Avgreiðslan í Námi hevur afturlatið frá mánadegi 2. apríl og letur uppaftur mikudagin 11. apríl, kl. 10.00. Í hesum tíðarskeiði er eingin felags telefonavgreiðsla. Er tørvur á sambandi, sí so starvsfólkayvirlitið á heimasíðu okkara www.nam.fo . Umbyggingin á Hoyvíksvegi 72, har Nám nú fer at húsast, er at kalla komin undir land. Tað hevur við sær, at alt starvsfólkið í næstum verður savnað her. Alt okkara arbeiði og virksemi verður hiðani og somuleiðis øll okkara avgreiðsla. Hóast vit øll nú flyta inn á Hoyvíksvegi 72, er ikki alt klárt enn. Enn er kunningarsavnið ikki tøkt. Fram til í summar ber bara til at læna flokssett, filmar, frílesikassar og ljóðbøkur. Alt annað tilfar verður í løtuni gjøgnumgingið, dagført og sett upp á pláss. Tí verður øll avgreiðsla í hesum tíðarskeiði framvegis umvegis telefon 755150 ella teldupost nam@nam.fo Eftir páskir verður avgreiðslan hjá Námi aftur frá Hoyvíksvegi 72 - tó avmarkað sum omanfyri nevnt. Opið verður soleiðis: Mánadag – hósdag: kl. 10.00 – 16.00 Fríggjadag: kl. 10.00 – 15.00
Í seinasta Skúlablaði er grein um savnið í Námi. Til hetta skúlaárið hava vit lagt okkum eftir at útbyggja savnið munandi bæði við útgávum, vit ikki hava havt áður, men eisini hava vit lagt aftrat verandi útgávum, so at vit ikki koma í ta støðu, at bøkur eru útlæntar og tí ikki tøkar hjá øðrum at læna. Umframt flokssettini hava vit í savninum kunningartilfar, handbøkur, ljóðbøkur, evniskassar og filmar. Vit venda okkum til skúlar, barnagarðar, frítíðarskúlar og líknandi stovnar innan undirvísing og ansing, og til ber at koma inn á gólvið og síggja alt útboð okkara á einum staði. Ikki minst okkara egnu útgávur, sum alsamt fjølgast. Vælkomin! Fyri at vísa, hvussu stórt úrval okkara av flokssettum er og fyri at gera vart við tað, senda vit í hesum døgum faldara í allar skúlar. Hetta er eitt átak at gera vart við okkara tænastu á hesum økinum og fyri at eggja lærarum at lesa enn meiri við næmingunum. Hesin faldari verður ikki prentaður regluliga, men fer at liggja nettøkur og dagførdur á heimasíðu okkara nam.fo. Beinleiðis leinkja til faldaran er her: http://80.77.131.135/nam_boekur/netbokur/flokssett_130822/ Góðan lesihug!
Tey 22 starvsfólkini hjá Námi skulu í framtíðini verða savnað á einum staði, og undir fyrireiking av hesum verður neyðugt at lata Náms-avgreiðsluna aftur. Umbyggingin verður væntandi liðug 1. februar í 2012. Soleiðis húsast vit í hesum tíðarskeiði Meðan avgreiðslan er afturlatin, húsast Nám á trimum støðum: KT-toymið heldur fram í hølunum á Hoyvíksvegi 72, og bókatoymið húsast í Lützenstrøð 4. Snartoymi, ráðgevar og savnsfólk fara at halda til í hølunum hjá Bókamiðsøluni á Hjalla 7b. Hvat skeiðunum viðvíkur framyvir, fáa luttakarar so hvørt í útsendu áminningini boð um, hvar tey verða hildin. Vit eru framvegis at hitta á tlf. 755150 og umvegis teldupostaadressuna nam@nam.fo . Telefaksið er ikki virkið í nevnda tíðarskeiði. Útlán: Meðan umbyggingin fer fram, verður bert gjørligt at læna flokssett, filmar, frílesikassar og ljóðbøkur. Alt annað tilfar í savninum verður niðurpakkað og er tí ikki tøkt. Gevið gætur, at øll avgreiðsla út úr húsinum fer í tíðarskeiðinum fram umvegis Posta. Møguligt verður at lata tilfar aftur við at seta tað í gongina í Mentamálaráðnum — við hurðina inn í Nám. Vit vóna, at vit framhaldandi kunnu veita tykkum góða tænastu, hóast hon verður nakað skerd og darvað, meðan umbyggingin fer fram. Vinaliga Nám Magnus Tausen, stjóri
Tá nýggja Nám lat upp, greiddi Oyvør Dam Lassen, bókavørður, frá um Nám-savnið, sum er skift í tveir partar - útlán og kunningarsavn. - Útlánið er okkara flokssett av fagur- og yrkisbókmentum. Vit hava umleið 800 ymisk flokssett, har onnur helvtin er føroyskar fagurbókmentir og hin helvtin yrkisbókmentir og útlendskar fagurbókmentir. Í Útláninum eru evnis- og lesikassar skipaðir í floks- ella torleikastig at nýta til frílesing ella til lesiátøk í skúlunum kring landið. Í Útláninum eru eisini filmar og ljóðbøkur. Vit hava tær allar flestu ljóðbøkurnar í savninum, sum koma út í Føroyum, segði Oyvør, tá nýggja Nám hevði móttøku. - Kunningarsavnið er ein sýnisgluggi hjá forløgum - bæði hjá Nám og hinum føroysku forløgunum, men eisini teimum útlendsku. Tað vil siga, at alt undirvísingartilfar, sum kemur út í Føroyum og í Danmark, hava vit eitt eintak av her í Kunningarsavninum, segði Oyvør. Tað, sum vit ynskja við savninum, er, at lænarar koma inn her í Nám og seta seg niður við einum kaffimunni og kunna seg um nýtt tilfar, fáa íblástur til undirvísing, læna tilfar og at fáa vegleiðing frá ráðgevunum. Eisini læraralesandi eru vælkomin at møtast í Námi at fyrireika starvsvenjingar ella at skriva uppgávur, sigur Oyvør innbjóðandi. - Annars hava vit eina bókasavnsskipan, sum er tøk á netinum. Tað er ein samlaður grunnur við øllum okkara tilfari, og tað ber eisini til at leita og bíleggja tilfar har.