i-bøkur - Yvirlit

Hervør og Høgni í triðja - Grundbók
Hervør og Høgni í triðja - Grundbók

Hetta er triðja lesibókin í føroyskum í røðini um Hervør og Høgna. Bókin byggir á tær báðar undanfarnu bøkurnar, Hervør og Høgni í skúla og Hervør, Høgni og hini. Triðja bókin, ið hevur støði í…

Lívfrøði 1 - næmingabók
Lívfrøði 1 - næmingabók

Í lívfrøði til 7. flokk eru fýra partar. Fyrsti partur er um náttúrusøgu, annar partur er um lívið undir sjóneykuni, triði partur er um mannakroppin, og fjórði partur er um lívfrøði í…

Skygni 5 - Næmingabók
Skygni 5 - Næmingabók

Skygni 5 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fimta flokki. Bókin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Eftir flestu kapittlar eru støðuroyndir, og við støði í teimum eru grønar síður og…

Skygni 5 - Læraravegleiðing
Skygni 5 - Læraravegleiðing

Skygni 5 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fimta flokki. Dentur verður serstakliga lagdur á evni úr gerandisdegnum og á náttúruviðurskifti.

Í læraravegleiðingini eru viðmerkingar til…

Hervør og Høgni í triðja - Lærarabók
Hervør og Høgni í triðja - Lærarabók

Lærarabók til Hervør og Høgni í triðja. Hugskot, Umrøðuevni, Faktapartur, Bókalisti, Arbeiðsbók og Svarlisti til Arbeiðsbók er til hvørt uppslag í lesibókini.

 

Myndprýtt bókina hava Janus Guttesen,…

Les 3 - Ástøði
Les 3 - Ástøði

Les. Ástøði er partur av Les røðini, men er eisini ein sjálvstøðug ein. Bókin viðger ymisku tekstasløgini, og hvussu hesi kunnu greinast. Tekstasløgini umfata prosaskaldskap, yrkingar, ævintýr,…

Les 3 - Arbeiðsbók
Les 3 - Arbeiðsbók

Les 3. Arbeiðsbók er ætlað at verða brúkt í samband við viðgerð av tekstunum í savninum Les 3.

Les 3

Tekstasavn
Les 3
Les 3

Les 3 er triðja bók í Les røðini. Tekstasavnið er ætlað til føroyskt í 10. flokki. Tekstasavnið er uttan iva eisini væl egnað til føroyskt á C í miðnámi. Høvðusevnið í tekstasavninum er lívsvirðir…

Týskt 2

Skrivligt týskt til framhaldsdeild
Týskt 2
Týskt 2

Framhald av Týskt 1 - eisini til 8. flokk. Leggur seg serliga eftir veikt bendum sagnorðum í tíðum og bundnum navnorðum í føllum, umframt at klokkan, tølini, dagar, mánaðir og árstíðir eisini…

Eg skrivi 8

Skrivligt føroyskt til miðdeild
Eg skrivi 8
Eg skrivi 8

Nú er 8. bókin í Eg skrivi røðini komin út. Við bókini er hefti á 47 blaðsíður við útfyllingarfyrisøgnum.

Ætlanin er, at tað skulu vera 9 bøkur tilsamans. Eg skrivi-bøkurnar eru ikki…

Súlubók 4 - Sólin sá bil og bát í á

Sólin sá bil og bát í á
Súlubók 4 - Sólin sá bil og bát í á
Súlubók 4 - Sólin sá bil og bát í á

Súlubók 4 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu átta bókstavirnar í Súluni.

Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir…

Súlubók 3 - Sólin sá Ásu og Óla í á

Sólin sá Ásu og ÿla í á
Súlubók 3 - Sólin sá Ásu og Óla í á
Súlubók 3 - Sólin sá Ásu og Óla í á

Súlubók 3 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu sjey bókstavirnar í Súluni. 

Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin…

Súlan - Lærarabók
Súlan - Lærarabók

Lærarabókin er ætlað sum uppskot og hugskot til lærarar um, hvussu teir kunnu arbeiða við bókstava- og ljóðbókini Súlan.

Súlan - Bókstava- og ljóðbók

Bókstava- og ljóðbók
Súlan - Bókstava- og ljóðbók
Súlan - Bókstava- og ljóðbók

Bókin Súlan er ætlað sum undirvísingartilfar í føroyskum í 1. flokki. Í bókini lesa og arbeiða børnini við bókstavunum og tvíljóðunum. Hvør bókstavur fyllir eina opnu. Á aðrari síðuni er ein…

Týskt 1

Skrivligt týskt til framhaldsdeild
Týskt 1
Týskt 1

Týskt 1 eftir Gunnvá Dam, lærara, er skrivligt týskt til 8. flokk. Týskt 1 er uppgávubók til byrjanarundirvísing í týskum og er ætlað til fyrru hálvu av 8. flokki.

Í bókini eru…

  • Prikkut vár - Skrivibók
    Prikkut vár - Skrivibók

    Til bókina Prikkut vár hoyrir eisini fjølbroytt skrivibók, har arbeitt verður víðari við tí, sum er í lesibókini. Loysnir til gátur og annað er at finna í svarlistanum.

  • Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók
    Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók

    Náttúra og tøkni 3 byggir á bøkurnar Náttúra og tøkni 1 og 2, og er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við, har tað natúrliga fellir inn. Ætlanin er, at næmingarnir við egnum upplivingum…

  • Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók
    Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók

    Lærarabók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í lærarabókini er inngangur um undirvísingina í lærugreinini sum heild, og greitt verður frá mongu møguleikunum í nýggja tilfarinum. Haraftrat eru frágreiðingar til hvørt høvuðsevnið í grundbókini og arbeiðsbókini…

  • Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók
    Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók

    Arbeiðsbók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í arbeiðsbókini eru royndir og uppgávur til næmingar at loysa. Góðar tekningar og frágreiðingar lýsa mannagongdirnar.

    Amboð til royndir kunnu keypast frá Bókamiðsøluni. Príslistin er at finna her sum pdf.

  • Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók
    Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók

    Náttúra og tøkni 2 er ætlað til 5. flokk. Hetta er onnur bókin í røðini. Fyrsta bókin kom í 1999, og triðja og seinasta bókin kom í august 2006.

    Við støði í heimligu náttúruni skulu næmingar við egnum royndum sleppa at eygleiða og kanna lívfrøðilig, landafrøðilig og…

  • Náttúra og tøkni 1 - Næmingabók
    Náttúra og tøkni 1 - Næmingabók

    Undirvísingin í náttúru og tøkni tekur støði í landafrøðiligu, alis-/evnafrøðiligu og lívfrøðiligu umstøðunum í heimstaðnum, í Føroyum og umheiminum. Næmingarnir skulu læra um tøkniligu menningina, ið er ein sjálvsagdur partur í okkara gerandisdegi. Í hesi bók venda tekstur…

Vegleiðingar

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini