Skip to main content

Útgávuyvirlit

Fiskivinna

Árbók fyri Føroyar 5
Fiskivinna
Fiskivinna

Arbeiðshefti til 5. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum er uppávur, men greitt verður eisini í stuttum frá um fiskiveiði, skipan av veiðini, veiðihagtølum, fiskileiðum og…

Hav- og landbúnaður

Árbók fyri Føroyar 6
Hav- og landbúnaður
Hav- og landbúnaður

Arbeiðshefti til 6. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum er uppgávur, sum eggja næmingunum sjálvum at eygleiða og kanna ymisk viðurskifti. Stutt søguligt yvirlit er yvir…

Íðnaður, handverks- og byggivinna

Árbók fyri Føroyar 7
Íðnaður, handverks- og byggivinna
Íðnaður, handverks- og byggivinna

Heftið er ætlað sum stuðul hjá næminginum at lesa og skilja Árbók fyri Føroyar, so at hann kann kunna seg um og viðgera ymisk viðurskifti í samfelagnum. Meginparturin av tilfarinum er uppgávur til…

Flutningur og samferðsla

Árbók fyri Føroyar 8
Flutningur og samferðsla
Flutningur og samferðsla

Arbeiðshefti til 8. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Stutt søguligt yvirlit er yvir flutning fyrr í tíðini, yvir politiska orðaskiftið um samferðslu um miðju 20. øld og um samferðslu og flutning nú.…

Orka og fjarskifti

Árbók fyri Føroyar 9
Orka og fjarskifti
Orka og fjarskifti

Arbeiðsheftið til kapittul 9 í Árbók fyri Føroyar. Heftið er um orkuframleiðslu, orkukeldur og altjóða royndir at fyribyrgja dálking. Eisini verður greitt frá telesambandi og postflutningi, og…

Handil, privatar og almennar tænastur
Handil, privatar og almennar tænastur

Arbeiðshefti til 10. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Greitt verður frá um vinnumentan í søguligum høpi, vinnumenningina í Føroyum og tænastu- og kunningarsamfelagið. Nógvar uppgávur og spurningar…

Lyklatøl um Føroyar

Árbók fyri Føroyar 1
Lyklatøl um Føroyar
Lyklatøl um Føroyar

Heftið er ætlað sum stuðul hjá næminginum at lesa og skilja "Árbók fyri Føroyar", so at hann kann kunna seg um og viðgera ymisk viðurskifti í samfelagnum. Meginparturin av tilfarinum er uppgávur,…

Kirkjumál

Árbók fyri Føroyar 20
Kirkjumál
Kirkjumál

Bóklingurin Kirkjumál er ætlaður sum stuðul at lesa og skilja kapittul 20 í Árbók fyri Føroyar og viðger m.a. hesi evni: Hvat ger fólkakirkjan? Hvør er limur í fólkakirkjuni? Hvat gera…

Plussbók

Vit rokna
Plussbók
Plussbók

<span&hellip;

Talbók

Vit rokna
Talbók
Talbók

<span&hellip;

Firvaldsbók 3
Firvaldsbók 3

Firvaldsbøkurnar eru stuttligar uppgávur til byrjanarundirvísing. Uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at næmingarnir kunnu arbeiða sjálvstøðugt og sjálvir síggja, um uppgávurnar eru rætt loystar ella…

Húsið
Húsið

Lín og Dís fara inn í skúrið at spæla, men har er so skitið og óruddiligt, at tær noyðast fyrst at fara at rudda. So koma Inga og Mórus at spæla við. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini og sum…

Tunnuflakin
Tunnuflakin

Søgan er um Lín, sum var og ferðaðist hjá Hildu. Ein dagin bað Hilda Lín fara eftir mjólk. Hon fór oman at ánni, men tá sá hon, at hon slapp ikki yvirum. Tíbetur kom Jøkil. Bóklingurin kann nýtast…

Ása fer í skúla
Ása fer í skúla

Bókin er ætlað sum lesitilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bókin er lisin inn á band, og ætlanin við bandinum er, at børnini skulu kunna hoyra tekstin, meðan tey fylgja við í bókini og lesa…

Bíbliusøga fyri tey smáu
Bíbliusøga fyri tey smáu

Á bókini verða líknilsi og frásøgur úr Bíbliuni stutt endursøgd. Bókin er ætlað at nýta í kristni á byrjanarstigi.

Ása fer í skúla. Ljóðband
Ása fer í skúla. Ljóðband

Bókin er ætlað sum lesitilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bókin er lisin inn á band, og ætlanin við bandinum er, at børnini skulu kunna hoyra tekstin, meðan tey fylgja við í bókini og lesa…

Skapanin
Skapanin

Skapanin er stutt endursøgn úr skapanarsøguni í 1. Mósebók. Myndirnar, ið eru pappírsklipp úr fagurt littum silkipappíri, stuðla væl tekstin og eiga at kveikja áhuga og ans barnanna at gera…

Jesus sonur Guds úr Nasaret
Jesus sonur Guds úr Nasaret

Á løttum máli, við myndum og smáum uppgávum, verður greitt frá lívi Jesusar.

Hervør og Høgni í skúla - Bókstavakort
Hervør og Høgni í skúla - Bókstavakort

Bókstavakortini eru prentað á kartong í A-4 stødd. Hvørt kortið hevur eina mynd úr lesibókini saman við bókstavinum, ið er skrivaður bæði við stórum og lítlum. Sjálvljóðini eru reyð og hjáljóðini…

Rúmdin

Hvat gat eg sagt...
Rúmdin
Rúmdin

<span&hellip;

Havið

Hvat gat eg sagt...
Havið
Havið

<span&hellip;

Regnskógurin

Hvat gat eg sagt...
Regnskógurin
Regnskógurin

<span&hellip;

Firvaldsbók 2
Firvaldsbók 2

Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin…

Firvaldsbók 4
Firvaldsbók 4

Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin…

Rinkusteinar

Barnasangir
Rinkusteinar
Rinkusteinar

Føroya Skúlabókagrunnur gevur út nýggja sangbók eftir Alexandur Kristiansen. Í bókini eru 99 barnasangir. Alexandur hevur áður givið tvær barnasangbøkur út, ið nú eru uppseldar, Kannubjølluvísur…

Handskrift - hvussu og hví?
Handskrift - hvussu og hví?

Handskrift – hvussu og hví? er framhald av røðini Betri handskrift. Heftið er sjálvsnám og er ætlað næmingum í fólkaskúlanum, miðnámsskúlanum, til læraralesandi og lærarar sum heild. Heftið er…

Betri handskrift. Ástøði
Betri handskrift. Ástøði

Hetta er lærarahandbókin til bókarøðina Betri handskrift. Hon hevur áður verið tøk sum fyribils útgáva. Betri handskrift er undirvísingartilfar at nýta í skrivifrálæruni frá 1. flokki og uppeftir.…

Betri handskrift 1. - 2. flokkur
Betri handskrift 1. - 2. flokkur

Skrivibókarøðin Betri handskrift er ætlað at geva næmingunum eina týðiliga, skjóta handskrift og at geva lærarum eitt fullfíggjað undirvísingartilfar til skriving. Á røðini eru fýra næmingahefti til…

Betri handskrift  3. flokkur
Betri handskrift  3. flokkur

Skrivibókarøðin Betri handskrift er ætlað at geva næmingunum eina týðiliga, skjóta handskrift og at geva lærarum eitt fullfíggjað undirvísingartilfar til skriving. Á røðini eru fýra næmingahefti til…

Betri handskrift  4. flokkur
Betri handskrift  4. flokkur

Skrivibókarøðin Betri handskrift er ætlað at geva næmingunum eina týðiliga, skjóta handskrift og at geva lærarum eitt fullfíggjað undirvísingartilfar til skriving. Á røðini eru fýra næmingahefti til…

  • Tunnilin
    Tunnilin

    Elsa og tey koyra í bili. Tey koyra inn í ein tunnil.

    Nær endar hann? So steðgar bilurin

  • Messi
    Messi

    91 mál. So nógv mál skoraði Messi í 2012. Tað er heimsmet.

    Les um málini hjá Messi og um Messi sum barn. Og fá at vita, hvussu nógv reyð kort Messi hevur fingið.

  • Hvítabjørnin
    Hvítabjørnin

    Hvítabjørnin er størsta ránsdjór, sum livir á landi. Hon heldur til í Arktis.

    Í bókini kanst tú lesa um veiðu, ungar og kendar hvítabjarnir. Les eisini um, hví tann stóra hvítabjørnin er eitt hótt djór.

  • Safaripápi
    Safaripápi

    Pápi Idu og Eli dámar so væl tey villu dýrini. Nú skal øll familjan á safari í Afrika!

    Tað kundi verið ein góður túrur - um bara pápin ikki var so býttliga djarvur. Áðrenn tey vita av, hevur hann lopið hvøkk á sebrurnar og fingið eina gorillu at koma eftir teimum. Og…

  • Ronaldo
    Ronaldo

    Ronaldo er ein av heimsins bestu fótbóltspælarum. Fótbólturin hevur gjørt hann ríkan.

    Men visti tú, at hann fekk skurðviðgerð í hjarta sum smádrongur? Les um Ronaldo, málini og lívið uttan fyri vøllin.

  • Læst
    Læst

    Stóribeiggin larmar, og Inga vil hava frið at lesa. Hon fer við blaðnum inn á vesið.

    Endiliga kann hon lesa í frið. Men so sløkkir stóribeiggin ljósið. Og Inga fær ikki vesihurðina upp aftur. Nú er tað ikki stuttligt longur.

  • Við fullari ferð
    Við fullari ferð

    Eirikur setur seg á sletuna.Hann setir frá við beinunum og fer av stað.

    Við fullari ferð. Hann má blunda. So rakar hann okkurt. Okkurt, sum ýlir og fer upp í loft, áðrenn tað dettur niður aftur á brekkuna. So verður alt kvirt.

    Lilla krabbabók-4.torleikastig

  • Atli noyðist at lesa hart
    Atli noyðist at lesa hart

    Atli heldur næstan alt vera ræðuligt.

    Serliga at tosa hart fyri flokkinum um royðrina. Tað skal hann næsta fríggjadag. Men meira Atli veit um royðrina, djarvari verður hann.

    Lilla krabbi - 4. torleikastig

  • Rætt ella skeivt
    Rætt ella skeivt

    19 meir og minni ósannlíkar søgur.

    Tað, sum ljóðar veruligt, kann vera fullkomiliga skeivt. Í bókini fært tú meira at vita um millum annað víkingar, fyrra heimsbardaga og olympisku leikirnar.

  • Skúlating stinka
    Skúlating stinka

    Stina gongur í fjórða flokki. Hon ger altíð skúlating.

    Alt er í lagi, tá hon lesur hart heima, men í skúlanum fløkjast orðini, og alt verður so øgiliga trupult. Pápin er í London, og mamman skilir ikki, hvat Stina upplivir í skúlanum, tí alt gongur so væl heima, men…

  • Skúlaspøkilsi
    Skúlaspøkilsi

    Tey siga, at tað spøkir i skúlanum. Alda ætlar at prógva, at tað passar ikki.

    Tá ið flokkurin skal sova í skúlanum, lokkar hon Gudný við sær oman í ta stongdu gongina. Tað skuldi hon ongantíð gjørt!

  • Teseus 4 - Tey svørtu seglini
    Teseus 4 - Tey svørtu seglini

    Ægeus ristir syrgin við høvdinum.Eg fái ikki frið á mær, fyrr enn tú ert aftur her.

    Eg fari at sita úti á klettunum hvønn dag og bíða. Erebos fer at vera eygu míni. Hann fer at siga mær frá, tá ið skipið hjá tær kemur aftur. Brúka tey hvítu seglini, um tú ert á lívi.…

  • Teseus 3 - Óreina ætlanin hjá Medeu
    Teseus 3 - Óreina ætlanin hjá Medeu

    Ja, men tað man Teseus fara at klára. Tú sigur hann vera ein raskan stríðsmann? Nú er røddin á Medeu aftur spotsk.

    Men ein sovorðin hetja er hann kanska ikki? Linos skundar sær inn aftur í kamarið. Teseus, tey fara at senda teg út eftir hinum hvíta tarvinum við…

  • Teseus 2- Kongssonurin
    Teseus 2- Kongssonurin

    Teseus fer út á sandin. Hinumegin stendur Arion. Vøddarnir eru sum tog undir húðini.

    Hann hyggur vanvirðisligaat Teseusi. Latið dystin byrja, sigur kongurin.

  • Ein móti øllum!
    Ein móti øllum!

    Ein móti øllum!

    K fyri Karin 5

    Malja sleppur ikki inn í holuna hjá dreingjunum. Teir siga, at hon luktar.

    Karin heldur dreingirnar vera óreinar. Hon heldur tað verða synd í Malju. Men so ger Malja nakað býtt. Nú veit Karin nóg illa, hvat hon skal halda. Er tað framvegis synd í Malju?

    Fjórða…

  • Sova hjá Malju
    Sova hjá Malju

    Sova hjá Malju

    K fyri Karin 4

    Ria og Julia skulu sova hjá Malju. Karin sleppur ikki, tí hon er sjúk.

    Hon sleppur heldur ikki at skreiða. Og tá ið hon endiliga verður frísk, er kavin farin. Men fer hon so at sleppa at sova hjá Malju?

    Fjórða torleikastig - violettur krabbi

  • Mussa meg nú!
    Mussa meg nú!

    Mussa meg nú!

    K fyri Karin 3

    Karin og vinkonurnar spæla mussispæl saman við dreingjunum í pútirúminum. Karin vil fegin mussa Leiv, men ikki fríggja, soleiðis sum Julia ger.

  • Skulu vit ganga saman?
    Skulu vit ganga saman?

    Karin erforelskað í Búgva. Hon hevur keypt honum eina gávu. Ein dagin fær hon eitt sms frá Búgva.

    Hann spyr, um tey skulu ganga saman. Karin verður glað. Men so fær Ria eitt sms við sama spurningi. Tá so Julia eisini fær sama sms, verður alt ein…

  • Trapputrinus
    Trapputrinus

    Í bókini eru 17 fitt, smá rím: Mánaferðin hjá Lítluni - Allir seyðamenn í Hesti - Veltipetur - Knút - Trapputrinis og mong onnur skemtilig rím.

  • Teseus 1- Tey trý portrini
    Teseus 1- Tey trý portrini

    Í gráu skýmingini hoyrir Teseus hin villa láturin. Barnið fer at skelva av ljóðinum.

    Teseus reisist og fer út. Eitt hart ljóð fær hann at hyggja aftur um seg.Aftan fyri hann stendur hin størsta súgvin, hann nakrantíð hevur sæð.Hon er meira enn tríggjar ferðir so stór…

  • At leita eftir morðslóðum
    At leita eftir morðslóðum

    Ótrúlig gransking av brotsverkum - Hvussu krógvaðar slóðir avdúka sannleikan

    Prógv í hundraðtali finnast á gerningsstøðum. Nøkur eru greið og sjálvsøgd so sum fótaspor í kavanum ella ein hamari, sum er nýttur at bróta ein rút.

    Onnur eru næstan ósjónlig fyri…

  • Nelson Mandela
    Nelson Mandela

    Hvussu kann mest eftirlýsti persónur í einum landi gerast størsti leiðari tess?

    Les ótrúligu søguna um Nelson Mandela og lívlanga stríð hansara fyri frælsi.

  • Djór í kríggi
    Djór í kríggi

    Frá rossum og fílum, sum flyta hermenn, til hundar, sum verða sendir úr flogførum,og delfinir, sum leita eftir minum; djór hava altíð havt ein týðandi leiklut, tá ið kríggj er.

    Søgur teirra eru eins hugfangandi og syrgiligar sum søgurnar um hermenninar, ið djórini…

  • Rændur
    Rændur

    Farbróður David Balfour, tann óreini og grammi Ebenezer Balfour, selur David sum træl og vónar harvið at vera sloppin undan honum fyri allar tíðir.

    Men David fær hjálp frá Alan Breck, ið er friðleysur og uppreistrarmaður, at krevja sín rætt og fáa hendur á góðsinum,…

  • Tórstein og heimsins longsta snor
    Tórstein og heimsins longsta snor

    Strutsurin verður so hugtikin av snorinum, at hann fer til gongu at vita, hvat fjalir seg við endan á snorinum.

    Og tað, hann kemur fram á, er sera hugtakandi!

  • Maggi torir
    Maggi torir

    Tað besta, Maggi veit, er at sparka bólt.

    Hann droymir um at gerast eins góður fótbóltsspælari og teir bestu í heiminum, Zlatan sum oftast, men viðhvørt eisini Messi og Ronaldo. Maggi spælir við GÍF, sum hevur vunnið ein dyst, og nú er tað uppaftur stuttligari at…

  • Beinta 4 - Hetta kann bara enda væl
    Beinta 4 - Hetta kann bara enda væl

    Tvær heilar vikur sunnanfyri. Hvítur sandur, bláur sjógvur.

    Tað kitlar í búkinum á Beintu, og Sára er glaðari, enn hon hevur verið leingi. Nú verður alt ørvísi!

    Bókin eru bólkað í fimta torleikastigi.

  • Tey vesalu
    Tey vesalu

    Tað tykist, sum tað aldri fer at eydnast fátæku Cosette at flýggja frá teimum harligu Thénardier-hjúnunum.

    Hon er bara átta ára gomul, men tey noyða hana at arbeiða nógv og hart hvønn dag. Jean Valjean hevur lovað mammu hennara, at hann skal bjarga gentuni, men…

  • Skuggar í skóginum
    Skuggar í skóginum

    Trý systkin Linus, Maja og Oskar. Átta, tíggju og tólv ár.

    Ein útferð við familjuni. Eitt nýtt tjald. Eitt skríggj, sum hoyrist sum ekkó yvir vatnið.

  • Maggi rular
    Maggi rular

    Tað besta, Maggi veit, er at sparka fótbólt.

    Hann droymir um at vera Zlatan og at renna út á San Siro-vøllin í Milano, meðan lógvabrestirnir frá áskoðarunum dundra. Og hann hevði viljað, at pápin var til og kundi hugt at, tá ið hann spældi.