Skip to main content

Undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.

Soleiðis ritar tú inn

Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.

Mannagongdin at rita inn við skulin.fo-brúkaranum á unilogin sæst niðanfyri á myndini. Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndina betur.:

Unilogin - innritan

 

i-bøkur - Yvirlit

Súlubók 1- Sólin sá lás í á
Súlubók 1- Sólin sá lás í á

Súlubók 1er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu fimm bókstavirnar: á, l, s, í, ó.

Orðamyndir: sólin, Ása. Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta…

Súlubók 2 - Sólin sá ís í á
Súlubók 2 - Sólin sá ís í á

Súlubók 2 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu seks bókstavirnar: á, l, s, í, ó, t.

Orðamyndir: sólin, Ása.

Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar…

Skygni 4 - Næmingabók
Skygni 4 - Næmingabók

Skygni 4 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fjórða flokki. Nýggja bókin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Á teimum grønu síðunum eru lættar uppgávur og á teimum bláu síðunum er…

Mandy at home - Workbook
Mandy at home - Workbook

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina Mandy at home. Workbook eftir Unu Poulsen. Í arbeiðsbókini eru fjølbroyttar uppgávur, har ið næmingurin kann venja og menna sín førleika í enskum. Bókin…

Les 2 - Lærarabók
Les 2 - Lærarabók

Endamálið við hesi lærarabókini er at veita íblástur og hugskot, tá ið farið verður undir at arbeiða við tekstasavninum. Roynt verður at vísa á, hvussu arbeiðast kann við einstaka tekstinum,…

Mandy at home - Grundbók

Lesibók við fløgu
Mandy at home - Grundbók
Mandy at home - Grundbók

Mandy at home er undirvísingartilfar til 5. flokk í enskum. Í lesibókini er - eins og í Mandy on holiday - fløga við upplestri av øllum tekstinum í bókini.

Mandy at home er gjørd við støði…

Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 2
Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 2

Arbeiðsbók 2 til Hervør og Høgna í triðja. Bókin er ætlað til føroyskt undirvísingina eftir jól í triðja flokki.

Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 1
Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 1

Nýggja bókin um Hervør og Høgna fylgir tvíburasystkjunum í triðja flokki, bæði heima og í skúla. Bókin fylgir árstíðini, og fleiri spennandi tættir í bókmentum eru tiknir við. Her eru til dømis…

Les 2

Tekstasavn til framhaldsdeild
Les 2
Les 2

Les 2 er onnur bókin í Les-bókarøðini til framhaldsdeildina í føroyskum. Bókin er fjølbroytt tekstasavn, sum er skipað í fimm partar, hvør við sínum heiti. Tekstirnir eru bundnir saman við einum…

Grindalokkur - Arbeiðsbók
Grindalokkur - Arbeiðsbók

Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Hvør opna í arbeiðsbókini byrjar við, at næmingarnir lýsa veðrið júst hendan dagin. Teir skulu t.d. lita hitastigini í hitamátaranum…

Grindalokkur - Lærarabók
Grindalokkur - Lærarabók

Í lærarabókini sær lærarin, hvussu leingi ætlanin er at arbeiða við hvørjum evni. Víst verður á, hvussu til ber at arbeiða við bordanum, og upplýsingar um ymiskt í bordanum síggjast í…

Grindalokkur - Næmingabók
Grindalokkur - Næmingabók

Næmingabókin er bók við myndum uttan tekst. Lagt verður upp til, at næmingarnir ogna sær vitan út frá tí teir síggja á myndunum, vita frammanundan og fáa at vita frá læraranum og øðrum…

Eg skrivi 7

Skrivihefti
Eg skrivi 7
Eg skrivi 7

Skrivligt føroysk til miðdeild
 

 

Nú er 7. bókin í Eg skrivi røðini komin út. Ætlanin er, at tað skulu vera 9 bøkur tilsamans. Eg skrivi-bøkurnar eru ikki ætlaðar ávísum…

Eg skrivi 6

Skrivligt føroyskt til miðdeild
Eg skrivi 6
Eg skrivi 6

Hetta er sætta bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi. Í…

Firvaldsbók 6
Firvaldsbók 6

Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin…

  • Súlubók 6 - Sólin sá gás í á
    Súlubók 6 - Sólin sá gás í á

    Súlubók 6 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu tíggju bókstavirnar í Súluni.

    Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni.

  • Kristni 7 - Lærarabók
    Kristni 7 - Lærarabók

    Kristni 7, lærarabók er á 117 bls., býtt í kapitlar á sama hátt sum næmingabókin. Í lærarabókini er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við kapitlinum. Fremst í lærarabókin eru frágreiðingar til faktaboksir og annað, sum eru í næmingabókini.…

  • Heimssøga - Fram til 1700
    Heimssøga - Fram til 1700

    Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls. Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga – Fram til 1700 til 7. flokk, Heimssøga – Frá 1700-1900 til 8. flokk og Heimssøga…

  • Vinir mínir og eg 2 - Næmingabók
    Vinir mínir og eg 2 - Næmingabók

    Vinir mínir og eg - kristni 2 er bókaheild til kristnikunnleika í 2. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, tvær ljómfløgur, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar.

  • Vinir mínir og eg 2 - Lærarabók
    Vinir mínir og eg 2 - Lærarabók

    Vinir mínir og eg 2 - Lærarabók

    Kristnikunnleiki. Lærarabók

    Vinir mínir og eg - kristni 2 er bókaheild til kristnikunnleika í 2. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á snar.

  • Skygni 7 - lærarabók
    Skygni 7 - lærarabók

    Skygni 7 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í sjeynda flokki. Bókaheildin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Eftir flestu kapittlar eru støðuroyndir, og við støði í teimum eru grønar síður og bláar síður, har evnið í kapitlinum verður viðgjørt á ymiskum…

  • Skygni 7 - næmingabók
    Skygni 7 - næmingabók

    Skygni 7 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í sjeynda flokki. Bókaheildin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Eftir flestu kapittlar eru støðuroyndir, og við støði í teimum eru grønar síður og bláar síður, har evnið í kapitlinum verður viðgjørt á ymiskum…

  • Lívfrøði 3 - næmingabók
    Lívfrøði 3 - næmingabók

    Lívfrøði 3 er seinasta næmingabókin í bókarøðini til lívfrøði í framhaldsdeild fólkaskúlans. Bókin er sum tær báðar undanfarnu næmingabøkurnar býtt í 4 partar. Allir partarnir eru onkursvegna framhald av evnum, ið eru viðgjørd í teimum báðum undanfarnu…

  • Pit Stop #8 - Topic Book
    Pit Stop #8 - Topic Book

    Tekstasavnið fevnir um kravdar og valfríar tekstir umboðandi øll tekstasløg. Savnið er skipað í seks tema.

  • Pit Stop #9 - Topic  Book
    Pit Stop #9 - Topic  Book

    Tekstasavnið fevnir um dravdar og valfríar tekstir umboðandi øll tekstasløg. Savnið er skipað í tema.

  • Pit Stop #9 - Task Book
    Pit Stop #9 - Task Book

    Uppgávusavnið fevnir um kravdar og valfríar uppgávur umboðandi allar innlæruhættir. Savnið er skipað eftir sama leisti sum tekstasavnið. Task Book er høvuðsbókin í bókaheildini.

  • Pit Stop #9 - Teacher’s Guide 9 Educational Intentions
    Pit Stop #9 - Teacher’s Guide 9 Educational Intentions

    Lærarabókin fevnir um praktiska og teoretiska vegleiðing, svarlista, bakgrundsvitan og ymisk uppskot til undirvísingina

  • Pit Stop #8 - Task Book
    Pit Stop #8 - Task Book

    Uppgávusavnið fevnir um kravdar og valfríar uppgávur umboðandi allar innlæruhættir. Savnið er skipað eftir sama leisti sum tekstasavnið. Task Book er høvuðsbókin í bókaheildini.

  • Pit Stop #8 - Teacher’s Guide 8 Educational Intentions
    Pit Stop #8 - Teacher’s Guide 8 Educational Intentions

    Lærarabókin fevnir um praktiska og teoretiska vegleiðing, svarlista, bakgrundsvitan og ymisk uppskot til undirvísingina.

    Uppgávusavnið fevnir um allar uppgávur, sum næmingarnir skulu skriva beinleiðis á. Savnið knýtir seg tematiskt til hinar bøkurnar.

  • Kristni 7 - Næmingabók
    Kristni 7 - Næmingabók

    Bókin er ætlað 7. flokki í kristni og er á 133 blaðsíður. Bókin er ein faktakend bók, sum er liður í røðini av undirvísingartilfari í kristni til framhaldsdeildina. Hvør kapittul í Kristni 7 endar við einum samandrátti og nøkrum uppgávum. Eyka uppgávur, myndir o.a. eru á…

Vegleiðingar

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini