Undirvísingartilfar í talgildari útgávu
i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.
i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.
Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.
i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.
Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.
I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.
Soleiðis ritar tú inn
Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.
Tað eru tvær mannagongdir at rita inn á unilogin við skulin.fo-brúkaranum. Hesar síggjast á myndunum niðanfyri. Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndirnar betri: Unilogin - innritan
i-bøkur - Yvirlit
Stutt mállæra er ætlað næmingum í 8. og 9. flokki. Í hesum heftinum, Uppgávur til 9. flokk, kunnu næmingarnir arbeiða við teimum evnum, sum verða viðgjørd í mállæruni.
Lærarin kann…
Eg skrivi 5
Eg skrivi 5, við undirheitinum: Skrivligt føroyskt til miðdeild, er 5. bókin í eini røð av rættskrivingar- og mállæruheftum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini eru ikki ætlað ávísum…
Dýr og dorg - Næmingabók
Á bókini eru søgur og aðrir tekstir um dýr, sum børn kenna tey í sínum gerandisdegi. Nógv er at lesa, men børnini eiga eisini at sleppa at siga frá ymiskum, sum tey hava upplivað sjálv. Eisini…
Alisfrøði og evnafrøði 3 er ætlað 9. flokki. Á grundbókini er dentur lagdur á stuttar og greiðar tekstir. Høvuðsevnini eru sveiggj, aldur og elektroniskar hentleikar, evnafrøðilig framleiðsla og…
Skygni 9 - Læraramappa
Hetta er læraraleiðbeiningin til 2. útgáva av Skygni 9. Læraramappan er eitt ringbind, har leiðbeiningar, støðuroyndir, avritssíður og svarlistar eru at finna.
Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin…
Skygni 9 - Næmingabók
Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið Skygni 9. Støddfrøði út av nýggjum. Stórar broytingar og dagføringar eru gjørdar frá fyrru útgávuni av Skygni 9. Í bókini verða sjey høvuðsevni…
Eg skrivi 3
Hetta er triðja bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans.
Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.
Á…
Støddfrøði handbók
Bókin Støddfrøði. Handbók er ein sameining av lærubók og uppslagsverki við evnisskrá og orðalista.
Bókin er ætlað næmingum og lærarum sum ein hjálp í dagliga arbeiðinum við støddfrøði og…
Hetta er ein nýggj og økt útgáva av tí grundleggjandi undirvísingarbókini eftir André Niclasen lærara, sum er ætlað næmingum, ið hava ongan ella næstan ongan forkunnleika í týskum. Hon er tí væl…
Hettar er nýggj lesibók til 2. flokk. Hervør, Høgni og hini er framhald av bókaheildini Hervør og Høgni í skúla til 1. flokk. Dentur er lagdur á, at bókin skal vera løtt at lesa og skal byggja á…
Hetta er seinna arbeiðsheftið til lesibókina Hervør, Høgni og hini. Arbeiðsheftið er tætt knýtt at lesibókini og er gjørt soleiðis, at næmingarnir í mest møguligan mun eru førir fyri at loysa…
Arbeiðsheftið er tætt knýtt at lesibókini og er gjørt soleiðis, at næmingarnir í mest møguligan mun eru førir fyri at loysa uppgávurnar sjálvir.
Stutt mállæra. Svarlisti til 8. flokk
Svarlisti til Stutta mállæru. Uppgávur til 8. flokk. Í svarlistanum eru 39 uppgávur, ið allar kunnu loysast við at lesa í Stuttari mállæru, sum er grundbók.
Kom við - Skrivibók
Bókaheildin Kom við eftir Margretu Næss, lærara – fevnir um tríggjar bøkur, umframt band og fløgu. Útgávurnar eru ætlaðar undirvísingini í føroyskum í miðdeild fólkaskúlans. Á skrivibókini eru…