Skip to main content

Fólkaskúli

Trøllini á Skálavøllum
Trøllini á Skálavøllum

Søgn úr Mykinesi. Hvørja jólanátt dansaðu trøllini í Mykinesi í einum húsum á Skálavøllum. Trøllini áttu eina mettu, eina strámottu, sum mykinesmenn fegnir vildu hava. Ein maður tordi at fara.…

Ungi er í egginum
Ungi er í egginum

Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá egginum, og hvat ið hendir innan í tí, frá tí at tað er vorpið, og til ungi kemur úr. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1
Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1

Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. Arbeitt verður við evangeliunum og Ápostlasøguni. Neyðugt er at hava Nýggja Testamenti,…

Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 2
Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 2

Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. Arbeitt verður við evangeliunum og Ápostlasøguni. Neyðugt er at hava Nýggja Testamenti,…

Vit práta og tekna 1-2-3
Vit práta og tekna 1-2-3

<span&hellip;

Ábal og aðrar søgur
Ábal og aðrar søgur

Fyrsti klassikari í røðini Snípu, ið er bókarøð, sum lesinámsfrøðiliga verður flokkað eftir torleikastigi. Á bókini er úrval av tekstum eftir Sverra Patursson, sum var ein hin fyrsti, ið fór at…

Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti
Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti

Í heftinum eru arbeiðsuppgávur til søgusavnið Ábal og aðrar søgur, ið er eitt úrval av tekstum eftir Sverra Patursson. Ábal og aðrar søgur er ætlað elstu flokkum…

Alibaba

- ævintýr úr 1001 nátt
Alibaba
Alibaba

Ein dagin Alibaba arbeiddi í skóginum, sá hann 40 ránsmenn steðga við ein steyrrættan hamara og rópa: - Sesam, Sesam, lat teg upp! Og bergið læt seg upp. Bókin kann nýtast bæði í føroyskum og til…

Bolivia
Bolivia

Bóklingur var givin út í sambandi við dagsverkið 4. apríl 1990, men kann eisini nýtast í øðrum sambandi. Á bóklinginum verður greitt frá dagsverkstiltakinum, og í stuttum verður boliviska samfelagið…

Ein genta úr gamla Kina
Ein genta úr gamla Kina

Hetta er ein fitt søga fyri smábørn ætlað til framíhjálesing. Innihaldið er frá einari kristnari familju í Kina undan kollveltingini 1949. Bókin er eisini væl egnað til evnislesnað.

Føroya jarðfrøði
Føroya jarðfrøði

Bókin byrjar við einum almennum parti, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á føroyska partin, har føroyski basaltháslættin verður lýstur við niðastu basaltfláum,…

Lærið íslendskt 1
Lærið íslendskt 1

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Lærið íslendskt 2
Lærið íslendskt 2

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Lærið íslendskt
Lærið íslendskt

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Óli og Anna

Lætt lesing 1
Óli og Anna
Óli og Anna

Søgan er um Óla, sum er 5 ár, og Onnu, sum er 3 ár. Ein dagin lata tey hurðina upp í einum býfluguhúsi. Heftini eru løtt at lesa, reglurnar eru stuttar, og ring orð eru býtt sundur. Ljóðband fæst á…

Ansa tær, lítla mús
Ansa tær, lítla mús

Søgan um músina, sum fegin vildi hava korn at eta, og um kettuna, sum fegin vildi eta músina, men so kom hundurin. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Kettan, sum hvarv

Lætt lesing 3
Kettan, sum hvarv
Kettan, sum hvarv

Elsa og Høgni eiga eina kettu, sum er hervilig at rýma. Ein dagin, tey fara útferð, finna tey hana ikki, fyrr enn tey eru í bussinum Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Tríggir firvaldar fóru á flog
Tríggir firvaldar fóru á flog

Søgan er um ein hvítan, ein bláan og ein reyðan firvald, sum fara at leita sær eftir hunangi. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Tann lítli murturin, sum vildi spæla
Tann lítli murturin, sum vildi spæla

Søgan er um ein lítlan murt, sum ongan finnur at spæla við. Við eitt sær hann tvey bein, og tey eigur ein drongur, sum ætlar sær at fanga murtar. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Ein kaka og ein drongur
Ein kaka og ein drongur

Søgan um eina kaku, og hvaðani alt tað, sum verður koyrt í deiggið, kemur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Luthers Katekismus
Luthers Katekismus

Bókin er skipað í 5 partar: Boðini, Trúgvin, Faðir vár, Dópsins sakramenti og Altarsins sakramenti. Í bókini eru frágreiðingar, viðmerkingar og tilvísanir til skriftstøð. Lagt til rættis: Johs. Andr.…

Lesibók til 8. skúlaár
Lesibók til 8. skúlaár

Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, sagnir, siðsøgulig brot o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Við tøkk fyri ljós og dag, Vælsignaður av stjørnum, Børn vóru tey so ung, Gev ljóð mín glaða…

Lesibók 3

til triðja real
Lesibók 3
Lesibók 3

Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, orðtøk, sagnir, ævintýr o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Fólkið. sjúrður vann á orminum, At lesa er at hugsa, Kvæði um sjálvan meg, Mangan dvaldi eg við…

Grønland, Føroyar og Ísland
Grønland, Føroyar og Ísland

Á heftinum um hesi trý londini í Útnorðri eru viðkomandi upplýsingar og nógvar tekningar og myndir av stórslignu náttúruni, vinnulívinum, mentanarlívinum og gerandisdegnum í hesum oyggjum í…

  • Landafrøði 1

    Landafrøði 1 viðger náttúrulandafrøði í fýra pørtum: Jørðina og kortini, Jarðarskorpuna, Veðurlag og vøkstur og Vatnið á jørðini. 

    Afturat næmingabókini er lærarabók við uppgávum, sum ókeypis kann takast niður <a&hellip;

  • Gluggi
    Gluggi

    Gluggi

    Skrivikapping 2014, Næm í 9.flokki

    Tekstirnir eru sera ymiskir bæði stuttsøgur, yrkingar og ritroyndir. Tekstirnir snúgva seg um lívið hjá ungum í Føroyum og eru sera spennandi og geva innlit í eitt ungt univers.

  • Føroyakort (seinast dagført 2020)
    Føroyakort (seinast dagført 2020)

    Føroyakortið, sum er í stødd 1:100 000 (120x80 cm), er teknað í Føroyum. Á Føroyakortinum eru fleiri enn 1700 staðarnøvn, sum Staðarnavnanevndin hevur góðkent.

    Umhvørvisstovan dagførir Føroyakortið fyri Nám. Skrivast kann á kortið, ið er laminerað og kann brúkast sum…

  • Les 1 - Teldutøk lærarabók
    Les 1 - Teldutøk lærarabók

    Les 1 - Teldutøk lærarabók

    Lærarabók til framhaldsdeild

    Teldutøk lærarabók til Les 1. Tekstasavn til framhaldsdeild. Lydia Didriksen hevur skrivað og lagt til rættis.



















     

  • Hervør og Høgni - Lærarabók
    Hervør og Høgni - Lærarabók

    Í lærarabókini eru gjøgnumgongd og hugskot til allar síðurnar í lesibókini. Har eru eisini svarlisti til arbeiðsbøkurnar, frágreiðing um kassaorð og avritssíður.

  • Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 2
    Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 2

    Arbeiðsbók 2 hoyrir til tekstpartin (seinna part) av lesibókini. Uppgávur eru í arbeiðsbókini til allar søgur og sangir í lesibókini, og ætlanin við uppgávunum er at knýta saman lesingina, skrivingina og fatanina av tí lisna. Gjøgnumgongd av uppgávunum og svarlisti er í…

  • Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 1
    Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 1

    Arbeiðsbók 1 hoyrir til ljóðpartin (fyrra part) av lesibókini. Ein opna er í arbeiðsbókini til hvørja síðu í lesibókini, og uppgávurnar 1, 3 og 4 eru eftir sama leisti til allar bókstavasíðurnar. Gjøgnumgongd av uppgávunum og svarlisti er í lærarabókini.

  • Kristni 9 - Lærarabók
    Kristni 9 - Lærarabók

    Lærarabók til Kristni 9. Lærarabókini hevur eins og næmingabókin 14 kapitlar við ymiskum evnum. Í lærarabókini til 9. flokk er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við kapitlinum.

    Fremst í lærarabókini eru frágreiðingar til…

  • Tann góða lesitilgongdin (pappírsbók)
    Tann góða lesitilgongdin (pappírsbók)

    Útgáva frá Sprotanum

    Tann góða lesitilgongdin er um, hvussu lærari, tá ið skúlin byrjar, fer undir at læra barnið at lesa, og hvussu hann stimbrar lesimenningina.  

    Bókin gevur læraranum ítøkilig amboð til at eftirmeta og…

  • Súlan - Fiska og onnur kortspøl
    Súlan - Fiska og onnur kortspøl

    Fiska og onnur kortspøl eru ætlað børnum, tá ið tey læra at lesa. Kortini stuðla børnunum at læra bókstavirnar og tilhoyrandi ljóð.

    Kortini eru væl egnað at nýta í skúla, barnagarði og heima.

  • Súlan - Stavilsiskríggj
    Súlan - Stavilsiskríggj

    Stavilsiskríggj er ætlað børnum, tá ið tey læra at lesa.

    Kortini eru væl egnað at nýta í skúla, barnagarði og heima.

  • Súlubók - Ein lítil mús
    Súlubók - Ein lítil mús

    Súlubók - Ein lítil mús

    Súlubók við lixi

    Ein lítil mús er ein fitt bók til fyrsta flokk, sum er løtt at lesa. Ein lítil mús hevur lixtalið 7,3.  

    Hon er ein partur av Súluheildini, og er fjórða av seks súlubókum við lixi. 

  • Kristni 5 - Arbeiðsbók
    Kristni 5 - Arbeiðsbók

    Um útgávuna: Arbeiðsbókin kann verða brúkt hvønn tíma í kristnikunnleika. Uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at næmingarnir kunnu arbeiða sjálvstøðugt. Men gott er, um arbeiðið hjá næmingunum av og á verður eftirmett.

  • Kristni 6 - Næmingabók
    Kristni 6 - Næmingabók

    Kristni 6 er bókaheild til undirvísingina í 6. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo. Í næmingabókini eru 14 kapitlar, ið fevna um tey fimm kjarnuøkini í lærugreinini.

  • Kristni 6 - Lærarabók
    Kristni 6 - Lærarabók

    Kristni 6 er bókaheild til undirvísingina í 6. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo. 

    Í lærarabókini eru hugskot…

  • Kristni 6 - Arbeiðsbók
    Kristni 6 - Arbeiðsbók
  • Kristni 9 - Næmingabók
    Kristni 9 - Næmingabók

    Kristni 9 er grundbók í kristni til 9. flokk. Næmingabókini hevur 14 kapitlar við ymiskum evnum.

    Kristni 9 viðgerð kristnu skriftirnar og við trúartrænum verða jødadómur, kristindómur og islam samanbornir.

    Evni sum kærleiki, bøn og meditatión og hugvísindi og…

  • Kristni 5 - Lærarabók
    Kristni 5 - Lærarabók

    Kunning:  ‘Kristni 5. Lærarabók’  er partur av bókaheild til kristnikunnleika í 5. flokki. Lærarabókin ger tað lætt at leita fram júst tað, lærarin hevur brúk fyri. Viðmerkt er týðuliga, hvat evni og hvørja síðu í næmingabókini sipað verður til. Aftast eru sangir.…

  • Súlubók - Hundurin hjá Annu
    Súlubók - Hundurin hjá Annu

    Hundurin hjá Annu er ein fitt og stuttlig bók til fyrsta flokk, sum er løtt at lesa. Hundurin hjá Annu  hevur lixtalið 6.

    Hon er ein partur av Súluheildini, og er triðja av seks súlubókum við lixi. 

  • Skygni 3B til sjónveik
    Skygni 3B til sjónveik

    Einnýtisbók til sjónveik. Bókin er 20% størri enn vanliga Skygnibókin. Til útgávuheildina eru næmingabók, læraramappa og avritsmappa. 

    Bókin kostar 250,- kr.

  • Skygni 3A til sjónveik
    Skygni 3A til sjónveik

    Einnýtisbók til sjónveik. Bókin er 20% størri enn vanliga Skygnibókin. Til útgávuheildina eru næmingabók, læraramappa og avritsmappa. 

    Bókin kostar 250,- kr.

  • Skygni 2B til sjónveik
    Skygni 2B til sjónveik

    Einnýtisbók til sjónveik. Bókin er 20% størri enn vanliga Skygnibókin. Til útgávuheildina eru næmingabók, læraramappa og avritsmappa. 

    Bókin kostar 250,- kr.

  • Skygni 2A til sjónveik
    Skygni 2A til sjónveik

    Einnýtisbók til sjónveik. Bókin er 20% størri enn vanliga Skygnibókin. Til útgávuheildina eru næmingabók, læraramappa og avritsmappa. 

    Bókin kostar 250,- kr.

  • Skygni 1B til sjónveik
    Skygni 1B til sjónveik

    Einnýtisbók til sjónveik. Bókin er 20% størri enn vanliga Skygnibókin. Til útgávuheildina eru næmingabók, læraramappa og avritsmappa. 

    Nýggja roknibókin er onnur bókin í eini nýggjari dagførdari røð av roknibókum til fólkaskúlan, har føroyski gerandisdagurin er…

  • Skygni 1A til sjónveik
    Skygni 1A til sjónveik

    Einnýtisbók til sjónveik. Bókin er 20% størri enn vanliga Skygnibókin. Til útgávuheildina eru næmingabók, læraramappa og avritsmappa. 

    Bókin kostar 250,- kr.

  • Kokkulárapi
    Kokkulárapi

    KOKKULÁRAPI er yrkingasavn, sum Alexandur Kristiansen hevur skrivað. Alexandur er orðasnillingur, og tað prógvar hann enn einaferð við hesum savninum – skemtingarsamur og beinrakin!

    Innihaldið er fjølbroytt og vendir sær bæði til børn og vaksin. Hann hugleiðir millum…

  • Rúmdin - almenn stjørnufrøði
    Rúmdin - almenn stjørnufrøði

    Rúmdin sigur livandi frá stjørnufrøðisøguni, sum var tað ein spennandi krimisøga, heilt frá grikskum heimspekingum til nútíðar vitan um Big-Bang og myrkt tilfar.

    Við tryggum penni, og fotomyndum og tekningum í hópatali, leiðir høvundurin okkum eftir nógvum rókum í…

  • Kristni 8 - Lærarabók
    Kristni 8 - Lærarabók

    Lærarabókin til Kristni 8 er ætlað sum eyka tilfar til læraran. Í lærarabókini til áttanda flokk er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við kapitlinum. Fremst í lærarabókini eru frágreiðingar til faktaboksir og annað, sum…

  • Lívfrøði 3 - arbeiðsbók
    Lívfrøði 3 - arbeiðsbók

    Arbeiðsbókin til lívfrøði 3 er í fýra pørtum eins og næmingabókin. Ein partur er um mannakroppin, ein er um smáverur, ein lívtøkni og ílegutøkni og at enda er ein partur um dálking.

    Í hvørjum partinum eru venjingar, minnist tú spurningar, hevur tú skilt…

  • Vinir mínir og eg 3 - loggbók 1
    Vinir mínir og eg 3 - loggbók 1

    Vinir mínir og eg - kristni 3 er bókaheild til kristnikunnleika í 3. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar.