Skip to main content

Miðnám útgávur

Virkið. Uppgávur

Virkisbúskapur
Virkið. Uppgávur
Virkið. Uppgávur

Hetta er uppgávuhefti eftir Heðin Samuelsen til bókina Virkið. Heftið er partur av røðini í virkisbúskapi, sum er ætlað til undirvísing í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum, men eisini til…

Føroyinga søga
Føroyinga søga

Føroyingasøga er skrivað í Íslandi, ið hvussu er ikki seinni enn um ár 1200. Søgan er ikki varðveitt í heilum líki, men í pørtum í ymsum handritum, mesti parturin í Flatoyarbók, men eisini í…

Heimsatlas
Heimsatlas

Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. 

Um Evropa verður farið til…

Oyrað

Myndatalva
Oyrað
Oyrað

Myndatalva av Oyranum við stuttari kunnandi frágreiðing og føroyskum heitum.

Sjey myndatalvur í røðini eru komnar út. Tær eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur,…

Sodningarleiðin
Sodningarleiðin

Myndatalvan lýsir sodningarleiðina við stuttari kunnandi frágreiðing og við føroyskum heitum.

Sjey talvur eru komnar út í røðini. Tær eru 52 x 76 cm til støddar. Tær eru plastaðar og tí…

Venus fyri Sólini
Venus fyri Sólini

Stødd 60 x 42 cm.

8. juni í 2004 kl. 06:00 – 12:20 stóð Venus fyri Sólini. Hetta fyribrigdið var seinast at síggja í 1882. At taka myndir, sum hesar, av fyribrigdinum í síni heild, fer…

Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga

Táttur, Vísa, Kirkjusangur, Kvæði, Skjaldur
Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga
Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga

Fløgan og ljóðbandið Alfagurt ljóðar mín tunga er eitt savn av tí tónleiki, sum hevur livað í fólkinum í øldir. Á fløguni og ljóðbandinum eru ein táttur, Fruntatáttur, ein vísa, Brúnsveinsvísa,…

Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband

Kvæði, Vísa, Táttur, Kirkjusangur,Skjaldur
Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband
Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband

<span&hellip;

Alfagurt ljóðar mín tunga

Kvæði, Vísa, Táttur, Kirkjusangur, Skjaldur
Alfagurt ljóðar mín tunga
Alfagurt ljóðar mín tunga

<span&hellip;

Um livikor føroyinga

Arbeiðshefti 2
Um livikor føroyinga

Endamálið við at gera arbeiðsspurningar til frágreiðingina Um livikor føroyinga er m.a. hetta: - at næmingar og onnur áhugað fáa eina tilvitan um, hvussu livikorini við støði í inntøkuviðurskiftum…

Um livikor føroyinga

Arbeiðshefti 1
Um livikor føroyinga

Jens Petur Gaard og Edvard Olsen hava lagt arbeiðsheftið til framhaldsdeildina til rættis. Víst verður á, at sambært lesiætlan fólkaskúlans er ein tílík livikorskanning gott og viðkomandi tilfar í…

Um livikor føroyinga

Í hesi frágreiðing verða fíggjarviðurskiftini lýst út frá skattaskrásetingum fyri árini 1989 og 1993. 1989 var árið, har allar lønarútgjaldingarnar tilsamans vóru í hæddini. Ein samanbering millum…

  • Bókhald og ársroknskapur. Uppgávur
    Bókhald og ársroknskapur. Uppgávur

    Hetta er uppgávuhefti til bókina Bókhald og ársroknskap, ið er ætlað til lærugreinina virkisbúskap stig B í hægri handilsútbúgving og í Fiskivinnuskúlanum. Innihaldið er skipað soleiðis, at tað gevur lesaranum natúrliga framgongd í lærugreinini. Uppgávurnar fylgja kapitlunum í…

  • Búskapur og roknskapur
    Búskapur og roknskapur

    Henda triðja útgáva er nógv broytt í mun til fyrstu og aðru útgávu, ið komu í 1990 og 1992. Bókin er ætlað til lærugreinina virkisbúskapur á C-stigi í handilsskúlanum og samsvarar við lesiætlanina í hesari lærugrein. Men hon kann eisini verða brúkt á skeiðum og í sjálvlestri av…

  • Búskapur og roknskapur
    Búskapur og roknskapur

    Henda triðja útgáva er nógv broytt í mun til fyrstu og aðru útgávu, ið komu í 1990 og 1992. Høvundarnir hava endurskoðað, økt og dagført bókina, og miðað hevur verið eftir at gera uppgávubókina fjøltáttaða, eins og roynt verður at fylgja við fakliga rákinum innan frálæruna í…

  • Bein og vøddar
    Bein og vøddar

    Bein og vøddar

    Myndatalva

    Bein og vøddar lýsir bein og vøddar í kroppi okkara.

    Talvurnar eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og heim.

     

  • Ein ferð inn í føroyskt
    Ein ferð inn í føroyskt

    Ein ferð inn í føroyskt

    - eitt sindur um mállæru fyri leik og lærd

    Ein ferð inn í føroyskt, við undirheitinum eitt sindur um mállæru fyri leik og lærd, er grundbók í føroyskari mállæru. Hon greiðir t.d. frá teimum ymsu málsligu hugtøkunum, ið nýtt verða, hevur kut úr blaðkjaki um málslig fyribrigdi og hevur ørgrynni av kjakelvandi verkevnum.

  • Ein kvistur spretti...
    Ein kvistur spretti...

    Ein kvistur spretti...

    Keldur til Føroya søgu 1879-1906

    Á hesum savni av keldum til Føroya søgu er høvuðsdenturin lagdur á at lýsa framvøksturin av tjóðskaparkensluni og tjóðskaparrørsluni fram til nýggjan føroyskan sjálvstýrispolitikk og flokkaskipan á tingi. Av keldum kunnu nevnast brævaskifti millum Enok og Christian Bærentsen,…

  • Ein skúladagur í K.
    Ein skúladagur í K.

    Ein skúladagur í K.

    Føroyskar skemtisøgur

    Hetta er savn við 23 skemtisøgum eftir 14 føroyskar høvundar, frá M.A. Winther til Oddvør Johansen. Í innganginum greiðir Jógvan Isaksen frá føroyskari skemtisøguskriving, hvussu hon er broytt og hví.

  • Eitt dukkuheim
    Eitt dukkuheim

    Eitt dukkuheim

    Sjónleikur í trimum pørtum

    Sjónleikurin snýr seg um rættin hjá menniskjum at liva sítt egna lív uttan at vera bundin av gomlum reglum og vanahugsanum.

  • Ellæra 1
    Ellæra 1

    Ellæra 1

    Almenn alisfrøði

    Ellæra 1 viðger tættir sum: Streym og løðing, Elektrisk felt og potential, Mótstøðu og spenning og Elektromotoriska kraft í streymrásum. Á kapitlunum eru uppgávur, og aftast í bókini er uppískoyti við ymsum eindum og yvirlitum og leitorð. Á breddanum eru myndir og stuttar…

  • Føroya jarðfrøði
    Føroya jarðfrøði

    Bókin byrjar við einum almennum parti, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á føroyska partin, har føroyski basaltháslættin verður lýstur við niðastu basaltfláum, kolalind, gosmyrju, miðfláum, ovastu basaltfláum og innskotum við gongum, óregluligum…

  • Føroya náttúra
    Føroya náttúra

    Føroya náttúra

    Lívfrøðiligt margfeldi

    Bókin Føroya Náttúra er ein støðumynd av lívfrøðiliga margfeldinum í føroysku náttúruni, og tí er hon tað besta grundarlagið, ið vit í løtuni hava fyri at meta um støðuna hjá plantum og djórum í Føroyum. Hon gevur eisini eitt yvirlit yvir, á hvønn hátt lívfrøðiliga margfeldið…

  • Føroya søga 1
    Føroya søga 1

    Føroya søga 1

    Norðurlond og Føroyar

    Á fyrsta bindi av Føroya søgu, ið ber undirheitið Norðurlond og Føroyar, verður roynt at koma inn í søgu okkara, og spurningarnir, sum viðgjørdir verða, eru t.d.: Hvussu varð Føroya land til? Hvussu komu norðbúgvar inn í almenna evropeiska søgu? Hvussu ávirkaði náttúran…

  • Føroya søga 2
    Føroya søga 2

    Føroya søga 2

    Skattland og len

    Á øðrum bindi av Føroya søgu, sum ber undirheitið Skattland og len, er høvuðsdenturin lagdur á miðaldarsøguna; tó umskarast frásøgnin í tíðar- og hendingarrøð, so at komið verður fram til um ár 1700. Bókin er prýdd við nógvum myndum, fleiri í litum. Strikumyndir og…

  • Føroya søga 3
    Føroya søga 3

    Føroya søga 3

    Frá kongligum einahandli til embætisveldi

    Á hesum bindi verður roynt at binda træðrirnar aftur til fyrsta og annað bind. Byrjað verður við einum broyttum samfelagsstøði eftir Gablatíðina. Teir seinastu kapitlarnir eru um tey politisku viðurskiftini: skilnaðin frá Noregi í 1814, avtøkuna av øllum fornum politiskum…

  • Føroysk kórbók 1
    Føroysk kórbók 1

    Føroysk kórbók 1

    Kórsatsir eftir Karl Clausen

    Á kórbóklinginum, sum Ólavur Hátún hevur lagt til rættis, eru vælkendir føroyskir sangir og sálmar. Karl Clausen hevði í mong ár gott og regluligt samskifti við føroysk kórfólk. Hann gjørdi kórsatsir til føroysk løg til føroyingar í Keypmannahavn longu fyrst í 60-árunum. Á…

  • Føroyskar bókmentir 2
    Føroyskar bókmentir 2

    Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir fyri 1880. Rithøvundarnir eru: J. Dahl, Jógvan Dánialsson, Rasmus Effersøe, A.C. Evensen, J.P. Gregoriussen, V.U. Hammershaimb, Johanna M. Skylv Hansen, C. Holm Isaksen, Jakob Jakobsen, Maria R. Mikkelsen, Tróndur Olsen,…

  • Føroyskar bókmentir 3
    Føroyskar bókmentir 3

    Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir í tíðarskeiðinum 1881-1902. Rithøvundarnir eru: J.H.O. Djurhuus, Jákup Hansen, Jóan Chr. Poulsen, Nyholm Debess, H.A. Djurhuus, H.M. Ejdesgaard, Rikard Long, Louis Zachariassen, Gudmund Bruun, M.S. Viðstein, Victor…

  • Føroyskar bókmentir 4
    Føroyskar bókmentir 4

    Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir í tíðarskeiðnum 1905-1938. Rithøvundarnir eru: K.O. Viderø, Jákup Berg, Andreas Andreasen, Valdemar Poulsen, G.L. Samuelsen, Sigurð Joensen, Karsten Hoydal, Jens D. Jacobsen, Óli Dahl, Bernhard Brim, Regin Dahl, Bergur…

  • Føroyskir rithøvundar
    Føroyskir rithøvundar

    Føroyskir rithøvundar

    - frá Hammershaimb til Oddfríð

    Teldutøk rithøvundaskrá, skipað í tíðarrøð, við almennum inngangi um føroyskar bókmentir.

  • Føroyskir soppar
    Føroyskir soppar

    Bókin viðger vistfrøðina og lívfrøðina hjá soppum, eyðkenni, bólking og vakstrarstøð. Nógvir soppar eru sera vakrir, nógvir eru góðir átusoppar, og nakrir eru eitursoppar. Litmyndir eru av teimum vanligastu soppunum. Umframt til undirvísing er bókin hent handbók og góð at…

  • Fiskimenn
    Fiskimenn

    Fiskimenn

    Skaldsøga. Skúlaútgáva

    Henda útgávan av skaldsøguni Fiskimonnum er í fyrstu syftu ein skúlaútgáva. Men samstundis er skaldsøgan við inngangi sínum, sínum viðmerkingum, tekningum og sínum ávísingum ein fongur hjá øllum bókmentaáhugaðum fólki í landinum.

    Skaldsøgan Fiskimenn er realistisk og…

  • Fjørið mítt
    Fjørið mítt

    Fjørið mítt

    - ævintýrheimur

    Á bókini verður í drúgvum inngangi roynt at lýsa gomlu føroysku ævintýrini sum part av ævintýrum yvirhøvur og at greiða frá tí arbeiði, sum var gjørt her á landi at savna og skriva upp ævintýr. Ævintýrúrvalið er gjørt við tí í huga, at tað skal vísa vanligastu ævintýrsløgini,…

  • Fjørið mítt
    Fjørið mítt

    Fjørið mítt

    - ævintýrheimur. Arbeiðshefti

    Á arbeiðsheftinum eru uppskot um, hvussu arbeiðast kann við ævintýrum í skúlanum. Harumframt eru eitt norskt og eitt íslendskt frábrygdi til ævintýrið Risans klótu tikin við til samanberingar.

  • Flugudrotturin
    Flugudrotturin

    Flugudrotturin sigur frá einum flokki av enskum dreingjum, sum er komin til eina óbygda oyggj, eftir at flogfarið, teir vóru við, er dottið niður. Á heiminum uttan um oynna leikar kríggj á, og tað er ein atombumba, sum hevur volt, at flogfarið datt niður. Teir yngstu…

  • Flugudrotturin
    Flugudrotturin

    Flugudrotturin

    Arbeiðshefti

    Arbeiðshefti er eitt uppskot til útlegging av bókini. Arbeiðshættirnir eru ymiskir, og tað er upp til læraran, um hann velur at arbeiða við øllum hættunum, ella hann velur einstakar burturúr. Arbeiðsuppgávurnar fevna um einstaklingauppgávur, framløgur, kjak, tónleik, leik og…

  • Formlasavn C
    Formlasavn C

    Formlasavn C

    Til HF-felagslærugrein og málsligu deild studentas

    Formlasavnið er loyvt hjálparamboð hjá næmingum til próvtøkurnar í støddfrøði í 1. studentaskúlaflokki á málsligari deild (kravt stig) og í 1. HF-flokki (felagslærugrein). Aftast í heftinum er yvirlit yvir nøkur støddfrøðilig tekn.

  • Frá stórkríggi til heimskríggj 1918-1939
    Frá stórkríggi til heimskríggj 1918-1939

    Bókin lýsir stórpolitisku gongdina í Evropa í hesum tíðarskeiði við serligum atliti at søgu Týsklands. Hini ríkini í Evropa, sum um hetta mundið vóru mett sum stórveldi: Bretland, Frakland, Italia og Sovjetsamveldið, verða umrødd, eins og USA og Japan, ið eisini høvdu ávirkan á…

  • Fráflyting og búskaparkreppa

    Fráflyting og búskaparkreppa

    Útisetar og Danmark

    Fráflyting og búskaparkreppa er tann seinasta bókin í røðini við teimum sonevndu livikorskanningunum, sum Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út í samstarvi við føroysk yrkisfeløg og snúgva seg alment um at kanna lívskorini hjá føroyingum undan og undir kreppuni í…

  • Frostrósan
    Frostrósan

    Frostrósan

    - og aðrar søgur

    Eitt úrval av teimum søgum, ið komu inn til stuttsøgukappingina fyri føroyskar kvinnur, ið Kvinnutíðindi lýstu eftir. Til bókina fæst eisini arbeiðshefti, sum Kirsten Brix hevur lagt til rættis.

  • Frostrósan
    Frostrósan

    Frostrósan

    - og aðrar søgur. Arbeiðshefti

    Eitt úrval av teimum søgum, ið komu inn til stuttsøgukappingina fyri føroyskar kvinnur, ið Kvinnutíðindi lýstu eftir. Til bókina fæst eisini arbeiðshefti, sum Kirsten Brix hevur lagt til rættis.