Skip to main content

Útgávur

Kom og skriva 1 - Næmingabók
Kom og skriva 1 - Næmingabók

Bókin er ætlað næmingum, sum skulu byrja við ávegisskriving. Fimm høvuðspartar eru: At siga frá, At sansa og sveima, At skriva brøv, Snarskriving og Yrkingar. Hvør partur endar við einum skríni, sum…

Kom og skriva 1 - Lærarabók
Kom og skriva 1 - Lærarabók

Lærarabókin greiðir frá ávegisskrivingini, vísir hvussu bókin Kom og skriva 1 er skipað, og hevur annars uppskot til læraran, hvussu hann kann arbeiða.

Kom og skriva 1 - Skrivihefti
Kom og skriva 1 - Skrivihefti

Skrivihefti til Kom og skriva 1. Perman er tann sama sum á grundbókini. Støddin er tann sama sum á lærarabókini. Skriviheftið er 48 síður við breiðari margu og góðari linjufrástøðu. Ætlanin við…

Kom og skriva 2 - Næmingabók
Kom og skriva 2 - Næmingabók

Kom og skriva 2 er framhald av Kom og skriva 1 og er ætlað undirvísingini í skrivligum føroyskum. Bøkurnar byggja á ávegisskriving, har skrivað verður við hugflogi og opnum sinni. Endamálið við…

Kom og skriva 2 - Lærarabók
Kom og skriva 2 - Lærarabók

Lærarabókin greiðir frá ávegisskrivingini, vísir hvussu bókin Kom og skriva 2 er skipað, hevur eisini uppskot til læraran, hvussu hann kann arbeiða.

Kom og skriva 2 - Skrivihefti
Kom og skriva 2 - Skrivihefti

Skrivihefti til Kom og skriva 2. Perman er tann sama sum á grundbókini. Støddin er tann sama sum á lærarabókini. Skriviheftið er 48 síður við breiðari margu og góðari linjufrástøðu. Ætlanin við…

Kom og skriva 3 - Næmingabók
Kom og skriva 3 - Næmingabók

Kom og skriva 3 er framhald av undanfarnu bókunum og er ætlað undirvísingini í skrivligum føroyskum í 6.-7. flokki. Bøkurnar byggja á ávegisskriving, har skrivað verður við hugflogi og opnum sinni.…

Kom og skriva 3 - Lærarabók
Kom og skriva 3 - Lærarabók

Á lærarabókini til kom og skriva 3 finnur lærarin leiðbeiningar og hugskot til næmingabókina, so hann fær tann íblástur, sum krevst í eini fjølbroyttari undirvísing. Áhugaverd brot eru um:…

Kom og skriva 3 - Skrivihefti
Kom og skriva 3 - Skrivihefti

Skrivihefti til Kom og skriva 3. Perman er tann sama sum á grundbókini. Støddin er tann sama sum á lærarabókini. Skriviheftið er 48 síður við breiðari margu og góðari linjufrástøðu. Ætlanin við…

Kom við - Næmingabók
Kom við - Næmingabók

Bókaheildin Kom við eftir Margretu Næss, lærara – fevnir um tríggjar bøkur, umframt band og fløgu. Útgávurnar eru ætlaðar undirvísingini í føroyskum í miðdeild fólkaskúlans. Nógvar myndir og…

Kom við - Skrivibók
Kom við - Skrivibók

Bókaheildin Kom við eftir Margretu Næss, lærara – fevnir um tríggjar bøkur, umframt band og fløgu. Útgávurnar eru ætlaðar undirvísingini í føroyskum í miðdeild fólkaskúlans. Á skrivibókini eru…

Kom við - Svarlisti
Kom við - Svarlisti

Á svarlistanum eru svarlistar til skrivibókina, krossorðagáturnar og til lesibókina.

Prikkut vár - Næmingabók
Prikkut vár - Næmingabók

Prikkut vár, ið er framhald av bókin Dýr og dorg, er ætlað miðdeild fólkaskúlans. Høvuðsevnið í bókini er samvera millum menniskju. Bæði millum børn og millum børn og vaksin. Í bókini eru nógv…

Prikkut vár - Svarlisti
Prikkut vár - Svarlisti

Til bókina Prikkut vár hoyrir eisini fjølbroytt skrivibók, har arbeitt verður víðari við tí, sum er í lesibókini. Loysnir til gátur og annað er at finna í svarlistanum.

Prikkut vár - Skrivibók
Prikkut vár - Skrivibók

Til bókina Prikkut vár hoyrir eisini fjølbroytt skrivibók, har arbeitt verður víðari við tí, sum er í lesibókini. Loysnir til gátur og annað er at finna í svarlistanum.

Lesibók til 2. skúlaár
Lesibók til 2. skúlaár

Í bókini, sum hevur ein hóp av tekningum, eru stuttar søgur, yrkingar og skjaldur. Bókin er skipað í hesar partar: Við hús og í haga, Børn siga frá, Eg setti meg, Lukka fatti barnið, Stjørnan skein,…

Lesibók til 3. skúlaár - 1. partur

til 3. skúlaár - 1. partur
Lesibók til 3. skúlaár - 1. partur
Lesibók til 3. skúlaár - 1. partur

Í hesi bókini eru stuttar søgur, yrkingar og skjaldur. Bókin er býtt í hesar partar: Sólin er gull, Rura, rura barnið, Og summardáin grør, Tú og eg, Og eg veit, Har rósurnar føgru blóma, Ljósini tey…

Lesibók til 3. skúlaár - 2. partur

til 3. skúlaár - 2. partur
Lesibók til 3. skúlaár - 2. partur
Lesibók til 3. skúlaár - 2. partur

Í bókini eru stuttsøgur, ævintýr, yrkingar, skjaldur, kvæði Bjarnabani og sjónleikurin Snjóhvíta. Bókin er skipað í hesar partar: Vit kunnu øll at renna dyst, Gylt saðil á, Oman kemur grýla, Hækkar…

Lesibók til 5. skúlaár
Lesibók til 5. skúlaár

Í bókini eru søgur, yrkingar, sagnir, ævintýr, kvæði o.a. - bæði upprunaligt og týtt. Bókin er skipað í hesar partar: Fiskurin bítur, Fjør mítt, Nú ringja kirkjuklokkur, Troðum lættliga, Kærleikur…

Lesibók til 6. skúlaár
Lesibók til 6. skúlaár

Í bókini eru stuttsøgur, sagnir, ævintýr, yrkingar, kvæði og sjónleikurin Rósalítla. Bókin er skipað í hesar partar: Tit eiga hetta land, Havið sang um Føroyar, Frítt er Eystfelli, Fjart í fornu øld,…

Lesibók til 7. skúlaár
Lesibók til 7. skúlaár

Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, siðsøgulig brot o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Hvat gat eg sagt, Rætt mær hond, Fáur fær tráðin heilt slættan, Føgur var náttin, Grør so fagurt, Rógva…

Íslendskir tekstir. Upplestur og sangur

Úr lesibók til 6. og 7. skúlaár
Íslendskir tekstir. Upplestur og sangur
Íslendskir tekstir. Upplestur og sangur

Upplestur og sangur. A: Lesibók til 6. skúlaár, bls. 265-277. B: Lesibók til 7. skúlaár, bls. 376-393. Þóra Þóroddsdóttir lesur.

Morgun - Snípubók - 2 fjaðrar
Morgun - Snípubók - 2 fjaðrar

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Hetta er ískoytislesibók til…

Morgun - Snípubók - 1 fjøður
Morgun - Snípubók - 1 fjøður

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Hetta er ískoytislesibók til…

Vár - Snípubók - 1 fjøður
Vár - Snípubók - 1 fjøður

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Vár er gul Snípubók, ið er ætlað 1. - 3.…

Vár - Snípubók - 2 fjaðrar
Vár - Snípubók - 2 fjaðrar

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Vár er gul Snípubók, ið er ætlað 1. - 3.…

Mállæra
Mállæra

Mállæran er skipað í tríggjar høvuðspartar, sum vanligt hevur verið í mállæruskriving: ljóðlæru, bendingarlæru og orðalagslæru. Fremst í bókini er eitt sindur um málsøgu og orðasmíð, reglur um…

Orðaskyn

Mín fyrsta orðabók
Orðaskyn
Orðaskyn

Bókin er fyrst og fremst ætlað næmingum í miðdeild fólkaskúlans, so teir tíðliga kunnu venja seg at nýta orðabøkur. Í bókini eru eini 3.000 orð og einar 450 myndir. Navnorð, sagnorð og lýsingarorð…

Revur og bjørn
Revur og bjørn

Ævintýrið um revin og bjørnina, sum hildu hús saman. Tey áttu eina tunnu av smøri, sum tey ætlaðu at eta fyrsta jóladag. Men so fór revurin at brellast. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum…

Revurin, krákan og mýrisnípan
Revurin, krákan og mýrisnípan

Ævintýr um, hvussu mýrisnípan lærir krákuna at verja seg fyri revinum, men revurin er snildari enn so. Bókin kann nýtast í frílesingini og til evnislesnað.

  • Hervør og Høgni - Lærarabók
    Hervør og Høgni - Lærarabók

    Í lærarabókini eru gjøgnumgongd og hugskot til allar síðurnar í lesibókini. Har eru eisini svarlisti til arbeiðsbøkurnar, frágreiðing um kassaorð og avritssíður.

  • Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 2
    Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 2

    Arbeiðsbók 2 hoyrir til tekstpartin (seinna part) av lesibókini. Uppgávur eru í arbeiðsbókini til allar søgur og sangir í lesibókini, og ætlanin við uppgávunum er at knýta saman lesingina, skrivingina og fatanina av tí lisna. Gjøgnumgongd av uppgávunum og svarlisti er í…

  • Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 1
    Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 1

    Arbeiðsbók 1 hoyrir til ljóðpartin (fyrra part) av lesibókini. Ein opna er í arbeiðsbókini til hvørja síðu í lesibókini, og uppgávurnar 1, 3 og 4 eru eftir sama leisti til allar bókstavasíðurnar. Gjøgnumgongd av uppgávunum og svarlisti er í lærarabókini.

  • Tann góða lesitilgongdin (pappírsbók)
    Tann góða lesitilgongdin (pappírsbók)

    Útgáva frá Sprotanum

    Tann góða lesitilgongdin er um, hvussu lærari, tá ið skúlin byrjar, fer undir at læra barnið at lesa, og hvussu hann stimbrar lesimenningina.  

    Bókin gevur læraranum ítøkilig amboð til at eftirmeta og…

  • Súlan - Fiska og onnur kortspøl
    Súlan - Fiska og onnur kortspøl

    Fiska og onnur kortspøl eru ætlað børnum, tá ið tey læra at lesa. Kortini stuðla børnunum at læra bókstavirnar og tilhoyrandi ljóð.

    Kortini eru væl egnað at nýta í skúla, barnagarði og heima.

  • Súlan - Stavilsiskríggj
    Súlan - Stavilsiskríggj

    Stavilsiskríggj er ætlað børnum, tá ið tey læra at lesa.

    Kortini eru væl egnað at nýta í skúla, barnagarði og heima.

  • Súlubók - Ein lítil mús
    Súlubók - Ein lítil mús

    Súlubók - Ein lítil mús

    Súlubók við lixi

    Ein lítil mús er ein fitt bók til fyrsta flokk, sum er løtt at lesa. Ein lítil mús hevur lixtalið 7,3.  

    Hon er ein partur av Súluheildini, og er fjórða av seks súlubókum við lixi. 

  • Súlubók - Hundurin hjá Annu
    Súlubók - Hundurin hjá Annu

    Hundurin hjá Annu er ein fitt og stuttlig bók til fyrsta flokk, sum er løtt at lesa. Hundurin hjá Annu  hevur lixtalið 6.

    Hon er ein partur av Súluheildini, og er triðja av seks súlubókum við lixi. 

  • Kokkulárapi
    Kokkulárapi

    KOKKULÁRAPI er yrkingasavn, sum Alexandur Kristiansen hevur skrivað. Alexandur er orðasnillingur, og tað prógvar hann enn einaferð við hesum savninum – skemtingarsamur og beinrakin!

    Innihaldið er fjølbroytt og vendir sær bæði til børn og vaksin. Hann hugleiðir millum…

  • Súlan - Bókstavaørk
    Súlan - Bókstavaørk

    Ætlað til at venja bókstavin og tosa um skrivikós, áðrenn og samstundis sum tey skriva í skrivibókina.

    Plakatir eru í trimum ymiskum litum, har myndirnar og bókstavirnir úr øllum kortunum eru koyrd saman í stavrað.

  • Súlan - Vit skriva
    Súlan - Vit skriva

    Vit skriva er ætlað at nýta í skrivifrálæruni í 1. flokki. Børnini læra at skriva teir stóru og smáu bókstavirnar, samstundis sum tey læra at lesa teir.

  • KÚLVURNAR spæla sjónleik
    KÚLVURNAR spæla sjónleik

    KÚLVURNAR spæla sjónleik

    KÚLVUBÓK 2 til Hervør, Høgni og hini

    Kúlvubøkurnar eru ætlaðar sum ískoytistilfar til Hervør, Høgni og hini – lesibók til annan flokk.

  • KÚLVURNAR í ballón
    KÚLVURNAR í ballón

    KÚLVURNAR í ballón

    KÚLVUBÓK 1 til Hervør, Høgni og hini

    Kúlvubøkurnar eru ætlaðar sum ískoytistilfar til Hervør, Høgni og hini – lesibók til annan flokk.

  • Súlubók - Eg dugi at lesa
    Súlubók - Eg dugi at lesa

    Súlubók - Eg dugi at lesa

    Súlubók við lixi

    Eg dugi at lesa er ein fitt bók til fyrsta flokk, sum er løtt at lesa. Hon hevur lix-talið 7,2.

    Hetta er fyrsta av seks bókum við lixi, sum avtalað er gjørd um.

  • 8 venjingarhefti til Súluna
    8 venjingarhefti til Súluna

    Hesi 8 venjingarhefti til Súluna eru ætlað at venja ta fyrstu lesingina. Teksturin er ljóðrættur í mest møguligan mun, og tey hava eitt lix-tal og eitt let-tal (læseegnethedstal).

    Venjingarheftini til Súluna eru ætlað til at venja ta fyrstu lesingina. Teksturin er…

  • Súlubók 6 - Sólin sá gás í á
    Súlubók 6 - Sólin sá gás í á

    Súlubók 6 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu tíggju bókstavirnar í Súluni.

    Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni.

  • Hervør og Høgni - lesibók til fyrsta flokk
    Hervør og Høgni - lesibók til fyrsta flokk

    Hervør og Høgni – lesibók til fyrsta er fyrsta bókaheildin í røðini um Hervør og Høgna.

    Bókin er ætlað sum grundbók í lesing fyrsta skúlaárið og er í tveimum pørtum, ein ljóðpartur og ein tekstpartur. Hon umrøður gerandisdagin hjá tvíburununum heima og í skúlanum. Til…

  • Føroysk bókmentasøga 1

    Føroysk Bókmentasøga sigur frá bókmentum, sum føroyingar hava skrivað, og sum eru skrivaðar í Føroyum á føroyskum og donskum. Fyrsta bind røkkur frá víkingaøld til aldamótið 1900 og er skift í fimm partar, miðøld, skynsemisøld, upplýsingarøld, romantikkur og…

  • Ljóðbussurin
    Ljóðbussurin

    Ljóðbussurin er ætlaður sum amboð til ljóðarbeiði í fyrsta flokki. Ljóðbussurin skal vísa, hvar í munninum, tey ymisku ljóðini verða myndað. Tey ljóðini, sum sita fremst í bussinum, verða myndað fremst í munninum. Bussurin er býttur í 4 litir, og litirnir umboða: varrar,…

  • Hvassi 4 - Renni undan
    Hvassi 4 - Renni undan

    Í fjórðu bókini hitta vit aftur hvassa á ferð undan óvinum og fíggindum.

     

    Á ferðini hittir hann ikki bara fíggindar, men eisini fólk, ið vilja honum væl. Men hjá Hvassa er so øgiliga trupult at líta á nakran.

     

    Bergur Rasmussen hevur týtt. Bókin er í 7.…

  • Enja 6 - Frúa okkara
    Enja 6 - Frúa okkara

    Teir harðrendu vaktarmenninir hála kápuna av Enju. Ein eldri maður hyggur gjølla at henni. Hann er alt annað enn blíður. Hon hyggur ikki upp. Hann roynir at lesa tankar hennara. Hon stríðist ímóti alt tað, hon er ment. Men hann er ov sterkur. Hon má slaka. Eitt kaldligt smíl…

  • Enja 5 - Dóttir kelduna
    Enja 5 - Dóttir kelduna

    Kalda vatnið fær hana at skelva og stívna. hetta er alt ov torført. Men hóast hon er bangin, so letur hon seg toga niður í dýpið. Tær svimja djúpari og djúpari. tað verður myrkari og myrkari.

    Josefina Ottesen hevur skrivað, Lars Lauge hevur teknað, og Lena Jacobsen hevur týtt.…

  • Sámal púra einsamallur
    Sámal púra einsamallur

    Sámal púra einsamallur eftir Gro Røsth. Allur flokkurin er boðin í føðingardag hjá Óla uttan Sámal. Og Óli sum er besti vinmaður hansara! Mamman heldur, at tað má vera ein misskiljing, men Sámal er so illur, at hann ger av at skulka. Hann vil ikki vera í skúlanum, tá ið øll…

  • Hundurin hjá Sáru
    Hundurin hjá Sáru

    Sára er í tí eydnusomu støðu, at mamman hevur lovað henni at fáa eitt dýr.

    Sára og vinkonan Minna tosa um, hvat dýr Sára skal velja sær.

    Har eru bæði fyrimunir og vansar, og alla tíðina meðan tær tosa er Snar har.

    Hjørdis Heindriksdóttir týddi úr donskum.

  • Frøkun Ignora og blómurnar
    Frøkun Ignora og blómurnar

    Ignora fegnast um blómurnar, hon hevur. Følna tær, verður hon kedd, so hon ger alt fyri at tær hava tað gott.

     

    Bøkurnar um frøkun Ignoru eru til triðja torleikastig. Anna Maria Reinert Jensen týddi úr donskum.

  • Frøkun Ignora verður milliarderur
    Frøkun Ignora verður milliarderur

    Frøkun Ignora verður milliarderur

    Frøkun Ignora fer til París

    Ignora fær av óvart hendur á einum lotto-seðli. Knappliga er hon múgvandi. Men er tað eydnan?

     

    Bøkurnar um frøkun Ignoru eru til triðja torleikastig. Anna Maria Reinert Jensen týddi úr donskum.

  • Enja 3 - Tær tríggjar systrarnar
    Enja 3 - Tær tríggjar systrarnar

    Eitt svørð fer flúgvandi gjøgnum luftina, og tann gamli skríggjar so sáran. Enja tekur til beins og rennur kvikliga yvir vøllin. Aftan fyri seg hoyrir hon rossini duna, men mjørkin forðar teimum at síggja hana. Løtu seinni hoyrir hon hvørki ross ella menn.

     

    Josefina Ottesen…

  • Enja 4 - Royndin
    Enja 4 - Royndin

    Fleiri gomul fólk sita í myrka rúminum. Eingin sigur nakað við hana. Øll sita tigandi. Hon verður sett á ein kodda. Framman fyri hana liggja fýra lutir: Eitt sjál, eitt spegl, ein smúkka og ein dolkur.

    Hon blundar og savnar tankarnar. Trummuljóðið gerst harðari og harðari, og…

  • Tey í sætta - Tann, sum altíð fær skyldina
    Tey í sætta - Tann, sum altíð fær skyldina

    Tann, sum altíð fær skyldina er onnur bókin í røðini um Tey í sætta. Røðin er um nakrar gentur og dreingir í einum púra vanligum sætta flokki. Men hóast púra vanligur, ja, so hendir kortini ymiskt… Magga undrast á Mariu, sum heldur tað vera í lagi at geva einum øðrum skyldina…

  • Anna Frank
    Anna Frank

    Hetta er bók um trettan ára gomlu Annu, sum saman við familju sínari goymdi seg á einum lofti undan týskarunum undir seinna heimsbardaga. Bókin er skrivað eftir vegleiðing frá Evu Schloss, sum yvirlivdi arbeiðslegurnar og gjørdist fostursystir Annu Frank.

     

    Susanna…


16.10.2024

Lesibókin Dropar 7 varð í dag heiðrað við gullheiðurslønini í BELMA kappingini um bestu lærubókina. Dropar 7 er fyrsta av trimum lesibókum til…

Les meira
13.02.2024

Leikritini "Páll fangi", "Vónbrot" og "Vinarlig hjún" eru løgd á leikritasíðuna á Snar.

Les meira