Skip to main content

Útgávuyvirlit

Fuglarnir
Fuglarnir

Skaldsøga um 40 ára gamla Mattis, sum er evnaveikur. Hann býr hjá systrini Hegu. Mattis livir í samljóði við náttúruna, og tá ið hann skal greiða systrini frá sínum upplivingum, er tað, sum tveir…

Fyrsta ferðin hjá Wairu
Fyrsta ferðin hjá Wairu

Wairu er indiáni og býr í Bolivia. Á teksti og myndum sigur listamaðurin frá, tá ið hon við foreldrum sínum fer til stóra marknaðin hjá aymaraindiánunum. Á ferðini upplivir hon nógv, og mamman sigur…

Føroyinga søga
Føroyinga søga

Føroyingasøga er skrivað í Íslandi, ið hvussu er ikki seinni enn um ár 1200. Søgan er ikki varðveitt í heilum líki, men í pørtum í ymsum handritum, mesti parturin í Flatoyarbók, men eisini í…

Føroya søga 1

Norðurlond og Føroyar
Føroya søga 1
Føroya søga 1

Á fyrsta bindi av Føroya søgu, ið ber undirheitið Norðurlond og Føroyar, verður roynt at koma inn í søgu okkara, og spurningarnir, sum viðgjørdir verða, eru t.d.: Hvussu varð Føroya land til?…

Føroya søga 2

Skattland og len
Føroya søga 2
Føroya søga 2

Á øðrum bindi av Føroya søgu, sum ber undirheitið Skattland og len, er høvuðsdenturin lagdur á miðaldarsøguna; tó umskarast frásøgnin í tíðar- og hendingarrøð, so at komið verður fram til um ár…

Føroya søga 3

Frá kongligum einahandli til embætisveldi
Føroya søga 3
Føroya søga 3

Á hesum bindi verður roynt at binda træðrirnar aftur til fyrsta og annað bind. Byrjað verður við einum broyttum samfelagsstøði eftir Gablatíðina. Teir seinastu kapitlarnir eru um tey politisku…

Føroysk flora
Føroysk flora

Føroya Skúlabókagrunnur hevur við hesum verki givið út fyrstu fullfíggjaðu føroysku floruna í litum. Føroysk flora er skrivað teimum mongu, sum hava áhuga fyri plantum, men er tó í fyrsta lagi ætlað…

Føroyskar bókmentir 3
Føroyskar bókmentir 3

Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir í tíðarskeiðinum 1881-1902. Rithøvundarnir eru: J.H.O. Djurhuus, Jákup Hansen, Jóan Chr. Poulsen, Nyholm Debess, H.A. Djurhuus, H.M.…

Føroyskar bókmentir 2
Føroyskar bókmentir 2

Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir fyri 1880. Rithøvundarnir eru: J. Dahl, Jógvan Dánialsson, Rasmus Effersøe, A.C. Evensen, J.P. Gregoriussen, V.U. Hammershaimb, Johanna M.…

Føroyskar bókmentir 4
Føroyskar bókmentir 4

Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir í tíðarskeiðnum 1905-1938. Rithøvundarnir eru: K.O. Viderø, Jákup Berg, Andreas Andreasen, Valdemar Poulsen, G.L. Samuelsen, Sigurð Joensen,…

Føroyskar plantur í litum
Føroyskar plantur í litum

Bókin viðger føroyskan gróður og plantuvøkstur. Fyrst verður stutt sagt frá um gróðurin, síðani verður plantugróðurin viðgjørdur, og at enda verður skrivað um plantuættirnar í teksti. Aftast í bókini…

Føroyskir soppar
Føroyskir soppar

Bókin viðger vistfrøðina og lívfrøðina hjá soppum, eyðkenni, bólking og vakstrarstøð. Nógvir soppar eru sera vakrir, nógvir eru góðir átusoppar, og nakrir eru eitursoppar. Litmyndir eru av teimum…

Fólk og mentan
Fólk og mentan

Eitt yvirlit yvir føroyska fólkamentan. Greitt verður frá dagliga lívinum á sjógvi og landi, soleiðis sum tað var upp til fyrst í hesi øld. Greitt verður m.a. frá jarðarbrúki, hoygging og torvskurði,…

Gandamyndir

512 myndasamansetingar
Gandamyndir
Gandamyndir

Bókin er væl egnað at læra næmingar um myndir. Síðurnar eru í tveimum, so lættliga sæst, hvussu skjótt myndin broytist. Hon skuldi fingið tann, ið teknar ella hyggur at myndunum, at fara út um…

Geitin Zlateh
Geitin Zlateh

Søgan um geitina Zlateh og lítla drongin Aaron. Geitin er vorðin gomul og skal seljast, og tað verður Aaron, ið skal fara til býin við henni og selja hana. Á vegnum koma tey í svárar trupulleikar, og…

Geitin lembir
Geitin lembir

Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá, hvussu tað gongst, tá ið geitin lembir. Fyrst í bókini verður stutt sagt frá geitarhaldi í Føroyum fyrr í tíðini. Bókin hóskar væl til…

Gras
Gras

Við myndum og á løttum máli verður greitt frá grasi, einari av heimsins týdningarmestu plantum. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

Reyðmaðkurin
Reyðmaðkurin

Við myndum og á løttum máli verður greitt frá maðkinum og hansara týdningi í tilveru okkara. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

Grønur var dalurin
Grønur var dalurin

Grønur var dalurin kom út fyrstu ferð í 1939, og í dag telist bókarverkið millum heimsklassikararnar. Bókin er um Morganfólkini í Wales, har mannfólkini arbeiða í kolanáminum. Tað er yngsti sonur…

Havfrúgv og Nykur

Tvær sagnir
Havfrúgv og Nykur
Havfrúgv og Nykur

Í hesum bóklingi eru tvær sagnir. Onnur um hvussu havfrúgv er vorðin, og hin um hvussu nykur er vorðin. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar fæst á…

Havið
Havið

Bókarverkið Havið eftir Boga Hansen, havfrøðing, snýr seg um heimshøvini, men fyrst og fremst um tær føroysku havleiðirnar og nemur við samanhang millum hav, lív og dálking. Á Føroyum, her sum vit…

Heimsatlas
Heimsatlas

Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. 

Um Evropa verður farið til…

Heimurin 1.

Vit kunna okkum um heimin
Heimurin 1.
Heimurin 1.

Bókin er ætlað sum stuðul í undirvísingini í landalæru tey fyrstu árini, næmingarnir rættiliga fara at brúka kort og atlas. Evnini eru t.d. ættirnar, veður og vindur, globus, longdar- og…

Heimurin 2

Vit kunna okkum meira um heimin
Heimurin 2
Heimurin 2

Heimurin 2 er framhald av Heiminum 1 og viðger evnini streym og streymkort, vind og vindmegi, ættirnar, tíðarøki, tíðarmun, lond í Evropa o.a. Harumframt eru nógvar uppgávur til Heimsatlasið í…

  • Andin bankar uppá
    Andin bankar uppá

    Tað ger Bjørn ikki, men so hoyra tey eitt bank. Bjørn verður kløkkur. Er tað ein andi, sum bankar?

    Ein bók til triðja torleikastig um at hava ótta fyri tí, tú ikki kennir.

    Triðja torleikastig - reyður krabbi. 

  • Amanda
    Amanda

    Tey bæði systkini varnast ta nýggu grannakonuna, og hon er eitt sindur løgin, og so líkist hon einum vampýri!

    Og so fer hugflogið av stað við børnunum.

    Triðja torleikastig - reyður krabbi.

  • Pál dansar
    Pál dansar

    Pál dansar

    Krabbabók

    Pápi Pál eru ikki sum pápar flestir. Hesaferð hevur hann keypt Páli dansiskógvar, tí at hann vil hava, at Pál lærir at dansa. Og so hevur hann einki ímóti sjálvur at hjálpa dansilæraranum at læra børnini 

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi

  • Fótbóltsskógvarnir
    Fótbóltsskógvarnir

    Sjúrður gleðir seg til dystin. Í dag sleppur hann at spæla í álopinum. Annað torleikastig - appilsingulur krabbi.

  • So rudda vit
    So rudda vit

    So rudda vit

    Krabbabók

    Skemtilig søga til annað torleikastig. Í So rudda vit finnur mamman upp á ráð, tá ið pápin og Jens sníkja seg út fyri at sleppa undan at rudda. 

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi

  • Sjórænari
    Sjórænari

    Sjórænari

    Krabbabók

    Adam ger alt tað og eigur alt tað, sum ein kulur sjórænari skal.

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi

  • Livar og Sivar í Sahara
    Livar og Sivar í Sahara

    Liva og Sivar eru í Sahara.

       Teir búgva hjá Ali.

       Ali er beduini.

       Livar og Sivar fara túr við Ali.

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi

  • Mina
    Mina

    Mina

    Krabbabók

    Mina er ein høna, sum býr saman við fimm øðrum hønum. Ein dagin ýlir vindurin, og við eitt tekur hann Minu á flog við sær – av trygga bønum, sum er heim hennara, til trøðna, har ærin Æsa og lomb hennara halda til. Men Mina vil sleppa heim ...

    Tað er Lydia Didriksen, sum hevur…

  • Lús og loppur
    Lús og loppur

    Lús og loppur

    Krabbabók

    Lús og loppur er søga um Vár. Tað skriðar so illa í høvdinum á Vár, so mamman fer at leita eftir lús. Men so fer Flekk eisini at klóra sær 

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi

  • Livar og Sivar í Kanada
    Livar og Sivar í Kanada

    Livar og Sivar eru í Kanada. Har býr Eva í einari iglo. Ber tað til?

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi.

  • Ida og úlvurin
    Ida og úlvurin

    Ida og úlvurin

    Krabbabók

    Ida er hjá ommuni, hon skal sova har.

    Tá ið omman hevur lisið søgu, leggur Ida seg at sova, men har eru so nógv óhugnalig ljóð í húsunum.

    Har er heilt vist ein úlvur í vegginum, sum ætlar at eta ommuna.

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi

  • Lisa etur list
    Lisa etur list

    Lisa etur list

    Krabbabók

    Lisa og mamman eru á listasavni. Har er nógv list, sum Lisa heldur er stuttligt. Men Lisa er eisini svong, og tíbetur eru bananir á listasavninum.

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi

  • Leivur og náttin
    Leivur og náttin

    Leivur skal sova, men hann bæði sær og hoyrir líkt og ólíkt. Spøkilsi, tjóvar og vampýrar.

    Um morgunin kemur mamman og spyr, um Leivur hevur sovið væl?

    Man Leivur hava sovið væl?

    Her ber til at tosa við børnini um at vera bangin og kanska serliga um at vera bangin um…

  • Leikur
    Leikur

    Leikur

    Krabbabók

    Meðan øll børnini í barnagarðinum spæla við ymsar leikur, so situr Emil við einum fínum pakka í føvninginum. Hvat man vera í? Ja, lesið so fáa tit at síggja!

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi

  • Kongur
    Kongur

    Kongur

    Krabbabók

    Ein dagin hugsaði kongur:

    Nú tími eg ikki longur.

    Tað er so strævið at vera kongur.

    Fyrsta krabbabók, sum Edward Fuglø hevur skrivað og myndprýtt. Ein stuttlig søga um ein kong, sum heldur vildi vera drongur.

    Annað torleikastig - appilsingulur…

  • Kavamaðurin
    Kavamaðurin

    Kavamaðurin

    Krabbabók

    Børnini fara út í kavan at spæla.

    Og hvat er meira natúrligt enn at fara undir at gera ein kavamann?

    Úrslitið verður so fínt, so fínt

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi

  • Ívar og Rufus svimja
    Ívar og Rufus svimja

    Rufus sleppur ikki at vera í svimjihøllini. Hóast hann hevur svimjiring. Og tað er bara tí, at hann er ein hundur. 

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi

  • Ein tonn er leys
    Ein tonn er leys

    Heri hevur eina leysa tonn, hann gleðir seg til at tannálvurin skal geva honum pengar aftur fyri tonnina.

    Men so etur Heri tonnina.

    Tá er tað gott, at mamman veit onkur góð ráð. 

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi

  • Vinir
    Vinir

    Vinir er fitt søga um vinmenninar Nils og Silas, sum eru vinir og sita saman í skúlanum. Teir eru samdir um, at teir eru góðir vinir, og at teir vilja spæla saman, men tað er ikki altíð so lætt at semjast um, hvat teir skulu spæla 

    Fyrsta torleikastig - gulur…

  • Mira mús og Milo
    Mira mús og Milo

    Mira mús og Milo eru vinir.

    Tey búgva í skóginum, men har kann vera vandamikið. Ein morgin er uglan eftir teimum. 

    Fyrsta torleikastig - gulur krabbi.

  • Mira mús og Milo spæla
    Mira mús og Milo spæla

    So fara tey at renna kapp, men hvat hendir: Mira dettur í ein runuhyl!

    Fyrsta torleikastig - gulur krabbi.

  • Dávur og Dia og Dann
    Dávur og Dia og Dann

    Vit vita øll, at Alexandur dugir at yrkja. hann dugir eisini væl at yrkja til børn.

    Henda fyrsta krabbabókin, sum Alexandur hevur skrivað, ber upp á rím og er akkurát so skemtilig, sum vit kenna rímini hjá honum.

    Bókin fær hugin á flog bara við at skriva um hesar tríggjar og…

  • Bei bei, lítli vinur
    Bei bei, lítli vinur

    Bei bei, fitti vinur er um Annu og Óla, sum eru heima einsamøll og spæla. Knappliga hoyra tey eitt ljóð. Hvat man tað vera?

    Bókin er gulur krabbi, sum er fyrsta torleikastig. 

    Fyrsta torleikastig - gulur krabbi.

  • Rokning 1 - Heilársroynd
    Rokning 1 - Heilársroynd

    Rokning 1 - Heilársroynd

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Heilársroynd til Rokning 1, sum er bókaheild til undirvísingina ístøddfrøði í 1. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Høvuðspartarnir í ROKNING 1 eru:

    • Grundbók a, b, c og…
  • Rokning 1-4 - Avritsmappa
    Rokning 1-4 - Avritsmappa

    Rokning 1-4 - Avritsmappa

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Avritsmappan verður seld sum teldutøk fíla og send skúlum o.ø. tá bílagt verður.

    Rokning 1-4, avritsmappa er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. – 4. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og…

  • Súlan - Súluspøl
    Súlan - Súluspøl

    Súlan - Súluspøl

    Læruspøl til fyrstu lesi- og stavimenningina

    Súluspøl eru ætlað at stuðla børnunum í fyrstu lesi- og stavimenningini. Spælast kann heima, í dagstovni, forskúla og í skúlanum.

  • Súlan - Lær teg at stava 1
    Súlan - Lær teg at stava 1

    Lær teg at stava 1 er fyrsta bókin í eini røð av stavsetingarbókum til innskúlingina. Hugsanin er, at bókin verður nýtt um várið í 1. flokki ella fyrst í 2. flokki. Skrivihefti hoyrir til bókina og er við í prísinum.

    Í bókini eru fimtan smáar søgur…

  • Atlas til heim og skúla
    Atlas til heim og skúla

    Atlas til heim og skúla vendir sær til húskið og skúlaverkið í Føroyum. Atlas til heim og skúla tekur støði í ensku útgávuni Collins Student World Atlas, sum Erla Olsen hevur týtt til føroyskt.

    Umframt landakort eru eisini gjørd…

  • Súlan - Lær teg stavraðið - Grøn plakat
    Súlan - Lær teg stavraðið - Grøn plakat

    Lær teg stavraðið er ein plakat við stavraðnum, har ein stuttlig og fitt mynd er til hvønn bókstav.

    Á myndini eru nógv orð, sum byrja við viðkomandi bókstavaljóði,  og bókstavurin sæst bæði sum stórur og lítil, og hvussu hann verður skrivaður rætt.…

  • Súlan - Lær teg stavraðið - Gul plakat
    Súlan - Lær teg stavraðið - Gul plakat

    Lær teg stavraðið er ein plakat við stavraðnum, har ein stuttlig og fitt mynd er til hvønn bókstav.

    Á myndini eru nógv orð, sum byrja við viðkomandi bókstavaljóði,  og bókstavurin sæst bæði sum stórur og lítil, og hvussu hann verður skrivaður rætt.…