Skip to main content

Útgávuyvirlit

Føroyskar plantur í litum
Føroyskar plantur í litum

Bókin viðger føroyskan gróður og plantuvøkstur. Fyrst verður stutt sagt frá um gróðurin, síðani verður plantugróðurin viðgjørdur, og at enda verður skrivað um plantuættirnar í teksti. Aftast í bókini…

Føroyskir soppar
Føroyskir soppar

Bókin viðger vistfrøðina og lívfrøðina hjá soppum, eyðkenni, bólking og vakstrarstøð. Nógvir soppar eru sera vakrir, nógvir eru góðir átusoppar, og nakrir eru eitursoppar. Litmyndir eru av teimum…

Fólk og mentan
Fólk og mentan

Eitt yvirlit yvir føroyska fólkamentan. Greitt verður frá dagliga lívinum á sjógvi og landi, soleiðis sum tað var upp til fyrst í hesi øld. Greitt verður m.a. frá jarðarbrúki, hoygging og torvskurði,…

Gandamyndir

512 myndasamansetingar
Gandamyndir
Gandamyndir

Bókin er væl egnað at læra næmingar um myndir. Síðurnar eru í tveimum, so lættliga sæst, hvussu skjótt myndin broytist. Hon skuldi fingið tann, ið teknar ella hyggur at myndunum, at fara út um…

Geitin Zlateh
Geitin Zlateh

Søgan um geitina Zlateh og lítla drongin Aaron. Geitin er vorðin gomul og skal seljast, og tað verður Aaron, ið skal fara til býin við henni og selja hana. Á vegnum koma tey í svárar trupulleikar, og…

Geitin lembir
Geitin lembir

Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá, hvussu tað gongst, tá ið geitin lembir. Fyrst í bókini verður stutt sagt frá geitarhaldi í Føroyum fyrr í tíðini. Bókin hóskar væl til…

Gras
Gras

Við myndum og á løttum máli verður greitt frá grasi, einari av heimsins týdningarmestu plantum. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

Reyðmaðkurin
Reyðmaðkurin

Við myndum og á løttum máli verður greitt frá maðkinum og hansara týdningi í tilveru okkara. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

Grønur var dalurin
Grønur var dalurin

Grønur var dalurin kom út fyrstu ferð í 1939, og í dag telist bókarverkið millum heimsklassikararnar. Bókin er um Morganfólkini í Wales, har mannfólkini arbeiða í kolanáminum. Tað er yngsti sonur…

Havfrúgv og Nykur

Tvær sagnir
Havfrúgv og Nykur
Havfrúgv og Nykur

Í hesum bóklingi eru tvær sagnir. Onnur um hvussu havfrúgv er vorðin, og hin um hvussu nykur er vorðin. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar fæst á…

Havið
Havið

Bókarverkið Havið eftir Boga Hansen, havfrøðing, snýr seg um heimshøvini, men fyrst og fremst um tær føroysku havleiðirnar og nemur við samanhang millum hav, lív og dálking. Á Føroyum, her sum vit…

Heimsatlas
Heimsatlas

Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. 

Um Evropa verður farið til…

Heimurin 1.

Vit kunna okkum um heimin
Heimurin 1.
Heimurin 1.

Bókin er ætlað sum stuðul í undirvísingini í landalæru tey fyrstu árini, næmingarnir rættiliga fara at brúka kort og atlas. Evnini eru t.d. ættirnar, veður og vindur, globus, longdar- og…

Heimurin 2

Vit kunna okkum meira um heimin
Heimurin 2
Heimurin 2

Heimurin 2 er framhald av Heiminum 1 og viðger evnini streym og streymkort, vind og vindmegi, ættirnar, tíðarøki, tíðarmun, lond í Evropa o.a. Harumframt eru nógvar uppgávur til Heimsatlasið í…

Fjørið mítt

- ævintýrheimur
Fjørið mítt
Fjørið mítt

Á bókini verður í drúgvum inngangi roynt at lýsa gomlu føroysku ævintýrini sum part av ævintýrum yvirhøvur og at greiða frá tí arbeiði, sum var gjørt her á landi at savna og skriva upp ævintýr.…

Fjørið mítt

- ævintýrheimur. Arbeiðshefti
Fjørið mítt
Fjørið mítt

Á arbeiðsheftinum eru uppskot um, hvussu arbeiðast kann við ævintýrum í skúlanum. Harumframt eru eitt norskt og eitt íslendskt frábrygdi til ævintýrið Risans klótu tikin við til samanberingar.

Heimurin 3

Sólskipanin
Heimurin 3
Heimurin 3

Hesi evni eru viðgjørd: 1. Sólin og fylgisveinar hennara, 2. Sól og gongustjørnur í røttum lutfalli, 3. Yvirlit yvir sól og gongustjørnur, 4. Jørðin og sólin árið íkring, 5. Mánin eina sól, 6.…

Heimurin 4

Streymur og sjóvarfall
Heimurin 4
Heimurin 4

Bóklingurin greiðir frá sjóvarfalli, bæði flóð og fjøru og sjóvarfalsstreymi; harumframt verður eisini nortið við streym yvirhøvur og onnur viðurskifti í havinum, serliga havinum kring Føroyar.…

Heimurin 5

Heimurin í hagtølum og evnum
Heimurin 5
Heimurin 5

Bókin viðger hesi høvuðsevni: Jørðina. Fólkið í heiminum. Fólk og samfelag. Evropeiska Samveldið (ES). Sameindu Tjóðir (ST). Orku. Talvur. Ábúgvafrøði og lívskor. Heimsins trúarlærur. Heimsins…

Heimurin 6

Ídnaðarlond og menningarlond
Heimurin 6
Heimurin 6

Bóklingurin er knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Ídnaðarlond og menningarlond verða lýst, og londini Belgia, Gana og Føroyar verða…

Heimurin 7

Veðurlag og gróðurbelti
Heimurin 7
Heimurin 7

Bóklingurin er serstakt knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Fylgjandi evni verða viðgjørd: Veðurlag og gróðurbelti: veðurlag, lufttrýst…

Heimurin 8

Krossorð
Heimurin 8
Heimurin 8

Krossorðagáturnar eru gjørdar til Heimsatlasið. Høvuðsdenturin er lagdur á leitingina í atlasinum. Bæði lættar og truplar uppgávur eru. Til krossorðini er svarlisti, sum fylgir við.

Heimurin 8

Krossorð. Svarlisti
Heimurin 8
Heimurin 8

Svarlisti til Heimurin 8. Krossorð.

Heiðin hind

Tekstasavn
Heiðin hind
Heiðin hind

Á savninum eru 16 tekstir - yrkingar og prosatekstir - sum allir lýsa konufólk og samband teirra við umheimin. Tað er ein sannroynd, at bókmentirnar endurspegla støðu kvinnurnar í samfelagnum.…

  • Vanda tær um málið 1
    Vanda tær um málið 1

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Arbeiðsbók við venjingum í føroyskari mállæru, sum…

  • Vanda tær um málið 2
    Vanda tær um málið 2

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Arbeiðsbók við venjingum í føroyskari mállæru, sum…

  • Vanda tær um málið 3
    Vanda tær um málið 3

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Arbeiðsbók við venjingum í føroyskari mállæru, sum…

  • Villini súgdjór í útnorðri
    Villini súgdjór í útnorðri

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Bókin er á høgum fakligum støði, og tilfarið er…

  • Trøllini á Skálavøllum
    Trøllini á Skálavøllum

    Søgn úr Mykinesi. Hvørja jólanátt dansaðu trøllini í Mykinesi í einum húsum á Skálavøllum. Trøllini áttu eina mettu, eina strámottu, sum mykinesmenn fegnir vildu hava. Ein maður tordi at fara. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað.…

  • Ungi er í egginum
    Ungi er í egginum

    Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá egginum, og hvat ið hendir innan í tí, frá tí at tað er vorpið, og til ungi kemur úr. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1
    Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1

    Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. Arbeitt verður við evangeliunum og Ápostlasøguni. Neyðugt er at hava Nýggja Testamenti, Sálmabók Føroya Kirkju við teksti og Bíbliukortabókina við hondina. Aftast í…

  • Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 2
    Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 2

    Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. Arbeitt verður við evangeliunum og Ápostlasøguni. Neyðugt er at hava Nýggja Testamenti, Sálmabók Føroya Kirkju við teksti og Bíbliukortabókina við hondina. Aftast í…

  • Vit práta og tekna 1
    Vit práta og tekna 1

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hetta er ein nýggj og nakað broytt útgáva. Bókin er…

  • Vit práta og tekna 2
    Vit práta og tekna 2

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Vit práta og tekna 2 er komin út í nýggjum og…

  • Vit práta og tekna 3
    Vit práta og tekna 3

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Einnýtisbøkurnar Vit práta og tekna 1-3 eru ætlaðar…

  • Vit práta og tekna 1-2-3
    Vit práta og tekna 1-2-3

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hetta er arbeiðsbók til Vit práta og tekna…

  • Ábal og aðrar søgur
    Ábal og aðrar søgur

    Fyrsti klassikari í røðini Snípu, ið er bókarøð, sum lesinámsfrøðiliga verður flokkað eftir torleikastigi. Á bókini er úrval av tekstum eftir Sverra Patursson, sum var ein hin fyrsti, ið fór at skriva stuttsøgur á føroyskum máli. Ábal og aðrar stuttsøgur er um vinarlag,…

  • Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti
    Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti

    Í heftinum eru arbeiðsuppgávur til søgusavnið Ábal og aðrar søgur, ið er eitt úrval av tekstum eftir Sverra Patursson. Ábal og aðrar søgur er ætlað elstu flokkum fólkaskúlans.

    Arbeiðsheftið er skipað soleiðis, at fyrst koma spurningar til hvørja søgu sær.…

  • Alibaba
    Alibaba

    Alibaba

    - ævintýr úr 1001 nátt

    Ein dagin Alibaba arbeiddi í skóginum, sá hann 40 ránsmenn steðga við ein steyrrættan hamara og rópa: - Sesam, Sesam, lat teg upp! Og bergið læt seg upp. Bókin kann nýtast bæði í føroyskum og til evnisarbeiði um t. d. ævintýr.

  • Bolivia
    Bolivia

    Bóklingur var givin út í sambandi við dagsverkið 4. apríl 1990, men kann eisini nýtast í øðrum sambandi. Á bóklinginum verður greitt frá dagsverkstiltakinum, og í stuttum verður boliviska samfelagið í dag lýst, umframt partar av søguni. Sjónbandið Taepo - eitt dagsverk -…

  • Ein skúladagur í K.
    Ein skúladagur í K.

    Ein skúladagur í K.

    Føroyskar skemtisøgur

    Hetta er savn við 23 skemtisøgum eftir 14 føroyskar høvundar, frá M.A. Winther til Oddvør Johansen. Í innganginum greiðir Jógvan Isaksen frá føroyskari skemtisøguskriving, hvussu hon er broytt og hví.

  • Ein genta úr gamla Kina
    Ein genta úr gamla Kina

    Hetta er ein fitt søga fyri smábørn ætlað til framíhjálesing. Innihaldið er frá einari kristnari familju í Kina undan kollveltingini 1949. Bókin er eisini væl egnað til evnislesnað.

  • Eitt dukkuheim
    Eitt dukkuheim

    Eitt dukkuheim

    Sjónleikur í trimum pørtum

    Sjónleikurin snýr seg um rættin hjá menniskjum at liva sítt egna lív uttan at vera bundin av gomlum reglum og vanahugsanum.

  • At taka dagar ímillum
    At taka dagar ímillum

    At taka dagar ímillum

    Um at ummæla og eitt úrval av ummælum

    Bókin er ætlað sum ein stuðul í bókmentaundirvísingini. Fyrst er ein lýsing av tí at ummæla og seinni er eitt úrval av ummælum. Ummælisparturin er trýbýttur: ummæli av føroyskum bókmentum, av bókmentum týddar til føroyskt og av yrkisbókmentum.

  • Føroya jarðfrøði
    Føroya jarðfrøði

    Bókin byrjar við einum almennum parti, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á føroyska partin, har føroyski basaltháslættin verður lýstur við niðastu basaltfláum, kolalind, gosmyrju, miðfláum, ovastu basaltfláum og innskotum við gongum, óregluligum…

  • Lærið íslendskt 1
    Lærið íslendskt 1

    Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

  • Lærið íslendskt 2
    Lærið íslendskt 2

    Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

  • Lærið íslendskt
    Lærið íslendskt

    Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

  • Óli og Anna
    Óli og Anna

    Óli og Anna

    Lætt lesing 1

    Søgan er um Óla, sum er 5 ár, og Onnu, sum er 3 ár. Ein dagin lata tey hurðina upp í einum býfluguhúsi. Heftini eru løtt at lesa, reglurnar eru stuttar, og ring orð eru býtt sundur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Ansa tær, lítla mús
    Ansa tær, lítla mús

    Søgan um músina, sum fegin vildi hava korn at eta, og um kettuna, sum fegin vildi eta músina, men so kom hundurin. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Kettan, sum hvarv
    Kettan, sum hvarv

    Kettan, sum hvarv

    Lætt lesing 3

    Elsa og Høgni eiga eina kettu, sum er hervilig at rýma. Ein dagin, tey fara útferð, finna tey hana ikki, fyrr enn tey eru í bussinum Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Tríggir firvaldar fóru á flog
    Tríggir firvaldar fóru á flog

    Søgan er um ein hvítan, ein bláan og ein reyðan firvald, sum fara at leita sær eftir hunangi. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Tann lítli murturin, sum vildi spæla
    Tann lítli murturin, sum vildi spæla

    Søgan er um ein lítlan murt, sum ongan finnur at spæla við. Við eitt sær hann tvey bein, og tey eigur ein drongur, sum ætlar sær at fanga murtar. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Ein kaka og ein drongur
    Ein kaka og ein drongur

    Søgan um eina kaku, og hvaðani alt tað, sum verður koyrt í deiggið, kemur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.