Skip to main content

Undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.

Soleiðis ritar tú inn

Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.

Mannagongdin at rita inn við skulin.fo-brúkaranum á unilogin sæst niðanfyri á myndini. Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndina betur.:

Unilogin - innritan

 

i-bøkur - Yvirlit

Prikkut vár - Skrivibók
Prikkut vár - Skrivibók

Til bókina Prikkut vár hoyrir eisini fjølbroytt skrivibók, har arbeitt verður víðari við tí, sum er í lesibókini. Loysnir til gátur og annað er at finna í svarlistanum.

Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók
Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók

Náttúra og tøkni 3 byggir á bøkurnar Náttúra og tøkni 1 og 2, og er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við,…

Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók
Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók

Lærarabók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í lærarabókini er inngangur um undirvísingina í lærugreinini sum heild, og greitt verður frá mongu møguleikunum í nýggja tilfarinum.…

Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók
Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók

Arbeiðsbók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í arbeiðsbókini eru royndir og uppgávur til næmingar at loysa. Góðar tekningar og frágreiðingar lýsa mannagongdirnar.

Amboð til…

Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók
Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók

Náttúra og tøkni 2 er ætlað til 5. flokk. Hetta er onnur bókin í røðini. Fyrsta bókin kom í 1999, og triðja og seinasta bókin kom í august 2006.

Við støði í heimligu náttúruni skulu…

Náttúra og tøkni 1 - Næmingabók
Náttúra og tøkni 1 - Næmingabók

Undirvísingin í náttúru og tøkni tekur støði í landafrøðiligu, alis-/evnafrøðiligu og lívfrøðiligu umstøðunum í heimstaðnum, í Føroyum og umheiminum. Næmingarnir skulu læra um tøkniligu…

  • Súlubók 1- Sólin sá lás í á
    Súlubók 1- Sólin sá lás í á

    Súlubók 1er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu fimm bókstavirnar: á, l, s, í, ó.

    Orðamyndir: sólin, Ása. Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni Myndirnar í bókini…

  • Súlubók 2 - Sólin sá ís í á
    Súlubók 2 - Sólin sá ís í á

    Súlubók 2 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu seks bókstavirnar: á, l, s, í, ó, t.

    Orðamyndir: sólin, Ása.

    Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í…

  • Skygni 4 - Næmingabók
    Skygni 4 - Næmingabók

    Skygni 4 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fjórða flokki. Nýggja bókin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Á teimum grønu síðunum eru lættar uppgávur og á teimum bláu síðunum er torleikastigið eitt vet hægri. Umframt grønar og bláar síður eru blandaðar uppgávur á…

  • Mandy at home - Workbook
    Mandy at home - Workbook

    Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina Mandy at home. Workbook eftir Unu Poulsen. Í arbeiðsbókini eru fjølbroyttar uppgávur, har ið næmingurin kann venja og menna sín førleika í enskum. Bókin er einnýtisbók.

    Tekningarnar í bókini hava Hannis Egholm, Anni Arge…

  • Les 2 - Lærarabók
    Les 2 - Lærarabók

    Endamálið við hesi lærarabókini er at veita íblástur og hugskot, tá ið farið verður undir at arbeiða við tekstasavninum. Roynt verður at vísa á, hvussu arbeiðast kann við einstaka tekstinum, hvørji evni verða viðgjørd, eins og víst verður á sambond ímillum tekstirnar. Talan…

  • Mandy at home - Grundbók
    Mandy at home - Grundbók

    Mandy at home - Grundbók

    Lesibók við fløgu

    Mandy at home er undirvísingartilfar til 5. flokk í enskum. Í lesibókini er - eins og í Mandy on holiday - fløga við upplestri av øllum tekstinum í bókini.

    Mandy at home er gjørd við støði í Bretlandi, í enskum umhvørvi. Í bókini verður tó eisini víst á sambandið…

  • Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 2
    Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 2

    Arbeiðsbók 2 til Hervør og Høgna í triðja. Bókin er ætlað til føroyskt undirvísingina eftir jól í triðja flokki.

  • Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 1
    Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 1

    Nýggja bókin um Hervør og Høgna fylgir tvíburasystkjunum í triðja flokki, bæði heima og í skúla. Bókin fylgir árstíðini, og fleiri spennandi tættir í bókmentum eru tiknir við. Her eru til dømis sangir, yrkingar, ævintýr, sagnir, skjaldur, orðatøk og gátur.

     

    Umframt…

  • Les 2
    Les 2

    Les 2

    Tekstasavn til framhaldsdeild

    Les 2 er onnur bókin í Les-bókarøðini til framhaldsdeildina í føroyskum. Bókin er fjølbroytt tekstasavn, sum er skipað í fimm partar, hvør við sínum heiti. Tekstirnir eru bundnir saman við einum høvuðsevni. Ymsu heitini geva lesaranum innlit í, hvussu bókin er sett saman, og…

  • Grindalokkur - Arbeiðsbók
    Grindalokkur - Arbeiðsbók

    Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Hvør opna í arbeiðsbókini byrjar við, at næmingarnir lýsa veðrið júst hendan dagin. Teir skulu t.d. lita hitastigini í hitamátaranum og seta ring um, hvussu veðrið annars er (skýggjað, sól, regn…

  • Grindalokkur - Lærarabók
    Grindalokkur - Lærarabók

    Í lærarabókini sær lærarin, hvussu leingi ætlanin er at arbeiða við hvørjum evni. Víst verður á, hvussu til ber at arbeiða við bordanum, og upplýsingar um ymiskt í bordanum síggjast í lærarabókini, t.d. nær fuglur fer, og nær hann kemur, nær vit flyta klokkuna frá summartíð…

  • Grindalokkur - Næmingabók
    Grindalokkur - Næmingabók

    Næmingabókin er bók við myndum uttan tekst. Lagt verður upp til, at næmingarnir ogna sær vitan út frá tí teir síggja á myndunum, vita frammanundan og fáa at vita frá læraranum og øðrum næmingum.

    Næmingabókin er skipað bæði eftir árinum og í evnum. Hon hevur 30 opnur,…

  • Eg skrivi 7
    Eg skrivi 7

    Eg skrivi 7

    Skrivihefti

    Skrivligt føroysk til miðdeild
     

     

    Nú er 7. bókin í Eg skrivi røðini komin út. Ætlanin er, at tað skulu vera 9 bøkur tilsamans. Eg skrivi-bøkurnar eru ikki ætlaðar ávísum floksstigi, men kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint í 4. flokki) upp í…

  • Eg skrivi 6
    Eg skrivi 6

    Eg skrivi 6

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Hetta er sætta bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi. Í hesari bókarøðini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til fyrisagnir,…

  • Firvaldsbók 6
    Firvaldsbók 6

    Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin kann, sjálvur ella saman við lærara, arbeiða á tí stiginum, sum hann er…

Vegleiðingar

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini