Skip to main content

Undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.

Soleiðis ritar tú inn

Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.

Tað eru tvær mannagongdir at rita inn á unilogin við skulin.fo-brúkaranum. Hesar síggjast á myndunum niðanfyri.  Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndirnar betri: Unilogin - innritan

i-bøkur - Yvirlit

Landafrøði 2
Landafrøði 2

Landafrøði 2 viðger mentan og samfelag; hvussu menniskju brúka og broyta jørðina. Bókin er í seks pørtum: Heimsins fólk, Jørð, matur og landslag, Býir, Vinnulív í heiminum, Orka, og at enda…

Landafrøði 3
Landafrøði 3

Landafrøði 3 viðger heimspartarnar  í seks pørtum: Evropa, Asia, Afrika, Norðuramerika, Suðuramerika og Osiania.

Afturat næmingabókini er lærarabók við uppgávum, sum ókeypis kann…

Landafrøði 1

Landafrøði 1 viðger náttúrulandafrøði í fýra pørtum: Jørðina og kortini, Jarðarskorpuna, Veðurlag og vøkstur og Vatnið á jørðini. 

Afturat næmingabókini er lærarabók við uppgávum, sum…

Pit Stop #5 - Topic Book
Pit Stop #5 - Topic Book

Tekstasavnið eitur Topic Book og verður altíð brúkt eftir leiðbeining úr Task Book.

Savnið er skipað í 6-7 eftir einum føstum leisti, t.v.s. tey verða lýst úr ymiskum sjónarhornum ígjøgnum eitt…

Pit Stop #5 - Task Book
Pit Stop #5 - Task Book

Task Book er høvuðsbókin við fjølbroyttum uppgávum umboðandi ymiskar læruhættir. Hon vegleiðir samstundis, hvussu tú brúkar Topic Book. Summar uppgávur eru kravdar, aðrar eru valfríar. Aftast er ein…

Pit Stop #5 - Teacher's Guide
Pit Stop #5 - Teacher's Guide

Teacher’s Guide og er í tveimum. Onnur hevur undirheiti Educational Intentions og fevnir um nýtsluleiðbeining umframt ymiska teoretiska upplýsing. T.d. leggur “Comments and Answers to Selected Tasks”…

Les 1 - Teldutøk lærarabók

Lærarabók til framhaldsdeild
Les 1 - Teldutøk lærarabók
Les 1 - Teldutøk lærarabók

Teldutøk lærarabók til Les 1. Tekstasavn til framhaldsdeild. Lydia Didriksen hevur skrivað og lagt til rættis.









Hervør og Høgni - Lærarabók
Hervør og Høgni - Lærarabók

Í lærarabókini eru gjøgnumgongd og hugskot til allar síðurnar í lesibókini. Har eru eisini svarlisti til arbeiðsbøkurnar, frágreiðing um kassaorð og avritssíður.

Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 2
Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 2

Arbeiðsbók 2 hoyrir til tekstpartin (seinna part) av lesibókini. Uppgávur eru í arbeiðsbókini til allar søgur og sangir í lesibókini, og ætlanin við uppgávunum er at knýta saman lesingina,…

Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 1
Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 1

Arbeiðsbók 1 hoyrir til ljóðpartin (fyrra part) av lesibókini. Ein opna er í arbeiðsbókini til hvørja síðu í lesibókini, og uppgávurnar 1, 3 og 4 eru eftir sama leisti til allar bókstavasíðurnar.…

Kristni 9 - Lærarabók
Kristni 9 - Lærarabók

Lærarabók til Kristni 9. Lærarabókini hevur eins og næmingabókin 14 kapitlar við ymiskum evnum. Í lærarabókini til 9. flokk er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu…

Súlubók - Ein lítil mús

Súlubók við lixi
Súlubók - Ein lítil mús
Súlubók - Ein lítil mús

Ein lítil mús er ein fitt bók til fyrsta flokk, sum er løtt at lesa. Ein lítil mús hevur lixtalið 7,3.  

Hon er ein partur av Súluheildini, og er fjórða av seks…

Kristni 5 - Arbeiðsbók
Kristni 5 - Arbeiðsbók

Um útgávuna: Arbeiðsbókin kann verða brúkt hvønn tíma í kristnikunnleika. Uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at næmingarnir kunnu arbeiða sjálvstøðugt. Men gott er, um arbeiðið hjá næmingunum av og á…

Kristni 6 - Næmingabók
Kristni 6 - Næmingabók

Kristni 6 er bókaheild til undirvísingina í 6. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo. Í næmingabókini eru 14 kapitlar, ið fevna um tey fimm kjarnuøkini í…

Kristni 6 - Lærarabók
Kristni 6 - Lærarabók

Kristni 6 er bókaheild til undirvísingina í 6. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á…

  • Hervør og Høgni - lesibók til fyrsta flokk
    Hervør og Høgni - lesibók til fyrsta flokk

    Hervør og Høgni – lesibók til fyrsta er fyrsta bókaheildin í røðini um Hervør og Høgna.

    Bókin er ætlað sum grundbók í lesing fyrsta skúlaárið og er í tveimum pørtum, ein ljóðpartur og ein tekstpartur. Hon umrøður gerandisdagin hjá tvíburununum heima og í skúlanum. Til…

  • Lívfrøði 2 - arbeiðsbók
    Lívfrøði 2 - arbeiðsbók

    Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt í fýra partar: vistfrøði, arv og umhvørvi, arv og lívmenning og nøring. Í arbeiðbókini, sum fevnir um allar hesar partar, eru bæði vegleiðingar til venjingar, minnist tú spurningar, hevur tú skilt spurningar og uppgávur.

     

    Mangan hevur…

  • Kristni 4 - lærarabók
    Kristni 4 - lærarabók

    Í lærarabókini til Kristni 4 verða allir samrøðukassarnir í næmingabókini viðgjørdir. Uppskot eru um sangir, sum kunnu syngjast til ymisku evnini. Nakað av faktateksti er í bókini. Hugskot eru til, hvussu arbeiðast kann við næmingabókini og í nógvum førum eru eisini uppskot um…

  • Vinir mínir og eg 1 - Næmingabók
    Vinir mínir og eg 1 - Næmingabók

    Vinir mínir og eg - kristni 1 er bókaheild til kristnikunnleika í 1. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar.

  • Vinir mínir og eg 1 -  Lærarabók
    Vinir mínir og eg 1 -  Lærarabók

    Vinir mínir og eg - kristni 1 er bókaheild til kristnikunnleika í 1. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á snar.

  • Kristni 4 - næmingabók
    Kristni 4 - næmingabók

    Kristni 4 - næmingabók

    Kristnikunnleiki

    Kristni 4 er bókaheild til undirvísingina í 4. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo.

     

  • Kristni 4 - arbeiðsbók
    Kristni 4 - arbeiðsbók

    Kristni 4 - arbeiðsbók

    Kristnikunnleiki

    Kristni 4 er bókaheild til undirvísingina í 4. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo.

  • Lívfrøði 2 - næmingabók
    Lívfrøði 2 - næmingabók

    Í bókini eru fýra partar. Fyrsti partur er um vistfrøði. Her verður viðgjørt, hvussu orka og evni fara ígjøgnum vistskipanir í náttúruni. Annar partur, sum er um arv og lívmenning, viðger menningarlæruna. Triði partur er um arv og umhvørvi. Vit og dýrini eru úrslit av bæði…

  • Náttúra og tøkni 2 - Arbeiðsbók
    Náttúra og tøkni 2 - Arbeiðsbók

    Arbeiðsbókin til náttúru og tøkni í 5. flokki er ein nýggj utgáva, har nakrar av uppgávunum í arbeiðsbókini frá 2001 eru tiknar við, tær eru tó í flestu førum broyttar eitt sindur. Sólgerð Andreassen hevur gjørt nýggju uppgávurnar og mest sum allar tekningarnar í nýggju…

  • Súlan - arbeiðsbók 2
    Súlan - arbeiðsbók 2

    Arbeiðsbøkurnar eru ætlaðar sum undirvísingartilfar í 1. flokki. Í arbeiðsbókunum arbeiða børnini við teimum bókstavum og ljóðum, sum eru gjøgnumgingin í Súluni.

    Tað er umráðandi, at børnini halda, at ljóðarbeiði er stuttligt, og at tey gerast tilvitað og forvitin…

  • Súlan - arbeiðsbók 1
    Súlan - arbeiðsbók 1

    Arbeiðsbøkurnar eru ætlaðar sum undirvísingartilfar í 1. flokki. Í arbeiðsbókunum arbeiða børnini við teimum bókstavum og ljóðum, sum eru gjøgnumgingin í Súluni.

    Tað er umráðandi, at børnini halda, at ljóðarbeiði er stuttligt, og at…

  • Eiturkoppur - Næmingabók
    Eiturkoppur - Næmingabók

    Næmingabókin er eins og undanfarnu bøkur í heimstaðarlærurøðini, Grindalokkur til 1. og Høgguslokkur til 2. flokk, uttan orð, men við nógvum myndum og tekningum. Lagt verður upp til, at næmingarnir ogna sær vitan út frá tí teir síggja á myndunum, vita frammanundan og fáa at vita…

  • Eiturkoppur - Arbeiðsbók
    Eiturkoppur - Arbeiðsbók

    Arbeiðsbókin til Eitukoppin hevur fleiri uppgávur enn arbeiðsbøkurnar til Grindalokkin, 1. flokkur og Høgguslokkin, 2, flokkur. Men færri evnir. Uppgávurnar eru eisini torførari, og lagt verður upp til at arbeitt verður næmingalagað.

     

    Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt…

  • Eiturkoppur - Lærarabók
    Eiturkoppur - Lærarabók

    Í lærarabókini til Eiturkoppin eru uppskot um, hvussu arbeiðast kann við hvørjari einstakari opnu. Í lærarabókini verður víst á, hvat til ber at práta um bæði í bólki og í flokkinum. Lærarabókin leggur upp til, at næmingarnir bæði práta tveir og tveir, í smáum bólkum ella allur…

  • Skygni 6 - næmingabók
    Skygni 6 - næmingabók

    Skygni 6 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í sætta flokki. Bókaheildin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Eftir flestu kapittlar eru støðuroyndir, og við støði í teimum eru grønar síður og bláar síður, har evnið í kapitlinum verður viðgjørt á ymiskum torleikastigi.…

Vegleiðingar

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini