Skip to main content

Útgávuyvirlit

Vit práta og tekna 1-2-3
Vit práta og tekna 1-2-3

<span&hellip;

Ábal og aðrar søgur
Ábal og aðrar søgur

Fyrsti klassikari í røðini Snípu, ið er bókarøð, sum lesinámsfrøðiliga verður flokkað eftir torleikastigi. Á bókini er úrval av tekstum eftir Sverra Patursson, sum var ein hin fyrsti, ið fór at…

Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti
Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti

Í heftinum eru arbeiðsuppgávur til søgusavnið Ábal og aðrar søgur, ið er eitt úrval av tekstum eftir Sverra Patursson. Ábal og aðrar søgur er ætlað elstu flokkum…

Alibaba

- ævintýr úr 1001 nátt
Alibaba
Alibaba

Ein dagin Alibaba arbeiddi í skóginum, sá hann 40 ránsmenn steðga við ein steyrrættan hamara og rópa: - Sesam, Sesam, lat teg upp! Og bergið læt seg upp. Bókin kann nýtast bæði í føroyskum og til…

Bolivia
Bolivia

Bóklingur var givin út í sambandi við dagsverkið 4. apríl 1990, men kann eisini nýtast í øðrum sambandi. Á bóklinginum verður greitt frá dagsverkstiltakinum, og í stuttum verður boliviska samfelagið…

Ein skúladagur í K.

Føroyskar skemtisøgur
Ein skúladagur í K.
Ein skúladagur í K.

Hetta er savn við 23 skemtisøgum eftir 14 føroyskar høvundar, frá M.A. Winther til Oddvør Johansen. Í innganginum greiðir Jógvan Isaksen frá føroyskari skemtisøguskriving, hvussu hon er broytt og hví.

Ein genta úr gamla Kina
Ein genta úr gamla Kina

Hetta er ein fitt søga fyri smábørn ætlað til framíhjálesing. Innihaldið er frá einari kristnari familju í Kina undan kollveltingini 1949. Bókin er eisini væl egnað til evnislesnað.

Eitt dukkuheim

Sjónleikur í trimum pørtum
Eitt dukkuheim
Eitt dukkuheim

Sjónleikurin snýr seg um rættin hjá menniskjum at liva sítt egna lív uttan at vera bundin av gomlum reglum og vanahugsanum.

At taka dagar ímillum

Um at ummæla og eitt úrval av ummælum
At taka dagar ímillum
At taka dagar ímillum

Bókin er ætlað sum ein stuðul í bókmentaundirvísingini. Fyrst er ein lýsing av tí at ummæla og seinni er eitt úrval av ummælum. Ummælisparturin er trýbýttur: ummæli av føroyskum bókmentum, av…

Føroya jarðfrøði
Føroya jarðfrøði

Bókin byrjar við einum almennum parti, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á føroyska partin, har føroyski basaltháslættin verður lýstur við niðastu basaltfláum,…

Lærið íslendskt 1
Lærið íslendskt 1

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Lærið íslendskt 2
Lærið íslendskt 2

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Lærið íslendskt
Lærið íslendskt

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Óli og Anna

Lætt lesing 1
Óli og Anna
Óli og Anna

Søgan er um Óla, sum er 5 ár, og Onnu, sum er 3 ár. Ein dagin lata tey hurðina upp í einum býfluguhúsi. Heftini eru løtt at lesa, reglurnar eru stuttar, og ring orð eru býtt sundur. Ljóðband fæst á…

Ansa tær, lítla mús
Ansa tær, lítla mús

Søgan um músina, sum fegin vildi hava korn at eta, og um kettuna, sum fegin vildi eta músina, men so kom hundurin. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Kettan, sum hvarv

Lætt lesing 3
Kettan, sum hvarv
Kettan, sum hvarv

Elsa og Høgni eiga eina kettu, sum er hervilig at rýma. Ein dagin, tey fara útferð, finna tey hana ikki, fyrr enn tey eru í bussinum Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Tríggir firvaldar fóru á flog
Tríggir firvaldar fóru á flog

Søgan er um ein hvítan, ein bláan og ein reyðan firvald, sum fara at leita sær eftir hunangi. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Tann lítli murturin, sum vildi spæla
Tann lítli murturin, sum vildi spæla

Søgan er um ein lítlan murt, sum ongan finnur at spæla við. Við eitt sær hann tvey bein, og tey eigur ein drongur, sum ætlar sær at fanga murtar. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Ein kaka og ein drongur
Ein kaka og ein drongur

Søgan um eina kaku, og hvaðani alt tað, sum verður koyrt í deiggið, kemur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Luthers Katekismus
Luthers Katekismus

Bókin er skipað í 5 partar: Boðini, Trúgvin, Faðir vár, Dópsins sakramenti og Altarsins sakramenti. Í bókini eru frágreiðingar, viðmerkingar og tilvísanir til skriftstøð. Lagt til rættis: Johs. Andr.…

Lesibók til 8. skúlaár
Lesibók til 8. skúlaár

Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, sagnir, siðsøgulig brot o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Við tøkk fyri ljós og dag, Vælsignaður av stjørnum, Børn vóru tey so ung, Gev ljóð mín glaða…

Lesibók 3

til triðja real
Lesibók 3
Lesibók 3

Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, orðtøk, sagnir, ævintýr o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Fólkið. sjúrður vann á orminum, At lesa er at hugsa, Kvæði um sjálvan meg, Mangan dvaldi eg við…

Grønland, Føroyar og Ísland
Grønland, Føroyar og Ísland

Á heftinum um hesi trý londini í Útnorðri eru viðkomandi upplýsingar og nógvar tekningar og myndir av stórslignu náttúruni, vinnulívinum, mentanarlívinum og gerandisdegnum í hesum oyggjum í…

Vit í Norðurlondum

Arbeiðsbók - til lærara og næming
Vit í Norðurlondum
Vit í Norðurlondum

Saman við øðrum tilfari kann Vit í Norðurlondum verða brúkt í tvørfakligum arbeiði um Norðurlond nú. Í arbeiðsbókini eru uppskot til næmingaarbeiði við sjónbondum, kortum, tekstum, hagtølum og…

Føroysk kórbók 1

Kórsatsir eftir Karl Clausen
Føroysk kórbók 1
Føroysk kórbók 1

Á kórbóklinginum, sum Ólavur Hátún hevur lagt til rættis, eru vælkendir føroyskir sangir og sálmar. Karl Clausen hevði í mong ár gott og regluligt samskifti við føroysk kórfólk. Hann gjørdi…

Skygni 9 - Næmingabók
Skygni 9 - Næmingabók

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið Skygni 9. Støddfrøði út av nýggjum. Stórar broytingar og dagføringar eru gjørdar frá fyrru útgávuni av Skygni 9. Í bókini verða sjey høvuðsevni…

Danmørk

Vit í Norðurlondum
Danmørk
Danmørk

Á hesum hefti verður sagt frá um Danmørk. Um hvussu tilfeingið í náttúruni verður nýtt, hvussu fólk liva, og um hvussu samfelagið er skipað í trimum plássum í Danmørk. Aftast í heftinum er lítil…

  • Gott er góðum at tæna 2 - Lærarabók
    Gott er góðum at tæna 2 - Lærarabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Gott er góðum at tæna 2 er ætlað kristniundirvísing…

  • Gras
    Gras

    Við myndum og á løttum máli verður greitt frá grasi, einari av heimsins týdningarmestu plantum. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Reyðmaðkurin
    Reyðmaðkurin

    Við myndum og á løttum máli verður greitt frá maðkinum og hansara týdningi í tilveru okkara. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Grønur var dalurin
    Grønur var dalurin

    Grønur var dalurin kom út fyrstu ferð í 1939, og í dag telist bókarverkið millum heimsklassikararnar. Bókin er um Morganfólkini í Wales, har mannfólkini arbeiða í kolanáminum. Tað er yngsti sonur teirra, Huw, ið sigur søguna, sum er um tað góða og tað ringa, sum hesum…

  • Havfrúgv og Nykur
    Havfrúgv og Nykur

    Havfrúgv og Nykur

    Tvær sagnir

    Í hesum bóklingi eru tvær sagnir. Onnur um hvussu havfrúgv er vorðin, og hin um hvussu nykur er vorðin. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar fæst á Landsmiðstøðini.

  • Havið
    Havið

    Bókarverkið Havið eftir Boga Hansen, havfrøðing, snýr seg um heimshøvini, men fyrst og fremst um tær føroysku havleiðirnar og nemur við samanhang millum hav, lív og dálking. Á Føroyum, her sum vit øll eru so nær knýtt at sjónum og liva av sjónum – í framtíðini kanska eisini…

  • Heimakrákan og aðrar søgur
    Heimakrákan og aðrar søgur

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Á sjálvari bókini eru 12 stuttar søgur, sum hóska…

  • Heimakrákan og aðrar søgur
    Heimakrákan og aðrar søgur

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Á sjálvari bókini eru 12 stuttar søgur, sum hóska…

  • Heimsatlas
    Heimsatlas

    Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. 

    Um Evropa verður farið til hinar heimspartarnar og heilt út í sólskipan okkara. Aftast eru navnaskráir,…

  • Heimurin 1.
    Heimurin 1.

    Heimurin 1.

    Vit kunna okkum um heimin

    Bókin er ætlað sum stuðul í undirvísingini í landalæru tey fyrstu árini, næmingarnir rættiliga fara at brúka kort og atlas. Evnini eru t.d. ættirnar, veður og vindur, globus, longdar- og breiddarstig, at finna á einum korti, mát, at læra at leita í navnaskránni í…

  • Heimurin 2
    Heimurin 2

    Heimurin 2

    Vit kunna okkum meira um heimin

    Heimurin 2 er framhald av Heiminum 1 og viðger evnini streym og streymkort, vind og vindmegi, ættirnar, tíðarøki, tíðarmun, lond í Evropa o.a. Harumframt eru nógvar uppgávur til Heimsatlasið í heftinum.

  • Fjørið mítt
    Fjørið mítt

    Fjørið mítt

    - ævintýrheimur

    Á bókini verður í drúgvum inngangi roynt at lýsa gomlu føroysku ævintýrini sum part av ævintýrum yvirhøvur og at greiða frá tí arbeiði, sum var gjørt her á landi at savna og skriva upp ævintýr. Ævintýrúrvalið er gjørt við tí í huga, at tað skal vísa vanligastu ævintýrsløgini,…

  • Fjørið mítt
    Fjørið mítt

    Fjørið mítt

    - ævintýrheimur. Arbeiðshefti

    Á arbeiðsheftinum eru uppskot um, hvussu arbeiðast kann við ævintýrum í skúlanum. Harumframt eru eitt norskt og eitt íslendskt frábrygdi til ævintýrið Risans klótu tikin við til samanberingar.

  • Heimurin 3
    Heimurin 3

    Heimurin 3

    Sólskipanin

    Hesi evni eru viðgjørd: 1. Sólin og fylgisveinar hennara, 2. Sól og gongustjørnur í røttum lutfalli, 3. Yvirlit yvir sól og gongustjørnur, 4. Jørðin og sólin árið íkring, 5. Mánin eina sól, 6. Mánaýtan og 7. Alheimurin. Støða okkara í rúmdini, at hyggja út í rúmdina - og…

  • Heimurin 4
    Heimurin 4

    Heimurin 4

    Streymur og sjóvarfall

    Bóklingurin greiðir frá sjóvarfalli, bæði flóð og fjøru og sjóvarfalsstreymi; harumframt verður eisini nortið við streym yvirhøvur og onnur viðurskifti í havinum, serliga havinum kring Føroyar. Sjóvarfalsstreymur stavar frá mána og sól, og greitt verður frá hesum sambandið.…

  • Heimurin 5
    Heimurin 5

    Heimurin 5

    Heimurin í hagtølum og evnum

    Bókin viðger hesi høvuðsevni: Jørðina. Fólkið í heiminum. Fólk og samfelag. Evropeiska Samveldið (ES). Sameindu Tjóðir (ST). Orku. Talvur. Ábúgvafrøði og lívskor. Heimsins trúarlærur. Heimsins lond. Vinnur. Landbúnað. Ádnað. Uttanríkishandil. Búskap.

    Kunningarnar í…

  • Heimurin 6
    Heimurin 6

    Heimurin 6

    Ídnaðarlond og menningarlond

    Bóklingurin er knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Ídnaðarlond og menningarlond verða lýst, og londini Belgia, Gana og Føroyar verða viðgjørd í hesum sambandi. Evnini heimsins fólkavøkstur, miðallívsævi, gjaldoyra,…

  • Heimurin 7
    Heimurin 7

    Heimurin 7

    Veðurlag og gróðurbelti

    Bóklingurin er serstakt knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Fylgjandi evni verða viðgjørd: Veðurlag og gróðurbelti: veðurlag, lufttrýst og vindur, lágtrýst, ið flyta seg, sólvindur og monsunur, havstreymar, avfall,…

  • Heimurin 8
    Heimurin 8

    Heimurin 8

    Krossorð

    Krossorðagáturnar eru gjørdar til Heimsatlasið. Høvuðsdenturin er lagdur á leitingina í atlasinum. Bæði lættar og truplar uppgávur eru. Til krossorðini er svarlisti, sum fylgir við.

  • Heimurin 8
    Heimurin 8

    Heimurin 8

    Krossorð. Svarlisti

    Svarlisti til Heimurin 8. Krossorð.

  • Heiðin hind
    Heiðin hind

    Heiðin hind

    Tekstasavn

    Á savninum eru 16 tekstir - yrkingar og prosatekstir - sum allir lýsa konufólk og samband teirra við umheimin. Tað er ein sannroynd, at bókmentirnar endurspegla støðu kvinnurnar í samfelagnum. Hetta hevur borið í sær, at bókmentaliga kvinnumyndin hevur verið fyri stórum og…

  • Hon kysti hann
    Hon kysti hann

    Hon kysti hann

    Savn av ástaryrkingum

    Úrvalssavn av føroyskum ástaryrkingum frá Jóannesi Patursson til Jóannes Nielsen. Brot úr nøkrum kvæðum verða eisini tikin við.

  • Hond Fatimu
    Hond Fatimu

    Fatima býr í Marokko. Trúgvin í Marokko nevnist islam. Profeturin Muhammed stovnaði islam í 7. øld. Mong børn í Marokko byrja í einum koranskúla, tá ið tey eru 4-5 ára gomul. Bókin er um dagliga lívið í tí lítlu bygdini, har Fatima býr. Aftast í bókini eru tvær síður við…

  • Hugin og minnið
    Hugin og minnið

    Hugin og minnið

    - eitt sindur um mál og hugsunarhátt í norrønari t

    Tekstirnir eru ætlaðir at geva ein varhuga av norðbúgvanna trúgv, lýsa teirra gudar og teirra fornu siðir til eitt vist. Málsligi parturin er ætlaður at geva næmingunum ein varhuga av norrønum máli, og hvussu ljóðini í høvuðsheitum eru broytt til føroyskt.

  • Hvar er Flekk?
    Hvar er Flekk?

    Fyri skjótt fimtan árum síðani fór forlagið Nýlendið við Jákupi í Skemmuni at geva út bøkurnar um hundin Flekk, sum bretin Eric Hill hevur skrivað og teknað. Fyrsta bókin Hvar er Flekk?, sum kom út í føroyskari týðing í 1986, hevur verið uppseld í nógv ár, men nú hevur so…

  • Hvat kostar matur og drekka

    Hvat kostar matur og drekka

    Um livikor føroyinga

    Metingin í bóklinginum er gjørd við støði í norðurlendskum kosttilráðingum. Hjá fakfeløgum og samfelagnum sum heild er neyðugt at fáa kannað, hvat heilsugóður kostur er. Ein dagskostur, sum nøktar tørvin til orku og til føðsluevni, sum mannakroppurin hevur fyri neyðini, er…

  • Livikor føroyinga

    Livikor føroyinga

    Vitalskanning. 1989 samanborið við 1994

    Fólk siga frá egnum gerandisdegi. Viðtalskanningin er gjørd til tess at fáa nærri upplýsingar um, hvussu ymiskar familjur liva undir ymiskum fortreytum. Í bókini siga fólk frá gerandisdegi sínum. Bókin kann nýtast í undirvísingini í samfelagsfrøðiligum evnum.

  • Hvítabjørnin
    Hvítabjørnin

    Hvítabjørnin

    - eitt lív við havið

    Á hesi bókini um hvítabjørnina lesa vit um útsjónd og lív, sansar og sjúkur, um hvølpin og um hvítabjarnir nú og fyrr.

  • Jim og ætt hansara
    Jim og ætt hansara

    Um tann 15 ára gamla Jim, sum, eftir at hann hevði búð 4 ár í Onglandi, í 1833 kom heimaftur til Eldlandið, har hann aftur hitti ætt sína. Bókin byggir á dagbók Darwins og hóskar væl til evnislesnað.

  • Jørðin
    Jørðin

    Jørðin

    Hvat gat eg sagt...

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Jørðin, ið Jens Petur Gaard týddi, sigur við…