Skip to main content

Undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.

Soleiðis ritar tú inn

Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.

Mannagongdin at rita inn við skulin.fo-brúkaranum á unilogin sæst niðanfyri á myndini. Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndina betur.:

Unilogin - innritan

 

i-bøkur - Yvirlit

Súlubók 6 - Sólin sá gás í á
Súlubók 6 - Sólin sá gás í á

Súlubók 6 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu tíggju bókstavirnar í Súluni.

Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin…

Kristni 7 - Lærarabók
Kristni 7 - Lærarabók

Kristni 7, lærarabók er á 117 bls., býtt í kapitlar á sama hátt sum næmingabókin. Í lærarabókini er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við kapitlinum. Fremst í…

Heimssøga - Fram til 1700
Heimssøga - Fram til 1700

Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls. Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga –…

Vinir mínir og eg 2 - Næmingabók
Vinir mínir og eg 2 - Næmingabók

Vinir mínir og eg - kristni 2 er bókaheild til kristnikunnleika í 2. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, tvær ljómfløgur, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar.

Vinir mínir og eg 2 - Lærarabók

Kristnikunnleiki. Lærarabók
Vinir mínir og eg 2 - Lærarabók
Vinir mínir og eg 2 - Lærarabók

Vinir mínir og eg - kristni 2 er bókaheild til kristnikunnleika í 2. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á snar.

Skygni 7 - lærarabók
Skygni 7 - lærarabók

Skygni 7 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í sjeynda flokki. Bókaheildin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Eftir flestu kapittlar eru støðuroyndir, og við støði í teimum eru grønar…

Skygni 7 - næmingabók
Skygni 7 - næmingabók

Skygni 7 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í sjeynda flokki. Bókaheildin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Eftir flestu kapittlar eru støðuroyndir, og við støði í teimum eru grønar…

Lívfrøði 3 - næmingabók
Lívfrøði 3 - næmingabók

Lívfrøði 3 er seinasta næmingabókin í bókarøðini til lívfrøði í framhaldsdeild fólkaskúlans. Bókin er sum tær báðar undanfarnu næmingabøkurnar býtt í 4 partar. Allir partarnir eru onkursvegna…

Pit Stop #8 - Topic Book
Pit Stop #8 - Topic Book

Tekstasavnið fevnir um kravdar og valfríar tekstir umboðandi øll tekstasløg. Savnið er skipað í seks tema.

Pit Stop #9 - Topic  Book
Pit Stop #9 - Topic  Book

Tekstasavnið fevnir um dravdar og valfríar tekstir umboðandi øll tekstasløg. Savnið er skipað í tema.

Pit Stop #9 - Task Book
Pit Stop #9 - Task Book

Uppgávusavnið fevnir um kravdar og valfríar uppgávur umboðandi allar innlæruhættir. Savnið er skipað eftir sama leisti sum tekstasavnið. Task Book er høvuðsbókin í bókaheildini.

Pit Stop #9 - Teacher’s Guide 9 Educational Intentions
Pit Stop #9 - Teacher’s Guide 9 Educational Intentions

Lærarabókin fevnir um praktiska og teoretiska vegleiðing, svarlista, bakgrundsvitan og ymisk uppskot til undirvísingina

Pit Stop #8 - Task Book
Pit Stop #8 - Task Book

Uppgávusavnið fevnir um kravdar og valfríar uppgávur umboðandi allar innlæruhættir. Savnið er skipað eftir sama leisti sum tekstasavnið. Task Book er høvuðsbókin í bókaheildini.

Pit Stop #8 - Teacher’s Guide 8 Educational Intentions
Pit Stop #8 - Teacher’s Guide 8 Educational Intentions

Lærarabókin fevnir um praktiska og teoretiska vegleiðing, svarlista, bakgrundsvitan og ymisk uppskot til undirvísingina.

Uppgávusavnið fevnir um allar uppgávur, sum næmingarnir skulu skriva…

Kristni 7 - Næmingabók
Kristni 7 - Næmingabók

Bókin er ætlað 7. flokki í kristni og er á 133 blaðsíður. Bókin er ein faktakend bók, sum er liður í røðini av undirvísingartilfari í kristni til framhaldsdeildina. Hvør kapittul í Kristni 7 endar…

  • Alisfrøði og evnafrøði 2 - Arbeiðsbók
    Alisfrøði og evnafrøði 2 - Arbeiðsbók

    Í arbeiðsbókini eru 34 venjingar við ymsum næmingaroyndum, sum skulu lætta um innlæringina. Høvuðsevnini eru evnafrøði, magnetisma, bústaðarupphiting og rørsla og rúmd.

    Harumframt eru uppgávur til næmingarnar at arbeiða við heima ella í skúlanum. Janus Dam Guttesen hevur…

  • Alisfrøði og evnafrøði 2 - Lærarabók
    Alisfrøði og evnafrøði 2 - Lærarabók

    Í lærarabókini eru nøkur orð um hvønn kapittulin í grundbókini. Hetta kunnu vera hentar ávísingar viðvíkjandi royndunum, ella at ávíst evni er gjølligari viðgjørt. Harumframt eru undir heitinum Tippa 12 røtt smáar uppgávur og støðuroyndir til læraran at fjølrita. Aftast í…

  • Stutt mállæra
    Stutt mállæra

    Bókin er fyrst og fremst ætlað at stuðla næmingunum í føroyskari rættskriving, serliga í 8. og 9. flokki. Høvundarnir hava lagt seg eftir at hava alt tað við, sum lesiætlanin krevur av 9. flokki, og sum hevur týdning fyri rættskrivingina.

    Høvuðspartarnir í bókini eru…

  • Stutt mállæra. Uppgávur til 8. flokk
    Stutt mállæra. Uppgávur til 8. flokk

    Til mállærubókina Stutt mállæra verða gjørd tvey uppgávuhefti, annað til 8. flokk og hitt til 9. flokk. Hetta er heftið ætlað 8. flokki, men sum væl kann brúkast til 9. flokk. Í uppgávuheftinum eru 39 mállæruuppgávur. Til tær einstøku uppgávurnar er greinatal, sum vísir til…

  • Eg skrivi 4
    Eg skrivi 4

    Eg skrivi 4

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Hetta er fjórða bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

    Í hesari bókarøðini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til…

  • Eg skrivi 1
    Eg skrivi 1

    Eg skrivi 1

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Eg skrivi 1 eftir Gunnvá Dam, lærara, er skrivligt føroyskt til miðdeild fólkaskúlans. Hetta er fyrsta bók í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera…

  • Eg skrivi 2
    Eg skrivi 2

    Eg skrivi 2

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Hetta er onnur bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Gunnvá Dam hevur skrivað og Edward Fuglø hevur teknað. Eg skrivi 1 kom út á sumri 2003. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera…

  • Firvaldsbók 1
    Firvaldsbók 1

    Firvaldsbók 1 er nú komin í broyttari og øktari útgávu. Størsta broytingin er, at uppgávurnar eru gjørdar lættari, so næmingarnir fyrr kunnu byrja at brúka bókina. Firvaldsbøkurnar eru ætlaðar sum eykatilfar í byrjanarundirvísingini. Heftini eru ikki til eitt ávíst floksstig,…

  • Lær teg enskt
    Lær teg enskt

    Lær teg enskt er ætlað undirvísingini í framhaldsdeild fólkaskúlans, miðnámskúlum og hægri skúlum, men hon er eisini væl hóskandi til sjálvlestur hjá teimum, sum vilja læra seg enskt. Bókin er skrivað út frá royndum hjá høvundunum sum lærarar í fólkaskúla og læraraskúla. Lær…

  • Søga okkara 2 - Arbeiðshefti
    Søga okkara 2 - Arbeiðshefti

    ÿtlanin við arbeiðsheftinum er at arbeiða meira við teimum evnum, ið næmingurin hevur verið ígjøgnum í søgubókini. Hvør táttur er skipaður við spurningum og kjak- og verkevnum. Næmingurin finnur beinleiðis svar í bókini til spurningarnar. Spurningarnir eru settir soleiðis, at…

  • Alisfrøði og evnafrøði 3 - Arbeiðsbók
    Alisfrøði og evnafrøði 3 - Arbeiðsbók

    Alisfrøði og evnafrøði 3 er ætlað 9. flokki. Á arbeiðsbókini eru 56 venjingar við ymsum næmingaroyndum, sum skulu lætta um innlæringina. Harumframt eru uppgávur at arbeiða við heima ella í skúlanum.

  • Alisfrøði og evnafrøði 3 - Lærarabók
    Alisfrøði og evnafrøði 3 - Lærarabók

    Alisfrøði og evnafrøði 3 er ætlað 9. flokki. Á lærarabókini eru nøkur orð um hvønn kapittulin í grundbókini. Hetta kunnu vera hentar ávísingar viðvíkjandi royndunum, ella at ávíst evni er gjølligari viðgjørt. Harumframt eru smáar uppgávur og støðuroyndir til læraran at fjølrita.…

  • Les 1

    Les 1

    Tekstasavn til framhaldsdeild

    Les 1 er heitið á fyrstu bók í nýggjari røð í trimum pørtum til framhaldsdeildina í føroyskum. Bókin er tekstasavn, sum er skipað í sjey partar, hvør við sínum heiti. Tekstirnir verða bundnir saman við einum høvuðsevni. Ymsu heitini á pørtunum geva lesaranum innlit í, hvussu…

  • Mandy on holiday - Workbook
    Mandy on holiday - Workbook

    Arbeiðsbókin (the workbook) til Mandy on holiday. Í arbeiðsbókini eru uppgávur, har næmingurin kann venja og menna sín førleika í enskum. Uppgávurnar eru fjølbroyttar. Næmingar læra best, tá ið teir eru virknir. Í arbeiðsbókini kunnu teir m.a. skriva, tekna og loysa…

  • Mandy on holiday - Grundbók
    Mandy on holiday - Grundbók

    Mandy on holiday - Grundbók

    Lesibók við fløgu

    Føroyskt tilfar til enskundirvísingina.

    Una Poulsen, lærari í Vestmanna, hevur skrivað og skipað tilfar til eina nýggja føroyska bókarøð ætlað 4. flokki. Tríggjar bøkur mynda bókaheildina Mandy on holiday: lesibók, arbeiðsbók og lærarabók.
    Sermerkt við hesi bók…

Vegleiðingar

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini