Skip to main content

Undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.

Soleiðis ritar tú inn

Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.

Mannagongdin at rita inn við skulin.fo-brúkaranum á unilogin sæst niðanfyri á myndini. Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndina betur.:

Unilogin - innritan

 

i-bøkur - Yvirlit

Kristni 9 - Næmingabók
Kristni 9 - Næmingabók

Kristni 9 er grundbók í kristni til 9. flokk. Næmingabókini hevur 14 kapitlar við ymiskum evnum.

Kristni 9 viðgerð kristnu skriftirnar og við trúartrænum verða jødadómur, kristindómur og…

Kristni 5 - Lærarabók
Kristni 5 - Lærarabók

Kunning:  ‘Kristni 5. Lærarabók’  er partur av bókaheild til kristnikunnleika í 5. flokki. Lærarabókin ger tað lætt at leita fram júst tað, lærarin hevur brúk fyri. Viðmerkt er týðuliga,…

Súlubók - Hundurin hjá Annu
Súlubók - Hundurin hjá Annu

Hundurin hjá Annu er ein fitt og stuttlig bók til fyrsta flokk, sum er løtt at lesa. Hundurin hjá Annu  hevur lixtalið 6.

Hon er ein partur av Súluheildini, og er…

Kristni 8 - Lærarabók
Kristni 8 - Lærarabók

Lærarabókin til Kristni 8 er ætlað sum eyka tilfar til læraran. Í lærarabókini til áttanda flokk er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við…

Lívfrøði 3 - arbeiðsbók
Lívfrøði 3 - arbeiðsbók

Arbeiðsbókin til lívfrøði 3 er í fýra pørtum eins og næmingabókin. Ein partur er um mannakroppin, ein er um smáverur, ein lívtøkni og ílegutøkni og at enda er ein partur um dálking.

Í…

Vinir mínir og eg 3 - lærarabók
Vinir mínir og eg 3 - lærarabók

Vinir mínir og eg - kristni 3 er bókaheild til kristnikunnleika í 3. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar. Bókin kostar 875 kr. Tóra við Keldu og…

Vinir mínir og eg 3 - næmingabók
Vinir mínir og eg 3 - næmingabók

Vinir mínir og eg - kristni 3 er bókaheild til kristnikunnleika í 3. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar.

Tóra við Keldu og Jónfríð…

Súlan - Vit skriva
Súlan - Vit skriva

Vit skriva er ætlað at nýta í skrivifrálæruni í 1. flokki. Børnini læra at skriva teir stóru og smáu bókstavirnar, samstundis sum tey læra at lesa teir.

Kristni 8 - Næmingabók
Kristni 8 - Næmingabók

Kristni 8 er grundbók í kristni til 8. flokk. Næmingabókini hevur 16 kapitlar við ymiskum evnum. Byrjað verður við skapanarsøgum úr ymiskum londum og endað verður við norrønu gudalæruni.…

Heimssøga - Frá 1900 til í dag
Heimssøga - Frá 1900 til í dag

Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls. Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga –…

Heimssøga - Frá 1700 til 1900
Heimssøga - Frá 1700 til 1900

Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls. Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga –…

Kristni 5 - Næmingabók
Kristni 5 - Næmingabók

Jón Magnus Joensen hevur skrivað bókina Kristni 5, sum telur 198 blaðsíður. Bókin heldur fram, har hin fyrra, Kristni 4, slepti. Bókin til fimta flokk er skift í fjúrtan kapitlar, ið geva eina…

Lívfrøði 2 - Lærarabók
Lívfrøði 2 - Lærarabók

Lærarabókin er býtt í somu 4 partar sum næmingabókin og arbeiðsbókin. Í lærarabókini er dentur lagdur á at geva læraranum møguleika at ogna sær størri innlit í tey evni, sum verða viðgjørd í…

8 venjingarhefti til Súluna
8 venjingarhefti til Súluna

Hesi 8 venjingarhefti til Súluna eru ætlað at venja ta fyrstu lesingina. Teksturin er ljóðrættur í mest møguligan mun, og tey hava eitt lix-tal og eitt let-tal…

  • Hervør og Høgni í triðja - Grundbók
    Hervør og Høgni í triðja - Grundbók

    Hetta er triðja lesibókin í føroyskum í røðini um Hervør og Høgna. Bókin byggir á tær báðar undanfarnu bøkurnar, Hervør og Høgni í skúla og Hervør, Høgni og hini. Triðja bókin, ið hevur støði í heimligum umhvørvi, skal læra næmingin nýggj orð og hjálpa honum at automatisera…

  • Lívfrøði 1 - næmingabók
    Lívfrøði 1 - næmingabók

    Í lívfrøði til 7. flokk eru fýra partar. Fyrsti partur er um náttúrusøgu, annar partur er um lívið undir sjóneykuni, triði partur er um mannakroppin, og fjórði partur er um lívfrøði í verki.

    Í bókini eru 4 partar: 1. Lív og náttúra. Fevnir t.d. um margfelt lív,…

  • Skygni 5 - Næmingabók
    Skygni 5 - Næmingabók

    Skygni 5 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fimta flokki. Bókin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Eftir flestu kapittlar eru støðuroyndir, og við støði í teimum eru grønar síður og bláar síður, har evnið í kapitlinum verður viðgjørt á ymiskum torleikastigi. Á…

  • Skygni 5 - Læraravegleiðing
    Skygni 5 - Læraravegleiðing

    Skygni 5 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fimta flokki. Dentur verður serstakliga lagdur á evni úr gerandisdegnum og á náttúruviðurskifti.

    Í læraravegleiðingini eru viðmerkingar til flestu síður, umframt virknissíður, tænastusíður og støðuroyndir við…

  • Hervør og Høgni í triðja - Lærarabók
    Hervør og Høgni í triðja - Lærarabók

    Lærarabók til Hervør og Høgni í triðja. Hugskot, Umrøðuevni, Faktapartur, Bókalisti, Arbeiðsbók og Svarlisti til Arbeiðsbók er til hvørt uppslag í lesibókini.

     

    Myndprýtt bókina hava Janus Guttesen, Hannis Egholm og Kari Roarsdóttir.

  • Les 3 - Ástøði
    Les 3 - Ástøði

    Les. Ástøði er partur av Les røðini, men er eisini ein sjálvstøðug ein. Bókin viðger ymisku tekstasløgini, og hvussu hesi kunnu greinast. Tekstasløgini umfata prosaskaldskap, yrkingar, ævintýr, sagnir, kvæði og yrkistekst. Harumframt er eitt kapitul um myndagreining, og eitt…

  • Les 3 - Arbeiðsbók
    Les 3 - Arbeiðsbók

    Les 3. Arbeiðsbók er ætlað at verða brúkt í samband við viðgerð av tekstunum í savninum Les 3.

  • Les 3
    Les 3

    Les 3

    Tekstasavn

    Les 3 er triðja bók í Les røðini. Tekstasavnið er ætlað til føroyskt í 10. flokki. Tekstasavnið er uttan iva eisini væl egnað til føroyskt á C í miðnámi. Høvðusevnið í tekstasavninum er lívsvirðir í samfelgsligum høpi, og bókin er býtt í fimm partar, sum viðgera hvør sítt…

  • Týskt 2
    Týskt 2

    Týskt 2

    Skrivligt týskt til framhaldsdeild

    Framhald av Týskt 1 - eisini til 8. flokk. Leggur seg serliga eftir veikt bendum sagnorðum í tíðum og bundnum navnorðum í føllum, umframt at klokkan, tølini, dagar, mánaðir og árstíðir eisini verða viðgjørd. Bókin leggur seg eftir fjølbroytni innan uppgávusløg.

  • Eg skrivi 8
    Eg skrivi 8

    Eg skrivi 8

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Nú er 8. bókin í Eg skrivi røðini komin út. Við bókini er hefti á 47 blaðsíður við útfyllingarfyrisøgnum.

    Ætlanin er, at tað skulu vera 9 bøkur tilsamans. Eg skrivi-bøkurnar eru ikki ætlaðar ávísum floksstigi, men kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint í 4.…

  • Súlubók 4 - Sólin sá bil og bát í á
    Súlubók 4 - Sólin sá bil og bát í á

    Súlubók 4 - Sólin sá bil og bát í á

    Sólin sá bil og bát í á

    Súlubók 4 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu átta bókstavirnar í Súluni.

    Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni. Teksturin er ætlaður at læra næmingarnar at lesa…

  • Súlubók 3 - Sólin sá Ásu og Óla í á
    Súlubók 3 - Sólin sá Ásu og Óla í á

    Súlubók 3 - Sólin sá Ásu og Óla í á

    Sólin sá Ásu og ÿla í á

    Súlubók 3 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu sjey bókstavirnar í Súluni. 

    Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni. Teksturin er ætlaður at læra næmingarnar at…

  • Súlan - Lærarabók
    Súlan - Lærarabók

    Lærarabókin er ætlað sum uppskot og hugskot til lærarar um, hvussu teir kunnu arbeiða við bókstava- og ljóðbókini Súlan.

  • Súlan - Bókstava- og ljóðbók
    Súlan - Bókstava- og ljóðbók

    Súlan - Bókstava- og ljóðbók

    Bókstava- og ljóðbók

    Bókin Súlan er ætlað sum undirvísingartilfar í føroyskum í 1. flokki. Í bókini lesa og arbeiða børnini við bókstavunum og tvíljóðunum. Hvør bókstavur fyllir eina opnu. Á aðrari síðuni er ein sangur, á hinari lættur tekstur, sum er skrivaður uppá rím.

    Lærari og…

  • Týskt 1
    Týskt 1

    Týskt 1

    Skrivligt týskt til framhaldsdeild

    Týskt 1 eftir Gunnvá Dam, lærara, er skrivligt týskt til 8. flokk. Týskt 1 er uppgávubók til byrjanarundirvísing í týskum og er ætlað til fyrru hálvu av 8. flokki.

    Í bókini eru grundleggjandi mállæruvenjingar í týskum, har dentur verður lagdur á navnorð úr…

Vegleiðingar

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini