Skip to main content

Unlock Advanced Features with Ledger Live, the technologically advanced wallet that ensures the safety and efficient management of your diverse cryptocurrency portfolio.

Útgávuyvirlit

Tónlæra 4

Namingahefti
Tónlæra 4
Tónlæra 4

<span&hellip;

Um Bíbliu okkara
Um Bíbliu okkara

Um Bíbliu okkara er handbók, sum gevur frágreiðing um allar bøkurnar í Bíbliuni, bæði í Gamla Testamenti og í Nýggja Testamenti. Bergur Debes Joensen hevur skrivað partin um føroyskar…

Um livikor føroyinga

Í hesi frágreiðing verða fíggjarviðurskiftini lýst út frá skattaskrásetingum fyri árini 1989 og 1993. 1989 var árið, har allar lønarútgjaldingarnar tilsamans vóru í hæddini. Ein samanbering millum…

Um livikor føroyinga

Arbeiðshefti 1
Um livikor føroyinga

Jens Petur Gaard og Edvard Olsen hava lagt arbeiðsheftið til framhaldsdeildina til rættis. Víst verður á, at sambært lesiætlan fólkaskúlans er ein tílík livikorskanning gott og viðkomandi tilfar í…

  • Støddfrøði (miðnám)
    Støddfrøði (miðnám)

    Bókin fevnir um: Mongdir og tøl, Líkningar, Funksjónir, Hagtøl, Prosentrokning, Renturokning, Líkningarokning og Trigonometri. Aftast í bókini er ískoyti, har meira verður gjørt burtur úr ávísum evnum, yvirlit yvir tekn, leitorð og grikska stavraðið.

  • Støddfrøði. Uppgávur til grundbók
    Støddfrøði. Uppgávur til grundbók

    Støddfrøði. Uppgávur til grundbók

    Próvtøkuuppgávur 1991-96

    Uppgávubókin er skift sundur í tríggjar partar. Fyrsti partur fevnir um uppgávur til teir einstøku kapitlarnar í grundbókini, annar partur er blandaðar uppgávur, og triði partur er royndaruppgávur og próvtøkuppgávur til HF-skeiðini og málsligu deild studentaskúlans í…

  • 4 ævintýr
    4 ævintýr

    4 ævintýr

    úr Sagnum og ævintýrum

    4 ævintýr er fyrsta bláa snípubók yvirhøvur, ætlað næmingum í 3. - 5. flokki. Ævintýrini eru úr Sagnum og ævintýrum eftir Jakob Jakobsen, doktara (1864-1918).

    Lydia Didriksen, lærari, hevur lagað tekstin til lesinámsfrøðiliga. Tað ger ævintýrini løtt at lesa hjá…

  • Akkuleyan. Lærarabók
    Akkuleyan. Lærarabók

    Á hesari lærarabókini standa nøkur hugskot um, hvussu Akkuleyan kann nýtast í skúlanum. Á mongum førum leggur bókin upp til evniskunnandi arbeiði og eigur at vera nýtt soleiðis, um mest skal koma burturúr.

  • Sóljan, Smæran, Summardáin, Blákollan
    Sóljan, Smæran, Summardáin, Blákollan

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Á hesi bók eru savnaðar læraravegleiðingar til…

  • Mýrifípan. Lærarabók
    Mýrifípan. Lærarabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Í lærarabókini verða sett fram nøkur hugskot um,…

  • Krøkjan. Lærarabók
    Krøkjan. Lærarabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Á lærarabókini verða sett fram nøkur hugskot um,…

  • Baldursbráin. Lærarabók
    Baldursbráin. Lærarabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Á hesari læraravegleiðingini standa nøkur hugskot…

  • Achéindiánar í Paraguei
    Achéindiánar í Paraguei

    Á sínum mongum ferðum í Paraguei, hevur Flemming Petersen havt nógv samband við achéindiánarnar. Achéindiánarnir, sum fyrr livdu úti í skógunum, búgva nú í legum; men við hvørt fara teir inn í skógin og liva, sum teir gjørdu fyrr. Bókin er um søgu, mentan og lívið hjá hesum…

  • Føroyingur í Paraguei
    Føroyingur í Paraguei

    Bókin er um tað árið, Flemming, 19 ára gamal, var á einum bóndagarði í Paraguei. Hann búði saman við paragueium og livdi sum teir. Meðan hann var har, skrivaði hann dagbók. Við støði í henni greiðir hann frá, hvussu tað var at vera føroyingur í so fremmandum umhvørvi. Fýra…

  • Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga
    Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga

    Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga

    Táttur, Vísa, Kirkjusangur, Kvæði, Skjaldur

    Fløgan og ljóðbandið Alfagurt ljóðar mín tunga er eitt savn av tí tónleiki, sum hevur livað í fólkinum í øldir. Á fløguni og ljóðbandinum eru ein táttur, Fruntatáttur, ein vísa, Brúnsveinsvísa, níggju kingosálmar, eitt kvæði, Fípan Fagra, og 14 skjaldur. Bókin, fløgan og…

  • Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband
    Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband

    Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband

    Kvæði, Vísa, Táttur, Kirkjusangur,Skjaldur

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Fløgan og ljóðbandið Alfagurt ljóðar mín tunga er…

  • Alfagurt ljóðar mín tunga. Myndatalva
    Alfagurt ljóðar mín tunga. Myndatalva

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Í bókini Alfagurt ljóðar mín tunga verður gjølliga…

  • Alfagurt ljóðar mín tunga
    Alfagurt ljóðar mín tunga

    Alfagurt ljóðar mín tunga

    Kvæði, Vísa, Táttur, Kirkjusangur, Skjaldur

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Tónleikur hevur altíð verið týðandi táttur í lívi…

  • Traditional music in the Faroe Islands
    Traditional music in the Faroe Islands

    Traditional music in the Faroe Islands

    Kvæði, vísur, tættir, kingosálmar og skjaldur

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Tónleikur hevur altíð verið týðandi táttur í lívi og mentan føroyinga. Í bókini Alfagurt…

  • Alisfrøði og evnafrøði 1 - Næmingabók
    Alisfrøði og evnafrøði 1 - Næmingabók

    Nýggj lærubók við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini »Ny fysik/kemi«, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út. Lærubókin er prýdd við…

  • Alisfrøði og evnafrøði 1 - Arbeiðsbók
    Alisfrøði og evnafrøði 1 - Arbeiðsbók

    Nýggj lærubókarøð við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini »Ny fysik/kemi«, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út. Arbeiðsbókina…

  • Alisfrøði og evnafrøði 1 - Lærarabók
    Alisfrøði og evnafrøði 1 - Lærarabók

    Nýggj lærubókarøð við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini »Ny fysik/kemi«, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út. Á lærarabókini eru…

  • Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók
    Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók

    Hetta er onnur bókin í røðini í nýggju lærubókaskipanini til undirvísingina í alisfrøði og evnafrøði í framhaldsdeild fólkaskúlans. Alisfrøði og evnafrøði 2 er ætlað 8. flokki.

    Høvuðsevnini eru evnafrøði, magnetisma, bústaðarupphiting og rørsla og rúmd. Á grundbókini…

  • Alisfrøði og evnafrøði 2 - Arbeiðsbók
    Alisfrøði og evnafrøði 2 - Arbeiðsbók

    Í arbeiðsbókini eru 34 venjingar við ymsum næmingaroyndum, sum skulu lætta um innlæringina. Høvuðsevnini eru evnafrøði, magnetisma, bústaðarupphiting og rørsla og rúmd.

    Harumframt eru uppgávur til næmingarnar at arbeiða við heima ella í skúlanum. Janus Dam Guttesen hevur…

  • Alisfrøði og evnafrøði 2 - Lærarabók
    Alisfrøði og evnafrøði 2 - Lærarabók

    Í lærarabókini eru nøkur orð um hvønn kapittulin í grundbókini. Hetta kunnu vera hentar ávísingar viðvíkjandi royndunum, ella at ávíst evni er gjølligari viðgjørt. Harumframt eru undir heitinum Tippa 12 røtt smáar uppgávur og støðuroyndir til læraran at fjølrita. Aftast í…

  • An Introduction to Modern Faroese
    An Introduction to Modern Faroese

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Læribók í føroyskum, skrivað á enskum. Umframt…

  • Bardagi gudanna
    Bardagi gudanna

    Bardagi gudanna

    Gamla gudalæra okkara 2

    Onnur bókin í røðini Gamla gudalæra okkara. Á bókini verður sagt frá báðum gudaættunum, ásum og vanum, um bardagan teirra millum, og hvussu æsir at enda vinna fullan sigur. Eisini verður sagt frá, hvussu Óðin vann sær vísdóm úr alheimstrænum Yggdrasili og frá jatnavininum Loka.…

  • Risin sum røkk um allan heim
    Risin sum røkk um allan heim

    Risin sum røkk um allan heim

    Gamla gudalæra okkara 1

    Bókin, úr røðini Gamla gudalæra okkara, er um uppruna og skapan heimsins, soleiðis sum forfedrar okkara trúðu. Sagt verður eisini frá, hvussu menniskjan og allar hinar verurnar eru skapaðar, og greitt verður frá bústaði guda og manna. Bókin kann nýtast eins væl í føroyskum…

  • Torugudurin
    Torugudurin

    Torugudurin

    Gamla gudalæra okkara

    Bókin er úr røðini Gamla gudalæra okkara. Vit fara langt aftur í tíðina. Ta tíð, tá ið jørðin var áfløt og fleyt sum ein klingra á víðfevndum veraldarhavi. Ta tíð, tá ið menniskjurnar kallaðu verð sína Miðgarð. Hetta er frásøgn um torugudin Tór, ið var sterkastur av gudum og…

  • Brobber
    Brobber

    Á bókini verður sagt frá 13 av teimum vanligastu blómusløgunum í Føroyum. Blómurnar eru: brobber, undirløgugras, líragras, svínasólja, smæra, blákolla, silkiband, berjalyngur, hjálpirót, børkubóndi, sjógras, mýrisólja og summardái.

    Bókin er ætlað at brúka í…

  • Børnini í fjøruni
    Børnini í fjøruni

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Søgan er um tey bæði Áslu og Jón, ið fara oman í fjøruna at spæla. Hetta er ein góðan summardag. Niðri í fjøruni uppliva…

  • Bíbliusøgur úr Nýggja Testamenti
    Bíbliusøgur úr Nýggja Testamenti

    Á bókini verða endursagdar søgur úr Nýggja Testamenti. Undir hvørjari yvirskrift stendur, hvar í Bíbliuni skrivað er um hetta brotið. Aftast í bókini verður greitt frá heilagu bókunum í Nýggja Testamenti, kirkjuárinum og kirkjugangi. Tvey kort eru prentað aftast í bókini,…

  • Bíbliusøgur úr GamlaTestamenti
    Bíbliusøgur úr GamlaTestamenti

    Á bókini verða endursagdar søgur úr Gamla Testamenti. Undir hvørjari yvirskrift stendur, hvar í Bíbliuni skrivað er um hetta brotið. Myndir og kort eru í bókini.

  • Bíbliusøgur
    Bíbliusøgur

    Søgurnar, sum eru úr bæði Gamla og Nýggja Testamenti, eru rættiliga langar og hóska tí væl at lesa fyri yngri børnum, og tær kunnu eisini nýtast í miðdeild fólkaskúlans.