Skip to main content

Undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.

Soleiðis ritar tú inn

Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.

Mannagongdin at rita inn við skulin.fo-brúkaranum á unilogin sæst niðanfyri á myndini. Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndina betur.:

Unilogin - innritan

 

i-bøkur - Yvirlit

Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók
Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók

Hetta er onnur bókin í røðini í nýggju lærubókaskipanini til undirvísingina í alisfrøði og evnafrøði í framhaldsdeild fólkaskúlans. Alisfrøði og evnafrøði 2 er ætlað 8.…

Firvaldsbók 2
Firvaldsbók 2

Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin…

Firvaldsbók 3
Firvaldsbók 3

Firvaldsbøkurnar eru stuttligar uppgávur til byrjanarundirvísing. Uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at næmingarnir kunnu arbeiða sjálvstøðugt og sjálvir síggja, um uppgávurnar eru rætt loystar ella…

Skygni 8 - Lærarahefti
Skygni 8 - Lærarahefti

Hetta er læraraleiðbeiningin til 2. útgáva av Skygni 8. Í læraraheftinum, sum er í ringbindi, eru leiðbeiningar, støðuroyndir, avritssíður og svarlistar.

Hetta er læraraleiðbeiningin til…

Skygni 8 - Næmingabók
Skygni 8 - Næmingabók

Hetta er nýggj, broytt útgáva av Skygni 8. Støddfrøði til 8. flokk. Stórar broytingar og dagføringar eru gjørdar frá fyrru útgávuni av Skygni 8. 10 høvuðsevni verða viðgjørd, og harímillum er brot…

Firvaldsbók 4
Firvaldsbók 4

Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin…

Smæran

Skrivibók
Smæran
Smæran

Smæran er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum á byrjanarstigi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva henni sín persónliga dám. Endamálið við bókini er at venja børnini…

Summardáin

Skrivibók
Summardáin
Summardáin

Summardáin er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum. Tilfarið hóskar til 2. flokk, men kann sjálvandi eisini nýtast í øðrum sambandi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu…

Blákollan

Skrivibók
Blákollan
Blákollan

Blákollan er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum. Tilfarið hóskar til 3. flokk, men kann sjálvandi eisini nýtast í øðrum sambandi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva…

Stuttlig plusstøl 0-20
Stuttlig plusstøl 0-20

Bókin er eykatilfar í støddfrøði. Uppgávurnar byggja á tað, sum er lært í vanligu roknibókini um tøl upp til 20 og um at leggja saman. Flestu uppgávurnar eru myndir at lita, men fyri at fáa røttu…

Stuttlig minustøl 0-20
Stuttlig minustøl 0-20

Bókin er eykatilfar til støddfrøði. Uppgávurnar byggja á tað, sum er lært í vanligu roknibókini um tøl upp til 20 og um at draga frá. Flestu uppgávurnar eru myndir at lita, men fyri at fáa røttu…

Sóljan

Skrivibók
Sóljan
Sóljan

Sóljan er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum á byrjanarstigi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva henni sín persónliga dám. Endamálið við bókini er at venja børnini…

Alisfrøði og evnafrøði 1 - Næmingabók
Alisfrøði og evnafrøði 1 - Næmingabók

Nýggj lærubók við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini »Ny…

Alisfrøði og evnafrøði 1 - Arbeiðsbók
Alisfrøði og evnafrøði 1 - Arbeiðsbók

Nýggj lærubókarøð við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini…

Alisfrøði og evnafrøði 1 - Lærarabók
Alisfrøði og evnafrøði 1 - Lærarabók

Nýggj lærubókarøð við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini…

  • Prikkut vár - Skrivibók
    Prikkut vár - Skrivibók

    Til bókina Prikkut vár hoyrir eisini fjølbroytt skrivibók, har arbeitt verður víðari við tí, sum er í lesibókini. Loysnir til gátur og annað er at finna í svarlistanum.

  • Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók
    Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók

    Náttúra og tøkni 3 byggir á bøkurnar Náttúra og tøkni 1 og 2, og er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við, har tað natúrliga fellir inn. Ætlanin er, at næmingarnir við egnum upplivingum…

  • Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók
    Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók

    Lærarabók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í lærarabókini er inngangur um undirvísingina í lærugreinini sum heild, og greitt verður frá mongu møguleikunum í nýggja tilfarinum. Haraftrat eru frágreiðingar til hvørt høvuðsevnið í grundbókini og arbeiðsbókini…

  • Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók
    Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók

    Arbeiðsbók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í arbeiðsbókini eru royndir og uppgávur til næmingar at loysa. Góðar tekningar og frágreiðingar lýsa mannagongdirnar.

    Amboð til royndir kunnu keypast frá Bókamiðsøluni. Príslistin er at finna her sum pdf.

  • Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók
    Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók

    Náttúra og tøkni 2 er ætlað til 5. flokk. Hetta er onnur bókin í røðini. Fyrsta bókin kom í 1999, og triðja og seinasta bókin kom í august 2006.

    Við støði í heimligu náttúruni skulu næmingar við egnum royndum sleppa at eygleiða og kanna lívfrøðilig, landafrøðilig og…

  • Náttúra og tøkni 1 - Næmingabók
    Náttúra og tøkni 1 - Næmingabók

    Undirvísingin í náttúru og tøkni tekur støði í landafrøðiligu, alis-/evnafrøðiligu og lívfrøðiligu umstøðunum í heimstaðnum, í Føroyum og umheiminum. Næmingarnir skulu læra um tøkniligu menningina, ið er ein sjálvsagdur partur í okkara gerandisdegi. Í hesi bók venda tekstur…

Vegleiðingar

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini