Undirvísingartilfar í talgildari útgávu
i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.
i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.
Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.
i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.
Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.
I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.
Soleiðis ritar tú inn
Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.
Mannagongdin at rita inn við skulin.fo-brúkaranum á unilogin sæst niðanfyri á myndini. Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndina betur.:
i-bøkur - Yvirlit
Prikkut vár - Skrivibók
Til bókina Prikkut vár hoyrir eisini fjølbroytt skrivibók, har arbeitt verður víðari við tí, sum er í lesibókini. Loysnir til gátur og annað er at finna í svarlistanum.
Náttúra og tøkni 3 byggir á bøkurnar Náttúra og tøkni 1 og 2, og er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við,…
Lærarabók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í lærarabókini er inngangur um undirvísingina í lærugreinini sum heild, og greitt verður frá mongu møguleikunum í nýggja tilfarinum.…
Arbeiðsbók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í arbeiðsbókini eru royndir og uppgávur til næmingar at loysa. Góðar tekningar og frágreiðingar lýsa mannagongdirnar.
Amboð til…
Náttúra og tøkni 2 er ætlað til 5. flokk. Hetta er onnur bókin í røðini. Fyrsta bókin kom í 1999, og triðja og seinasta bókin kom í august 2006.
Við støði í heimligu náttúruni skulu…
Undirvísingin í náttúru og tøkni tekur støði í landafrøðiligu, alis-/evnafrøðiligu og lívfrøðiligu umstøðunum í heimstaðnum, í Føroyum og umheiminum. Næmingarnir skulu læra um tøkniligu…