Skip to main content

Fólkaskúli

Tónlæra 4 - Læraravegleiðing
Tónlæra 4 - Læraravegleiðing

<span&hellip;

Tónlæra 4

Namingahefti
Tónlæra 4
Tónlæra 4

<span&hellip;

Um Bíbliu okkara
Um Bíbliu okkara

Um Bíbliu okkara er handbók, sum gevur frágreiðing um allar bøkurnar í Bíbliuni, bæði í Gamla Testamenti og í Nýggja Testamenti. Bergur Debes Joensen hevur skrivað partin um føroyskar…

Um livikor føroyinga

Í hesi frágreiðing verða fíggjarviðurskiftini lýst út frá skattaskrásetingum fyri árini 1989 og 1993. 1989 var árið, har allar lønarútgjaldingarnar tilsamans vóru í hæddini. Ein samanbering millum…

Um livikor føroyinga

Arbeiðshefti 1
Um livikor føroyinga

Jens Petur Gaard og Edvard Olsen hava lagt arbeiðsheftið til framhaldsdeildina til rættis. Víst verður á, at sambært lesiætlan fólkaskúlans er ein tílík livikorskanning gott og viðkomandi tilfar í…

Um livikor føroyinga

Arbeiðshefti 2
Um livikor føroyinga

Endamálið við at gera arbeiðsspurningar til frágreiðingina Um livikor føroyinga er m.a. hetta: - at næmingar og onnur áhugað fáa eina tilvitan um, hvussu livikorini við støði í inntøkuviðurskiftum…

Ung orð 1

- tekstir til framhaldsdeild
Ung orð 1
Ung orð 1

Úrvalið, ið er brot úr nýggjari føroyskum skaldskapi, bæði í bundnum og í óbundnum máli, er ætlað til nýtslu í framhaldsdeildini og annars øllum, ið hava áhuga fyri føroyskum bókmentum. Bókin er…

Trøllini á Skálavøllum
Trøllini á Skálavøllum

Søgn úr Mykinesi. Hvørja jólanátt dansaðu trøllini í Mykinesi í einum húsum á Skálavøllum. Trøllini áttu eina mettu, eina strámottu, sum mykinesmenn fegnir vildu hava. Ein maður tordi at fara.…

Ungi er í egginum
Ungi er í egginum

Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá egginum, og hvat ið hendir innan í tí, frá tí at tað er vorpið, og til ungi kemur úr. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1
Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1

Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. Arbeitt verður við evangeliunum og Ápostlasøguni. Neyðugt er at hava Nýggja Testamenti,…

Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 2
Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 2

Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. Arbeitt verður við evangeliunum og Ápostlasøguni. Neyðugt er at hava Nýggja Testamenti,…

Vit práta og tekna 1-2-3
Vit práta og tekna 1-2-3

<span&hellip;

Ábal og aðrar søgur
Ábal og aðrar søgur

Fyrsti klassikari í røðini Snípu, ið er bókarøð, sum lesinámsfrøðiliga verður flokkað eftir torleikastigi. Á bókini er úrval av tekstum eftir Sverra Patursson, sum var ein hin fyrsti, ið fór at…

Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti
Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti

Í heftinum eru arbeiðsuppgávur til søgusavnið Ábal og aðrar søgur, ið er eitt úrval av tekstum eftir Sverra Patursson. Ábal og aðrar søgur er ætlað elstu flokkum…

Alibaba

- ævintýr úr 1001 nátt
Alibaba
Alibaba

Ein dagin Alibaba arbeiddi í skóginum, sá hann 40 ránsmenn steðga við ein steyrrættan hamara og rópa: - Sesam, Sesam, lat teg upp! Og bergið læt seg upp. Bókin kann nýtast bæði í føroyskum og til…

Bolivia
Bolivia

Bóklingur var givin út í sambandi við dagsverkið 4. apríl 1990, men kann eisini nýtast í øðrum sambandi. Á bóklinginum verður greitt frá dagsverkstiltakinum, og í stuttum verður boliviska samfelagið…

Ein genta úr gamla Kina
Ein genta úr gamla Kina

Hetta er ein fitt søga fyri smábørn ætlað til framíhjálesing. Innihaldið er frá einari kristnari familju í Kina undan kollveltingini 1949. Bókin er eisini væl egnað til evnislesnað.

Føroya jarðfrøði
Føroya jarðfrøði

Bókin byrjar við einum almennum parti, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á føroyska partin, har føroyski basaltháslættin verður lýstur við niðastu basaltfláum,…

Lærið íslendskt 1
Lærið íslendskt 1

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Lærið íslendskt 2
Lærið íslendskt 2

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Lærið íslendskt
Lærið íslendskt

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Óli og Anna

Lætt lesing 1
Óli og Anna
Óli og Anna

Søgan er um Óla, sum er 5 ár, og Onnu, sum er 3 ár. Ein dagin lata tey hurðina upp í einum býfluguhúsi. Heftini eru løtt at lesa, reglurnar eru stuttar, og ring orð eru býtt sundur. Ljóðband fæst á…

Ansa tær, lítla mús
Ansa tær, lítla mús

Søgan um músina, sum fegin vildi hava korn at eta, og um kettuna, sum fegin vildi eta músina, men so kom hundurin. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Beinta 3 - Tann einasta sum eg veit
    Beinta 3 - Tann einasta sum eg veit

    Beinta veit, hvat Sára hevur verið fyri, men hon er tann einasta, sum veit, og hon hevur lovað einki at siga.

    Men kann hon halda lyftið um einki at siga, tá ið talan er um so álvarsligt mál? Bókin eru bólkað í fimta torleikastigi.

  • Hanna & Emma - Súrari enn sitrón/Loyniligur gestur
    Hanna & Emma - Súrari enn sitrón/Loyniligur gestur

    Í fyrru søguni fáa Hanna og Emma vitjan av einum súrum gesti, hvat skulu tær gera?

    Í seinnu søguni hava tær fingið eina loyniliga uppgávu. Uppgávan er eisini sera trupul, men tíbetur hava tær Sjúrð og Heina at hjálpa sær.

    Fjórða torleikastig - violettur…

  • Pætur og kærleikin
    Pætur og kærleikin

    Í dag mussaðust Pætur og Erla í koddarúminum. Nú er kvøld, og Pætur sovnar ikki. Tað kitlar í búkinum, og hann er so glaður í øllum kroppinum. Pætur er forelskaður.

    Triðja torleikastig - reyður krabbi. 

  • Hvassi 8 - Satsi alt
    Hvassi 8 - Satsi alt

    Í hesi søguni fáa vit alt at vita, sum liggur til grund fyri, hví Hvassi er vorðin, sum hann er vorðin, og hann er fúsur at satsa alt fyri rættvísis sakir, enntá at doyggja. Sum hann sigur á bakpermuni so er bara ein fíggindi eftir, og tað er hann sjálvur.

    Allar…

  • Hvassi 7 - Kvetti bondini
    Hvassi 7 - Kvetti bondini

    Hann sigur frá øllum svikinum. Alt verður avdúkað fyri mammu og abba Becky, Poppa. Men Poppa vil hava hann at geva seg yvir, tí sum hann sigur:

    ”Tú hevur gjørt nakað ringt, og tað mást tú standa til svars fyri. Men tú hevur eisini gjørt okkurt gott. Tað mást tú ikki…

  • Hvassi 6 - Taki stýringina
    Hvassi 6 - Taki stýringina

    Hvassi er fjúrtan ár. Hann er rýmdur undan onkrum. Hann dugir ómetaliga væl við knívi, og vit vita, at hann hevur dripið onkran.

    Hann sigur søgu sína í øðrum persóni, beint fram á gerandismáli. Hann væntar, at tú veitst, hvat hann tosar um, og um ikki, so er tað bara…

  • Hvassi 5 - Berjist ímóti
    Hvassi 5 - Berjist ímóti

    Hvassi rennur framvegis undan. Vit eru tó spakuliga við at nærkast fortíð hansara, tí hann er so smátt um smátt farin at siga frá barnaárum sínum í brotum og leita fram støð og persónar, ið hava við barnaár hansara at gera.

    Henda fimta bókin í røðini endar í stórum…

  • Seiko
    Seiko

    Hetta er ein søga um kærleika, trýst og sorg. Símun og Ella hittast undir trænum, alt er vakurt og summar og næstan ein mussur. Tað er í summar, at alt tað góða má henda.

    So verður veitsla, og alt broytist.

    Bókin eru bólkað í sjeynda torleikastigi.

  • Páll Fangi
    Páll Fangi

    Tá ið pápi Páll doyr, verður Páll lagdur undir at hava beint fyri honum við eitri, og tí flýggjar og goymir hann seg í fjøllunum í Kalsoynni.

    Men Páll sleppur ikki so, men verður tikin og settur í Skansan. Hann flýggjar og goymir seg í fjøllunum, men verður aftur…

  • Happy
    Happy

    Ein hjartanemandi søga um sorg, einsemi og happing. Søgan er um gentuna Mo, sum kemur nýggj í ein flokk; í staðin fyri at siga frá, hvaðan hon kemur og hvat hon hevur upplivað, byrjar hon at lúgva og finna uppá søgur ...

    Happy er ein væl skrivað bók á…

  • Tey í sætta - Sig tað við onkran
    Tey í sætta - Sig tað við onkran

    Maria er bæði spent og ikki, tí henni dámar ikki so væl at sova úti, men hon torir ikki at siga tað við nakran.

    Og Magga kennir seg forfjónaða heima hjá pápanum, sum hevur fingið nýggja konu og eitt barn afturat. Bókin eru bólkað í sætta torleikastigi.

  • Tey í sætta - Øll kunnu gera mistøk
    Tey í sætta - Øll kunnu gera mistøk

    Henda bókin snýr seg mest um Lassa og Símun. Lassi kennir ein feril av øvundsjúku, tí besti vinmaður hansara Símun altíð velur Annu, sum hann gongur saman við, fram um hann.

    Hví hevði Símun ikki bjóðað honum við til landsdyst? Tað kennist skeivt. Tú eigur ikki at vera…

  • Tey í sætta - Amorinir í luftini
    Tey í sætta - Amorinir í luftini

    Tað er ikki altíð so lætt at vera tólv ár og at skula bera seg at, soleiðis sum øll vilja hava, at tú skalt.

    Í hesi síðstu bókini eru, sum heitið sipar til, amorinir í luftini, tí skúlaveitsla er, og tað gleða øll seg til. Men so hendir nakað, sum fær øði í…

  • Tann blái sigursteinurin 4 - Tann nýggi kongurin
    Tann blái sigursteinurin 4 - Tann nýggi kongurin

    Lino og vinir hansara gera seg til reiðar til seinasta og avgerandi slagið móti Broto. Men teir eru færri, og Broto hevur Malin og drekan Narno. Hava tey yvirhøvur nakran møguleika?

    Saman við Lóa og Aju loysir Lino gátuna um uppruna teirra. Tað gevur teimum styrki –…

  • Tann blái sigursteinurin 3 - Tað reyða merkið
    Tann blái sigursteinurin 3 - Tað reyða merkið

    Spenningurin økist, nú søgan nærkast endanum. Ormurin vísir tær stóru tøkutenninar. 

    Hann hyggur við øllum teimum fýra eygunum at Lino, sum skelvur av ræðslu. Lino berjist ímóti og roynir at blunda, men Sai vil ikki sleppa eygunum á Lino. Hann ætlar at fáa vald á…

  • Tann blái sigursteinurin 2 - Ein herur av gulum eygum
    Tann blái sigursteinurin 2 - Ein herur av gulum eygum

    Lino heldur fram á vandaferðini við kós ímóti teimum hvítum fjøllunum og uppreistrarfólkunum. Men ódjórið Lala er ikki at spæla við, og skjótt er Lino fangaður í eini deyðsfellu.

    Íblásturin til bókina er Ringanna harri eftir Tolkien. Bókin er…

  • Listdetektivarnir 5 - Loyndarmálið í Sidney
    Listdetektivarnir 5 - Loyndarmálið í Sidney

    Dávur og familjan verða hótt eftir lívinum, og tey mugu flýggja so langt burtur, sum til ber - heilt til Sidney.

    Men tað vísir seg at vera tað býttasta, tey kundu finna uppá. Har, tey minst vænta tað, bíðar ein deyðsfella. Bókin eru bólkað í…

  • Listdetektivarnir 4 - Loyndarmálið í New York
    Listdetektivarnir 4 - Loyndarmálið í New York

    Tey trý systkini Dávur, Sissal og Tórureru farin til New York. Gubbi teirra, Viljormur, hevur boðið allari familjuni at ferðast, men tey eru ikki meiri enn komin á hotellið í hesum spennandi býnum, fyrr enn ymiskt løgið fer at henda.

    Og mín sann eru skálkarnir, sum…

  • Listdetektivarnir 3 - Loyndarmálið í Angkor
    Listdetektivarnir 3 - Loyndarmálið í Angkor

    Dávur og tey eru og ferðast - hesa ferð í Kambodja. Tá ið ógvuliga virðismiklar standmyndir hvørva úr Angkor, setir politiið mammuna í fongsul og skuldsetir hana fyri stuldur.

    Dávur og Sissal mugu stríðast við náðileysar skálkar, óvuliga svangar krokodillur og…

  • Listdetektivarnir 2- Loyndarmálið í Luxor
    Listdetektivarnir 2- Loyndarmálið í Luxor

    Dávur og familjan eru og ferðast í Egyptalandi og gista í einum lítlum býi við Luxor.

    Men tað, sum er eitt bíligt og hugtakandi vertshús, vísir seg at vera eitt stað, har nógv hættisligt fer fram - og børn verða hildin fangar í einum umfatandi løgnum kvetti. Bókin eru…

  • Gátuførar hendingar - Skipsvrak
    Gátuførar hendingar - Skipsvrak

    Stór skip eru farin á havsins botn gjøgnum alla søguna. Skipsvrak leiðir okkum á eina hugtakandi ferð gjøgnum hesar ræðandi hendingar.

    Les um skipini, sum sukku í illveðri ella av spreingingum ella bert, tí tey vóru illa bygd. Hoyr um skip, sum eru lyft upp aftur av…

  • Gátuførar hendingar - Óloyst brotsverk
    Gátuførar hendingar - Óloyst brotsverk

    Har eru søgur um hópdrápsmannin í viktorianska London, sum møguliga var kongligur, og tann óhugnaliga søgan um barnið, sum hvarv.

    Óloyst brotsverk tekur okkum við á eina ótrúliga ferð gjøgnum hesi andstyggiligu brotsverk. Vit hoyra um sunnudagsskúlalæraran, sum var…

  • Torkils døtur
    Torkils døtur

    Torkil hevur lagt døtrum sínum eina við, at tað er vandamikið at fara einsamallar frá húsum. Gentur mugu ikki ríða einsamallar, tí ikki allir vallarar hava góðar ætlanir.

    Kortini fer Katrin einsamøll á rossabaki í kirkju … Tá ið ein vallari seinni kemur til garðin hjá…

  • Tekna
    Tekna

    Bókin er full av góðum ráðum og uppskotum um, hvussu tú kanst gerast ein góður teknari.

    Í bókini sært tú, hvat tú skalt hugsa um, tá ið tú teknar dýr, fólk, flogfør og landsløg. Tú sært eisini, hvussu tú teknar við perspektivi og skuggum, og tú kanst eisini læra teg…

  • Tann blái sigursteinurin 1 - Ein skuggi á luftini
    Tann blái sigursteinurin 1 - Ein skuggi á luftini

    Í mánalýsinum sær hann ein øgiliga stóran skugga á luftini. Hann hoyrir suð av risa-vaksnum veingjum.

    Nú sær hann, hvat tað er. Ein yvirvaksin dreki. Tað er Narno, tann reyði drekin, ið fær øll at ristast av bangilsi og at gera, sum Broto krevur. Hetta er fyrstu ferð,…

  • Sveinur og rottan fara eftir gullinum
    Sveinur og rottan fara eftir gullinum

    Stóra djóraframsýning er, og Sveinur og vinmaðurin Dann gera av at taka lut við rottunum Karlson og James Bond.

    Mikala er eisini við á framsýningini við Pippi. Djórini skulu kappast í lýdni, kapprenning, samveru og sergrein. Men alt gongur ikki sum ætlað – ikki minst…

  • Søgan um trælahaldið
    Søgan um trælahaldið

    Henda áhugaverda bókin sigur frá líðingum og lívsvilja hóast nógva mótgongd og nemur við trælahald eisini á okkara døgum. Aftast í bókini er tíðarlinja, sum byrjar 1750 fyri okkara tíðarrokning, og endar á okkara døgum.

    Í bókini eru søgur um trælir, sum flýggja, og…

  • Søgan um njósning
    Søgan um njósning

    Úti í rúmdini sveima fylgisveinar, onkrir eru har fyri at njósnast, teir avmynda hernaðarligt virksemi hjá fíggindum við ófatiliga sterkum myndatólum.

    Hetta er nútíðarnjósning, men at njósnast er sera gamalt, tað er kent 2500 ár aftur í tíðina. Í hesari spennandi…

  • Mumiur
    Mumiur

    Hetta er spennandi bók um tær ótrúligastu mumiurnar í heiminum.

    Í bókini kanst tú lesa um tær fyrstu mumiurnar, vit vita um, hvussu mumiur verða gjørdar, og hvussu fólk í gamla Egyptalandi tóku innvølir úr kroppinum fyri at hann ikki skuldi rotna. Tú kanst eisini lesa…

  • Listdetektivarnir 1 - Loyndarmálið í Venezia
    Listdetektivarnir 1 - Loyndarmálið í Venezia

    Høvuðspersónur í røðini er norski drongurin Dávur, sum í fyrstu bókini fer við familju sínari at ferðast til Venezia.

    Á hotellinum hitta tey eini løgin, gomul hjún, sum Dávur fer at forvitnast eftir. Hann fer aftaná teimum inn í barrina hjá Harry, og har hoyrir hann,…