Skip to main content

Undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.

Soleiðis ritar tú inn

Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.

Mannagongdin at rita inn við skulin.fo-brúkaranum á unilogin sæst niðanfyri á myndini. Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndina betur.:

Unilogin - innritan

 

i-bøkur - Yvirlit

Súlubók 1- Sólin sá lás í á
Súlubók 1- Sólin sá lás í á

Súlubók 1er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu fimm bókstavirnar: á, l, s, í, ó.

Orðamyndir: sólin, Ása. Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta…

Súlubók 2 - Sólin sá ís í á
Súlubók 2 - Sólin sá ís í á

Súlubók 2 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu seks bókstavirnar: á, l, s, í, ó, t.

Orðamyndir: sólin, Ása.

Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar…

Skygni 4 - Næmingabók
Skygni 4 - Næmingabók

Skygni 4 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fjórða flokki. Nýggja bókin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Á teimum grønu síðunum eru lættar uppgávur og á teimum bláu síðunum er…

Mandy at home - Workbook
Mandy at home - Workbook

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina Mandy at home. Workbook eftir Unu Poulsen. Í arbeiðsbókini eru fjølbroyttar uppgávur, har ið næmingurin kann venja og menna sín førleika í enskum. Bókin…

Les 2 - Lærarabók
Les 2 - Lærarabók

Endamálið við hesi lærarabókini er at veita íblástur og hugskot, tá ið farið verður undir at arbeiða við tekstasavninum. Roynt verður at vísa á, hvussu arbeiðast kann við einstaka tekstinum,…

Mandy at home - Grundbók

Lesibók við fløgu
Mandy at home - Grundbók
Mandy at home - Grundbók

Mandy at home er undirvísingartilfar til 5. flokk í enskum. Í lesibókini er - eins og í Mandy on holiday - fløga við upplestri av øllum tekstinum í bókini.

Mandy at home er gjørd við støði…

Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 2
Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 2

Arbeiðsbók 2 til Hervør og Høgna í triðja. Bókin er ætlað til føroyskt undirvísingina eftir jól í triðja flokki.

Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 1
Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 1

Nýggja bókin um Hervør og Høgna fylgir tvíburasystkjunum í triðja flokki, bæði heima og í skúla. Bókin fylgir árstíðini, og fleiri spennandi tættir í bókmentum eru tiknir við. Her eru til dømis…

Les 2

Tekstasavn til framhaldsdeild
Les 2
Les 2

Les 2 er onnur bókin í Les-bókarøðini til framhaldsdeildina í føroyskum. Bókin er fjølbroytt tekstasavn, sum er skipað í fimm partar, hvør við sínum heiti. Tekstirnir eru bundnir saman við einum…

Grindalokkur - Arbeiðsbók
Grindalokkur - Arbeiðsbók

Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Hvør opna í arbeiðsbókini byrjar við, at næmingarnir lýsa veðrið júst hendan dagin. Teir skulu t.d. lita hitastigini í hitamátaranum…

Grindalokkur - Lærarabók
Grindalokkur - Lærarabók

Í lærarabókini sær lærarin, hvussu leingi ætlanin er at arbeiða við hvørjum evni. Víst verður á, hvussu til ber at arbeiða við bordanum, og upplýsingar um ymiskt í bordanum síggjast í…

Grindalokkur - Næmingabók
Grindalokkur - Næmingabók

Næmingabókin er bók við myndum uttan tekst. Lagt verður upp til, at næmingarnir ogna sær vitan út frá tí teir síggja á myndunum, vita frammanundan og fáa at vita frá læraranum og øðrum…

Eg skrivi 7

Skrivihefti
Eg skrivi 7
Eg skrivi 7

Skrivligt føroysk til miðdeild
 

 

Nú er 7. bókin í Eg skrivi røðini komin út. Ætlanin er, at tað skulu vera 9 bøkur tilsamans. Eg skrivi-bøkurnar eru ikki ætlaðar ávísum…

Eg skrivi 6

Skrivligt føroyskt til miðdeild
Eg skrivi 6
Eg skrivi 6

Hetta er sætta bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi. Í…

Firvaldsbók 6
Firvaldsbók 6

Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin…

  • Støddfrøði 7 - Grundbók

    Støddfrøði 7 - Grundbók

    Støddfrøði til hádeild fólkaskúlans

    Støddfrøði 7 - grundbók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 7. flokki.

    Støddfrøði 7fevnir um:

    • Grundbók: Næmingabók við fakligum teksti, uppgávum og avbjóðingum. Grundbókin vendir…
  • Nem í sætta - Lærarabók

    Læraravegleiðingin til Nem í sætta er býtt í tveir partar, Vegleiðing um føroyskt og Vegleiðing til partarnar.

    Í Vegleiðing um føroyskt er yvirlit yvir bókaheildina, frágreiðing um lærugreinahugsan…

  • Nem í sætta - Næmingabók
    Nem í sætta - Næmingabók

    Bókin er í seks pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst:

    • At spegla sær leggur dent á tekstir, sum snúgva seg um at síggja seg sjálva/n úr ymiskum og nýggjum sjónarhornum.
    • Í…
  • Myndlist til øll

    Hetta er ein avritabók.

    Tilfarið er hugsað sum ískoytistilfar til einstaka næmingin, men uppgávurnar kunnu lættliga verða nýttar sum upprit til undirvísingina ella sum beinleiðis partur av arbeiðinum í myndlist.

    Tilfarið kann eisini stuðla…

  • Myndlistabókin

    Myndlistabókin er ætlað sum íblástur til lærarar, sum undirvísa í myndlist í miðdeild. Bókin inniheldur ymisk hugskot til undirvísing í myndlist í miðdeildini, hóast nøkur av hugskotunum kunnu nýtast til eldri flokkar, og onnur kunnu nýtast í yngru flokkunum.

    Bókin…

  • Rokning 6 - Hálvársroynd og heilársroynd

    Rokning 6 - Hálvársroynd og heilársroynd

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 6 er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 6. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.


     

    Høvuðspartarnir í ROKNING 4 eru:

    • Grundbók a, b
  • Rokning 6 - Uppgávubók

    Rokning 6 - Uppgávubók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Uppgávubók til Rokning 6, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum. Uppgávubókin er skipað eftir evnum við somu kapitlum sum grundbøkurnar. Til hvønn kapittul í Grundbókini er altso ein samsvarandi kapittul við sama fakliga innihaldi í…

  • Rokning 6a - Grundbók

    Rokning 6a - Grundbók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 6a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 6. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.


    Høvuðspartarnir í ROKNING 6 eru:

    • Grundbók a, b
  • Rokning 6a - Javnbók

    Rokning 6a - Javnbók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 6a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 6. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.


     

    Høvuðspartarnir í ROKNING 6 eru:

    • Grundbók a, b
  • Rokning 6a - Lærarabók

    Rokning 6a - Lærarabók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 6a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 6. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.


     

    Høvuðspartarnir í ROKNING 6 eru:

    • Grundbók a, b
  • Rokning 6b - Grundbók

    Rokning 6b - Grundbók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 6b er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 6. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.


     

    Høvuðspartarnir í ROKNING 6 eru:

    • Grundbók a, b
  • Rokning 6b - Javnbók

    Rokning 6b - Javnbók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 6b er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 6. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.


     

    Høvuðspartarnir í ROKNING 6 eru:

    • Grundbók a, b
  • Rokning 6b - Lærarabók

    Rokning 6b - Lærarabók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 6b er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 6. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.


     

    Høvuðspartarnir í ROKNING 6 eru:

    • Grundbók a, b
  • Finka - Ljóð- og mállæra

    Finka - Ljóð- og mállæra

    Føroyskt til annan flokk

    Ljóð- og mállærubók til útgávuna "Finka - føroyskt til annan flokk".

    Ljóð- og mállæran arbeiðir eisini saman við lesibókini, men hevur ikki tilvísingar til lesibókina. Í ljóð- og mállærubókini eru ljóð- og mállæruuppgávur.



  • Finka - Arbeiðsbók 2

    Finka - Arbeiðsbók 2

    Føroyskt til annan flokk

    Arbeiðsbók til útgávuna "Finka - føroyskt til annan flokk".

    Arbeiðisbøkurnar arbeiða tætt saman við lesibókini, tilvísingar til lesibókina eru á hvørjari síðu. Í arbeiðsbókunum eru mállæru-, rættskrivingar- og lesifatanaruppgávur.

Vegleiðingar

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini