Skip to main content

Undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.

Soleiðis ritar tú inn

Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.

Tað eru tvær mannagongdir at rita inn á unilogin við skulin.fo-brúkaranum. Hesar síggjast á myndunum niðanfyri.  Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndirnar betri: Unilogin - innritan

i-bøkur - Yvirlit

Skygni 6 - lærarabók
Skygni 6 - lærarabók

Skygni 6 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í sætta flokki. Bókaheildin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Eftir flestu kapittlar eru støðuroyndir, og við støði í teimum eru grønar síður…

Pit Stop #7 - Teacher's Guide
Pit Stop #7 - Teacher's Guide

Lærarabókin er í tveimum, Copy Sheets og Educational Intentions. Hesar verða bert seldar saman.

 

Í Educational Intentions er:

*Frálærufrøðin (didaktikkin), sum Pit Stop byggir á

*Uppskot til…

Pit Stop #7 - Topic Book
Pit Stop #7 - Topic Book

Topic Book er eitt tekstasavn, sum eru bólkaði í evni. Hvørt evni hevur nakrar grundtekstir og nakrar valtekstir. Næmingarnir avgera sjálvir, um teir lesa ein ella fleiri valtekstir. Tilfarið er lagt…

Pit Stop #7 - Task Book
Pit Stop #7 - Task Book

Task Book er ein uppgávubók, sum vísir vegin inn í Topic Book. Í henni byrjar arbeiði við øllum evnunum. Eftir eina innleiðing til hvørt einstakt evni, sum næmingurin lesur fyrst, koma…

Pit Stop #6 - Teacher's Guide
Pit Stop #6 - Teacher's Guide

Lærarabókin er í tveimum (Educational Intentions og Copy Sheets). Hesar verða bert seldar saman.

 

Í Educational Intentions er:

*Frálærufrøðin (didaktikkin), sum Pit Stop byggir á

*Uppskot til…

Pit Stop #6 - Task Book
Pit Stop #6 - Task Book

Task Book er ein uppgávubók, sum vísir vegin inn í Topic Book. Í henni byrjar arbeiði við øllum evnunum. Eftir eina innleiðing til hvørt einstakt evni, sum næmingurin lesur fyrst, koma…

Pit Stop #6 - Topic Book
Pit Stop #6 - Topic Book

Topic Book er eitt tekstasavn, sum eru bólkaði í evni. Hvørt evni hevur nakrar grundtekstir og nakrar valtekstir. Næmingarnir avgera sjálvir, um teir lesa ein ella fleiri valtekstir. Tilfarið er lagt…

Lívfrøði 1 - lærarabók
Lívfrøði 1 - lærarabók

Lærarabókin hevur á leið sama bygnað sum næmingabókin og arbeiðsbókin. Fyrsti partur er um lív og náttúru, annar partur er um lívið undir sjóneyku og triði partur er um mannakroppin.

 

Við at taka…

Eg skrivi 9

Skrivligt føroyskt til miðdeild og framhaldsdeild
Eg skrivi 9
Eg skrivi 9

Hetta er 9. og seinasta bókin í røðini av rættskrivingar- og mállæruheftum til miðdeild fólkaskúlans. Tey eru ikki ætlað ávísum floksstigi, men kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint í…

Súlubók 5 - Sólin sá Óla og Eli
Súlubók 5 - Sólin sá Óla og Eli

Súlubók 5 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu níggju bókstavirnar í Súluni. 

Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina.…

Lívfrøði 1 - uppgávubók
Lívfrøði 1 - uppgávubók

Í arbeiðsbókini eru uppgávur til tríggjar teir fyrstu partarnar í næmingabókini:

1. Lív og náttúra,

2. Lívið undir sjóneyku

3. Mannakroppurin.

Til hvønn partin eru fýra uppgávusløg:

venjingar…

Lundafleyg

ein fleygadagur í Nólsoy
Lundafleyg
Lundafleyg

Bókin er eitt kærkomið siðsøguligt íkast til tað, sum er skjalfest um aldargamla føroyska veiðimentan. Við dømum úr fleygasiðvenju í Nólsoy lýsir hon føroyskt lundafleyg og tær umstøður. sum hava…

Høgguslokkur - Arbeiðsbók
Høgguslokkur - Arbeiðsbók

Arbeiðsbók til Høgguslokkin. Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Til hvørja opnu í næmingabókini eru í arbeiðsbókini síður, sum næmingurin kann arbeiða við. Hvør opna í…

Høgguslokkur - Lærarabók
Høgguslokkur - Lærarabók

Lærarabókin vísir á, hvussu næmingarnir kunnu arbeiða við arbeiðsbókini, og víst verður eisini til ymsar aktivitetir. Í lærarabókini eru eisini ymisk fakta um tey ymsu evnini, sum verða viðgjørd í…

Høgguslokkur - Næmingabók
Høgguslokkur - Næmingabók

Næmingabókin er bók, sum við tekningum og fotomyndum og við ongum orðum viðger 30 ymisk evni á 30 opnum.

Viðgjørdu evnini eru: Heima hjá mær, Hvar eru vit?, Spæl, Í ferðsluni, Tíðin,…

  • Súlubók 1- Sólin sá lás í á
    Súlubók 1- Sólin sá lás í á

    Súlubók 1er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu fimm bókstavirnar: á, l, s, í, ó.

    Orðamyndir: sólin, Ása. Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni Myndirnar í bókini…

  • Súlubók 2 - Sólin sá ís í á
    Súlubók 2 - Sólin sá ís í á

    Súlubók 2 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu seks bókstavirnar: á, l, s, í, ó, t.

    Orðamyndir: sólin, Ása.

    Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í…

  • Skygni 4 - Næmingabók
    Skygni 4 - Næmingabók

    Skygni 4 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fjórða flokki. Nýggja bókin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Á teimum grønu síðunum eru lættar uppgávur og á teimum bláu síðunum er torleikastigið eitt vet hægri. Umframt grønar og bláar síður eru blandaðar uppgávur á…

  • Mandy at home - Workbook
    Mandy at home - Workbook

    Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina Mandy at home. Workbook eftir Unu Poulsen. Í arbeiðsbókini eru fjølbroyttar uppgávur, har ið næmingurin kann venja og menna sín førleika í enskum. Bókin er einnýtisbók.

    Tekningarnar í bókini hava Hannis Egholm, Anni Arge…

  • Les 2 - Lærarabók
    Les 2 - Lærarabók

    Endamálið við hesi lærarabókini er at veita íblástur og hugskot, tá ið farið verður undir at arbeiða við tekstasavninum. Roynt verður at vísa á, hvussu arbeiðast kann við einstaka tekstinum, hvørji evni verða viðgjørd, eins og víst verður á sambond ímillum tekstirnar. Talan…

  • Mandy at home - Grundbók
    Mandy at home - Grundbók

    Mandy at home - Grundbók

    Lesibók við fløgu

    Mandy at home er undirvísingartilfar til 5. flokk í enskum. Í lesibókini er - eins og í Mandy on holiday - fløga við upplestri av øllum tekstinum í bókini.

    Mandy at home er gjørd við støði í Bretlandi, í enskum umhvørvi. Í bókini verður tó eisini víst á sambandið…

  • Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 2
    Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 2

    Arbeiðsbók 2 til Hervør og Høgna í triðja. Bókin er ætlað til føroyskt undirvísingina eftir jól í triðja flokki.

  • Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 1
    Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 1

    Nýggja bókin um Hervør og Høgna fylgir tvíburasystkjunum í triðja flokki, bæði heima og í skúla. Bókin fylgir árstíðini, og fleiri spennandi tættir í bókmentum eru tiknir við. Her eru til dømis sangir, yrkingar, ævintýr, sagnir, skjaldur, orðatøk og gátur.

     

    Umframt…

  • Les 2
    Les 2

    Les 2

    Tekstasavn til framhaldsdeild

    Les 2 er onnur bókin í Les-bókarøðini til framhaldsdeildina í føroyskum. Bókin er fjølbroytt tekstasavn, sum er skipað í fimm partar, hvør við sínum heiti. Tekstirnir eru bundnir saman við einum høvuðsevni. Ymsu heitini geva lesaranum innlit í, hvussu bókin er sett saman, og…

  • Grindalokkur - Arbeiðsbók
    Grindalokkur - Arbeiðsbók

    Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Hvør opna í arbeiðsbókini byrjar við, at næmingarnir lýsa veðrið júst hendan dagin. Teir skulu t.d. lita hitastigini í hitamátaranum og seta ring um, hvussu veðrið annars er (skýggjað, sól, regn…

  • Grindalokkur - Lærarabók
    Grindalokkur - Lærarabók

    Í lærarabókini sær lærarin, hvussu leingi ætlanin er at arbeiða við hvørjum evni. Víst verður á, hvussu til ber at arbeiða við bordanum, og upplýsingar um ymiskt í bordanum síggjast í lærarabókini, t.d. nær fuglur fer, og nær hann kemur, nær vit flyta klokkuna frá summartíð…

  • Grindalokkur - Næmingabók
    Grindalokkur - Næmingabók

    Næmingabókin er bók við myndum uttan tekst. Lagt verður upp til, at næmingarnir ogna sær vitan út frá tí teir síggja á myndunum, vita frammanundan og fáa at vita frá læraranum og øðrum næmingum.

    Næmingabókin er skipað bæði eftir árinum og í evnum. Hon hevur 30 opnur,…

  • Eg skrivi 7
    Eg skrivi 7

    Eg skrivi 7

    Skrivihefti

    Skrivligt føroysk til miðdeild
     

     

    Nú er 7. bókin í Eg skrivi røðini komin út. Ætlanin er, at tað skulu vera 9 bøkur tilsamans. Eg skrivi-bøkurnar eru ikki ætlaðar ávísum floksstigi, men kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint í 4. flokki) upp í…

  • Eg skrivi 6
    Eg skrivi 6

    Eg skrivi 6

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Hetta er sætta bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi. Í hesari bókarøðini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til fyrisagnir,…

  • Firvaldsbók 6
    Firvaldsbók 6

    Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin kann, sjálvur ella saman við lærara, arbeiða á tí stiginum, sum hann er…

Vegleiðingar

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini