Skip to main content

Kom og les raðið

13.02.2025

Bókin Kom og les raðið er ein stór hjálp hjá læraranum, sum vil styrkja um lesingina í miðdeild.

 

Við Kom og les raðið fær lærarin ítøkilig amboð at venja førleikan at lesa raðið í grund- og miðdeild. Tá ið næmingarnir hava brotið lesikoduna, er alneyðugt, at lesingin verður kjølfest, soleiðis at næmingarnir fara at lesa neyvt, skjótt og væl. Til ber at venja at lesa raðið við endurtiknum upplestri í flokkinum, saman við einum lesivini ella saman við læraranum. Næmingarnir fara ikki einans at lesa væl og rætt. Teir gerast eisini tilvitaður um egnar førleikar, og lesifatanin verður ment.

Í bókini eru eisini vegleiðingar til at arbeiða við vinalesing og við endurtiknari staving, sum sameinir staving og lesing, har næmingarnir arbeiða saman og geva hvørjum vegleiðandi øðrum tilsvar. Harumframt eru hugskot í bókini til at skipa ymisk lesiátøk, t.d. eitt miðvíst lesiskeið í at lesa raðið. Á hesum lesiskeiðinum brúka næmingarnir arbeiðshættirnar, sum teir hava lært frammanundan. 

Eitt avritshefti er til bókina við øllum arbeiðsørkunum til tilfarið. Í heftinum eru eisini 188 lixaðir tekstir til endurtiknan upplesturin til Orð um minuttin-háttin, tekstir til einstaklinga beinleiðis meting og tekstir til at meta um næsta lesistig. Alt avritshefti er á ibok.nam.fo.

Pálin Olsen, lærari og lesivegleiðari hevur týtt bókina og tillagað til føroyskt.

Onnur tíðindi

07.01.2025

Klippfisk og Barnafilmfestivalurin BFF 2025 skipa…

Les meira
13.12.2024

Nám gevur út bókina “Úr gomlum ritum” við…

Les meira
03.12.2024

Týskvøldið varð avdúkað í Havnar Bio, at…

Les meira