Skip to main content

Útgávuyvirlit

Føroya jarðfrøði
Føroya jarðfrøði

Bókin byrjar við einum almennum parti, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á føroyska partin, har føroyski basaltháslættin verður lýstur við niðastu basaltfláum,…

Lærið íslendskt 1
Lærið íslendskt 1

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Lærið íslendskt 2
Lærið íslendskt 2

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Lærið íslendskt
Lærið íslendskt

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Óli og Anna

Lætt lesing 1
Óli og Anna
Óli og Anna

Søgan er um Óla, sum er 5 ár, og Onnu, sum er 3 ár. Ein dagin lata tey hurðina upp í einum býfluguhúsi. Heftini eru løtt at lesa, reglurnar eru stuttar, og ring orð eru býtt sundur. Ljóðband fæst á…

Ansa tær, lítla mús
Ansa tær, lítla mús

Søgan um músina, sum fegin vildi hava korn at eta, og um kettuna, sum fegin vildi eta músina, men so kom hundurin. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Kettan, sum hvarv

Lætt lesing 3
Kettan, sum hvarv
Kettan, sum hvarv

Elsa og Høgni eiga eina kettu, sum er hervilig at rýma. Ein dagin, tey fara útferð, finna tey hana ikki, fyrr enn tey eru í bussinum Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Tríggir firvaldar fóru á flog
Tríggir firvaldar fóru á flog

Søgan er um ein hvítan, ein bláan og ein reyðan firvald, sum fara at leita sær eftir hunangi. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Tann lítli murturin, sum vildi spæla
Tann lítli murturin, sum vildi spæla

Søgan er um ein lítlan murt, sum ongan finnur at spæla við. Við eitt sær hann tvey bein, og tey eigur ein drongur, sum ætlar sær at fanga murtar. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Ein kaka og ein drongur
Ein kaka og ein drongur

Søgan um eina kaku, og hvaðani alt tað, sum verður koyrt í deiggið, kemur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Luthers Katekismus
Luthers Katekismus

Bókin er skipað í 5 partar: Boðini, Trúgvin, Faðir vár, Dópsins sakramenti og Altarsins sakramenti. Í bókini eru frágreiðingar, viðmerkingar og tilvísanir til skriftstøð. Lagt til rættis: Johs. Andr.…

Lesibók til 8. skúlaár
Lesibók til 8. skúlaár

Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, sagnir, siðsøgulig brot o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Við tøkk fyri ljós og dag, Vælsignaður av stjørnum, Børn vóru tey so ung, Gev ljóð mín glaða…

Lesibók 3

til triðja real
Lesibók 3
Lesibók 3

Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, orðtøk, sagnir, ævintýr o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Fólkið. sjúrður vann á orminum, At lesa er at hugsa, Kvæði um sjálvan meg, Mangan dvaldi eg við…

Grønland, Føroyar og Ísland
Grønland, Føroyar og Ísland

Á heftinum um hesi trý londini í Útnorðri eru viðkomandi upplýsingar og nógvar tekningar og myndir av stórslignu náttúruni, vinnulívinum, mentanarlívinum og gerandisdegnum í hesum oyggjum í…

Vit í Norðurlondum

Arbeiðsbók - til lærara og næming
Vit í Norðurlondum
Vit í Norðurlondum

Saman við øðrum tilfari kann Vit í Norðurlondum verða brúkt í tvørfakligum arbeiði um Norðurlond nú. Í arbeiðsbókini eru uppskot til næmingaarbeiði við sjónbondum, kortum, tekstum, hagtølum og…

Føroysk kórbók 1

Kórsatsir eftir Karl Clausen
Føroysk kórbók 1
Føroysk kórbók 1

Á kórbóklinginum, sum Ólavur Hátún hevur lagt til rættis, eru vælkendir føroyskir sangir og sálmar. Karl Clausen hevði í mong ár gott og regluligt samskifti við føroysk kórfólk. Hann gjørdi…

Skygni 9 - Næmingabók
Skygni 9 - Næmingabók

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið Skygni 9. Støddfrøði út av nýggjum. Stórar broytingar og dagføringar eru gjørdar frá fyrru útgávuni av Skygni 9. Í bókini verða sjey høvuðsevni…

Danmørk

Vit í Norðurlondum
Danmørk
Danmørk

Á hesum hefti verður sagt frá um Danmørk. Um hvussu tilfeingið í náttúruni verður nýtt, hvussu fólk liva, og um hvussu samfelagið er skipað í trimum plássum í Danmørk. Aftast í heftinum er lítil…

Svøríki

Vit í Norðurlondum
Svøríki
Svøríki

Heftið vísir, hvat sviar halda um land sítt. Aftast í heftinum er skrivað um Svøríki, nú landbúnaður, skógarvinna, fiskiskapur og námsvinna hava ikki so nógv at siga sum áður. Hátøkniligi…

Finnland

Vit í Norðurlondum
Finnland
Finnland

Heftið vísir, hvat finnlendingar halda um land sítt. Aftast í heftinum er stutt alfrøði um finsku náttúruna, vinnuna og stjórnina.

4 sjónbond við evnum úr Finnlandi kunnu lænast frá…

Noreg

Vit í Norðurlondum
Noreg
Noreg

Heftið vísir, hvat norðmenn halda um land sítt. Fyrr var fiskiskapurin høvuðsvinna í Svolvær í Lofot. Nú eru ferðavinnan og ferðasambandið so góð, at fólk flytur ikki burtur. Alt gongur so skjótt…

Perbók

Lesibók við avmarkaðum orðatilfari
Perbók
Perbók

<span&hellip;

Eg skrivi 3

Skrivligt føroyskt til miðdeild
Eg skrivi 3
Eg skrivi 3

Hetta er triðja bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans.

Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

Á…

Minusbók

Vit rokna
Minusbók
Minusbók

<span&hellip;

Fiskimenn

Skaldsøga. Skúlaútgáva
Fiskimenn
Fiskimenn

Henda útgávan av skaldsøguni Fiskimonnum er í fyrstu syftu ein skúlaútgáva. Men samstundis er skaldsøgan við inngangi sínum, sínum viðmerkingum, tekningum og sínum ávísingum ein fongur hjá øllum…

Streymviðurskifti

í Leirvíksfirði og Kalsoyarfirði
Streymviðurskifti
Streymviðurskifti

Bókin er ætlað at leiðbeina skip og bátar, ið sigla Leirvíksfjørð og Kalsoyarfjørð, undir teim ymisku viðurskiftum, ið kunnu standast av óveðri ella skiftandi streymi. Víst verður, hvussu…

Hervør, Høgni og hini - Grundbók
Hervør, Høgni og hini - Grundbók

Hettar er nýggj lesibók til 2. flokk. Hervør, Høgni og hini er framhald av bókaheildini Hervør og Høgni í skúla til 1. flokk. Dentur er lagdur á, at bókin skal vera løtt at lesa og skal byggja á…

Heimsins lond

Landaalfrøði
Heimsins lond
Heimsins lond

<span&hellip;

Søgualfrøði
Søgualfrøði

Søgualfrøðin lýsir heimssøguna frá byrjan til okkara dagar. Bókin er býtt sundur í fimm øki: Afrika, Ásia, Evropa, Amerika og so Avstralia og Kyrrahavsoyggjar.

Aftast í bókini er…

  • Fjørið mítt
    Fjørið mítt

    Fjørið mítt

    - ævintýrheimur

    Á bókini verður í drúgvum inngangi roynt at lýsa gomlu føroysku ævintýrini sum part av ævintýrum yvirhøvur og at greiða frá tí arbeiði, sum var gjørt her á landi at savna og skriva upp ævintýr. Ævintýrúrvalið er gjørt við tí í huga, at tað skal vísa vanligastu ævintýrsløgini,…

  • Fjørið mítt
    Fjørið mítt

    Fjørið mítt

    - ævintýrheimur. Arbeiðshefti

    Á arbeiðsheftinum eru uppskot um, hvussu arbeiðast kann við ævintýrum í skúlanum. Harumframt eru eitt norskt og eitt íslendskt frábrygdi til ævintýrið Risans klótu tikin við til samanberingar.

  • Heimurin 3
    Heimurin 3

    Heimurin 3

    Sólskipanin

    Hesi evni eru viðgjørd: 1. Sólin og fylgisveinar hennara, 2. Sól og gongustjørnur í røttum lutfalli, 3. Yvirlit yvir sól og gongustjørnur, 4. Jørðin og sólin árið íkring, 5. Mánin eina sól, 6. Mánaýtan og 7. Alheimurin. Støða okkara í rúmdini, at hyggja út í rúmdina - og…

  • Heimurin 4
    Heimurin 4

    Heimurin 4

    Streymur og sjóvarfall

    Bóklingurin greiðir frá sjóvarfalli, bæði flóð og fjøru og sjóvarfalsstreymi; harumframt verður eisini nortið við streym yvirhøvur og onnur viðurskifti í havinum, serliga havinum kring Føroyar. Sjóvarfalsstreymur stavar frá mána og sól, og greitt verður frá hesum sambandið.…

  • Heimurin 5
    Heimurin 5

    Heimurin 5

    Heimurin í hagtølum og evnum

    Bókin viðger hesi høvuðsevni: Jørðina. Fólkið í heiminum. Fólk og samfelag. Evropeiska Samveldið (ES). Sameindu Tjóðir (ST). Orku. Talvur. Ábúgvafrøði og lívskor. Heimsins trúarlærur. Heimsins lond. Vinnur. Landbúnað. Ádnað. Uttanríkishandil. Búskap.

    Kunningarnar í…

  • Heimurin 6
    Heimurin 6

    Heimurin 6

    Ídnaðarlond og menningarlond

    Bóklingurin er knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Ídnaðarlond og menningarlond verða lýst, og londini Belgia, Gana og Føroyar verða viðgjørd í hesum sambandi. Evnini heimsins fólkavøkstur, miðallívsævi, gjaldoyra,…

  • Heimurin 7
    Heimurin 7

    Heimurin 7

    Veðurlag og gróðurbelti

    Bóklingurin er serstakt knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Fylgjandi evni verða viðgjørd: Veðurlag og gróðurbelti: veðurlag, lufttrýst og vindur, lágtrýst, ið flyta seg, sólvindur og monsunur, havstreymar, avfall,…

  • Heimurin 8
    Heimurin 8

    Heimurin 8

    Krossorð

    Krossorðagáturnar eru gjørdar til Heimsatlasið. Høvuðsdenturin er lagdur á leitingina í atlasinum. Bæði lættar og truplar uppgávur eru. Til krossorðini er svarlisti, sum fylgir við.

  • Heimurin 8
    Heimurin 8

    Heimurin 8

    Krossorð. Svarlisti

    Svarlisti til Heimurin 8. Krossorð.

  • Heiðin hind
    Heiðin hind

    Heiðin hind

    Tekstasavn

    Á savninum eru 16 tekstir - yrkingar og prosatekstir - sum allir lýsa konufólk og samband teirra við umheimin. Tað er ein sannroynd, at bókmentirnar endurspegla støðu kvinnurnar í samfelagnum. Hetta hevur borið í sær, at bókmentaliga kvinnumyndin hevur verið fyri stórum og…

  • Hon kysti hann
    Hon kysti hann

    Hon kysti hann

    Savn av ástaryrkingum

    Úrvalssavn av føroyskum ástaryrkingum frá Jóannesi Patursson til Jóannes Nielsen. Brot úr nøkrum kvæðum verða eisini tikin við.

  • Hond Fatimu
    Hond Fatimu

    Fatima býr í Marokko. Trúgvin í Marokko nevnist islam. Profeturin Muhammed stovnaði islam í 7. øld. Mong børn í Marokko byrja í einum koranskúla, tá ið tey eru 4-5 ára gomul. Bókin er um dagliga lívið í tí lítlu bygdini, har Fatima býr. Aftast í bókini eru tvær síður við…

  • Hugin og minnið
    Hugin og minnið

    Hugin og minnið

    - eitt sindur um mál og hugsunarhátt í norrønari t

    Tekstirnir eru ætlaðir at geva ein varhuga av norðbúgvanna trúgv, lýsa teirra gudar og teirra fornu siðir til eitt vist. Málsligi parturin er ætlaður at geva næmingunum ein varhuga av norrønum máli, og hvussu ljóðini í høvuðsheitum eru broytt til føroyskt.

  • Hvar er Flekk?
    Hvar er Flekk?

    Fyri skjótt fimtan árum síðani fór forlagið Nýlendið við Jákupi í Skemmuni at geva út bøkurnar um hundin Flekk, sum bretin Eric Hill hevur skrivað og teknað. Fyrsta bókin Hvar er Flekk?, sum kom út í føroyskari týðing í 1986, hevur verið uppseld í nógv ár, men nú hevur so…

  • Hvat kostar matur og drekka

    Hvat kostar matur og drekka

    Um livikor føroyinga

    Metingin í bóklinginum er gjørd við støði í norðurlendskum kosttilráðingum. Hjá fakfeløgum og samfelagnum sum heild er neyðugt at fáa kannað, hvat heilsugóður kostur er. Ein dagskostur, sum nøktar tørvin til orku og til føðsluevni, sum mannakroppurin hevur fyri neyðini, er…

  • Livikor føroyinga

    Livikor føroyinga

    Vitalskanning. 1989 samanborið við 1994

    Fólk siga frá egnum gerandisdegi. Viðtalskanningin er gjørd til tess at fáa nærri upplýsingar um, hvussu ymiskar familjur liva undir ymiskum fortreytum. Í bókini siga fólk frá gerandisdegi sínum. Bókin kann nýtast í undirvísingini í samfelagsfrøðiligum evnum.

  • Hvítabjørnin
    Hvítabjørnin

    Hvítabjørnin

    - eitt lív við havið

    Á hesi bókini um hvítabjørnina lesa vit um útsjónd og lív, sansar og sjúkur, um hvølpin og um hvítabjarnir nú og fyrr.

  • Jim og ætt hansara
    Jim og ætt hansara

    Um tann 15 ára gamla Jim, sum, eftir at hann hevði búð 4 ár í Onglandi, í 1833 kom heimaftur til Eldlandið, har hann aftur hitti ætt sína. Bókin byggir á dagbók Darwins og hóskar væl til evnislesnað.

  • Jørðin
    Jørðin

    Jørðin

    Hvat gat eg sagt...

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Jørðin, ið Jens Petur Gaard týddi, sigur við…

  • Súgdýr
    Súgdýr

    Súgdýr

    Hvat gat eg sagt...

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Súgdýr, ið Harry Davidsen hevur týtt, hevur m.a.…

  • Jákup á Møn
    Jákup á Møn

    Bókin er sett upp sum ein teknirøð, har Óli Petersen hevur gjørt eina mynd til hvørt ørindi.Á innganginum til bókina verður stutt sagt frá um kvæði, tættir og føroyskan dans yvirhøvur, haraftrat verður greitt frá um Nólsoyar-Páll og Jákup á Møn. Saman við heftinum er eitt…

  • Jákup á Møn
    Jákup á Møn

    Jákup á Møn

    Arbeiðsuppgávur

    Arbeiðsheftið til Jákup á Møn.

  • Jákup á Møn
    Jákup á Møn

    Jákup á Møn

    Ljóðband

    Ljóðband. Martin Tórgarð kvøður Jákup á Møn.

  • Jómsvíkingar
    Jómsvíkingar

    Umframt kvæðið Jómsvíkingar, ið er prentað aftast í heftinum, verður í innganginum skrivað um Jómsvíkingasøgu og Jómsvíkingakvæði, og samanberingar verða gjørdar. Roynt verður eisini at greiða frá persónum og hendingum, soleiðis at tann, ið lesur kvæðið, skal fáa sum mest…

  • Kvæða- og vísuskrá
    Kvæða- og vísuskrá

    Á skránni er yvirlit yvir meginpartin av tí, ið komið er á prent, og sum kvøðið hevur verið í Føroyum. Skráin er skipað eftir heiti ella byrjunarreglu, stundum báðum, og víst verður til, hvar kvæðini og vísurnar eru at finna, og eisini til løg og niðurløg. Kvæða- og…

  • Keldan
    Keldan

    Keldan

    Heimstaðarlæra 1. skúlaár

    Bókin er ætlað heimstaðarlæru á byrjanarstigi. Nógv av tilfarinum kann viðgerast sum prát millum lærara og næmingar. Hugsanin er, at hvør blaðsíða skal birta upp undir samtalu. Aftaná kann so hvør næmingur tekna, skriva ella klippa út.

  • Áin
    Áin

    Áin

    Heimstaðarlæra 2. skúlaár

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Bókin er ætlað greinini heimstaðarlæru á…

  • Vatnið
    Vatnið

    Vatnið

    Heimstaðarlæra 3. skúlaár

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Bókin er tann triðja í røðini, og er, eins og…

  • Kirkjukunnleiki
    Kirkjukunnleiki

    Kirkjukunnleiki

    Arbeiðsbók

    Kirkjukunnleiki – Arbeiðsbók er einnýtisbók og ætlað eldru flokkunum í fólkaskúlanum. Kristnifrálæran í føroyska fólkaskúlanum fevnir eftir lesiætlanini eisini um kirkjukunnleika, kirkjubygningar og kirkjusiðir, og henda arbeiðsbók er ætlað at vera stuðul í undirvísingini í…

  • Lesið og lærið - Ljóðband
    Lesið og lærið - Ljóðband

    Eitt ljóðband er til hvørja bók. Tó eru ikki allir tekstir festir á band, men eitt stórt og fjølbroytt úrval. Øll fimm bondini eru í einari mappu. Á mappuni er eisini eitt hefti við fullfíggjaðum innihaldsyvirliti, ið ger tað lætt at brúka bondini.