Skip to main content

Útgávur

Nelson Mandela
Nelson Mandela

Hvussu kann mest eftirlýsti persónur í einum landi gerast størsti leiðari tess?

Les ótrúligu søguna um Nelson Mandela og lívlanga stríð hansara fyri frælsi.

Djór í kríggi
Djór í kríggi

Frá rossum og fílum, sum flyta hermenn, til hundar, sum verða sendir úr flogførum,og delfinir, sum leita eftir minum; djór hava altíð havt ein týðandi leiklut, tá ið kríggj er.

Søgur…

Rændur
Rændur

Farbróður David Balfour, tann óreini og grammi Ebenezer Balfour, selur David sum træl og vónar harvið at vera sloppin undan honum fyri allar tíðir.

Men David fær hjálp frá Alan Breck, ið…

Tórstein og heimsins longsta snor
Tórstein og heimsins longsta snor

Strutsurin verður so hugtikin av snorinum, at hann fer til gongu at vita, hvat fjalir seg við endan á snorinum.

Og tað, hann kemur fram á, er sera hugtakandi!

Maggi torir
Maggi torir

Tað besta, Maggi veit, er at sparka bólt.

Hann droymir um at gerast eins góður fótbóltsspælari og teir bestu í heiminum, Zlatan sum oftast, men viðhvørt eisini Messi og Ronaldo. Maggi…

Beinta 4 - Hetta kann bara enda væl
Beinta 4 - Hetta kann bara enda væl

Tvær heilar vikur sunnanfyri. Hvítur sandur, bláur sjógvur.

Tað kitlar í búkinum á Beintu, og Sára er glaðari, enn hon hevur verið leingi. Nú verður alt ørvísi!

Bókin eru bólkað í…

Tey vesalu
Tey vesalu

Tað tykist, sum tað aldri fer at eydnast fátæku Cosette at flýggja frá teimum harligu Thénardier-hjúnunum.

Hon er bara átta ára gomul, men tey noyða hana at arbeiða nógv og hart hvønn dag.…

Skuggar í skóginum
Skuggar í skóginum

Trý systkin Linus, Maja og Oskar. Átta, tíggju og tólv ár.

Ein útferð við familjuni. Eitt nýtt tjald. Eitt skríggj, sum hoyrist sum ekkó yvir vatnið.

Maggi rular
Maggi rular

Tað besta, Maggi veit, er at sparka fótbólt.

Hann droymir um at vera Zlatan og at renna út á San Siro-vøllin í Milano, meðan lógvabrestirnir frá áskoðarunum dundra. Og hann hevði viljað,…

Anna á Grønafløtti
Anna á Grønafløtti

Hetta er søgan um eitt foreldraleyst barn. Eina móður-og faðirleysa gentu, sum er víðagitin.

Vit lesa her um glaðu, reyðhærdu ,,Annu, sum endar við a. Hon kemur púra óvæntað á Grønafløtt,…

Eg og mítt kelidýr, Kanin
Eg og mítt kelidýr, Kanin

Visti tú, at kaninir eru í øllim heimspørtum?

At kanin kann snara nøsini í allar ættir, og tá ið hon trampar við afturbeinunum, ávarar hon aðrar kaninir um, at vandi er á ferð? Flest øll…

Dronur
Dronur

Dronur flúgva við bumbum og halda eyga við ódnum.

Dronur bjarga fólki í neyð og taka vakrar myndir. Les meiri um dronur í hesi bókini.

Teir óhugnaligu skortarnir
Teir óhugnaligu skortarnir

Símun eigur nakrar óhugnaligar skortar. Hann kløkkar Atla.

Tað er stuttligt. Men so fer hurðin upp...

Nem mál í triðja
Nem mál í triðja

Mállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í triðja. Í mállærubókini eru mállæru-, rættskrivingar- orðabóka- og lesifatanaruppgávur.

Partarnir í mállærubókini hava somu heiti sum…

Fyrsti mussurin hjá Sáru
Fyrsti mussurin hjá Sáru

Sára og Heri eru einsamøll. Tey hoyra ein fugl. Hann letur fýra ferðir. Tá fær Sára eitt hugskot.

Triðja torleikastig - Reyður krabbi

Leivur fær ein lítlan mammubeiggja
Leivur fær ein lítlan mammubeiggja

Leivur ynskir sær ein mammubeiggja. Ein kulan og stuttligan mammubeiggja eins og Einar og Ívar hava.

Men skal Leivur fáa ein mammubeiggja, má mamman fáa ein beiggja. Og um mamman skal fáa…

Katla og Stina og drongurin, sum hvarv
Katla og Stina og drongurin, sum hvarv

Tað er ein góðan summardag. Katla og Stina svimja í sjónum.

Knappliga er ein drongur horvin. Man hann vera druknaður? Katla og Stina kanna málið.

Lilla krabbabók-4.torleikastig

Nám Sálomon kongs
Nám Sálomon kongs

Henry fer ti Suðurafrika at leita eftir beiggja sínum, George, sum hann gjørdist óvinur við fyri nógvum árum síðani.

Komin til Suðurafrika, finnur Henry út av, at George er farin at leita…

Jóal og Ina

- Ein kærleikssøga
Jóal og Ina
Jóal og Ina

Jóal og Ina møtast ein dagin. Tey hava ikki sæð hvørt annað fyrr.

Tey gerast vinir. Ógvuliga góðir vinir. Kanska betri enn góðir vinir. Jóal ig Ina er ein vøkur søga um vinalag, kærleika -…

Gátuførar hendingar - Hinumegin
Gátuførar hendingar - Hinumegin

Mangt løgið er, sum vit ikki duga at greiða frá. Vit hoyra um fólk, sum siga seg tosa við andar hjá deyðum fólkum.

Onnur hava fingið ymiskt týdningarmikið at vita í dreymi. Bókin…

Kynstur við kortum
Kynstur við kortum

Ger vinir tínar bilsnar við hesum frálíku kynstrum við kortum.

Vegleiðingarnar, sum eru lættar at fylgja, vísa, hvussu tú finnur fjald kort, avdúkar fýra ess á rað, letur eitt útvalt kort…

Ein verulig hetja
Ein verulig hetja

Skalt tú eitast at vera brandmaður? sigur Regin við Eirik. Tú ert tann løgnasti lortungin í øllum heiminum.

Men Eirikur vil ikki vera løgin. Hann vil vera djarvur! Tí stjelur hann…

Alvi skorar
Alvi skorar

Alvi skjýtur. Jákup er í mál. So komi Fríði og Suffía.

Tey vilja spæla við. Man Suffía duga at sparka?

Reyð krabbabók-3 torleikastig

Alvi og Messi
Alvi og Messi

Alvi og Jákup sparka. So kemur ein hundur.

Hann rennur av stað við bóltinum. Hundurin skorar mál. Nógv mál.

Reyð krabbabók-3 torleikastig

Alvi móti Jákupi
Alvi móti Jákupi

Alvi og Jákup sparka.

So skorar Alvi. Sjálvmál. Hvør hevur vunnið? Alvi ella Jákup?

Reyð krabbabók-3 torleikastig

Alvi fintar
Alvi fintar

Alvi venur eina fintu. Hon er sera flott.

Men fintan er ring. Tí bólturin er stórur. - og rundur.

Reyð krabbabók-3 torleikastig

VLS-handbók - netútgáva

Vitan Leiðbeining Strategi
VLS-handbók - netútgáva
VLS-handbók - netútgáva

VLS: Vitan – Leiðbeining – Strategi. VLS-tilfarið setir sjóneyku á bæði samstarvsmøguleikar í skúlahøpi og fakligu lesingina hjá næmingunum.

Málbólkurin er fyrst og fremst lesivegleiðarar,…

Nem í fjórða - Næmingabók
Nem í fjórða - Næmingabók

Nem í fjórða er í seks pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst:

Ótrúligt leggur dent á eitt serstakt slag av frásagnum, sum skiftir millum fiktión og…

Nem í fjórða - Læraravegleiðing
Nem í fjórða - Læraravegleiðing

Læraravegleiðingin til Nem í fjórða er býtt í tveir partar, Vegleiðing um føroyskt og Vegleiðing til partarnar.

Í Vegleiðing um føroyskt er yvirlit yvir…

Hin hvíta hondin
Hin hvíta hondin

Gutti er og vitjar Emmu og lesur fyri henni úr Hini hvítu hondini. Tá ið hann skal til hús, er tað øgiliga myrkt. So minnist Gutti til bókina um hina hvítu hondina, sum sveimar í myrkrinum…

  • Abbi og apan - Snípubók - 1 fjøður
    Abbi og apan - Snípubók - 1 fjøður

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Abbi og apan er gul Snípubók, ið er ætlað 1. - 3. flokki. Bókin er ætlað sum ískoyti til lesibøkurnar, og tí eru…

  • Abbi og apan - Snípubók - 2 fjaðrar
    Abbi og apan - Snípubók - 2 fjaðrar

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Abbi og apan er gul Snípubók, ið er ætlað 1. - 3. flokki. Bókin er ætlað sum ískoyti til lesibøkurnar, og tí eru…

  • Grindavísan - fløga
    Grindavísan - fløga

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Á fløguni er upptøka, har Vága Dansifelag kvøður…

  • Stutt mállæra
    Stutt mállæra

    Bókin er fyrst og fremst ætlað at stuðla næmingunum í føroyskari rættskriving, serliga í 8. og 9. flokki. Høvundarnir hava lagt seg eftir at hava alt tað við, sum lesiætlanin krevur av 9. flokki, og sum hevur týdning fyri rættskrivingina.

    Høvuðspartarnir í bókini eru…

  • Stutt mállæra. Uppgávur til 8. flokk
    Stutt mállæra. Uppgávur til 8. flokk

    Til mállærubókina Stutt mállæra verða gjørd tvey uppgávuhefti, annað til 8. flokk og hitt til 9. flokk. Hetta er heftið ætlað 8. flokki, men sum væl kann brúkast til 9. flokk. Í uppgávuheftinum eru 39 mállæruuppgávur. Til tær einstøku uppgávurnar er greinatal, sum vísir til…

  • Eg skrivi 4
    Eg skrivi 4

    Eg skrivi 4

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Hetta er fjórða bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

    Í hesari bókarøðini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til…

  • Duruta og aðrar søgur
    Duruta og aðrar søgur

    Duruta og aðrar søgur

    Hans Andrias Djurhuus í úrvali

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Duruta og aðrar søgur er Snípubók í røðini Snípa – Klassikari. Umframt stuttsøguna um Durutu, eru fimm aðrar søgur við í…

  • Kular Røtur - Sangbók

    Ein góð sangbók til fólkaskúlan

    Nýggj sangbók við sangum eftir Steintór Rasmussen o.ø. Nakrir av sangunum eru tíðarleysir, og aðrir eru um tað, sum børn hugsa nógv um beint nú. Á nýggju sangbókini við gyltari permu eru 29 sangir við nótum og besiffringum. Edward Fuglø…

  • Stutt mállæra. Svarlisti til 8. flokk
    Stutt mállæra. Svarlisti til 8. flokk

    Svarlisti til Stutta mállæru. Uppgávur til 8. flokk. Í svarlistanum eru 39 uppgávur, ið allar kunnu loysast við at lesa í Stuttari mállæru, sum er grundbók.

  • Firvaldsbók 5

    Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin kann, sjálvur ella saman við lærara, arbeiða á tí stiginum, sum hann er…

  • Kular Røtur - Fløga

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki útgivin aftur 

    Tvífløga, sum knýtir seg til sangbókina Kular Røtur, sum er…

  • Jólagávur - Snípubók - 1 fjøður
    Jólagávur - Snípubók - 1 fjøður

    Hetta er fjórða bókin í røðini gul Snípubók, ið er ætlað 7 til 10 ára gomlum børnum sum ískoyti til lesibókina, og tí eru høvuðspersónarnir í søguni nevndir Hervør og Høgni sum í lesibókini. Hinar bøkurnar í røðini eru Morgun, Vár og Abbi og apan.

    Jólagávur er ein…

  • Jólagávur - Snípubók - 2 fjaðrar
    Jólagávur - Snípubók - 2 fjaðrar

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Hetta er fjórða bókin í røðini gul Snípubók, ið er ætlað 7 til 10 ára gomlum børnum sum ískoyti til lesibókina, og tí eru…

  • Les 1

    Les 1

    Tekstasavn til framhaldsdeild

    Les 1 er heitið á fyrstu bók í nýggjari røð í trimum pørtum til framhaldsdeildina í føroyskum. Bókin er tekstasavn, sum er skipað í sjey partar, hvør við sínum heiti. Tekstirnir verða bundnir saman við einum høvuðsevni. Ymsu heitini á pørtunum geva lesaranum innlit í, hvussu…

  • Tú alfagra land mítt
    Tú alfagra land mítt

    Tú alfagra land mítt

    - tjóðsangurin og søga hansara

    Turið Sigurðardóttir, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, skrivar um tjóðsangin í 100 ár.

    Tilfarið er einans teldutøkt.

  • Stutt mállæra. Uppgávur til 9. flokk
    Stutt mállæra. Uppgávur til 9. flokk

    Stutt mállæra er ætlað næmingum í 8. og 9. flokki. Í hesum heftinum, Uppgávur til 9. flokk, kunnu næmingarnir arbeiða við teimum evnum, sum verða viðgjørd í mállæruni.

    Lærarin kann gjøgnumganga mállæruna og so lata næmingar loysa uppgávurnar í heftinum, sum eru…

  • Eg skrivi 5
    Eg skrivi 5

    Eg skrivi 5

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Eg skrivi 5, við undirheitinum: Skrivligt føroyskt til miðdeild, er 5. bókin í eini røð av rættskrivingar- og mállæruheftum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini eru ikki ætlað ávísum floksstigi, men kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint í 4. flokki)upp í 7.…

  • Føroyskir rithøvundar
    Føroyskir rithøvundar

    Føroyskir rithøvundar

    - frá Hammershaimb til Oddfríð

    Teldutøk rithøvundaskrá, skipað í tíðarrøð, við almennum inngangi um føroyskar bókmentir.

  • Kvæða- og vísuskrá
    Kvæða- og vísuskrá

    Á skránni er yvirlit yvir meginpartin av tí, ið komið er á prent, og sum kvøðið hevur verið í Føroyum. Skráin er skipað eftir heiti ella byrjunarreglu, stundum báðum, og víst verður til, hvar kvæðini og vísurnar eru at finna, og eisini til løg og niðurløg. Kvæða- og…

  • Kærleikssøga aldarinnar
    Kærleikssøga aldarinnar

    Kærleikssøga aldarinnar er sjálvævisøgulig og viðger hjúnalag Märtu Tikkanens við listarmannin Henrik Tikkanen. Savnið er eitt úrval av yrkingum úr Kærleikssøga aldarinnar, sum kom út á svenskum í 1976. Yrkingasavnið viðger trupulleikarnar í eini familju, har maðurin er…


13.02.2024

Leikritini "Páll fangi", "Vónbrot" og "Vinarlig hjún" eru løgd á leikritasíðuna á Snar.

Les meira
24.10.2023

Tvær plakatir til Punktum eru lagdar á Snar. Punktum er mállærubók til hádeild mállærubókina til hádeild.

Les meira