Skip to main content

Undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.

Soleiðis ritar tú inn

Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.

Mannagongdin at rita inn við skulin.fo-brúkaranum á unilogin sæst niðanfyri á myndini. Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndina betur.:

Unilogin - innritan

 

i-bøkur - Yvirlit

Súlubók 6 - Sólin sá gás í á
Súlubók 6 - Sólin sá gás í á

Súlubók 6 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu tíggju bókstavirnar í Súluni.

Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin…

Kristni 7 - Lærarabók
Kristni 7 - Lærarabók

Kristni 7, lærarabók er á 117 bls., býtt í kapitlar á sama hátt sum næmingabókin. Í lærarabókini er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við kapitlinum. Fremst í…

Heimssøga - Fram til 1700
Heimssøga - Fram til 1700

Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls. Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga –…

Vinir mínir og eg 2 - Næmingabók
Vinir mínir og eg 2 - Næmingabók

Vinir mínir og eg - kristni 2 er bókaheild til kristnikunnleika í 2. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, tvær ljómfløgur, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar.

Vinir mínir og eg 2 - Lærarabók

Kristnikunnleiki. Lærarabók
Vinir mínir og eg 2 - Lærarabók
Vinir mínir og eg 2 - Lærarabók

Vinir mínir og eg - kristni 2 er bókaheild til kristnikunnleika í 2. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á snar.

Skygni 7 - lærarabók
Skygni 7 - lærarabók

Skygni 7 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í sjeynda flokki. Bókaheildin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Eftir flestu kapittlar eru støðuroyndir, og við støði í teimum eru grønar…

Skygni 7 - næmingabók
Skygni 7 - næmingabók

Skygni 7 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í sjeynda flokki. Bókaheildin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Eftir flestu kapittlar eru støðuroyndir, og við støði í teimum eru grønar…

Lívfrøði 3 - næmingabók
Lívfrøði 3 - næmingabók

Lívfrøði 3 er seinasta næmingabókin í bókarøðini til lívfrøði í framhaldsdeild fólkaskúlans. Bókin er sum tær báðar undanfarnu næmingabøkurnar býtt í 4 partar. Allir partarnir eru onkursvegna…

Pit Stop #8 - Topic Book
Pit Stop #8 - Topic Book

Tekstasavnið fevnir um kravdar og valfríar tekstir umboðandi øll tekstasløg. Savnið er skipað í seks tema.

Pit Stop #9 - Topic  Book
Pit Stop #9 - Topic  Book

Tekstasavnið fevnir um dravdar og valfríar tekstir umboðandi øll tekstasløg. Savnið er skipað í tema.

Pit Stop #9 - Task Book
Pit Stop #9 - Task Book

Uppgávusavnið fevnir um kravdar og valfríar uppgávur umboðandi allar innlæruhættir. Savnið er skipað eftir sama leisti sum tekstasavnið. Task Book er høvuðsbókin í bókaheildini.

Pit Stop #9 - Teacher’s Guide 9 Educational Intentions
Pit Stop #9 - Teacher’s Guide 9 Educational Intentions

Lærarabókin fevnir um praktiska og teoretiska vegleiðing, svarlista, bakgrundsvitan og ymisk uppskot til undirvísingina

Pit Stop #8 - Task Book
Pit Stop #8 - Task Book

Uppgávusavnið fevnir um kravdar og valfríar uppgávur umboðandi allar innlæruhættir. Savnið er skipað eftir sama leisti sum tekstasavnið. Task Book er høvuðsbókin í bókaheildini.

Pit Stop #8 - Teacher’s Guide 8 Educational Intentions
Pit Stop #8 - Teacher’s Guide 8 Educational Intentions

Lærarabókin fevnir um praktiska og teoretiska vegleiðing, svarlista, bakgrundsvitan og ymisk uppskot til undirvísingina.

Uppgávusavnið fevnir um allar uppgávur, sum næmingarnir skulu skriva…

Kristni 7 - Næmingabók
Kristni 7 - Næmingabók

Bókin er ætlað 7. flokki í kristni og er á 133 blaðsíður. Bókin er ein faktakend bók, sum er liður í røðini av undirvísingartilfari í kristni til framhaldsdeildina. Hvør kapittul í Kristni 7 endar…

  • Kristni 6 - Arbeiðsbók
    Kristni 6 - Arbeiðsbók
  • Kristni 9 - Næmingabók
    Kristni 9 - Næmingabók

    Kristni 9 er grundbók í kristni til 9. flokk. Næmingabókini hevur 14 kapitlar við ymiskum evnum.

    Kristni 9 viðgerð kristnu skriftirnar og við trúartrænum verða jødadómur, kristindómur og islam samanbornir.

    Evni sum kærleiki, bøn og meditatión og hugvísindi og…

  • Kristni 5 - Lærarabók
    Kristni 5 - Lærarabók

    Kunning:  ‘Kristni 5. Lærarabók’  er partur av bókaheild til kristnikunnleika í 5. flokki. Lærarabókin ger tað lætt at leita fram júst tað, lærarin hevur brúk fyri. Viðmerkt er týðuliga, hvat evni og hvørja síðu í næmingabókini sipað verður til. Aftast eru sangir.…

  • Súlubók - Hundurin hjá Annu
    Súlubók - Hundurin hjá Annu

    Hundurin hjá Annu er ein fitt og stuttlig bók til fyrsta flokk, sum er løtt at lesa. Hundurin hjá Annu  hevur lixtalið 6.

    Hon er ein partur av Súluheildini, og er triðja av seks súlubókum við lixi. 

  • Kristni 8 - Lærarabók
    Kristni 8 - Lærarabók

    Lærarabókin til Kristni 8 er ætlað sum eyka tilfar til læraran. Í lærarabókini til áttanda flokk er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við kapitlinum. Fremst í lærarabókini eru frágreiðingar til faktaboksir og annað, sum…

  • Lívfrøði 3 - arbeiðsbók
    Lívfrøði 3 - arbeiðsbók

    Arbeiðsbókin til lívfrøði 3 er í fýra pørtum eins og næmingabókin. Ein partur er um mannakroppin, ein er um smáverur, ein lívtøkni og ílegutøkni og at enda er ein partur um dálking.

    Í hvørjum partinum eru venjingar, minnist tú spurningar, hevur tú skilt…

  • Vinir mínir og eg 3 - lærarabók
    Vinir mínir og eg 3 - lærarabók

    Vinir mínir og eg - kristni 3 er bókaheild til kristnikunnleika í 3. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar. Bókin kostar 875 kr. Tóra við Keldu og Jónfríð Foldbo hava skrivað, og Lisa Golbe Olag Kruse hava myndprýtt.

  • Vinir mínir og eg 3 - næmingabók
    Vinir mínir og eg 3 - næmingabók

    Vinir mínir og eg - kristni 3 er bókaheild til kristnikunnleika í 3. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar.

    Tóra við Keldu og Jónfríð Foldbo hava skrivað, og Ingi Joensen og Lisa Golbe hava myndprýtt.

  • Súlan - Vit skriva
    Súlan - Vit skriva

    Vit skriva er ætlað at nýta í skrivifrálæruni í 1. flokki. Børnini læra at skriva teir stóru og smáu bókstavirnar, samstundis sum tey læra at lesa teir.

  • Kristni 8 - Næmingabók
    Kristni 8 - Næmingabók

    Kristni 8 er grundbók í kristni til 8. flokk. Næmingabókini hevur 16 kapitlar við ymiskum evnum. Byrjað verður við skapanarsøgum úr ymiskum londum og endað verður við norrønu gudalæruni. Inn í millum er evni um einglar, gudstænastu, gamlar kristnar siðir,…

  • Heimssøga - Frá 1900 til í dag
    Heimssøga - Frá 1900 til í dag

    Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls. Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga – Fram til 1700 til 7. flokk, Heimssøga – Frá 1700-1900 til 8. flokk og Heimssøga…

  • Heimssøga - Frá 1700 til 1900
    Heimssøga - Frá 1700 til 1900

    Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls. Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga – Fram til 1700 til 7. flokk, Heimssøga – Frá 1700-1900 til 8. flokk og Heimssøga…

  • Kristni 5 - Næmingabók
    Kristni 5 - Næmingabók

    Jón Magnus Joensen hevur skrivað bókina Kristni 5, sum telur 198 blaðsíður. Bókin heldur fram, har hin fyrra, Kristni 4, slepti. Bókin til fimta flokk er skift í fjúrtan kapitlar, ið geva eina góða og livandi breidd í lærugreinini.

    Sum nakað nýtt er fremmandur…

  • Lívfrøði 2 - Lærarabók
    Lívfrøði 2 - Lærarabók

    Lærarabókin er býtt í somu 4 partar sum næmingabókin og arbeiðsbókin. Í lærarabókini er dentur lagdur á at geva læraranum møguleika at ogna sær størri innlit í tey evni, sum verða viðgjørd í næmingabókini. Lærarabókin hevur eisini ein lista við øllum teimum røttu svarunum til…

  • 8 venjingarhefti til Súluna
    8 venjingarhefti til Súluna

    Hesi 8 venjingarhefti til Súluna eru ætlað at venja ta fyrstu lesingina. Teksturin er ljóðrættur í mest møguligan mun, og tey hava eitt lix-tal og eitt let-tal (læseegnethedstal).

    Venjingarheftini til Súluna eru ætlað til at venja ta fyrstu lesingina. Teksturin er…

Vegleiðingar

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini