Skip to main content

Karyatida sum filmur og undirvísingartilfar

08.03.2025

Á kvinnudegnum 8. mars 2025 verður filmurin Karyatida eftir Eir í Ólavssrovu givin út. Filmurin fylgir tilgongdini hjá listakvinnuni, Guðrið Poulsen, frá fyrsta hugskotinum til lidna listaverkið, sum er standmyndin "Karyatida". Hetta verk er serliga týdningarmikið, tí tað er til minnis um kvinnur, sum hava mist lívið í barsilssong.

Standmyndin "Karyatida" varð avdúkað í Fuglafirði 17. desember 2023 og er staðsett í Miðstaðarlundini. Hetta minnismerkið er eitt av teimum fyrstu í heiminum, sum heiðrar kvinnur, ið doyðu í sambandi við barnsburð. Standmyndin er ein áminning um tær kvinnur, sum lótu lív, tá tær góvu lív.

Heitið "Karyatida" sipar til karyatidirnar, sum eru skulpturar av kvinnum. Heitið er væl valt, tí tað vísir á styrkina og týdningin hjá kvinnum, bæði í fortíðini og nútíðini. Guðrið Poulsen sigur soleiðis um standmyndina:

“Á Akropolis í Athen stendur eitt lítið tempul kallað Erektheion, til minnis um gudin Ekrekteus. Ein partur av templinum eru einar skýlissvalir, har takið er borið uppi av seks kvinnum, karyatidum, í staðin fyri vanligum súlum. Karyatidurnar standa í klassiskari positión við vektini á øðrum beininum, tær eru ílatnar klæði, sum fellur í djúpum faldum. Sum súluhøvur hava tær eina prýdda kurv. Karyatidurnar eru ein persónsmynd av teirri berandi kraftini, sum er í eini súlu.

Í griksku mytologiini merkir karyatida, tær ungu kvinnurnar úr Karyatid. Karyatidurnar dansaðu við kurvum á høvdinum rundan um gudinnuna Artemisia. Artemisia var gudinnan fyri barnsburð.”

Eir í Ólavssrovu og Guðrið Poulsen hava við hesum filminum og standmyndini skapað eitt verk, sum ikki bert er vakurt og listarligt, men eisini hevur eina djúpa og rørandi søgu. Tað er tí hóskandi at geva filmin út á kvinnudegnum, sum er ein dagur, har vit minnast og heiðra kvinnur um allan heim.

Nám hevur í hesum sambandi framleitt undirvísingartilfar til hádeild fólkaskúlans og miðnám.

Myndin í tíðindaskrivinum er frá: Listaportal.com

Onnur tíðindi

08.03.2025

Á kvinnudegnum 8. mars 2025 verður filmurin Karyat…

Les meira
25.02.2025

PISA-kanningin verður í tíðarskeiðnum frá 3. mars…

Les meira
13.02.2025

Bókin Kom og les raðið er ein stór hjálp hjá…

Les meira