Skip to main content

Undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.

Soleiðis ritar tú inn

Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.

Tað eru tvær mannagongdir at rita inn á unilogin við skulin.fo-brúkaranum. Hesar síggjast á myndunum niðanfyri.  Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndirnar betri: Unilogin - innritan

i-bøkur - Yvirlit

Kristni 9 - Næmingabók
Kristni 9 - Næmingabók

Kristni 9 er grundbók í kristni til 9. flokk. Næmingabókini hevur 14 kapitlar við ymiskum evnum.

Kristni 9 viðgerð kristnu skriftirnar og við trúartrænum verða jødadómur, kristindómur og…

Kristni 5 - Lærarabók
Kristni 5 - Lærarabók

Kunning:  ‘Kristni 5. Lærarabók’  er partur av bókaheild til kristnikunnleika í 5. flokki. Lærarabókin ger tað lætt at leita fram júst tað, lærarin hevur brúk fyri. Viðmerkt er týðuliga,…

Súlubók - Hundurin hjá Annu
Súlubók - Hundurin hjá Annu

Hundurin hjá Annu er ein fitt og stuttlig bók til fyrsta flokk, sum er løtt at lesa. Hundurin hjá Annu  hevur lixtalið 6.

Hon er ein partur av Súluheildini, og er…

Kristni 8 - Lærarabók
Kristni 8 - Lærarabók

Lærarabókin til Kristni 8 er ætlað sum eyka tilfar til læraran. Í lærarabókini til áttanda flokk er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við…

Lívfrøði 3 - arbeiðsbók
Lívfrøði 3 - arbeiðsbók

Arbeiðsbókin til lívfrøði 3 er í fýra pørtum eins og næmingabókin. Ein partur er um mannakroppin, ein er um smáverur, ein lívtøkni og ílegutøkni og at enda er ein partur um dálking.

Í…

Vinir mínir og eg 3 - lærarabók
Vinir mínir og eg 3 - lærarabók

Vinir mínir og eg - kristni 3 er bókaheild til kristnikunnleika í 3. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar. Bókin kostar 875 kr. Tóra við Keldu og…

Vinir mínir og eg 3 - næmingabók
Vinir mínir og eg 3 - næmingabók

Vinir mínir og eg - kristni 3 er bókaheild til kristnikunnleika í 3. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar.

Tóra við Keldu og Jónfríð…

Súlan - Vit skriva
Súlan - Vit skriva

Vit skriva er ætlað at nýta í skrivifrálæruni í 1. flokki. Børnini læra at skriva teir stóru og smáu bókstavirnar, samstundis sum tey læra at lesa teir.

Kristni 8 - Næmingabók
Kristni 8 - Næmingabók

Kristni 8 er grundbók í kristni til 8. flokk. Næmingabókini hevur 16 kapitlar við ymiskum evnum. Byrjað verður við skapanarsøgum úr ymiskum londum og endað verður við norrønu gudalæruni.…

Heimssøga - Frá 1900 til í dag
Heimssøga - Frá 1900 til í dag

Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls. Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga –…

Heimssøga - Frá 1700 til 1900
Heimssøga - Frá 1700 til 1900

Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls. Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga –…

Kristni 5 - Næmingabók
Kristni 5 - Næmingabók

Jón Magnus Joensen hevur skrivað bókina Kristni 5, sum telur 198 blaðsíður. Bókin heldur fram, har hin fyrra, Kristni 4, slepti. Bókin til fimta flokk er skift í fjúrtan kapitlar, ið geva eina…

Lívfrøði 2 - Lærarabók
Lívfrøði 2 - Lærarabók

Lærarabókin er býtt í somu 4 partar sum næmingabókin og arbeiðsbókin. Í lærarabókini er dentur lagdur á at geva læraranum møguleika at ogna sær størri innlit í tey evni, sum verða viðgjørd í…

8 venjingarhefti til Súluna
8 venjingarhefti til Súluna

Hesi 8 venjingarhefti til Súluna eru ætlað at venja ta fyrstu lesingina. Teksturin er ljóðrættur í mest møguligan mun, og tey hava eitt lix-tal og eitt let-tal…

  • Prikkut vár - Skrivibók
    Prikkut vár - Skrivibók

    Til bókina Prikkut vár hoyrir eisini fjølbroytt skrivibók, har arbeitt verður víðari við tí, sum er í lesibókini. Loysnir til gátur og annað er at finna í svarlistanum.

  • Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók
    Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók

    Náttúra og tøkni 3 byggir á bøkurnar Náttúra og tøkni 1 og 2, og er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við, har tað natúrliga fellir inn. Ætlanin er, at næmingarnir við egnum upplivingum…

  • Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók
    Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók

    Lærarabók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í lærarabókini er inngangur um undirvísingina í lærugreinini sum heild, og greitt verður frá mongu møguleikunum í nýggja tilfarinum. Haraftrat eru frágreiðingar til hvørt høvuðsevnið í grundbókini og arbeiðsbókini…

  • Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók
    Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók

    Arbeiðsbók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í arbeiðsbókini eru royndir og uppgávur til næmingar at loysa. Góðar tekningar og frágreiðingar lýsa mannagongdirnar.

    Amboð til royndir kunnu keypast frá Bókamiðsøluni. Príslistin er at finna her sum pdf.

  • Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók
    Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók

    Náttúra og tøkni 2 er ætlað til 5. flokk. Hetta er onnur bókin í røðini. Fyrsta bókin kom í 1999, og triðja og seinasta bókin kom í august 2006.

    Við støði í heimligu náttúruni skulu næmingar við egnum royndum sleppa at eygleiða og kanna lívfrøðilig, landafrøðilig og…

  • Náttúra og tøkni 1 - Næmingabók
    Náttúra og tøkni 1 - Næmingabók

    Undirvísingin í náttúru og tøkni tekur støði í landafrøðiligu, alis-/evnafrøðiligu og lívfrøðiligu umstøðunum í heimstaðnum, í Føroyum og umheiminum. Næmingarnir skulu læra um tøkniligu menningina, ið er ein sjálvsagdur partur í okkara gerandisdegi. Í hesi bók venda tekstur…

Vegleiðingar

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini