Skip to main content

Útgávur

Tann stóri bresturin
Tann stóri bresturin

Teir vita, at tað er vandamikið, teir tora illa, og kortini gera teir tað: Festa í fjúsið og tveita dynamittið í eitt ruskílat. Einki hendir, og teir rýma. Men so kemur ein lítil drongur gangandi…

Simona og hini
Simona og hini

Eg havi hugsað um hatta, tú segði um Linu.' Andrea kemur yvir til Simonu og gongur aftan á henni niðan í floksstovuna.

'Eg havi ikki sagt nakað um Linu,' sigur Simona. Hon…

Oliver Twist
Oliver Twist

Hetta er klassikari eftir Charles Dickens um fátæka smádrongin, sum ongan góðan eigur.

Á fyrstu síðu letur mamman, sum liggur á deyðastrá, sonin frá sær, og síðan veksur hann upp á einum…

Lívið á sjósavni
Lívið á sjósavni

 Lúr inn í heimin undir sjónum og uppliv og lær um dýr og plantur, ið har liva.

Í bókini fylgja vit lívinum á Føroya Sjósavni, har fleiri enn 100 ymisk dýrasløg úr føroyskum sjógvi…

Kári og serliðið
Kári og serliðið

Kári hevur nógv at halda skil á.

Pápi hansara drekkur heldur nógvar øl, og ein dagin kemur stóribeiggin, Hákun, við einum pakka, sum hann vil hava Kára at goyma fyri seg. Hvat hevur Hákun…

Hundurin
Hundurin

Á Kanariuoyggjunum hitta teir Marjuna og Nannu – og ein hvínandi og svangan hund, sum tey vilja hjálpa.

Rúnar og Marjun kalla hann Ninja og ansa eftir honum. Tey vilja hava hann heim…

Hin Froya
Hin Froya

Froya er og ferðast í Svøríki saman við mammuni og systrunum, har tær sigal við kano.

Men tær eru ikki einsamallar. Út úr mjørkanum kemur Frank. Hann átti ikki at verið har. Tí hann varð…

Frankenstein
Frankenstein

Vit fara við Frankenstein ígjøgnum ymisk fjallalendi og yvir fryst høv.

Klárar hann at steðga framferðini hjá tí fjandans drápsmanninum? Er hann til reiðar at gera tað, ið ódjórið biður…

Dracula
Dracula

Ein elligamal óndskapur hungrar eftir nýggjum blóði. Kunnu Jónatan og vinirnir vinna á óndskapinum?

Tað eru hálvt annað hundrað ár síðan, at søgan um Dracula varð skrivað. Hon er týdd til…

Dísa og norðlýsið
Dísa og norðlýsið

Dísa følir, hvussu hjartað dukar í bringuni, og hon er um at gráta.

Hon skal síggja vinirnar fyri síðstu ferð.

David Copperfield
David Copperfield

Kann ein einsamallur smádrongur vera so sterkur og treiskur, at hann kemur ígjøgnum teir vandar, ið liggja fyri framman?

Hann ferðast einsamallur eftir grýtutum gøtum frá barndómi til…

Beinta
Beinta

Beinta er forelskað í Dánjali. Flokkurin velur, at Sára, bestu vinkona Beintu, og Dánjal skulu fara á skeið saman. Ikki er tað lætt, tá besta vinkona tín fer at ferðast við tí, tú ert forelskað…

Turbo vil verða yrkisleikari
Turbo vil verða yrkisleikari

Ein dagin kemur ein venjari frá einum øðrum liði og spyr Turbo, um hann vil venja saman við teimum. Tað er eitt gott lið, og Turbo verður sjálvandi øgiliga errin og ger av at fara at spæla…

Turbo verður forelskaður
Turbo verður forelskaður

Í hesi bókini gerst Turbo forelskaður í Suffíu. Hann torir ikki at siga tað við Suffíu, so hann fær Símun at hjálpa sær at geva henni eitt bræv.

Men tíverri fyri Turbo er tað tann skeiva…

Turbo og ræðunáttin
Turbo og ræðunáttin

Eitt kvøldið spæla Ólavur, Símun og Turbo í skúlagarðinum. So síggja teir eina kjallarahurð, sum stendur á gloppi. Teir sníkja seg inn, men tað skuldu teir kanska ikki gjørt ...

Fjórða…

Smáfuglur í Føroyum
Smáfuglur í Føroyum

Nógv sløg av smáfugli eru komin til Føroya, síðan viðarlundir eru komnar, og fólk eru farin at fáa sær urtagarð.

Í bókini kanst tú lesa um, hvat eyðkennir fugl, fuglalát, bútíð og um ymsar…

Sámal verður bangin
Sámal verður bangin

Sámal verður bangin er sjálvstøðugt framhald av Sámal púra einsamallur.

Í hesi fittu bókini um Sámal er hann staddur hjá abba vinmanninum Óla. Av óvart kemur…

Sámal og okkurt, sum nístir
Sámal og okkurt, sum nístir

Um Sámal, sum saman við vinmanninum Óla fer at kanna ein bil, sum av onkrari grund er endaður inni í garðinum hjá teimum. Teir hoyra okkurt nísta. Hvat man tað vera?

Fjórða torleikastig -…

Sakarias og pápin
Sakarias og pápin

Í Sakarias og pápin fara faðir og sonur útferð, har teir skulu búgva í tjaldi. Hetta er ikki nakað, ið hóvar Sakariasi serliga væl.

”Syng nú við, Sakk!” sigur pápin.<br&hellip;

Sakarias og føðingardagurin
Sakarias og føðingardagurin

Sakarias hevur føðingardag. Hann er bæði spentur og stúrin, tí hetta er fyrstu ferð, at pápin kemur at vitja, eftir at foreldrini eru skild.

Hvat nú, um tey fara at skeldast? Fjórða…

Reytt er kærleiki
Reytt er kærleiki

Í hesari bókini er Lý komin aftur úr Amerika, har hon hevur búð, og tað hóvar ikki Elini, tí dreingirnir fjeppast so nógv uppi í henni. Og so er spurningurin, hvør fær høvuðsleiklutin í leikinum,…

Hjartavinkonur

K fyri Karin 1
Hjartavinkonur
Hjartavinkonur

Karin og Ria eru hjartavinkonur. Tær hava eitt vinkonuhálsband, og tær skulu báðar vera prinsessur á grýluveitsluni í frítíðarskúlanum. men so kemur Julia at ganga í flokkinum, og tá verður alt…

Vit vilja hava hund!
Vit vilja hava hund!

Julia og Oddur vilja hava ein hund. Tey gera alt møguligt fyri at fáa mammuna og pápan at trúgva, at tey klára at hava ábyrgd av einum djóri. Ja, tey enntá rudda kamarið! Men tá…

Úti í rúmdini
Úti í rúmdini

Úti í rúmdini er faktabók um – sum heitið sigur – rúmdina. Tað er Beinta Johannessen, sum hevur skrivað.

Í bókini kanst tú lesa um, hvar rúmdin er, hvat er í rúmdini, mánan…

Sjófuglur í Føroyum
Sjófuglur í Føroyum

Sjófuglur í Føroyum er fyrsta upprunaføroyska faktakrabbabókin. Tað er Beinta Johannessen, sum er lívfrøðingur og blaðstjóri á Strok, sum hevur skrivað og lagt til rættis.

Hóast 71 prosent…

Óbodnir gestir

Krabbabók
Óbodnir gestir
Óbodnir gestir

Børnini liggja og sova í tjaldi við kirkjugarðin, tá ið tey knappliga hoyra eina hurð klamsa. 

Síðan hoyra tey røddir, og eitt par fer inn í kirkjugarðin og byrjar at grava. …

Katla og Stina og sjokulátutjóvarnir
Katla og Stina og sjokulátutjóvarnir

Nú er eitt sindur liðið, síðan Katla og Stina byrjaðu detektiv-stovuna Tær smáu bláu, og tær hava longu havt fleiri mál.

Í hesi fittu bókini síggja vinkonurnar onkran stjala…

Hví hevur kettan snoddhár?
Hví hevur kettan snoddhár?

Í bókini eru 22 spurningar og svar um kettuna og alt, ið eyðkennir hetta djórið, sum er í so nógvum heimum. 

Kettan er eitt spennandi djór, sum ofta sjálv ger av, hvat hon vil. Her…

Hanna & Emma - Loynilig ætlan/Slanga í paradísi
Hanna & Emma - Loynilig ætlan/Slanga í paradísi

Hanna og Emma eru bestu vinkonur. Tær eru saman um alt.

Hetta er bók við tveimum spennandi søgum úr gerandisdegnum.

Í bókini Loynilig ætlan leggja tær báðar…

Hanna & Emma - Eg spyrji!/Tori eg?
Hanna & Emma - Eg spyrji!/Tori eg?

Hanna og Emma eru bestu vinkonur. Tær eru saman um alt.

Hetta er bók við tveimum spennandi søgum úr gerandisdegnum.

Í Eg spyrji fer Emma at ganga saman við…

  • Abbi og apan - Snípubók - 1 fjøður
    Abbi og apan - Snípubók - 1 fjøður

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Abbi og apan er gul Snípubók, ið er ætlað 1. - 3. flokki. Bókin er ætlað sum ískoyti til lesibøkurnar, og tí eru…

  • Abbi og apan - Snípubók - 2 fjaðrar
    Abbi og apan - Snípubók - 2 fjaðrar

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Abbi og apan er gul Snípubók, ið er ætlað 1. - 3. flokki. Bókin er ætlað sum ískoyti til lesibøkurnar, og tí eru…

  • Grindavísan - fløga
    Grindavísan - fløga

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Á fløguni er upptøka, har Vága Dansifelag kvøður…

  • Stutt mállæra
    Stutt mállæra

    Bókin er fyrst og fremst ætlað at stuðla næmingunum í føroyskari rættskriving, serliga í 8. og 9. flokki. Høvundarnir hava lagt seg eftir at hava alt tað við, sum lesiætlanin krevur av 9. flokki, og sum hevur týdning fyri rættskrivingina.

    Høvuðspartarnir í bókini eru…

  • Stutt mállæra. Uppgávur til 8. flokk
    Stutt mállæra. Uppgávur til 8. flokk

    Til mállærubókina Stutt mállæra verða gjørd tvey uppgávuhefti, annað til 8. flokk og hitt til 9. flokk. Hetta er heftið ætlað 8. flokki, men sum væl kann brúkast til 9. flokk. Í uppgávuheftinum eru 39 mállæruuppgávur. Til tær einstøku uppgávurnar er greinatal, sum vísir til…

  • Eg skrivi 4
    Eg skrivi 4

    Eg skrivi 4

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Hetta er fjórða bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

    Í hesari bókarøðini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til…

  • Duruta og aðrar søgur
    Duruta og aðrar søgur

    Duruta og aðrar søgur

    Hans Andrias Djurhuus í úrvali

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Duruta og aðrar søgur er Snípubók í røðini Snípa – Klassikari. Umframt stuttsøguna um Durutu, eru fimm aðrar søgur við í…

  • Kular Røtur - Sangbók

    Ein góð sangbók til fólkaskúlan

    Nýggj sangbók við sangum eftir Steintór Rasmussen o.ø. Nakrir av sangunum eru tíðarleysir, og aðrir eru um tað, sum børn hugsa nógv um beint nú. Á nýggju sangbókini við gyltari permu eru 29 sangir við nótum og besiffringum. Edward Fuglø…

  • Stutt mállæra. Svarlisti til 8. flokk
    Stutt mállæra. Svarlisti til 8. flokk

    Svarlisti til Stutta mállæru. Uppgávur til 8. flokk. Í svarlistanum eru 39 uppgávur, ið allar kunnu loysast við at lesa í Stuttari mállæru, sum er grundbók.

  • Firvaldsbók 5

    Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin kann, sjálvur ella saman við lærara, arbeiða á tí stiginum, sum hann er…

  • Kular Røtur - Fløga

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki útgivin aftur 

    Tvífløga, sum knýtir seg til sangbókina Kular Røtur, sum er…

  • Jólagávur - Snípubók - 1 fjøður
    Jólagávur - Snípubók - 1 fjøður

    Hetta er fjórða bókin í røðini gul Snípubók, ið er ætlað 7 til 10 ára gomlum børnum sum ískoyti til lesibókina, og tí eru høvuðspersónarnir í søguni nevndir Hervør og Høgni sum í lesibókini. Hinar bøkurnar í røðini eru Morgun, Vár og Abbi og apan.

    Jólagávur er ein…

  • Jólagávur - Snípubók - 2 fjaðrar
    Jólagávur - Snípubók - 2 fjaðrar

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Hetta er fjórða bókin í røðini gul Snípubók, ið er ætlað 7 til 10 ára gomlum børnum sum ískoyti til lesibókina, og tí eru…

  • Les 1

    Les 1

    Tekstasavn til framhaldsdeild

    Les 1 er heitið á fyrstu bók í nýggjari røð í trimum pørtum til framhaldsdeildina í føroyskum. Bókin er tekstasavn, sum er skipað í sjey partar, hvør við sínum heiti. Tekstirnir verða bundnir saman við einum høvuðsevni. Ymsu heitini á pørtunum geva lesaranum innlit í, hvussu…

  • Tú alfagra land mítt
    Tú alfagra land mítt

    Tú alfagra land mítt

    - tjóðsangurin og søga hansara

    Turið Sigurðardóttir, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, skrivar um tjóðsangin í 100 ár.

    Tilfarið er einans teldutøkt.

  • Stutt mállæra. Uppgávur til 9. flokk
    Stutt mállæra. Uppgávur til 9. flokk

    Stutt mállæra er ætlað næmingum í 8. og 9. flokki. Í hesum heftinum, Uppgávur til 9. flokk, kunnu næmingarnir arbeiða við teimum evnum, sum verða viðgjørd í mállæruni.

    Lærarin kann gjøgnumganga mállæruna og so lata næmingar loysa uppgávurnar í heftinum, sum eru…

  • Eg skrivi 5
    Eg skrivi 5

    Eg skrivi 5

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Eg skrivi 5, við undirheitinum: Skrivligt føroyskt til miðdeild, er 5. bókin í eini røð av rættskrivingar- og mállæruheftum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini eru ikki ætlað ávísum floksstigi, men kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint í 4. flokki)upp í 7.…

  • Føroyskir rithøvundar
    Føroyskir rithøvundar

    Føroyskir rithøvundar

    - frá Hammershaimb til Oddfríð

    Teldutøk rithøvundaskrá, skipað í tíðarrøð, við almennum inngangi um føroyskar bókmentir.

  • Kvæða- og vísuskrá
    Kvæða- og vísuskrá

    Á skránni er yvirlit yvir meginpartin av tí, ið komið er á prent, og sum kvøðið hevur verið í Føroyum. Skráin er skipað eftir heiti ella byrjunarreglu, stundum báðum, og víst verður til, hvar kvæðini og vísurnar eru at finna, og eisini til løg og niðurløg. Kvæða- og…

  • Kærleikssøga aldarinnar
    Kærleikssøga aldarinnar

    Kærleikssøga aldarinnar er sjálvævisøgulig og viðger hjúnalag Märtu Tikkanens við listarmannin Henrik Tikkanen. Savnið er eitt úrval av yrkingum úr Kærleikssøga aldarinnar, sum kom út á svenskum í 1976. Yrkingasavnið viðger trupulleikarnar í eini familju, har maðurin er…


13.02.2024

Leikritini "Páll fangi", "Vónbrot" og "Vinarlig hjún" eru løgd á leikritasíðuna á Snar.

Les meira
24.10.2023

Tvær plakatir til Punktum eru lagdar á Snar. Punktum er mállærubók til hádeild mállærubókina til hádeild.

Les meira