Útgávuyvirlit
Lino og vinir hansara gera seg til reiðar til seinasta og avgerandi slagið móti Broto. Men teir eru færri, og Broto hevur Malin og drekan Narno. Hava tey yvirhøvur nakran møguleika?
Saman…
Spenningurin økist, nú søgan nærkast endanum. Ormurin vísir tær stóru tøkutenninar.
Hann hyggur við øllum teimum fýra eygunum at Lino, sum skelvur av ræðslu. Lino berjist ímóti og…
Lino heldur fram á vandaferðini við kós ímóti teimum hvítum fjøllunum og uppreistrarfólkunum. Men ódjórið Lala er ikki at spæla við, og skjótt er Lino fangaður í eini…
Dávur og familjan verða hótt eftir lívinum, og tey mugu flýggja so langt burtur, sum til ber - heilt til Sidney.
Men tað vísir seg at vera tað býttasta, tey kundu finna uppá. Har, tey…
Tey trý systkini Dávur, Sissal og Tórureru farin til New York. Gubbi teirra, Viljormur, hevur boðið allari familjuni at ferðast, men tey eru ikki meiri enn komin á hotellið í hesum spennandi…
Dávur og tey eru og ferðast - hesa ferð í Kambodja. Tá ið ógvuliga virðismiklar standmyndir hvørva úr Angkor, setir politiið mammuna í fongsul og skuldsetir hana fyri stuldur.
Dávur og…
Dávur og familjan eru og ferðast í Egyptalandi og gista í einum lítlum býi við Luxor.
Men tað, sum er eitt bíligt og hugtakandi vertshús, vísir seg at vera eitt stað, har nógv hættisligt…
Stór skip eru farin á havsins botn gjøgnum alla søguna. Skipsvrak leiðir okkum á eina hugtakandi ferð gjøgnum hesar ræðandi hendingar.
Les um skipini, sum sukku í illveðri ella av…
Har eru søgur um hópdrápsmannin í viktorianska London, sum møguliga var kongligur, og tann óhugnaliga søgan um barnið, sum hvarv.
Óloyst brotsverk tekur okkum við á eina ótrúliga ferð…
Torkil hevur lagt døtrum sínum eina við, at tað er vandamikið at fara einsamallar frá húsum. Gentur mugu ikki ríða einsamallar, tí ikki allir vallarar hava góðar ætlanir.
Kortini fer…
Bókin er full av góðum ráðum og uppskotum um, hvussu tú kanst gerast ein góður teknari.
Í bókini sært tú, hvat tú skalt hugsa um, tá ið tú teknar dýr, fólk, flogfør og landsløg. Tú sært…
Í mánalýsinum sær hann ein øgiliga stóran skugga á luftini. Hann hoyrir suð av risa-vaksnum veingjum.
Nú sær hann, hvat tað er. Ein yvirvaksin dreki. Tað er Narno, tann reyði drekin, ið…
Stóra djóraframsýning er, og Sveinur og vinmaðurin Dann gera av at taka lut við rottunum Karlson og James Bond.
Mikala er eisini við á framsýningini við Pippi. Djórini skulu kappast í…
Henda áhugaverda bókin sigur frá líðingum og lívsvilja hóast nógva mótgongd og nemur við trælahald eisini á okkara døgum. Aftast í bókini er tíðarlinja, sum byrjar 1750 fyri okkara tíðarrokning,…
Úti í rúmdini sveima fylgisveinar, onkrir eru har fyri at njósnast, teir avmynda hernaðarligt virksemi hjá fíggindum við ófatiliga sterkum myndatólum.
Hetta er nútíðarnjósning, men at…
Hetta er spennandi bók um tær ótrúligastu mumiurnar í heiminum.
Í bókini kanst tú lesa um tær fyrstu mumiurnar, vit vita um, hvussu mumiur verða gjørdar, og hvussu fólk í gamla Egyptalandi…
Høvuðspersónur í røðini er norski drongurin Dávur, sum í fyrstu bókini fer við familju sínari at ferðast til Venezia.
Á hotellinum hitta tey eini løgin, gomul hjún, sum Dávur fer at…
Í 1492 setti Kristoffur Kolumbus segl um Atlantshav - á eina ferð út í tað ókenda. hann leitaði eftir einari skjótari leið til India. Tað, ið hann fann, var ein heilt nýggjur heimur ...
Í…
Rokning 1c - Grundbók
Rokning 1c er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.
<p…
Javnstøðunevndin hevur í samstarvi við Nám givið Javnstøða. Tvey kyn – ymsar støður, sum Kristianna Winther Poulsen, MSc, og Hans Pauli Strøm, sosiologur, hava skrivað og lagt til…
Hesa ferð koma systkini Teitur og Sigrið í rættiliga álvarsligar trupulleikar, tí tey koma í hóslag við rúsevnisseljarar … Ein ógvuliga spennandi bók í røðini.
Higartil eru tíggju bøkur…
Teitur og Ólavur fara ein dagin í sirkus, har teir síggja ein hypnotisør, sum fær tveir menn at goyggja.
Sigrið verður eisini hypnotiserað, og hypnotisørurin fær hana at gera ymisk t.d. at…
Teitur rennur niðan trappurnar.
Eldur er í hurðum og veggjum.
Aftanfyri kemur ein maður til sjóndar.
Hann hevur eina fløsku í hondini. Teitur vendir sær á og sær, at fløskan…
Nú verður skúlaveitsla, og Beinta og Sára hava glett seg og lagt ætlanir í mánaðir.
Men nú tímir Sára knappliga einki longur, og Beinta skilir ikki, hví so er. Hvat er tað Sára hevur…
Teir vita, at tað er vandamikið, teir tora illa, og kortini gera teir tað: Festa í fjúsið og tveita dynamittið í eitt ruskílat. Einki hendir, og teir rýma. Men so kemur ein lítil drongur gangandi…
Eg havi hugsað um hatta, tú segði um Linu.' Andrea kemur yvir til Simonu og gongur aftan á henni niðan í floksstovuna.
'Eg havi ikki sagt nakað um Linu,' sigur Simona. Hon…
Hetta er klassikari eftir Charles Dickens um fátæka smádrongin, sum ongan góðan eigur.
Á fyrstu síðu letur mamman, sum liggur á deyðastrá, sonin frá sær, og síðan veksur hann upp á einum…
Lúr inn í heimin undir sjónum og uppliv og lær um dýr og plantur, ið har liva.
Í bókini fylgja vit lívinum á Føroya Sjósavni, har fleiri enn 100 ymisk dýrasløg úr føroyskum sjógvi…
Kári hevur nógv at halda skil á.
Pápi hansara drekkur heldur nógvar øl, og ein dagin kemur stóribeiggin, Hákun, við einum pakka, sum hann vil hava Kára at goyma fyri seg. Hvat hevur Hákun…
Á Kanariuoyggjunum hitta teir Marjuna og Nannu – og ein hvínandi og svangan hund, sum tey vilja hjálpa.
Rúnar og Marjun kalla hann Ninja og ansa eftir honum. Tey vilja hava hann heim…