Oyvør D. Lassen, bókavørður í Námi Í Námi hendir rættiliga nógv í hesum døgum, og nógvar broytingar fara fram so hvørt, sum stovnurin mennist til eina samskipaða eind. Í savninum hava vit úr at gera við at senda undirvísingartilfar út á skúlarnar, samstundis sum skeiðini fyri komandi skúlaár av álvara eru farin av bakkastokki. Okkara savn av undirvísingartilfari – bæði sum Nám gevur út – men eisini frá øðrum føroyskum og útlendskum forløgum, er eisini í broyting. Teir fysisku karmarnir fara at broytast enn meir í ár, og gevur hetta høvi at ”brýna” og bøta um savnið. Okkara mið er at veita lærarum og øðrum ein sýnisglugga við øllum tilfari, ið kann nýtast sum íblástur og kveikjan í undirvísingini. Sama um talan er um keyp av nýggjum grundbókum til skúlan, tilfari um ávís evni, flokssett til høvuðsverk, lesi- og frílestrarkassar ella námsfrøðiligt tilfar til uppgávur. Útlánstilfar – td. føroysk, donsk og ensk flokssett, spæli- og yrkisfilmar og ljóðbøkur – eru keypt eftir tilmæli frá ráðgevum ella lærarum. Vit taka sostatt fegin ímóti uppskotum um nýtt tilfar, sum verður mett sum egnað til undirvísingarbrúk. Filmsavnið er í støðugari menning og uppstiging, og tá vaksandi áhugi er fyri tilfari innan henda miðil, økist úrvalið eisini. Vit hava flestu ljóðbøkur, sum koma út í Føroyum, og royna vit eisini í størstan mun eisini at keypa danskar. Sum brúkari í savninum hjá Námi, fært tú eitt gott yvirlit yvir, hvat tilfar finst til undirvísingarbrúk. Vit kunnu hjálpa tær at finna tilfar til ávísa lærugrein ella evni, til ein ávísan málbólk og flokk – ella at finna ta bókina, tú ikki visti, at tú leitaði eftir. Við okkara nýggju útlánsskipan er nú eisini gjørligt at leita eftir og bíleggja tilfar umvegis alnetið, og við at venda sær til okkum fæst meir at vita um – og vegleiðing í at brúka henda møguleika.
Hetta hevur tó knýpt, tá tað snýr seg um danskar bøkur. Tí hevur Landsmiðstøðin nú tikið stig til eisini at bíleggja ljóðbøkur saman við nýggjum flokssettum av donksum bókum og soleiðis so við og við at uppbyggja eitt savn við donskum bókum á fløgu. Lagt út: Rói Joense n
Tær eru bæði á føroyskum og donskum, og meginparturin er á fløgum. Í listanum er ein stutt lýsing av hvørjari einstakari bók. Øll kunnu læna ljóðbøkur. Um tú ikki fært komið á bókasavnið, kanst tú senda onkran fyri teg ella melda teg til Bókaberan, sum er eitt ókeypis tilboð til fólk, sum ikki hava møguleika at koma á bókasavnið. Eisini ber til at ringja ella skriva, og vit senda bøkurnar. Serlig avtala er við Posta um, at tey, sum ikki fáa lisið vanligar bøkur, ikki gjalda postgjald. Býarbókasavnið bjóðar eisini atgongd til ljóðbókatænastur á netinum, sí www.bbs.fo . Vinarliga Býarbókasavnið
Í morgun verða yrkingar hjá danska rithøvundinum Jakob Martin Strid lisnar upp á skúlum og í barnabókasøvnum í øllum norðurlondum - eisini í Føroyum. Yrkingarnar hevur Alexandur Kristiansen týtt til føroyskt. Í kvøld klokkan 20 hevur Landsbókasavnið eitt tiltak, har Hans Tórgarð fer at lesa upp úr bókini Popptónleikur úr Vittula eftir finska rithøvundin Mikael Niemi. Eisini fer Dorthe Pedersen, lærari í heimspeki og í donskum, at hava framløgu um humor í heimspekiligum høpi, og kvøldið endar við, at Lív Næs spælir nøkur løg. Kaffi og smákøkur omaná. Bókasavnið hjá Námi koyrir við lágum blussi í løtuni. Alt kunningarsavnið er pakkað niður vegna umbygging, og tí eru tað bert flokssett, filmar, ljóðbøkur og frílestrarkassar, sum verða lænt út. Men arbeiðið við umbyggingini gongur skjótt, og vit vóna, at okkara nýggja, spennandi savn er opið aftur í mars 2012.
Avgreiðslan í Námi hevur afturlatið frá mánadegi 2. apríl og letur uppaftur mikudagin 11. apríl, kl. 10.00. Í hesum tíðarskeiði er eingin felags telefonavgreiðsla. Er tørvur á sambandi, sí so starvsfólkayvirlitið á heimasíðu okkara www.nam.fo . Umbyggingin á Hoyvíksvegi 72, har Nám nú fer at húsast, er at kalla komin undir land. Tað hevur við sær, at alt starvsfólkið í næstum verður savnað her. Alt okkara arbeiði og virksemi verður hiðani og somuleiðis øll okkara avgreiðsla. Hóast vit øll nú flyta inn á Hoyvíksvegi 72, er ikki alt klárt enn. Enn er kunningarsavnið ikki tøkt. Fram til í summar ber bara til at læna flokssett, filmar, frílesikassar og ljóðbøkur. Alt annað tilfar verður í løtuni gjøgnumgingið, dagført og sett upp á pláss. Tí verður øll avgreiðsla í hesum tíðarskeiði framvegis umvegis telefon 755150 ella teldupost nam@nam.fo Eftir páskir verður avgreiðslan hjá Námi aftur frá Hoyvíksvegi 72 - tó avmarkað sum omanfyri nevnt. Opið verður soleiðis: Mánadag – hósdag: kl. 10.00 – 16.00 Fríggjadag: kl. 10.00 – 15.00
Í seinasta Skúlablaði er grein um savnið í Námi. Til hetta skúlaárið hava vit lagt okkum eftir at útbyggja savnið munandi bæði við útgávum, vit ikki hava havt áður, men eisini hava vit lagt aftrat verandi útgávum, so at vit ikki koma í ta støðu, at bøkur eru útlæntar og tí ikki tøkar hjá øðrum at læna. Umframt flokssettini hava vit í savninum kunningartilfar, handbøkur, ljóðbøkur, evniskassar og filmar. Vit venda okkum til skúlar, barnagarðar, frítíðarskúlar og líknandi stovnar innan undirvísing og ansing, og til ber at koma inn á gólvið og síggja alt útboð okkara á einum staði. Ikki minst okkara egnu útgávur, sum alsamt fjølgast. Vælkomin! Fyri at vísa, hvussu stórt úrval okkara av flokssettum er og fyri at gera vart við tað, senda vit í hesum døgum faldara í allar skúlar. Hetta er eitt átak at gera vart við okkara tænastu á hesum økinum og fyri at eggja lærarum at lesa enn meiri við næmingunum. Hesin faldari verður ikki prentaður regluliga, men fer at liggja nettøkur og dagførdur á heimasíðu okkara nam.fo. Beinleiðis leinkja til faldaran er her: http://80.77.131.135/nam_boekur/netbokur/flokssett_130822/ Góðan lesihug!
Tey 22 starvsfólkini hjá Námi skulu í framtíðini verða savnað á einum staði, og undir fyrireiking av hesum verður neyðugt at lata Náms-avgreiðsluna aftur. Umbyggingin verður væntandi liðug 1. februar í 2012. Soleiðis húsast vit í hesum tíðarskeiði Meðan avgreiðslan er afturlatin, húsast Nám á trimum støðum: KT-toymið heldur fram í hølunum á Hoyvíksvegi 72, og bókatoymið húsast í Lützenstrøð 4. Snartoymi, ráðgevar og savnsfólk fara at halda til í hølunum hjá Bókamiðsøluni á Hjalla 7b. Hvat skeiðunum viðvíkur framyvir, fáa luttakarar so hvørt í útsendu áminningini boð um, hvar tey verða hildin. Vit eru framvegis at hitta á tlf. 755150 og umvegis teldupostaadressuna nam@nam.fo . Telefaksið er ikki virkið í nevnda tíðarskeiði. Útlán: Meðan umbyggingin fer fram, verður bert gjørligt at læna flokssett, filmar, frílesikassar og ljóðbøkur. Alt annað tilfar í savninum verður niðurpakkað og er tí ikki tøkt. Gevið gætur, at øll avgreiðsla út úr húsinum fer í tíðarskeiðinum fram umvegis Posta. Møguligt verður at lata tilfar aftur við at seta tað í gongina í Mentamálaráðnum — við hurðina inn í Nám. Vit vóna, at vit framhaldandi kunnu veita tykkum góða tænastu, hóast hon verður nakað skerd og darvað, meðan umbyggingin fer fram. Vinaliga Nám Magnus Tausen, stjóri
Tá nýggja Nám lat upp, greiddi Oyvør Dam Lassen, bókavørður, frá um Nám-savnið, sum er skift í tveir partar - útlán og kunningarsavn. - Útlánið er okkara flokssett av fagur- og yrkisbókmentum. Vit hava umleið 800 ymisk flokssett, har onnur helvtin er føroyskar fagurbókmentir og hin helvtin yrkisbókmentir og útlendskar fagurbókmentir. Í Útláninum eru evnis- og lesikassar skipaðir í floks- ella torleikastig at nýta til frílesing ella til lesiátøk í skúlunum kring landið. Í Útláninum eru eisini filmar og ljóðbøkur. Vit hava tær allar flestu ljóðbøkurnar í savninum, sum koma út í Føroyum, segði Oyvør, tá nýggja Nám hevði móttøku. - Kunningarsavnið er ein sýnisgluggi hjá forløgum - bæði hjá Nám og hinum føroysku forløgunum, men eisini teimum útlendsku. Tað vil siga, at alt undirvísingartilfar, sum kemur út í Føroyum og í Danmark, hava vit eitt eintak av her í Kunningarsavninum, segði Oyvør. Tað, sum vit ynskja við savninum, er, at lænarar koma inn her í Nám og seta seg niður við einum kaffimunni og kunna seg um nýtt tilfar, fáa íblástur til undirvísing, læna tilfar og at fáa vegleiðing frá ráðgevunum. Eisini læraralesandi eru vælkomin at møtast í Námi at fyrireika starvsvenjingar ella at skriva uppgávur, sigur Oyvør innbjóðandi. - Annars hava vit eina bókasavnsskipan, sum er tøk á netinum. Tað er ein samlaður grunnur við øllum okkara tilfari, og tað ber eisini til at leita og bíleggja tilfar har.
“Tað, at finna og veita vitan og upplýsing, er ein spennandi og gevandi uppgáva,” sigur Oyvør Dam Lassen, sum er bókavørður í Námi. Í samrøðu við Skúlablaðið vísir Oyvør á, at stórur munur er á at avgreiða læraran og so onnur fólk á teim bókasøvnum, hon fyrr hevur starvast á. “Tað fyrsta er, at á einum fólkabókasavni er brúkarin í frítíðarørindum, meðan lærarin kemur í Nám í arbeiðsørindum,” sigur Oyvør og leggur afturat, at "lærarar spyrja um nógv ymisk evni, men ofta ganga somu evni aftur, til dømis um seinna heimsbardaga, víkingatíðina, veðurlagsboytingar og dálking". “Annars eru fyrispurningar um flokssett, filmar og ljóðbøkur til lesiveikar næmingar. Læraralesandi koma ofta her, tá tey skulu í starvsvenjing og skulu fyrireika undirvísingina.” “Ein avbjóðing er sjálvandi, at eg kann ikki ráðgeva einum lærara í, hvat undirvísingartilfar er betri ella meira viðkomandi fyri næmingarnar enn okkurt annað. Har koma okkara ráðgevararnir inn í myndina,” sigur Oyvør. “Men eg kann hjálpa læraranum at finna tilfar og eisini siga, hvat er væl umtókt, hvat er nýtt og so framvegis. Nám er einasti stovnurin av sínum slagi í Føroyum, og nú vit eru ein samanløgd eind, KT-depilin, Skúlabókagrunnurin og Landsmiðstøðin, eru vit eisini serstøk fyri alt danska ríkið. Tað verður spennandi at síggja, hvussu vit fara at menna okkara tænastu til skúlan í framtíðini,” sigur fryntligi bókavørurin í Námi. Øll samrøðan við Oyvør kann lesast í nýggja Skúlablaðnum.