Skip to main content

Undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.

Soleiðis ritar tú inn

Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.

Mannagongdin at rita inn við skulin.fo-brúkaranum á unilogin sæst niðanfyri á myndini. Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndina betur.:

Unilogin - innritan

 

i-bøkur - Yvirlit

Prikkut vár - Skrivibók
Prikkut vár - Skrivibók

Til bókina Prikkut vár hoyrir eisini fjølbroytt skrivibók, har arbeitt verður víðari við tí, sum er í lesibókini. Loysnir til gátur og annað er at finna í svarlistanum.

Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók
Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók

Náttúra og tøkni 3 byggir á bøkurnar Náttúra og tøkni 1 og 2, og er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við,…

Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók
Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók

Lærarabók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í lærarabókini er inngangur um undirvísingina í lærugreinini sum heild, og greitt verður frá mongu møguleikunum í nýggja tilfarinum.…

Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók
Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók

Arbeiðsbók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í arbeiðsbókini eru royndir og uppgávur til næmingar at loysa. Góðar tekningar og frágreiðingar lýsa mannagongdirnar.

Amboð til…

Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók
Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók

Náttúra og tøkni 2 er ætlað til 5. flokk. Hetta er onnur bókin í røðini. Fyrsta bókin kom í 1999, og triðja og seinasta bókin kom í august 2006.

Við støði í heimligu náttúruni skulu…

Náttúra og tøkni 1 - Næmingabók
Náttúra og tøkni 1 - Næmingabók

Undirvísingin í náttúru og tøkni tekur støði í landafrøðiligu, alis-/evnafrøðiligu og lívfrøðiligu umstøðunum í heimstaðnum, í Føroyum og umheiminum. Næmingarnir skulu læra um tøkniligu…

  • Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók
    Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók

    Hetta er onnur bókin í røðini í nýggju lærubókaskipanini til undirvísingina í alisfrøði og evnafrøði í framhaldsdeild fólkaskúlans. Alisfrøði og evnafrøði 2 er ætlað 8. flokki.

    Høvuðsevnini eru evnafrøði, magnetisma, bústaðarupphiting og rørsla og rúmd. Á grundbókini…

  • Firvaldsbók 2
    Firvaldsbók 2

    Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin kann, sjálvur ella saman við lærara, arbeiða á tí stiginum, sum hann er…

  • Firvaldsbók 3
    Firvaldsbók 3

    Firvaldsbøkurnar eru stuttligar uppgávur til byrjanarundirvísing. Uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at næmingarnir kunnu arbeiða sjálvstøðugt og sjálvir síggja, um uppgávurnar eru rætt loystar ella ikki. Firvaldsbók 3 er komin í øktari og broyttari útgávu. Fleiri nýggjar…

  • Skygni 8 - Lærarahefti
    Skygni 8 - Lærarahefti

    Hetta er læraraleiðbeiningin til 2. útgáva av Skygni 8. Í læraraheftinum, sum er í ringbindi, eru leiðbeiningar, støðuroyndir, avritssíður og svarlistar.

    Hetta er læraraleiðbeiningin til 2. útgáva av Skygni 8. Á læraraheftinum, sum er í ringbindi, eru leiðbeiningar,…

  • Skygni 8 - Næmingabók
    Skygni 8 - Næmingabók

    Hetta er nýggj, broytt útgáva av Skygni 8. Støddfrøði til 8. flokk. Stórar broytingar og dagføringar eru gjørdar frá fyrru útgávuni av Skygni 8. 10 høvuðsevni verða viðgjørd, og harímillum er brot eitt nýtt høvuðsevni við tveimum sjálvstøðugum kapitlum.

    Hetta er…

  • Firvaldsbók 4
    Firvaldsbók 4

    Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin kann, sjálvur ella saman við lærara, arbeiða á tí stiginum, sum hann er…

  • Smæran
    Smæran

    Smæran

    Skrivibók

    Smæran er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum á byrjanarstigi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva henni sín persónliga dám. Endamálið við bókini er at venja børnini at arbeiða og hugsa sjálvstøðugt. ÁÍskrivibókarøðini eru tilsamans 8 bøkur, ið…

  • Summardáin
    Summardáin

    Summardáin

    Skrivibók

    Summardáin er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum. Tilfarið hóskar til 2. flokk, men kann sjálvandi eisini nýtast í øðrum sambandi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva henni sín persónliga dám. Eykastykki at loysa eru aftast í bókini. Endamálið…

  • Blákollan
    Blákollan

    Blákollan

    Skrivibók

    Blákollan er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum. Tilfarið hóskar til 3. flokk, men kann sjálvandi eisini nýtast í øðrum sambandi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva henni sín persónliga dám. Eykastykki at loysa eru aftast í bókini. Endamálið…

  • Stuttlig plusstøl 0-20
    Stuttlig plusstøl 0-20

    Bókin er eykatilfar í støddfrøði. Uppgávurnar byggja á tað, sum er lært í vanligu roknibókini um tøl upp til 20 og um at leggja saman. Flestu uppgávurnar eru myndir at lita, men fyri at fáa røttu myndina fram mugu børnini leggja saman. Myndirnar eru sovorðnar, sum børnini…

  • Stuttlig minustøl 0-20
    Stuttlig minustøl 0-20

    Bókin er eykatilfar til støddfrøði. Uppgávurnar byggja á tað, sum er lært í vanligu roknibókini um tøl upp til 20 og um at draga frá. Flestu uppgávurnar eru myndir at lita, men fyri at fáa røttu myndina fram mugu børnini draga frá. Allar myndirnar eru sovorðnar, sum børnini…

  • Sóljan
    Sóljan

    Sóljan

    Skrivibók

    Sóljan er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum á byrjanarstigi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva henni sín persónliga dám. Endamálið við bókini er at venja børnini at arbeiða og hugsa sjálvstøðugt. Í skrivibókarøðini eru tilsamans 8 bøkur, ið…

  • Alisfrøði og evnafrøði 1 - Næmingabók
    Alisfrøði og evnafrøði 1 - Næmingabók

    Nýggj lærubók við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini »Ny fysik/kemi«, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út. Lærubókin er prýdd við…

  • Alisfrøði og evnafrøði 1 - Arbeiðsbók
    Alisfrøði og evnafrøði 1 - Arbeiðsbók

    Nýggj lærubókarøð við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini »Ny fysik/kemi«, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út. Arbeiðsbókina…

  • Alisfrøði og evnafrøði 1 - Lærarabók
    Alisfrøði og evnafrøði 1 - Lærarabók

    Nýggj lærubókarøð við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini »Ny fysik/kemi«, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út. Á lærarabókini eru…

Vegleiðingar

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini