Undirvísingartilfar í talgildari útgávu
i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.
i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.
Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.
i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.
Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.
I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.
Soleiðis ritar tú inn
Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.
Mannagongdin at rita inn við skulin.fo-brúkaranum á unilogin sæst niðanfyri á myndini. Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndina betur.:
i-bøkur - Yvirlit
Hervør og Høgni – lesibók til fyrsta er fyrsta bókaheildin í røðini um Hervør og Høgna.
Bókin er ætlað sum grundbók í lesing fyrsta skúlaárið og er í tveimum pørtum, ein ljóðpartur og ein…
Lívfrøði 2 - arbeiðsbók
Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt í fýra partar: vistfrøði, arv og umhvørvi, arv og lívmenning og nøring. Í arbeiðbókini, sum fevnir um allar hesar partar, eru bæði vegleiðingar til…
Í lærarabókini til Kristni 4 verða allir samrøðukassarnir í næmingabókini viðgjørdir. Uppskot eru um sangir, sum kunnu syngjast til ymisku evnini. Nakað av faktateksti er í bókini. Hugskot eru til,…
Vinir mínir og eg - kristni 1 er bókaheild til kristnikunnleika í 1. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar.
Vinir mínir og eg - kristni 1 er bókaheild til kristnikunnleika í 1. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á snar.
Kristni 4 - næmingabók
Kristni 4 er bókaheild til undirvísingina í 4. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo.
Kristni 4 - arbeiðsbók
Kristni 4 er bókaheild til undirvísingina í 4. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo.
Lívfrøði 2 - næmingabók
Í bókini eru fýra partar. Fyrsti partur er um vistfrøði. Her verður viðgjørt, hvussu orka og evni fara ígjøgnum vistskipanir í náttúruni. Annar partur, sum er um arv og lívmenning, viðger…
Arbeiðsbókin til náttúru og tøkni í 5. flokki er ein nýggj utgáva, har nakrar av uppgávunum í arbeiðsbókini frá 2001 eru tiknar við, tær eru tó í flestu førum broyttar eitt sindur. Sólgerð Andreassen…
Arbeiðsbøkurnar eru ætlaðar sum undirvísingartilfar í 1. flokki. Í arbeiðsbókunum arbeiða børnini við teimum bókstavum og ljóðum, sum eru gjøgnumgingin í Súluni.
Tað er umráðandi, at…
Arbeiðsbøkurnar eru ætlaðar sum undirvísingartilfar í 1. flokki. Í arbeiðsbókunum arbeiða børnini við teimum bókstavum og ljóðum, sum eru gjøgnumgingin í Súluni.
<p…
Eiturkoppur - Næmingabók
Næmingabókin er eins og undanfarnu bøkur í heimstaðarlærurøðini, Grindalokkur til 1. og Høgguslokkur til 2. flokk, uttan orð, men við nógvum myndum og tekningum. Lagt verður upp til, at næmingarnir…
Eiturkoppur - Arbeiðsbók
Arbeiðsbókin til Eitukoppin hevur fleiri uppgávur enn arbeiðsbøkurnar til Grindalokkin, 1. flokkur og Høgguslokkin, 2, flokkur. Men færri evnir. Uppgávurnar eru eisini torførari, og lagt verður upp…
Eiturkoppur - Lærarabók
Í lærarabókini til Eiturkoppin eru uppskot um, hvussu arbeiðast kann við hvørjari einstakari opnu. Í lærarabókini verður víst á, hvat til ber at práta um bæði í bólki og í flokkinum. Lærarabókin…
Skygni 6 - næmingabók
Skygni 6 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í sætta flokki. Bókaheildin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Eftir flestu kapittlar eru støðuroyndir, og við støði í teimum eru grønar síður…