Skip to main content

Fólkaskúli

Hvassi 1 - Spæli deyður
Hvassi 1 - Spæli deyður

Hetta er ein ógvuliga spennandi røð við 8 bókum.

 

Hon er um ein drong um 14 ára aldur, sum alt lívið hevur ansað eftir sær sjálvum. Síðan hann var 7 ár, er hann rýmdur undan myndugleikum…

Lívfrøði 1 - uppgávubók
Lívfrøði 1 - uppgávubók

Í arbeiðsbókini eru uppgávur til tríggjar teir fyrstu partarnar í næmingabókini:

1. Lív og náttúra,

2. Lívið undir sjóneyku

3. Mannakroppurin.

Til hvønn partin eru fýra uppgávusløg:

venjingar…

Uglan Una
Uglan Una

Krabbabók:

Uglan Una sær alt, eina mús og ein laks og eina gás, men so dettur hon í eitt hol.

Mia og Lias
Mia og Lias

Krabbabók:

Mia og Lias leita og leita.

Ein fitt søga, sum er løtt at lesa.

Nógvar stuttligar myndir.

Mona og Boas
Mona og Boas

Krabbabók:

Bæði dukkan Mona og revurin Boas vilja eiga dukkuhúsið.

Tula er vát
Tula er vát

Krabbabók:

Tula er ein bamsa, sum Ása eigur. Eli finnur hana á bønum, og hon er bæði vát og køld.

Heystsuita
Heystsuita

(Bókadeild Føroya Lærarafelags) Forkunnug og sera snotulig fotobók. Heystsuita er ein bók við fotomyndum um slakt í Føroyum, frá rakstri til rullupylsu. Hetta er fyrst og fremst ein søga í myndum…

Lundafleyg

ein fleygadagur í Nólsoy
Lundafleyg
Lundafleyg

Bókin er eitt kærkomið siðsøguligt íkast til tað, sum er skjalfest um aldargamla føroyska veiðimentan. Við dømum úr fleygasiðvenju í Nólsoy lýsir hon føroyskt lundafleyg og tær umstøður. sum hava…

Høgguslokkur - Arbeiðsbók
Høgguslokkur - Arbeiðsbók

Arbeiðsbók til Høgguslokkin. Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Til hvørja opnu í næmingabókini eru í arbeiðsbókini síður, sum næmingurin kann arbeiða við. Hvør opna í…

Høgguslokkur - Lærarabók
Høgguslokkur - Lærarabók

Lærarabókin vísir á, hvussu næmingarnir kunnu arbeiða við arbeiðsbókini, og víst verður eisini til ymsar aktivitetir. Í lærarabókini eru eisini ymisk fakta um tey ymsu evnini, sum verða viðgjørd í…

Høgguslokkur - Næmingabók
Høgguslokkur - Næmingabók

Næmingabókin er bók, sum við tekningum og fotomyndum og við ongum orðum viðger 30 ymisk evni á 30 opnum.

Viðgjørdu evnini eru: Heima hjá mær, Hvar eru vit?, Spæl, Í ferðsluni, Tíðin,…

Hervør og Høgni í triðja - Grundbók
Hervør og Høgni í triðja - Grundbók

Hetta er triðja lesibókin í føroyskum í røðini um Hervør og Høgna. Bókin byggir á tær báðar undanfarnu bøkurnar, Hervør og Høgni í skúla og Hervør, Høgni og hini. Triðja bókin, ið hevur støði í…

Lívfrøði 1 - næmingabók
Lívfrøði 1 - næmingabók

Í lívfrøði til 7. flokk eru fýra partar. Fyrsti partur er um náttúrusøgu, annar partur er um lívið undir sjóneykuni, triði partur er um mannakroppin, og fjórði partur er um lívfrøði í…

Skygni 5 - Næmingabók
Skygni 5 - Næmingabók

Skygni 5 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fimta flokki. Bókin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Eftir flestu kapittlar eru støðuroyndir, og við støði í teimum eru grønar síður og…

Skygni 5 - Avritsmappa
Skygni 5 - Avritsmappa

Skygni 5 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fimta flokki. Dentur verður serstakliga lagdur á evni úr gerandisdegnum og á náttúruviðurskifti.

Í avritsmappuni eru eykauppgávur,…

Skygni 5 - Læraravegleiðing
Skygni 5 - Læraravegleiðing

Skygni 5 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fimta flokki. Dentur verður serstakliga lagdur á evni úr gerandisdegnum og á náttúruviðurskifti.

Í læraravegleiðingini eru viðmerkingar til…

Hervør og Høgni í triðja - Lærarabók
Hervør og Høgni í triðja - Lærarabók

Lærarabók til Hervør og Høgni í triðja. Hugskot, Umrøðuevni, Faktapartur, Bókalisti, Arbeiðsbók og Svarlisti til Arbeiðsbók er til hvørt uppslag í lesibókini.

 

Myndprýtt bókina hava Janus Guttesen,…

Les 3 - Ástøði
Les 3 - Ástøði

Les. Ástøði er partur av Les røðini, men er eisini ein sjálvstøðug ein. Bókin viðger ymisku tekstasløgini, og hvussu hesi kunnu greinast. Tekstasløgini umfata prosaskaldskap, yrkingar, ævintýr,…

Les 3 - Arbeiðsbók
Les 3 - Arbeiðsbók

Les 3. Arbeiðsbók er ætlað at verða brúkt í samband við viðgerð av tekstunum í savninum Les 3.

Les 3

Tekstasavn
Les 3
Les 3

Les 3 er triðja bók í Les røðini. Tekstasavnið er ætlað til føroyskt í 10. flokki. Tekstasavnið er uttan iva eisini væl egnað til føroyskt á C í miðnámi. Høvðusevnið í tekstasavninum er lívsvirðir…

Týskt 2

Skrivligt týskt til framhaldsdeild
Týskt 2
Týskt 2

Framhald av Týskt 1 - eisini til 8. flokk. Leggur seg serliga eftir veikt bendum sagnorðum í tíðum og bundnum navnorðum í føllum, umframt at klokkan, tølini, dagar, mánaðir og árstíðir eisini…

Eg skrivi 8

Skrivligt føroyskt til miðdeild
Eg skrivi 8
Eg skrivi 8

Nú er 8. bókin í Eg skrivi røðini komin út. Við bókini er hefti á 47 blaðsíður við útfyllingarfyrisøgnum.

Ætlanin er, at tað skulu vera 9 bøkur tilsamans. Eg skrivi-bøkurnar eru ikki…

Ikki geva mær at eta!
Ikki geva mær at eta!

Hetta er ivaleyst ein søga, ið nógv børn kenna seg aftur í. So leingi Jóna minnist, hevur hon ynskt sær eina kettu. Men tað gera mamman og pápin ikki. Tey vilja heldur hava gullfiskar. Vit verða so…

Teskispælið

Krabbabók
Teskispælið
Teskispælið

”Fáar barnabøkur seta ljóskastaran á harðskap ímóti børnum. Tí er Teskispælið er kærkomin bók, sum eg avgjørt viðmæli.” Soleiðis skrivaði Margrethe Brun Hansen, barnasálarfrøðingur, tá ið nýggja…

Frøkun Ignora – tá ið mamman vitjar

Frøkun Ignora í torninum 6
Frøkun Ignora – tá ið mamman vitjar
Frøkun Ignora – tá ið mamman vitjar

Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, fær knappliga ein dagin vitjan av mammu síni, sum hvarv tá ið Ignora var lítil genta. Hóast Ignora er ill við mammu sína, lovar hon henni inn, men alt er ikki…

Frøkun Ignora og frøkun Greta

Frøkun Ignora í torninum 7
Frøkun Ignora og frøkun Greta
Frøkun Ignora og frøkun Greta

Frøkun Ignora og frøkun Greta

 

Er frøkun Ignora lítið fegin um, at mamman er komin undan kavi aftur, verður hon ikki glaðari, tá ið systir hennara eisini kemur á gátt. Tí systirin krevur at fáa…

Ynskibarnið

Krabbabók
Ynskibarnið
Ynskibarnið

Tá ið Ynskibarnið var skrivað, var loyvt støkum at ættleiða børn úr Kina. Síðan hava kinesisku myndugleikarnir hert krøvini til ættleiðingarforeldur. Vit kunnu kjakast um orsøkirnar til tað, men…

Kalt blóð 4 - Tú ert deyður, Teitur

Kalt blóð 4 - krabbabók
Kalt blóð 4 - Tú ert deyður, Teitur
Kalt blóð 4 - Tú ert deyður, Teitur

Tú ert deyður, Teitur er fjórða bókin í røðini Kalt blóð. Hon snýr seg um systkini Sigrið og Teit, ið eru stødd á posthúsinum, tá ið ránsmenn knappliga koma. Tá ið húgvan hjá tí eina ránsmanninum fer…

Kalt blóð - Tey horvnu børnini

Kalt blóð 1 - Krabbabók
Kalt blóð - Tey horvnu børnini
Kalt blóð - Tey horvnu børnini

Teitur gongur heim úr skúla. hann hugsar um tey níggju børnini, sum eru horvin.

Eingin veit, hvat er vorðið av teimum. tey eru bara horvin.

Teitur heldur hetta vera óhugnaligt.

Hann hoyrir ikki…

Kalt blóð 2 - Hin svaki professarin

Kalt blóð 2 - krabbabók
Kalt blóð 2 - Hin svaki professarin
Kalt blóð 2 - Hin svaki professarin

Sigrið fer at vitja Teit á sjúkrahúsinum.

Hon fer inn á skeiva stovu. har liggur ein ógvuliga sjúkur drongur.

Hon skundar sær út. Men í somu løtu ber hon eyga við ein mann. var tað læknin? Og hvat…

  • Føroyskir soppar
    Føroyskir soppar

    Bókin viðger vistfrøðina og lívfrøðina hjá soppum, eyðkenni, bólking og vakstrarstøð. Nógvir soppar eru sera vakrir, nógvir eru góðir átusoppar, og nakrir eru eitursoppar. Litmyndir eru av teimum vanligastu soppunum. Umframt til undirvísing er bókin hent handbók og góð at…

  • Fólk og mentan
    Fólk og mentan

    Eitt yvirlit yvir føroyska fólkamentan. Greitt verður frá dagliga lívinum á sjógvi og landi, soleiðis sum tað var upp til fyrst í hesi øld. Greitt verður m.a. frá jarðarbrúki, hoygging og torvskurði, neyta- og seyðahaldi, fiskiskapi, hvala- og fuglaveiði, byggi- og matsiðum,…

  • Geitin Zlateh
    Geitin Zlateh

    Søgan um geitina Zlateh og lítla drongin Aaron. Geitin er vorðin gomul og skal seljast, og tað verður Aaron, ið skal fara til býin við henni og selja hana. Á vegnum koma tey í svárar trupulleikar, og tá knýta drongurin og geitin vinarsamband. Bókin hóskar væl at lesa fyri børnum.

  • Geitin lembir
    Geitin lembir

    Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá, hvussu tað gongst, tá ið geitin lembir. Fyrst í bókini verður stutt sagt frá geitarhaldi í Føroyum fyrr í tíðini. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Gott er góðum at tæna 1 - Lærarabók
    Gott er góðum at tæna 1 - Lærarabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Evnishefti, Gott er góðum at tæna 1, er lagað til…

  • Gott er góðum at tæna 1 - Næmingabók
    Gott er góðum at tæna 1 - Næmingabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Evnishefti, Gott er góðum at tæna 1, er lagað til…

  • Gott er góðum at tæna 2 - Námingabók
    Gott er góðum at tæna 2 - Námingabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Næmingabókin Gott er góðum at tæna 2, er ætlað…

  • Gott er góðum at tæna 2 - Lærarabók
    Gott er góðum at tæna 2 - Lærarabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Gott er góðum at tæna 2 er ætlað kristniundirvísing…

  • Gras
    Gras

    Við myndum og á løttum máli verður greitt frá grasi, einari av heimsins týdningarmestu plantum. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Reyðmaðkurin
    Reyðmaðkurin

    Við myndum og á løttum máli verður greitt frá maðkinum og hansara týdningi í tilveru okkara. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Grønur var dalurin
    Grønur var dalurin

    Grønur var dalurin kom út fyrstu ferð í 1939, og í dag telist bókarverkið millum heimsklassikararnar. Bókin er um Morganfólkini í Wales, har mannfólkini arbeiða í kolanáminum. Tað er yngsti sonur teirra, Huw, ið sigur søguna, sum er um tað góða og tað ringa, sum hesum…

  • Havfrúgv og Nykur
    Havfrúgv og Nykur

    Havfrúgv og Nykur

    Tvær sagnir

    Í hesum bóklingi eru tvær sagnir. Onnur um hvussu havfrúgv er vorðin, og hin um hvussu nykur er vorðin. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar fæst á Landsmiðstøðini.

  • Heimakrákan og aðrar søgur
    Heimakrákan og aðrar søgur

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Á sjálvari bókini eru 12 stuttar søgur, sum hóska…

  • Heimakrákan og aðrar søgur
    Heimakrákan og aðrar søgur

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Á sjálvari bókini eru 12 stuttar søgur, sum hóska…

  • Heimsatlas
    Heimsatlas

    Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. 

    Um Evropa verður farið til hinar heimspartarnar og heilt út í sólskipan okkara. Aftast eru navnaskráir,…

  • Heimurin 1.
    Heimurin 1.

    Heimurin 1.

    Vit kunna okkum um heimin

    Bókin er ætlað sum stuðul í undirvísingini í landalæru tey fyrstu árini, næmingarnir rættiliga fara at brúka kort og atlas. Evnini eru t.d. ættirnar, veður og vindur, globus, longdar- og breiddarstig, at finna á einum korti, mát, at læra at leita í navnaskránni í…

  • Heimurin 2
    Heimurin 2

    Heimurin 2

    Vit kunna okkum meira um heimin

    Heimurin 2 er framhald av Heiminum 1 og viðger evnini streym og streymkort, vind og vindmegi, ættirnar, tíðarøki, tíðarmun, lond í Evropa o.a. Harumframt eru nógvar uppgávur til Heimsatlasið í heftinum.

  • Heimurin 3
    Heimurin 3

    Heimurin 3

    Sólskipanin

    Hesi evni eru viðgjørd: 1. Sólin og fylgisveinar hennara, 2. Sól og gongustjørnur í røttum lutfalli, 3. Yvirlit yvir sól og gongustjørnur, 4. Jørðin og sólin árið íkring, 5. Mánin eina sól, 6. Mánaýtan og 7. Alheimurin. Støða okkara í rúmdini, at hyggja út í rúmdina - og…

  • Heimurin 4
    Heimurin 4

    Heimurin 4

    Streymur og sjóvarfall

    Bóklingurin greiðir frá sjóvarfalli, bæði flóð og fjøru og sjóvarfalsstreymi; harumframt verður eisini nortið við streym yvirhøvur og onnur viðurskifti í havinum, serliga havinum kring Føroyar. Sjóvarfalsstreymur stavar frá mána og sól, og greitt verður frá hesum sambandið.…

  • Heimurin 5
    Heimurin 5

    Heimurin 5

    Heimurin í hagtølum og evnum

    Bókin viðger hesi høvuðsevni: Jørðina. Fólkið í heiminum. Fólk og samfelag. Evropeiska Samveldið (ES). Sameindu Tjóðir (ST). Orku. Talvur. Ábúgvafrøði og lívskor. Heimsins trúarlærur. Heimsins lond. Vinnur. Landbúnað. Ádnað. Uttanríkishandil. Búskap.

    Kunningarnar í…

  • Heimurin 6
    Heimurin 6

    Heimurin 6

    Ídnaðarlond og menningarlond

    Bóklingurin er knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Ídnaðarlond og menningarlond verða lýst, og londini Belgia, Gana og Føroyar verða viðgjørd í hesum sambandi. Evnini heimsins fólkavøkstur, miðallívsævi, gjaldoyra,…

  • Heimurin 7
    Heimurin 7

    Heimurin 7

    Veðurlag og gróðurbelti

    Bóklingurin er serstakt knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Fylgjandi evni verða viðgjørd: Veðurlag og gróðurbelti: veðurlag, lufttrýst og vindur, lágtrýst, ið flyta seg, sólvindur og monsunur, havstreymar, avfall,…

  • Heimurin 8
    Heimurin 8

    Heimurin 8

    Krossorð

    Krossorðagáturnar eru gjørdar til Heimsatlasið. Høvuðsdenturin er lagdur á leitingina í atlasinum. Bæði lættar og truplar uppgávur eru. Til krossorðini er svarlisti, sum fylgir við.

  • Heimurin 8
    Heimurin 8

    Heimurin 8

    Krossorð. Svarlisti

    Svarlisti til Heimurin 8. Krossorð.

  • Hond Fatimu
    Hond Fatimu

    Fatima býr í Marokko. Trúgvin í Marokko nevnist islam. Profeturin Muhammed stovnaði islam í 7. øld. Mong børn í Marokko byrja í einum koranskúla, tá ið tey eru 4-5 ára gomul. Bókin er um dagliga lívið í tí lítlu bygdini, har Fatima býr. Aftast í bókini eru tvær síður við…

  • Hvar er Flekk?
    Hvar er Flekk?

    Fyri skjótt fimtan árum síðani fór forlagið Nýlendið við Jákupi í Skemmuni at geva út bøkurnar um hundin Flekk, sum bretin Eric Hill hevur skrivað og teknað. Fyrsta bókin Hvar er Flekk?, sum kom út í føroyskari týðing í 1986, hevur verið uppseld í nógv ár, men nú hevur so…

  • Hvat kostar matur og drekka

    Hvat kostar matur og drekka

    Um livikor føroyinga

    Metingin í bóklinginum er gjørd við støði í norðurlendskum kosttilráðingum. Hjá fakfeløgum og samfelagnum sum heild er neyðugt at fáa kannað, hvat heilsugóður kostur er. Ein dagskostur, sum nøktar tørvin til orku og til føðsluevni, sum mannakroppurin hevur fyri neyðini, er…

  • Livikor føroyinga

    Livikor føroyinga

    Vitalskanning. 1989 samanborið við 1994

    Fólk siga frá egnum gerandisdegi. Viðtalskanningin er gjørd til tess at fáa nærri upplýsingar um, hvussu ymiskar familjur liva undir ymiskum fortreytum. Í bókini siga fólk frá gerandisdegi sínum. Bókin kann nýtast í undirvísingini í samfelagsfrøðiligum evnum.

  • Hvítabjørnin
    Hvítabjørnin

    Hvítabjørnin

    - eitt lív við havið

    Á hesi bókini um hvítabjørnina lesa vit um útsjónd og lív, sansar og sjúkur, um hvølpin og um hvítabjarnir nú og fyrr.

  • Jim og ætt hansara
    Jim og ætt hansara

    Um tann 15 ára gamla Jim, sum, eftir at hann hevði búð 4 ár í Onglandi, í 1833 kom heimaftur til Eldlandið, har hann aftur hitti ætt sína. Bókin byggir á dagbók Darwins og hóskar væl til evnislesnað.