Skip to main content

Undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.

Soleiðis ritar tú inn

Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.

Tað eru tvær mannagongdir at rita inn á unilogin við skulin.fo-brúkaranum. Hesar síggjast á myndunum niðanfyri.  Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndirnar betri: Unilogin - innritan

i-bøkur - Yvirlit

Landafrøði 2
Landafrøði 2

Landafrøði 2 viðger mentan og samfelag; hvussu menniskju brúka og broyta jørðina. Bókin er í seks pørtum: Heimsins fólk, Jørð, matur og landslag, Býir, Vinnulív í heiminum, Orka, og at enda…

Landafrøði 3
Landafrøði 3

Landafrøði 3 viðger heimspartarnar  í seks pørtum: Evropa, Asia, Afrika, Norðuramerika, Suðuramerika og Osiania.

Afturat næmingabókini er lærarabók við uppgávum, sum ókeypis kann…

Landafrøði 1

Landafrøði 1 viðger náttúrulandafrøði í fýra pørtum: Jørðina og kortini, Jarðarskorpuna, Veðurlag og vøkstur og Vatnið á jørðini. 

Afturat næmingabókini er lærarabók við uppgávum, sum…

Pit Stop #5 - Topic Book
Pit Stop #5 - Topic Book

Tekstasavnið eitur Topic Book og verður altíð brúkt eftir leiðbeining úr Task Book.

Savnið er skipað í 6-7 eftir einum føstum leisti, t.v.s. tey verða lýst úr ymiskum sjónarhornum ígjøgnum eitt…

Pit Stop #5 - Task Book
Pit Stop #5 - Task Book

Task Book er høvuðsbókin við fjølbroyttum uppgávum umboðandi ymiskar læruhættir. Hon vegleiðir samstundis, hvussu tú brúkar Topic Book. Summar uppgávur eru kravdar, aðrar eru valfríar. Aftast er ein…

Pit Stop #5 - Teacher's Guide
Pit Stop #5 - Teacher's Guide

Teacher’s Guide og er í tveimum. Onnur hevur undirheiti Educational Intentions og fevnir um nýtsluleiðbeining umframt ymiska teoretiska upplýsing. T.d. leggur “Comments and Answers to Selected Tasks”…

Les 1 - Teldutøk lærarabók

Lærarabók til framhaldsdeild
Les 1 - Teldutøk lærarabók
Les 1 - Teldutøk lærarabók

Teldutøk lærarabók til Les 1. Tekstasavn til framhaldsdeild. Lydia Didriksen hevur skrivað og lagt til rættis.









Hervør og Høgni - Lærarabók
Hervør og Høgni - Lærarabók

Í lærarabókini eru gjøgnumgongd og hugskot til allar síðurnar í lesibókini. Har eru eisini svarlisti til arbeiðsbøkurnar, frágreiðing um kassaorð og avritssíður.

Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 2
Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 2

Arbeiðsbók 2 hoyrir til tekstpartin (seinna part) av lesibókini. Uppgávur eru í arbeiðsbókini til allar søgur og sangir í lesibókini, og ætlanin við uppgávunum er at knýta saman lesingina,…

Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 1
Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 1

Arbeiðsbók 1 hoyrir til ljóðpartin (fyrra part) av lesibókini. Ein opna er í arbeiðsbókini til hvørja síðu í lesibókini, og uppgávurnar 1, 3 og 4 eru eftir sama leisti til allar bókstavasíðurnar.…

Kristni 9 - Lærarabók
Kristni 9 - Lærarabók

Lærarabók til Kristni 9. Lærarabókini hevur eins og næmingabókin 14 kapitlar við ymiskum evnum. Í lærarabókini til 9. flokk er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu…

Súlubók - Ein lítil mús

Súlubók við lixi
Súlubók - Ein lítil mús
Súlubók - Ein lítil mús

Ein lítil mús er ein fitt bók til fyrsta flokk, sum er løtt at lesa. Ein lítil mús hevur lixtalið 7,3.  

Hon er ein partur av Súluheildini, og er fjórða av seks…

Kristni 5 - Arbeiðsbók
Kristni 5 - Arbeiðsbók

Um útgávuna: Arbeiðsbókin kann verða brúkt hvønn tíma í kristnikunnleika. Uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at næmingarnir kunnu arbeiða sjálvstøðugt. Men gott er, um arbeiðið hjá næmingunum av og á…

Kristni 6 - Næmingabók
Kristni 6 - Næmingabók

Kristni 6 er bókaheild til undirvísingina í 6. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo. Í næmingabókini eru 14 kapitlar, ið fevna um tey fimm kjarnuøkini í…

Kristni 6 - Lærarabók
Kristni 6 - Lærarabók

Kristni 6 er bókaheild til undirvísingina í 6. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á…

  • Rokning 4 - avritsmappa
    Rokning 4 - avritsmappa

    Rokning 4 - avritsmappa

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 4, avritsmappa er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 4. flokki.

    Høvuðspartarnir í ROKNING 4 eru:

    • Grundbók a, b
    • Lærarabók a, b
    • Uppgávubók
    • Avritsmappa
    • Hálvársroyndog…
  • Samfelagið og eg - læraravegleiðing
    Samfelagið og eg - læraravegleiðing

    Læraravegleiðingin til Samfelagið og eg er ætlað sum ígongdsetari og eyka tilfar til læraran.

    Endamálið við øllum tilfarinum er, at við næmingabókini, undirvísingargongdunum á Snar og læraravegleiðingini, hevur lærarin tilfar, honum tørvar fyri at fylgja námsætlanini…

  • Nem mál í triðja
    Nem mál í triðja

    Mállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í triðja. Í mállærubókini eru mállæru-, rættskrivingar- orðabóka- og lesifatanaruppgávur.

    Partarnir í mállærubókini hava somu heiti sum partarnir í næmingabókini: Skógvarnir siga frá, Tað grumma, Filmurin kallar, Nýggj…

  • Rokning 4 - Uppgávubók
    Rokning 4 - Uppgávubók

    Rokning 4 - Uppgávubók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Uppgávubók til Rokning 4, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum. Uppgávubókin er skipað eftir evnum við somu kapitlum sum grundbøkurnar. Til hvønn kapittul í Grundbókini er altso ein samsvarandi kapittul við sama fakliga innihaldi í…

  • Søga 5 - Læraravegleiðing
    Søga 5 - Læraravegleiðing

    Søga 5 - Læraravegleiðing

    eitt land í menning

    Menning er eitt yvirskipað evni í søgubókini. Menningin av føroyska samfelagnum fyllir nógv í flestu pørtunum í bókini

     

    Læraravegleiðingin til Søga 5, eitt land í menning er eins og næmingabókin býtt upp í 9 partar, og hava partarnir sama heitið sum í…

  • Søga 5 - Næmingabók
    Søga 5 - Næmingabók

    Søga 5 - Næmingabók

    eitt land í menning

    Menning er eitt yvirskipað evni í søgubókini. Menningin av føroyska samfelagnum fyllir nógv í flestu pørtunum í bókini

     

    Bókin er í 9 pørtum, og dentur verður lagdur á at fáa samband millum tað søguliga og gerðandisdagin hjá næmingum í 5.…

  • Rokning 4a - Lærarabók
    Rokning 4a - Lærarabók

    Rokning 4a - Lærarabók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Lærarabók til bókaheildina Rokning 4, sum er til støddfrøði í innskúlingini.

    Rokning 4a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 4. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og…

  • Rokning 4a - Javnbók
    Rokning 4a - Javnbók

    Rokning 4a - Javnbók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 4a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 4. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Høvuðspartarnir í ROKNING 4 eru:

    • Grundbók a, b
    • Lærarabók…
  • Rokning 4a - Grundbók
    Rokning 4a - Grundbók

    Rokning 4a - Grundbók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 4a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 4. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Høvuðspartarnir í ROKNING 4 eru:

    • Grundbók a, b
    • Lærarabók…
  • Samfelagið og eg - næmingabók

    “Samfelagið og eg” er næmingabók í Samfelagsfrøði í 7. flokki.

    Bókin, Samfelagið og eg, býtt upp í 10 partar. Bókin viðger Húskið, Skúlan, Næmingafólkaræði, Vinalag, Rættindi og skyldur hjá børnum, Frítíð, Fólkaræði, Kommunur, Samavgerarrætt og…

  • Nem í fjórða - Næmingabók
    Nem í fjórða - Næmingabók

    Nem í fjórða er í seks pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst:

    Ótrúligt leggur dent á eitt serstakt slag av frásagnum, sum skiftir millum fiktión og ikki-fiktión.

    Søga mín leggur dent á myndasøgur og tekstslagið…

  • Nem í fjórða - Læraravegleiðing
    Nem í fjórða - Læraravegleiðing

    Læraravegleiðingin til Nem í fjórða er býtt í tveir partar, Vegleiðing um føroyskt og Vegleiðing til partarnar.

    Í Vegleiðing um føroyskt er yvirlit yvir bókaheildina, frágreiðing um lærugreinahugsan og lærusjónarmið í Nem í…

  • Rokning 3 - Uppgávubók
    Rokning 3 - Uppgávubók

    Rokning 3 - Uppgávubók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 3 er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 3. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Høvuðspartarnir í ROKNING 3 eru:

    • Grundbók a, b
    • Lærarabók a, b
  • Rokning 3b - Javnbók
    Rokning 3b - Javnbók

    Rokning 3b - Javnbók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 3b er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 3. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Høvuðspartarnir í ROKNING 3 eru:

    • Grundbók a, b
    • Lærarabók a, b
  • Rokning 3b - Grundbók
    Rokning 3b - Grundbók

    Rokning 3b - Grundbók

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 3b er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 3. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Høvuðspartarnir í ROKNING 3 eru:

    • Grundbók a, b
    • Lærarabók…

Vegleiðingar

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini