Skip to main content

Útgávur

Metbókin hjá Rúnu
Metbókin hjá Rúnu

Søgan er um Rúnu, sum býr hjá mammu síni; hon vitjar javnan pápan, sum drekkur illa.

Rúna ynskir sær eina metbók, men pápi hennara hevur ikki ráð. So ger hon í staðin sína egnu metbók, og…

Lygnin

Krabbabók
Lygnin
Lygnin

Innbrot hava verið. Spor eru allastaðni. Fleiri eru undir illgruna.

Men hvør er hin seki?

Sporini eru eisini at finna í myndunum ... Fjórða torleikastig - violettur krabbi

Katla og Stina og kavamaðurin Ísakur
Katla og Stina og kavamaðurin Ísakur

Katla og Stina mugu royna at loysa málið um, hví kavamaðurin missir bæði húgvu og skíðir.

Fleiri halda, at tað er Pætur í teirra flokki, sum hevur gjørt tað. Men kann tað ikki vera onkur…

Hvussu nógvar breyðflísar ...?
Hvussu nógvar breyðflísar ...?

Í bókini eru 27 gátur og svar.

Millum aðrar:

Hvat orkar ein mús líka væl at draga sum ein fílur?

Svarið finnur tú í bókini ... Umframt at tú sjálvandi finnur nógvar aðrar…

Hví er blóðið reytt
Hví er blóðið reytt

Kroppurin er ótrúligur. Alt er skapt so, at vit kunnu gera ymiskt. 

Beinini eru til at renna og ganga við, oyruni at lurta við, nøsin at lukta við. Men hevur tú hugsað um, hví summi…

Heiðafuglur í Føroyum
Heiðafuglur í Føroyum

Heiðafuglur í Føroyum er onnur upprunaføroyska faktakrabbabókin. Tað er Beinta Johannessen, sum er lívfrøðingur og blaðstjóri á Strok, sum hevur skrivað og lagt til rættis.

Í Føroyum er…

Hanna & Emma - Bara vinir/Snild ætlan
Hanna & Emma - Bara vinir/Snild ætlan

Hanna og Emma eru bestu vinkonur. Tær eru saman um alt.

Hetta er bók við tveimum spennandi søgum úr gerandisdegnum.

Bara vinir
Tá ið sjeikurin ger tað liðugt, er gott at hava…

Gevist so við hasum
Gevist so við hasum

Tríggjar stórar gentur taka telefonina frá einum lítlum drongi.

Mia sær alt, men hon torir einki at siga. Hon er ikki líka djørv sum stóribeiggin, Anton, men kortini vil hon hjálpa…

Eitt óhugnaligt kvøld
Eitt óhugnaligt kvøld

Linus, Maja og Oskar eru trý systkin, sum eru 8, 10 og 12 ár.

 

Ein dagin koma tey á ein lítlan kettling; ein gomul kona sigur seg eiga hann. Eyguni á konuni lýsa sum brandar, og røddin er…

Eg eiti Grímar

Krabbabók
Eg eiti Grímar
Eg eiti Grímar

Eg hvøkki við, tá ið eg gangi fram við einum stórum spegli. Eri eg hasin svarti drongurin við logandi eygum? Eg stari í speglið. Ein kaldur gjóstur fer um alt húsið. Tað er, eins og svørt skýggj…

Dreygasøgan hjá lítla Pálli
Dreygasøgan hjá lítla Pálli

Tá ið lítli Páll læsir seg inni á vesinum, noyðist hann at sita har í myrkri. Har er líka so óhugnaligt inni sum í einum krimifilmi, og knappliga hoyrir hann onkran flenna spakuliga. Láturin kemur úr…

Tummas og tjóvurin
Tummas og tjóvurin

Søgan er um Tummas, sum ikki torir at leggja seg at sova, tí hann hoyrir eitt ljóð. Tað ljóðar, sum onkur gongur á gólvinum. Man tað vera ein tjóvur? Ella grønir menn frá Pluto?

Triðja…

Hesturin hjá Sáru
Hesturin hjá Sáru

Sára sigur Minnu, at hon hevur ein hest, sum eitur Fúsi, men ein dagin ríður ein onnur genta Fúsa …. Og knappliga eitur hesturin Grani!

Triðja torleikastig - Reyður krabbi

Tólar steðga nú!
Tólar steðga nú!

Súni hevur funnið uppá ein robott, sum hann kallar Tólar. Tólar dugir alt møguligt. So fara teir at keypa fyri Súna, og Tólar kemur við. Inni í handlinum við seymum og skrúvum endar galið, tí…

Tey gandaðu dýrini
Tey gandaðu dýrini

Fríða og Bjørn lofta við bólti, og Fríða kastar av óvart bóltin inn í garðin hjá Rósu, men hon torir ikki inn eftir honum, tí tey halda, at Rósa er ein heks. Men er hon tað ? Ein bók um at hava…

Sjeikurin hjá Sáru
Sjeikurin hjá Sáru

Sára vil ikki spæla við Minnu, tí hon skal spæla við Hera. Men tá ið Heri kemur er hann ikki einsamallur ... Knappliga fer Sáru at leingjast eftir Minnu.

Triðja torleikastig -…

Ró og Rói
Ró og Rói

Hóast Ró og Rói eru sum dagur og nátt, so eru tey góð við hvørt annað. Ein dagin gera tey av at býta um klæðir og býta um navn, og so fara tey í skúla.

Triðja torleikastig -…

Pætur og beinagrindin
Pætur og beinagrindin

Tá ið Pætur liggur vakin í kamarinum, eftir at Elias er sovnaður, er alt so øðrvísi og óhugnaligt. Tað kennist, sum okkurt fjalir seg aftan fyri gardinurnar. Ein beinagrind kanska? Bókin er um…

Mamma fær sjeik
Mamma fær sjeik

Søgan er um gentu, hvørs mamma hevur fingið nýggjan sjeik. Mamman er glað og smílist til sjeikin, tá hon hyggur upp á hann. Men dóttirin vil ikki hava ein nýggjan pápa, og hon vil heldur einki hava…

Magnus og Rasmus koma aftur
Magnus og Rasmus koma aftur

Magnus og Rasmus spæla aftur detektivar. Men hesa ferð er tað í so spennandi. Í øllum førum hjá Magnusi.

Triðja torleikastig - reyður krabbi. 

Lena verður sjúk
Lena verður sjúk

Lena er sjúk og liggur í songini. Ninna vil ikki vitja hana. Tá ið Lena er sjúk, kann hon einki og skal vera inni alla tíðina. Tað hevur Ninna ikki hug til. henni dámar ikki, tá ið fólk eru sjúk. tí…

Kjallarin
Kjallarin

Óli og Ívar eru fluttir í nýggj hús. Í kjallaranum er bølamyrkt, og har spøkir? Óli og Ívar droyma sama dreymin, men ongin í húsinum lurtar eftir teimum. Grannakonan veit tó væl, hví teir droyma…

Jólagávan hjá Monu
Jólagávan hjá Monu

Mona veit, hvat hon skal gera, hon finnur bara eina kettu sjálv. Men tíverri gongur ikki alt, sum hon ætlar. Kettan hvørvir, men Mona hevur fingið eina súkklu í jólagávu, so hon kann bara fara at…

Hvat segði sniglamamman ...?
Hvat segði sniglamamman ...?

27 gátur og svar. Millum aðrar: Hvat hevur veingir, men kann ikki flúgva? Svarið finnur tú í hesari stuttligu gátubókini. Og so eru sjálvandi nógvar aðrar gátur eisini.

Triðja torleikastig -…

Andin bankar uppá
Andin bankar uppá

Tað ger Bjørn ikki, men so hoyra tey eitt bank. Bjørn verður kløkkur. Er tað ein andi, sum bankar?

Ein bók til triðja torleikastig um at hava ótta fyri tí, tú ikki kennir.

Triðja torleikastig -…

Amanda
Amanda

Tey bæði systkini varnast ta nýggu grannakonuna, og hon er eitt sindur løgin, og so líkist hon einum vampýri!

Og so fer hugflogið av stað við børnunum.

Triðja torleikastig - reyður krabbi.

Pál dansar

Krabbabók
Pál dansar
Pál dansar

Pápi Pál eru ikki sum pápar flestir. Hesaferð hevur hann keypt Páli dansiskógvar, tí at hann vil hava, at Pál lærir at dansa. Og so hevur hann einki ímóti sjálvur at hjálpa dansilæraranum at læra…

Fótbóltsskógvarnir
Fótbóltsskógvarnir

Sjúrður gleðir seg til dystin. Í dag sleppur hann at spæla í álopinum. Annað torleikastig - appilsingulur krabbi.

So rudda vit

Krabbabók
So rudda vit
So rudda vit

Skemtilig søga til annað torleikastig. Í So rudda vit finnur mamman upp á ráð, tá ið pápin og Jens sníkja seg út fyri at sleppa undan at rudda. 

Annað torleikastig…

Sjórænari

Krabbabók
Sjórænari
Sjórænari

Adam ger alt tað og eigur alt tað, sum ein kulur sjórænari skal.

Annað torleikastig - appilsingulur krabbi

  • Hervør, Høgni og hini - Arbeiðsbók 2
    Hervør, Høgni og hini - Arbeiðsbók 2

    Hetta er seinna arbeiðsheftið til lesibókina Hervør, Høgni og hini. Arbeiðsheftið er tætt knýtt at lesibókini og er gjørt soleiðis, at næmingarnir í mest møguligan mun eru førir fyri at loysa uppgávurnar sjálvir.

  • Abbi og apan - Snípubók - 1 fjøður
    Abbi og apan - Snípubók - 1 fjøður

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Abbi og apan er gul Snípubók, ið er ætlað 1. - 3. flokki. Bókin er ætlað sum ískoyti til lesibøkurnar, og tí eru…

  • Abbi og apan - Snípubók - 2 fjaðrar
    Abbi og apan - Snípubók - 2 fjaðrar

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Abbi og apan er gul Snípubók, ið er ætlað 1. - 3. flokki. Bókin er ætlað sum ískoyti til lesibøkurnar, og tí eru…

  • Grindavísan - fløga
    Grindavísan - fløga

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Á fløguni er upptøka, har Vága Dansifelag kvøður…

  • Stutt mállæra
    Stutt mállæra

    Bókin er fyrst og fremst ætlað at stuðla næmingunum í føroyskari rættskriving, serliga í 8. og 9. flokki. Høvundarnir hava lagt seg eftir at hava alt tað við, sum lesiætlanin krevur av 9. flokki, og sum hevur týdning fyri rættskrivingina.

    Høvuðspartarnir í bókini eru…

  • Stutt mállæra. Uppgávur til 8. flokk
    Stutt mállæra. Uppgávur til 8. flokk

    Til mállærubókina Stutt mállæra verða gjørd tvey uppgávuhefti, annað til 8. flokk og hitt til 9. flokk. Hetta er heftið ætlað 8. flokki, men sum væl kann brúkast til 9. flokk. Í uppgávuheftinum eru 39 mállæruuppgávur. Til tær einstøku uppgávurnar er greinatal, sum vísir til…

  • Eg skrivi 4
    Eg skrivi 4

    Eg skrivi 4

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Hetta er fjórða bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

    Í hesari bókarøðini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til…

  • Duruta og aðrar søgur
    Duruta og aðrar søgur

    Duruta og aðrar søgur

    Hans Andrias Djurhuus í úrvali

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Duruta og aðrar søgur er Snípubók í røðini Snípa – Klassikari. Umframt stuttsøguna um Durutu, eru fimm aðrar søgur við í…

  • Kular Røtur - Sangbók

    Ein góð sangbók til fólkaskúlan

    Nýggj sangbók við sangum eftir Steintór Rasmussen o.ø. Nakrir av sangunum eru tíðarleysir, og aðrir eru um tað, sum børn hugsa nógv um beint nú. Á nýggju sangbókini við gyltari permu eru 29 sangir við nótum og besiffringum. Edward Fuglø…

  • Stutt mállæra. Svarlisti til 8. flokk
    Stutt mállæra. Svarlisti til 8. flokk

    Svarlisti til Stutta mállæru. Uppgávur til 8. flokk. Í svarlistanum eru 39 uppgávur, ið allar kunnu loysast við at lesa í Stuttari mállæru, sum er grundbók.

  • Firvaldsbók 5

    Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin kann, sjálvur ella saman við lærara, arbeiða á tí stiginum, sum hann er…

  • Kular Røtur - Fløga

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki útgivin aftur 

    Tvífløga, sum knýtir seg til sangbókina Kular Røtur, sum er…

  • Jólagávur - Snípubók - 1 fjøður
    Jólagávur - Snípubók - 1 fjøður

    Hetta er fjórða bókin í røðini gul Snípubók, ið er ætlað 7 til 10 ára gomlum børnum sum ískoyti til lesibókina, og tí eru høvuðspersónarnir í søguni nevndir Hervør og Høgni sum í lesibókini. Hinar bøkurnar í røðini eru Morgun, Vár og Abbi og apan.

    Jólagávur er ein…

  • Jólagávur - Snípubók - 2 fjaðrar
    Jólagávur - Snípubók - 2 fjaðrar

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Hetta er fjórða bókin í røðini gul Snípubók, ið er ætlað 7 til 10 ára gomlum børnum sum ískoyti til lesibókina, og tí eru…

  • Les 1

    Les 1

    Tekstasavn til framhaldsdeild

    Les 1 er heitið á fyrstu bók í nýggjari røð í trimum pørtum til framhaldsdeildina í føroyskum. Bókin er tekstasavn, sum er skipað í sjey partar, hvør við sínum heiti. Tekstirnir verða bundnir saman við einum høvuðsevni. Ymsu heitini á pørtunum geva lesaranum innlit í, hvussu…

  • Tú alfagra land mítt
    Tú alfagra land mítt

    Tú alfagra land mítt

    - tjóðsangurin og søga hansara

    Turið Sigurðardóttir, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, skrivar um tjóðsangin í 100 ár.

    Tilfarið er einans teldutøkt.

  • Stutt mállæra. Uppgávur til 9. flokk
    Stutt mállæra. Uppgávur til 9. flokk

    Stutt mállæra er ætlað næmingum í 8. og 9. flokki. Í hesum heftinum, Uppgávur til 9. flokk, kunnu næmingarnir arbeiða við teimum evnum, sum verða viðgjørd í mállæruni.

    Lærarin kann gjøgnumganga mállæruna og so lata næmingar loysa uppgávurnar í heftinum, sum eru…

  • Eg skrivi 5
    Eg skrivi 5

    Eg skrivi 5

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Eg skrivi 5, við undirheitinum: Skrivligt føroyskt til miðdeild, er 5. bókin í eini røð av rættskrivingar- og mállæruheftum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini eru ikki ætlað ávísum floksstigi, men kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint í 4. flokki)upp í 7.…

  • Føroyskir rithøvundar
    Føroyskir rithøvundar

    Føroyskir rithøvundar

    - frá Hammershaimb til Oddfríð

    Teldutøk rithøvundaskrá, skipað í tíðarrøð, við almennum inngangi um føroyskar bókmentir.

  • Kvæða- og vísuskrá
    Kvæða- og vísuskrá

    Á skránni er yvirlit yvir meginpartin av tí, ið komið er á prent, og sum kvøðið hevur verið í Føroyum. Skráin er skipað eftir heiti ella byrjunarreglu, stundum báðum, og víst verður til, hvar kvæðini og vísurnar eru at finna, og eisini til løg og niðurløg. Kvæða- og…

  • Kærleikssøga aldarinnar
    Kærleikssøga aldarinnar

    Kærleikssøga aldarinnar er sjálvævisøgulig og viðger hjúnalag Märtu Tikkanens við listarmannin Henrik Tikkanen. Savnið er eitt úrval av yrkingum úr Kærleikssøga aldarinnar, sum kom út á svenskum í 1976. Yrkingasavnið viðger trupulleikarnar í eini familju, har maðurin er…


29.08.2023

IntoWords er hjálparamboð hjá lesiveikum at lesa og skriva.

Les meira
22.08.2023

Bóklingur, sum gevur foreldrum eitt innlit í lesing og vísir á, hvussu vit best kunnu stuðla barninum í tilgongdini at læra at lesa.

Les meira