Skip to main content

Útgávuyvirlit

Føroyskir soppar
Føroyskir soppar

Bókin viðger vistfrøðina og lívfrøðina hjá soppum, eyðkenni, bólking og vakstrarstøð. Nógvir soppar eru sera vakrir, nógvir eru góðir átusoppar, og nakrir eru eitursoppar. Litmyndir eru av teimum…

Fólk og mentan
Fólk og mentan

Eitt yvirlit yvir føroyska fólkamentan. Greitt verður frá dagliga lívinum á sjógvi og landi, soleiðis sum tað var upp til fyrst í hesi øld. Greitt verður m.a. frá jarðarbrúki, hoygging og torvskurði,…

Gandamyndir

512 myndasamansetingar
Gandamyndir
Gandamyndir

Bókin er væl egnað at læra næmingar um myndir. Síðurnar eru í tveimum, so lættliga sæst, hvussu skjótt myndin broytist. Hon skuldi fingið tann, ið teknar ella hyggur at myndunum, at fara út um…

Geitin Zlateh
Geitin Zlateh

Søgan um geitina Zlateh og lítla drongin Aaron. Geitin er vorðin gomul og skal seljast, og tað verður Aaron, ið skal fara til býin við henni og selja hana. Á vegnum koma tey í svárar trupulleikar, og…

Geitin lembir
Geitin lembir

Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá, hvussu tað gongst, tá ið geitin lembir. Fyrst í bókini verður stutt sagt frá geitarhaldi í Føroyum fyrr í tíðini. Bókin hóskar væl til…

Gras
Gras

Við myndum og á løttum máli verður greitt frá grasi, einari av heimsins týdningarmestu plantum. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

Reyðmaðkurin
Reyðmaðkurin

Við myndum og á løttum máli verður greitt frá maðkinum og hansara týdningi í tilveru okkara. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

Grønur var dalurin
Grønur var dalurin

Grønur var dalurin kom út fyrstu ferð í 1939, og í dag telist bókarverkið millum heimsklassikararnar. Bókin er um Morganfólkini í Wales, har mannfólkini arbeiða í kolanáminum. Tað er yngsti sonur…

Havfrúgv og Nykur

Tvær sagnir
Havfrúgv og Nykur
Havfrúgv og Nykur

Í hesum bóklingi eru tvær sagnir. Onnur um hvussu havfrúgv er vorðin, og hin um hvussu nykur er vorðin. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar fæst á…

Havið
Havið

Bókarverkið Havið eftir Boga Hansen, havfrøðing, snýr seg um heimshøvini, men fyrst og fremst um tær føroysku havleiðirnar og nemur við samanhang millum hav, lív og dálking. Á Føroyum, her sum vit…

Heimsatlas
Heimsatlas

Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. 

Um Evropa verður farið til…

Heimurin 1.

Vit kunna okkum um heimin
Heimurin 1.
Heimurin 1.

Bókin er ætlað sum stuðul í undirvísingini í landalæru tey fyrstu árini, næmingarnir rættiliga fara at brúka kort og atlas. Evnini eru t.d. ættirnar, veður og vindur, globus, longdar- og…

Heimurin 2

Vit kunna okkum meira um heimin
Heimurin 2
Heimurin 2

Heimurin 2 er framhald av Heiminum 1 og viðger evnini streym og streymkort, vind og vindmegi, ættirnar, tíðarøki, tíðarmun, lond í Evropa o.a. Harumframt eru nógvar uppgávur til Heimsatlasið í…

Fjørið mítt

- ævintýrheimur
Fjørið mítt
Fjørið mítt

Á bókini verður í drúgvum inngangi roynt at lýsa gomlu føroysku ævintýrini sum part av ævintýrum yvirhøvur og at greiða frá tí arbeiði, sum var gjørt her á landi at savna og skriva upp ævintýr.…

Fjørið mítt

- ævintýrheimur. Arbeiðshefti
Fjørið mítt
Fjørið mítt

Á arbeiðsheftinum eru uppskot um, hvussu arbeiðast kann við ævintýrum í skúlanum. Harumframt eru eitt norskt og eitt íslendskt frábrygdi til ævintýrið Risans klótu tikin við til samanberingar.

Heimurin 3

Sólskipanin
Heimurin 3
Heimurin 3

Hesi evni eru viðgjørd: 1. Sólin og fylgisveinar hennara, 2. Sól og gongustjørnur í røttum lutfalli, 3. Yvirlit yvir sól og gongustjørnur, 4. Jørðin og sólin árið íkring, 5. Mánin eina sól, 6.…

Heimurin 4

Streymur og sjóvarfall
Heimurin 4
Heimurin 4

Bóklingurin greiðir frá sjóvarfalli, bæði flóð og fjøru og sjóvarfalsstreymi; harumframt verður eisini nortið við streym yvirhøvur og onnur viðurskifti í havinum, serliga havinum kring Føroyar.…

Heimurin 5

Heimurin í hagtølum og evnum
Heimurin 5
Heimurin 5

Bókin viðger hesi høvuðsevni: Jørðina. Fólkið í heiminum. Fólk og samfelag. Evropeiska Samveldið (ES). Sameindu Tjóðir (ST). Orku. Talvur. Ábúgvafrøði og lívskor. Heimsins trúarlærur. Heimsins…

Heimurin 6

Ídnaðarlond og menningarlond
Heimurin 6
Heimurin 6

Bóklingurin er knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Ídnaðarlond og menningarlond verða lýst, og londini Belgia, Gana og Føroyar verða…

Heimurin 7

Veðurlag og gróðurbelti
Heimurin 7
Heimurin 7

Bóklingurin er serstakt knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Fylgjandi evni verða viðgjørd: Veðurlag og gróðurbelti: veðurlag, lufttrýst…

Heimurin 8

Krossorð
Heimurin 8
Heimurin 8

Krossorðagáturnar eru gjørdar til Heimsatlasið. Høvuðsdenturin er lagdur á leitingina í atlasinum. Bæði lættar og truplar uppgávur eru. Til krossorðini er svarlisti, sum fylgir við.

Heimurin 8

Krossorð. Svarlisti
Heimurin 8
Heimurin 8

Svarlisti til Heimurin 8. Krossorð.

Heiðin hind

Tekstasavn
Heiðin hind
Heiðin hind

Á savninum eru 16 tekstir - yrkingar og prosatekstir - sum allir lýsa konufólk og samband teirra við umheimin. Tað er ein sannroynd, at bókmentirnar endurspegla støðu kvinnurnar í samfelagnum.…

Hon kysti hann

Savn av ástaryrkingum
Hon kysti hann
Hon kysti hann

Úrvalssavn av føroyskum ástaryrkingum frá Jóannesi Patursson til Jóannes Nielsen. Brot úr nøkrum kvæðum verða eisini tikin við.

  • Ferð á føroyskt 1 - sum annaðmál

    Ferð á føroyskt fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók, Orðahefti, ljóðfílur og Lærarabók

    Í Lærarabókini er:

    • <span&hellip;
  • Ferð á føroyskt 2 - sum annaðmál

    Ferð á føroyskt 2 - sum annaðmál

    Arbeiðsbók & Orðahefti

    Ferð á føroyskt fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók, Orðahefti, ljóðfílur og Lærarabók.

    Bók 1 fevnir um 1. og 2. kapittul. Bók 2 fevnir fyribils um 3. kapittul, til 4. fjórði kapittul er lagdur…

  • Ferð á føroyskt 2 - sum annaðmál

    Ferð á føroyskt fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók, Orðahefti, ljóðfílur og Lærarabók

    Bók 1 fevnir um 1. og 2. kapittul. Bók 2 fevnir fyribils um 3. kapittul, til 4. fjórði kapittul er lagdur…

  • Punktum 9 - arbeiðshefti

    Punktum 9 - arbeiðshefti

    Mállæra til hádeild

    Arbeiðshefti til mállærubókina Punktum, sum er grundbók í mállæru í hádeild.

    Punktum er ein handbók, sum fyrst og fremst er ætlað mállæruundirvísingini í hádeild. Hon er ein grundbók, sum tú brúkar frá 7. flokki og restina av fólkaskúlaárunum. Endamálið er at arbeiða…

  • Punktum 8 - arbeiðshefti

    Punktum 8 - arbeiðshefti

    Mállæra til hádeild

    Arbeiðshefti til mállærubókina Punktum, sum er grundbók í mállæru í hádeild.

    Punktum er ein handbók, sum fyrst og fremst er ætlað mállæruundirvísingini í hádeild. Hon er ein grundbók, sum tú brúkar frá 7. flokki og restina av fólkaskúlaárunum. Endamálið er at arbeiða…

  • Punktum 7 - Arbeiðshefti

    Punktum 7 - Arbeiðshefti

    Mállæra til hádeild

    Arbeiðshefti til mállærubókina Punktum, sum er grundbók í mállæru í hádeild.

    Punktum er ein handbók, sum fyrst og fremst er ætlað mállæruundirvísingini í hádeild. Hon er ein grundbók, sum tú brúkar frá 7. flokki og restina av fólkaskúlaárunum. Endamálið er at arbeiða…

  • Bókin um mínar styrkir, stór kort

    Tey 24 styrkikortini eru eitt ítøkiligt amboð við teksti og myndum, sum ger tað lættari at tosa um tað, sum styrkir okkum.

    Kortini eru hent at brúka, tá ið lærarin greiðir næmingunum frá um tær 24 styrkirnar.

    Stóru styrkikortini eru akkurát líka sum 24 smáu…

  • Leyp 1

    Leyp er undirvísingartilfar til føroyskt sum annaðmál og er skipað í tríggjar røðir: eina grøna, eina violetta og eina bláa. Vit hava fimtan evni, sum verða bólkað í trý, og tískil eru tríggir amboðskassar. Til hvønn amboðskassa er ein…

  • Bókin um mínar styrkir, 4. - 6. fl

    Um útgávuna: Bókin um mínar styrkir er einnýtslutilfar til næmingin. Í bókini eru 15 venjingar, harav summar eru knýttar at styrkispælinum til 11 ár og eldri. Tær flestu venjingarnar eru gjørdar til sjálvstøðugt arbeiði, men nakrar eru eisini til bólkaarbeiði og onkrar til…

  • Bókin um mínar styrkir, 1. - 3. fl

    Bókin um mínar styrkir er einnýtslutilfar til næmingin. Í bókini eru 17 venjingar, harav summar eru knýttar at styrkispælinum 6-10 ár. Tær flestu venjingarnar eru gjørdar til sjálvstøðugt arbeiði, men nakrar eru eisini til bólkaarbeiði og…

  • Bókin um mínar styrkir, hádeild og miðnám

    Bókin um mínar styrkir er einnýtslutilfar til næmingin. Í bókini eru 14 venjingar, harav summar eru knýttar at styrkispælinum til 11 ár og eldri. Tær flestu venjingarnar eru gjørdar til…

  • Bókin um mínar styrkir, styrkispælið 11 ár og eldri

    Styrkispælið, 11 ár og eldri er eitt borðspæl til eldru børnini og er knýtt at Bókin um mínar styrkir. Nakrar av uppgávunum í bókini eru gjørdar til styrkispælið, men tað ber eisini væl til at spæla uttan bókina.…

  • Styrkispælið, 6-10 ár er eitt borðspæl til yngru børnini og er knýtt at Bókin um mínar styrkir. Nakrar av uppgávunum í bókini eru gjørdar til styrkispælið, men tað ber eisini væl til at spæla uttan bókina. 

     

  • Bókin um mínar styrkir, 4. - 6. fl, lærarabók

    Um útgávuna: Læraravegleiðingin til Bókin um mínar styrkir er býtt upp í tvey, í fyrri parti er eitt sindur um positiva sálarfrøði, tær 24 styrkirnar og hví vit skulu arbeiða við…

  • Bókin um mínar styrkir, 1. - 3. fl, lærarabók

    Læraravegleiðingin til Bókin um mínar styrkir er býtt upp í tvey, í fyrri parti er eitt sindur um positiva sálarfrøði, tær 24 styrkirnar og hví vit skulu arbeiða við styrkjunum, ætlanina við tilfarinum og hvussu…

  • Bókin um mínar styrkir, hádeild og miðnám, lærarabók

    Læraravegleiðingin til Bókin um mínar styrkir er býtt upp í tvey, í fyrri parti er eitt sindur um positiva sálarfrøði, tær 24 styrkirnar og hví vit skulu arbeiða við styrkjunum, ætlanina við tilfarinum og hvussu…

  • Dropar 8

    Dropar 8

    Lesibók til 8. flokk

    Dropar 8 er onnur bók í bókaheildini til føroyskt í hádeild. Í bókini finnur tú dropar av skaldskapi, vit hava á føroyskum, og sum ritstjórnin hevur mett vera hóskandi til 8. floks næmingar. Tekstsløgini fevna um stuttsøgur, yrkingar, fotomyndir, skaldskap av mannamunni og…

  • Føroyakort 1:200 000

    Føroyakort 1:200 000

    Føroyar 1:200 000

    Nýtt Føroyakort

    Kortfrøðingurin á Umhvørvisstovuni, Hans Olof Engberg, hevur teknað nýtt Føroyakort, sum Nám gevur út.

    Kortið, sum Umhvørvisstovan hevur ment saman við Námi, byggir á sama støðið sum størru Føroyakortini, og hevur nøvn, ið…

  • Hey! Føroyar – land og fólk

    Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál. Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+.

    Innihaldið í heftunum hellir seg til evnini, ið verða viðgjørd í bókini Vælkomin, ið Bergljót av Skarði…

  • Hey! - Matur og mentan

    Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+.

    Heftið snýr seg um føroyskan mat í sambandi við veitslu og siðir í sambandi við veitslur.

  • Hey! - Høgtíðir og merkisdagar

    Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+.

    Hetta heftið snýr seg um serstakar dagar, høgtíðir, stevnur og festivalar í Føroyum. Heftið fylgir árinum, og ætlanin er, at tað…

  • Støddfrøði 8 - Uppgávubók

    Støddfrøði 8 - Uppgávubók

    Støddfrøði til hádeild fólkaskúlans

    Støddfrøði 8 - Uppgávubók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 8. flokki.

    Støddfrøði 8 fevnir um:

    • Grundbók: Næmingabók við fakligum teksti, uppgávum og avbjóðingum. Grundbókin…
  • Søga 6 - Læraravegleiðing

    Søga 6 - Læraravegleiðing

    spírar til nútíðarsamfelagið

    Læraravegleiðingin til Søga 6, spírar til nútíðarsamfelagið, er eins og næmingabókin býtt upp í 6 høvuðspartar, umframt 5 smærri partar um søguligar persónar, og hava partarnir sama heitið sum í næmingabókini. Í hvørjum parti verður sagt frá endamálinum við tekstinum…

  • Støddfrøði 8 - Grundbók

    Støddfrøði 8 - Grundbók

    Støddfrøði til hádeild fólkaskúlans

    Støddfrøði 8 - grundbók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 8. flokki.

    Støddfrøði 8 fevnir um:

    • Grundbók: Næmingabók við fakligum teksti, uppgávum og avbjóðingum. Grundbókin…
  • Punktum

    Punktum

    Mállæra til hádeild

    Punktum er ein handbók, sum fyrst og fremst er ætlað mállæruundirvísingini í hádeild. Hon er ein grundbók, sum tú brúkar frá 7. flokki og restina av fólkaskúlaárunum. Endamálið er at arbeiða við føroyskari mállæru, sum hóskar til ungdóm, tó at tað eisini ber til at brúka hana…

  • Dropar 7

    Dropar 7

    Lesibók til 7. flokk

    Dropar er lesibók ætlað sjeynda flokki. Hetta er fyrsta bók av trimum lesibókum, sum eru ætlaðar teimum trimum stigunum í hádeild. Í bókini finnur tú dropar av skaldskapi, vit hava á føroyskum, og sum ritstjórnin hevur mett vera hóskandi til 7. floks næmingar.

  • Hey! - Á ferð i Føroyum

    Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+.

    Innihaldið í heftunum hellir seg til evnini, ið verða viðgjørd í bókini Vælkomin, ið Bergljót av Skarði…

  • Gaia 6 - Arbeiðsbók

    Gaia 6 - Arbeiðsbók

    Náttúra og tøkni

    Náttúra og tøkni til miðdeild
     
    Gaia 6, arbeiðsbók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 6. flokki.

    Gaia 4-6 fevnir um:

    • grundbók
    • arbeiðsbók
    • lærarabók
  • Gaia 6 - Grundbók

    Gaia 6 - Grundbók

    Náttúra og tøkni

    Náttúra og tøkni til miðdeild
     
    Gaia 6, grundbók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 6. flokki.

    Gaia 4-6 fevnir um:

    • grundbók
    • arbeiðsbók
    • lærarabók
  • Lestrarhandbókin

    Sjey kapitlar eru í bókini. 1) Nýggj á miðnámi, 2) Lestrar- og arbeiðshættir, 3) Vísindaástøði, 4) Miðlan og samskifti, 5) Skrivlig miðlan, 6) Munnlig miðlan og 7)…