Skip to main content

Undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.

Soleiðis ritar tú inn

Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.

Mannagongdin at rita inn við skulin.fo-brúkaranum á unilogin sæst niðanfyri á myndini. Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndina betur.:

Unilogin - innritan

 

i-bøkur - Yvirlit

Finka - Arbeiðsbók 1

Føroyskt til annan flokk
Finka - Arbeiðsbók 1

Arbeiðsbók til útgávuna "Finka - føroyskt til annan flokk".

Arbeiðisbøkurnar arbeiða tætt saman við lesibókini, tilvísingar til lesibókina eru á hvørjari síðu. Í…

Finka - Læraravegleiðing

Føroyskt til annan flokk
Finka - Læraravegleiðing

Læraravegleiðing til útgávuna "Finka - føroyskt til annan flokk".

Finka - Næmingabók

Føroyskt til annan flokk
Finka - Næmingabók

Finka er móðurmálstilfar til annan flokk. Høvuðseyðkenni við Finku er,…

Samfelagið - eg og vit øll - næmingabók

“Samfelagið - eg og vit øll” er næmingabók í Samfelagsfrøði í 9. flokki.

Samfelagið – og vit er býtt upp í 5 partar. Bókin fevnir um hesi evni:

- Mentan og tilflyting

-…

Rokning 5b - Grundbók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 5b - Grundbók

Rokning 5b er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 5. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

<hr&hellip;

Nem mál í fimta

Mállærubók
Nem mál í fimta

Mállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í fimta.

 

Í mállærubókini eru mállæru-, rættskrivingar- orðabóka- og lesifatanaruppgávur.

Partarnir í mállærubókini hava somu heiti…

Rokning 5a - Lærarabók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 5a - Lærarabók
Rokning 5a - Lærarabók

Rokning 5a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 5. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

<hr&hellip;

Samfelagið og vit - næmingabók

“Samfelagið og vit” er næmingabók í Samfelagsfrøði í 8. flokki.

Samfelagið – og vit er býtt upp í 5 partar. Bókin fevnir um hesi evni:

- Brúkarasamfelagið

- Rúsdrekka,…

Nem í fimta - Lærarabók
Nem í fimta - Lærarabók

Læraravegleiðingin til Nem í fimta er býtt í tveir partar, Vegleiðing um føroyskt og Vegleiðing til partarnar.

Í Vegleiðing um føroyskt er yvirlit yvir bókaheildina, frágreiðing…

Nem í fimta - Næmingabók
Nem í fimta - Næmingabók

Bókin er í seks pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst:

  • Kalt niður eftir bakinum leggur dent á søgur og listarverk, sum fáa tað at renna…

Rokning 5a - Javnbók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 5a - Javnbók
Rokning 5a - Javnbók

Rokning 5a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 5. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

<hr&hellip;

Rokning 5a - Grundbók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 5a - Grundbók
Rokning 5a - Grundbók

Rokning 5a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 5. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

<hr&hellip;

Rokning 4b - Javnbók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 4b - Javnbók
Rokning 4b - Javnbók

Rokning 4b er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 4. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og…

Rokning 4b - Lærarabók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 4b - Lærarabók
Rokning 4b - Lærarabók

Lærarabók til bókaheildina Rokning 4b, sum er til støddfrøði í innskúlingini.

Rokning 4a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 4. flokki. Undirvísingarheildin førir…

Rokning 4b - Grundbók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 4b - Grundbók
Rokning 4b - Grundbók

Rokning 4b er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 4. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og…

  • Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók
    Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók

    Hetta er onnur bókin í røðini í nýggju lærubókaskipanini til undirvísingina í alisfrøði og evnafrøði í framhaldsdeild fólkaskúlans. Alisfrøði og evnafrøði 2 er ætlað 8. flokki.

    Høvuðsevnini eru evnafrøði, magnetisma, bústaðarupphiting og rørsla og rúmd. Á grundbókini…

  • Firvaldsbók 2
    Firvaldsbók 2

    Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin kann, sjálvur ella saman við lærara, arbeiða á tí stiginum, sum hann er…

  • Firvaldsbók 3
    Firvaldsbók 3

    Firvaldsbøkurnar eru stuttligar uppgávur til byrjanarundirvísing. Uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at næmingarnir kunnu arbeiða sjálvstøðugt og sjálvir síggja, um uppgávurnar eru rætt loystar ella ikki. Firvaldsbók 3 er komin í øktari og broyttari útgávu. Fleiri nýggjar…

  • Skygni 8 - Lærarahefti
    Skygni 8 - Lærarahefti

    Hetta er læraraleiðbeiningin til 2. útgáva av Skygni 8. Í læraraheftinum, sum er í ringbindi, eru leiðbeiningar, støðuroyndir, avritssíður og svarlistar.

    Hetta er læraraleiðbeiningin til 2. útgáva av Skygni 8. Á læraraheftinum, sum er í ringbindi, eru leiðbeiningar,…

  • Skygni 8 - Næmingabók
    Skygni 8 - Næmingabók

    Hetta er nýggj, broytt útgáva av Skygni 8. Støddfrøði til 8. flokk. Stórar broytingar og dagføringar eru gjørdar frá fyrru útgávuni av Skygni 8. 10 høvuðsevni verða viðgjørd, og harímillum er brot eitt nýtt høvuðsevni við tveimum sjálvstøðugum kapitlum.

    Hetta er…

  • Firvaldsbók 4
    Firvaldsbók 4

    Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin kann, sjálvur ella saman við lærara, arbeiða á tí stiginum, sum hann er…

  • Smæran
    Smæran

    Smæran

    Skrivibók

    Smæran er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum á byrjanarstigi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva henni sín persónliga dám. Endamálið við bókini er at venja børnini at arbeiða og hugsa sjálvstøðugt. ÁÍskrivibókarøðini eru tilsamans 8 bøkur, ið…

  • Summardáin
    Summardáin

    Summardáin

    Skrivibók

    Summardáin er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum. Tilfarið hóskar til 2. flokk, men kann sjálvandi eisini nýtast í øðrum sambandi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva henni sín persónliga dám. Eykastykki at loysa eru aftast í bókini. Endamálið…

  • Blákollan
    Blákollan

    Blákollan

    Skrivibók

    Blákollan er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum. Tilfarið hóskar til 3. flokk, men kann sjálvandi eisini nýtast í øðrum sambandi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva henni sín persónliga dám. Eykastykki at loysa eru aftast í bókini. Endamálið…

  • Stuttlig plusstøl 0-20
    Stuttlig plusstøl 0-20

    Bókin er eykatilfar í støddfrøði. Uppgávurnar byggja á tað, sum er lært í vanligu roknibókini um tøl upp til 20 og um at leggja saman. Flestu uppgávurnar eru myndir at lita, men fyri at fáa røttu myndina fram mugu børnini leggja saman. Myndirnar eru sovorðnar, sum børnini…

  • Stuttlig minustøl 0-20
    Stuttlig minustøl 0-20

    Bókin er eykatilfar til støddfrøði. Uppgávurnar byggja á tað, sum er lært í vanligu roknibókini um tøl upp til 20 og um at draga frá. Flestu uppgávurnar eru myndir at lita, men fyri at fáa røttu myndina fram mugu børnini draga frá. Allar myndirnar eru sovorðnar, sum børnini…

  • Sóljan
    Sóljan

    Sóljan

    Skrivibók

    Sóljan er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum á byrjanarstigi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva henni sín persónliga dám. Endamálið við bókini er at venja børnini at arbeiða og hugsa sjálvstøðugt. Í skrivibókarøðini eru tilsamans 8 bøkur, ið…

  • Alisfrøði og evnafrøði 1 - Næmingabók
    Alisfrøði og evnafrøði 1 - Næmingabók

    Nýggj lærubók við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini »Ny fysik/kemi«, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út. Lærubókin er prýdd við…

  • Alisfrøði og evnafrøði 1 - Arbeiðsbók
    Alisfrøði og evnafrøði 1 - Arbeiðsbók

    Nýggj lærubókarøð við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini »Ny fysik/kemi«, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út. Arbeiðsbókina…

  • Alisfrøði og evnafrøði 1 - Lærarabók
    Alisfrøði og evnafrøði 1 - Lærarabók

    Nýggj lærubókarøð við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini »Ny fysik/kemi«, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út. Á lærarabókini eru…

Vegleiðingar

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini