Nýggjastu útgávur
Ein skúladagur í K.
Hetta er savn við 23 skemtisøgum eftir 14 føroyskar høvundar, frá M.A. Winther til Oddvør Johansen. Í innganginum greiðir Jógvan Isaksen frá føroyskari skemtisøguskriving, hvussu hon er broytt og hví.
Eitt dukkuheim
Sjónleikurin snýr seg um rættin hjá menniskjum at liva sítt egna lív uttan at vera bundin av gomlum reglum og vanahugsanum.
Ellæra 1
Ellæra 1 viðger tættir sum: Streym og løðing, Elektrisk felt og potential, Mótstøðu og spenning og Elektromotoriska kraft í streymrásum. Á kapitlunum eru uppgávur, og aftast í bókini er uppískoyti…
Bókin byrjar við einum almennum parti, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á føroyska partin, har føroyski basaltháslættin verður lýstur við niðastu basaltfláum,…
Føroya náttúra
Bókin Føroya Náttúra er ein støðumynd av lívfrøðiliga margfeldinum í føroysku náttúruni, og tí er hon tað besta grundarlagið, ið vit í løtuni hava fyri at meta um støðuna hjá plantum og djórum í…
Føroya søga 1
Á fyrsta bindi av Føroya søgu, ið ber undirheitið Norðurlond og Føroyar, verður roynt at koma inn í søgu okkara, og spurningarnir, sum viðgjørdir verða, eru t.d.: Hvussu varð Føroya land til?…
Føroya søga 2
Á øðrum bindi av Føroya søgu, sum ber undirheitið Skattland og len, er høvuðsdenturin lagdur á miðaldarsøguna; tó umskarast frásøgnin í tíðar- og hendingarrøð, so at komið verður fram til um ár…
Føroya søga 3
Á hesum bindi verður roynt at binda træðrirnar aftur til fyrsta og annað bind. Byrjað verður við einum broyttum samfelagsstøði eftir Gablatíðina. Teir seinastu kapitlarnir eru um tey politisku…
Føroysk kórbók 1
Á kórbóklinginum, sum Ólavur Hátún hevur lagt til rættis, eru vælkendir føroyskir sangir og sálmar. Karl Clausen hevði í mong ár gott og regluligt samskifti við føroysk kórfólk. Hann gjørdi…
Føroyskar bókmentir 2
Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir fyri 1880. Rithøvundarnir eru: J. Dahl, Jógvan Dánialsson, Rasmus Effersøe, A.C. Evensen, J.P. Gregoriussen, V.U. Hammershaimb, Johanna M.…
Føroyskar bókmentir 3
Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir í tíðarskeiðinum 1881-1902. Rithøvundarnir eru: J.H.O. Djurhuus, Jákup Hansen, Jóan Chr. Poulsen, Nyholm Debess, H.A. Djurhuus, H.M.…
Føroyskar bókmentir 4
Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir í tíðarskeiðnum 1905-1938. Rithøvundarnir eru: K.O. Viderø, Jákup Berg, Andreas Andreasen, Valdemar Poulsen, G.L. Samuelsen, Sigurð Joensen,…
Føroyskir rithøvundar
Teldutøk rithøvundaskrá, skipað í tíðarrøð, við almennum inngangi um føroyskar bókmentir.
Bókin viðger vistfrøðina og lívfrøðina hjá soppum, eyðkenni, bólking og vakstrarstøð. Nógvir soppar eru sera vakrir, nógvir eru góðir átusoppar, og nakrir eru eitursoppar. Litmyndir eru av teimum…
Fiskimenn
Henda útgávan av skaldsøguni Fiskimonnum er í fyrstu syftu ein skúlaútgáva. Men samstundis er skaldsøgan við inngangi sínum, sínum viðmerkingum, tekningum og sínum ávísingum ein fongur hjá øllum…
Fjørið mítt
Á bókini verður í drúgvum inngangi roynt at lýsa gomlu føroysku ævintýrini sum part av ævintýrum yvirhøvur og at greiða frá tí arbeiði, sum var gjørt her á landi at savna og skriva upp ævintýr.…
Fjørið mítt
Á arbeiðsheftinum eru uppskot um, hvussu arbeiðast kann við ævintýrum í skúlanum. Harumframt eru eitt norskt og eitt íslendskt frábrygdi til ævintýrið Risans klótu tikin við til samanberingar.
Flugudrotturin sigur frá einum flokki av enskum dreingjum, sum er komin til eina óbygda oyggj, eftir at flogfarið, teir vóru við, er dottið niður. Á heiminum uttan um oynna leikar kríggj á, og tað…
Flugudrotturin
Arbeiðshefti er eitt uppskot til útlegging av bókini. Arbeiðshættirnir eru ymiskir, og tað er upp til læraran, um hann velur at arbeiða við øllum hættunum, ella hann velur einstakar burturúr.…
Formlasavn C
Formlasavnið er loyvt hjálparamboð hjá næmingum til próvtøkurnar í støddfrøði í 1. studentaskúlaflokki á málsligari deild (kravt stig) og í 1. HF-flokki (felagslærugrein). Aftast í heftinum er…
Bókin lýsir stórpolitisku gongdina í Evropa í hesum tíðarskeiði við serligum atliti at søgu Týsklands. Hini ríkini í Evropa, sum um hetta mundið vóru mett sum stórveldi: Bretland, Frakland, Italia og…
Fráflyting og búskaparkreppa
Fráflyting og búskaparkreppa er tann seinasta bókin í røðini við teimum sonevndu livikorskanningunum, sum Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út í samstarvi við føroysk yrkisfeløg og snúgva seg…
Frostrósan
Eitt úrval av teimum søgum, ið komu inn til stuttsøgukappingina fyri føroyskar kvinnur, ið Kvinnutíðindi lýstu eftir. Til bókina fæst eisini arbeiðshefti, sum Kirsten Brix hevur lagt til rættis.
Frostrósan
Eitt úrval av teimum søgum, ið komu inn til stuttsøgukappingina fyri føroyskar kvinnur, ið Kvinnutíðindi lýstu eftir. Til bókina fæst eisini arbeiðshefti, sum Kirsten Brix hevur lagt til…
Frumsagnir
Orðið frumsøgn er úr grikska orðinum Mythos og kann merkja frásøgn, orð ella ætlan. Allar frumsagnir lýsa fyrst, hvussu heimurin var til. Sagnirnar í hesari bókini eru bara ein lítil partur av…
Skaldsøga um 40 ára gamla Mattis, sum er evnaveikur. Hann býr hjá systrini Hegu. Mattis livir í samljóði við náttúruna, og tá ið hann skal greiða systrini frá sínum upplivingum, er tað, sum tveir…
Fyriskipan
Fyriskipan eftir Heðin Samuelsen, lærara í Føroya Handilsskúla í Havn, er tann seinasta bókin av fýra í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum. Á…
Fyriskipan. Uppgávur
Heftið er partur av røðini virkisbúskapi, sum er ætlað undirvísing í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum, men eisini til sjálvlestur hjá teimum, ið hava áhuga fyri virkisbúskapi. Fyriskipan er…
Kostnaðarlæra
Henda bókin er tann triðja av fýra bókum í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum. Á handilsskúlanum er hon ætlað at nýta í undirvísingini í virkisbúskapi…
Kostnaðarlæra. Uppgávur
Hetta er uppgávuhefti til bókina Kostnaðarlæru, ið er ætlað til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum. Á handilsskúlanum er hon ætlað til undirvísing í virkisbúskapi í hægri…