Skip to main content

Fólkaskúli

Føroyskar plantur í litum
Føroyskar plantur í litum

Bókin viðger føroyskan gróður og plantuvøkstur. Fyrst verður stutt sagt frá um gróðurin, síðani verður plantugróðurin viðgjørdur, og at enda verður skrivað um plantuættirnar í teksti. Aftast í bókini…

Føroyskir soppar
Føroyskir soppar

Bókin viðger vistfrøðina og lívfrøðina hjá soppum, eyðkenni, bólking og vakstrarstøð. Nógvir soppar eru sera vakrir, nógvir eru góðir átusoppar, og nakrir eru eitursoppar. Litmyndir eru av teimum…

Fólk og mentan
Fólk og mentan

Eitt yvirlit yvir føroyska fólkamentan. Greitt verður frá dagliga lívinum á sjógvi og landi, soleiðis sum tað var upp til fyrst í hesi øld. Greitt verður m.a. frá jarðarbrúki, hoygging og torvskurði,…

Geitin Zlateh
Geitin Zlateh

Søgan um geitina Zlateh og lítla drongin Aaron. Geitin er vorðin gomul og skal seljast, og tað verður Aaron, ið skal fara til býin við henni og selja hana. Á vegnum koma tey í svárar trupulleikar, og…

Geitin lembir
Geitin lembir

Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá, hvussu tað gongst, tá ið geitin lembir. Fyrst í bókini verður stutt sagt frá geitarhaldi í Føroyum fyrr í tíðini. Bókin hóskar væl til…

Gras
Gras

Við myndum og á løttum máli verður greitt frá grasi, einari av heimsins týdningarmestu plantum. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

Reyðmaðkurin
Reyðmaðkurin

Við myndum og á løttum máli verður greitt frá maðkinum og hansara týdningi í tilveru okkara. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

Grønur var dalurin
Grønur var dalurin

Grønur var dalurin kom út fyrstu ferð í 1939, og í dag telist bókarverkið millum heimsklassikararnar. Bókin er um Morganfólkini í Wales, har mannfólkini arbeiða í kolanáminum. Tað er yngsti sonur…

Havfrúgv og Nykur

Tvær sagnir
Havfrúgv og Nykur
Havfrúgv og Nykur

Í hesum bóklingi eru tvær sagnir. Onnur um hvussu havfrúgv er vorðin, og hin um hvussu nykur er vorðin. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar fæst á…

Heimsatlas
Heimsatlas

Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. 

Um Evropa verður farið til…

Heimurin 1.

Vit kunna okkum um heimin
Heimurin 1.
Heimurin 1.

Bókin er ætlað sum stuðul í undirvísingini í landalæru tey fyrstu árini, næmingarnir rættiliga fara at brúka kort og atlas. Evnini eru t.d. ættirnar, veður og vindur, globus, longdar- og…

Heimurin 2

Vit kunna okkum meira um heimin
Heimurin 2
Heimurin 2

Heimurin 2 er framhald av Heiminum 1 og viðger evnini streym og streymkort, vind og vindmegi, ættirnar, tíðarøki, tíðarmun, lond í Evropa o.a. Harumframt eru nógvar uppgávur til Heimsatlasið í…

Heimurin 3

Sólskipanin
Heimurin 3
Heimurin 3

Hesi evni eru viðgjørd: 1. Sólin og fylgisveinar hennara, 2. Sól og gongustjørnur í røttum lutfalli, 3. Yvirlit yvir sól og gongustjørnur, 4. Jørðin og sólin árið íkring, 5. Mánin eina sól, 6.…

Heimurin 4

Streymur og sjóvarfall
Heimurin 4
Heimurin 4

Bóklingurin greiðir frá sjóvarfalli, bæði flóð og fjøru og sjóvarfalsstreymi; harumframt verður eisini nortið við streym yvirhøvur og onnur viðurskifti í havinum, serliga havinum kring Føroyar.…

Heimurin 5

Heimurin í hagtølum og evnum
Heimurin 5
Heimurin 5

Bókin viðger hesi høvuðsevni: Jørðina. Fólkið í heiminum. Fólk og samfelag. Evropeiska Samveldið (ES). Sameindu Tjóðir (ST). Orku. Talvur. Ábúgvafrøði og lívskor. Heimsins trúarlærur. Heimsins…

Heimurin 6

Ídnaðarlond og menningarlond
Heimurin 6
Heimurin 6

Bóklingurin er knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Ídnaðarlond og menningarlond verða lýst, og londini Belgia, Gana og Føroyar verða…

Heimurin 7

Veðurlag og gróðurbelti
Heimurin 7
Heimurin 7

Bóklingurin er serstakt knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Fylgjandi evni verða viðgjørd: Veðurlag og gróðurbelti: veðurlag, lufttrýst…

Heimurin 8

Krossorð
Heimurin 8
Heimurin 8

Krossorðagáturnar eru gjørdar til Heimsatlasið. Høvuðsdenturin er lagdur á leitingina í atlasinum. Bæði lættar og truplar uppgávur eru. Til krossorðini er svarlisti, sum fylgir við.

Heimurin 8

Krossorð. Svarlisti
Heimurin 8
Heimurin 8

Svarlisti til Heimurin 8. Krossorð.

Hond Fatimu
Hond Fatimu

Fatima býr í Marokko. Trúgvin í Marokko nevnist islam. Profeturin Muhammed stovnaði islam í 7. øld. Mong børn í Marokko byrja í einum koranskúla, tá ið tey eru 4-5 ára gomul. Bókin er um dagliga…

Hvar er Flekk?
Hvar er Flekk?

Fyri skjótt fimtan árum síðani fór forlagið Nýlendið við Jákupi í Skemmuni at geva út bøkurnar um hundin Flekk, sum bretin Eric Hill hevur skrivað og teknað. Fyrsta bókin Hvar er Flekk?, sum kom…

Hvat kostar matur og drekka

Um livikor føroyinga
Hvat kostar matur og drekka

Metingin í bóklinginum er gjørd við støði í norðurlendskum kosttilráðingum. Hjá fakfeløgum og samfelagnum sum heild er neyðugt at fáa kannað, hvat heilsugóður kostur er. Ein dagskostur, sum nøktar…

Livikor føroyinga

Vitalskanning. 1989 samanborið við 1994
Livikor føroyinga

Fólk siga frá egnum gerandisdegi. Viðtalskanningin er gjørd til tess at fáa nærri upplýsingar um, hvussu ymiskar familjur liva undir ymiskum fortreytum. Í bókini siga fólk frá gerandisdegi sínum.…

Hvítabjørnin

- eitt lív við havið
Hvítabjørnin
Hvítabjørnin

Á hesi bókini um hvítabjørnina lesa vit um útsjónd og lív, sansar og sjúkur, um hvølpin og um hvítabjarnir nú og fyrr.

  • Húsið
    Húsið

    Lín og Dís fara inn í skúrið at spæla, men har er so skitið og óruddiligt, at tær noyðast fyrst at fara at rudda. So koma Inga og Mórus at spæla við. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini og sum lesiskeið.

  • Tunnuflakin
    Tunnuflakin

    Søgan er um Lín, sum var og ferðaðist hjá Hildu. Ein dagin bað Hilda Lín fara eftir mjólk. Hon fór oman at ánni, men tá sá hon, at hon slapp ikki yvirum. Tíbetur kom Jøkil. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar til bókina fæst…

  • Ása fer í skúla
    Ása fer í skúla

    Bókin er ætlað sum lesitilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bókin er lisin inn á band, og ætlanin við bandinum er, at børnini skulu kunna hoyra tekstin, meðan tey fylgja við í bókini og lesa innantanna.

  • Bíbliusøga fyri tey smáu
    Bíbliusøga fyri tey smáu

    Á bókini verða líknilsi og frásøgur úr Bíbliuni stutt endursøgd. Bókin er ætlað at nýta í kristni á byrjanarstigi.

  • Ása fer í skúla. Ljóðband
    Ása fer í skúla. Ljóðband

    Bókin er ætlað sum lesitilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bókin er lisin inn á band, og ætlanin við bandinum er, at børnini skulu kunna hoyra tekstin, meðan tey fylgja við í bókini og lesa innantanna. Á bandinum er eisini Mia og Dia eftir Steinbjørn B. Jacobsen lisin.

  • Skapanin
    Skapanin

    Skapanin er stutt endursøgn úr skapanarsøguni í 1. Mósebók. Myndirnar, ið eru pappírsklipp úr fagurt littum silkipappíri, stuðla væl tekstin og eiga at kveikja áhuga og ans barnanna at gera myndir. Ljósmyndarøð fæst til láns á Landsmiðstøðini (Kri. b. 1993. 1 bók og 23…

  • Jesus sonur Guds úr Nasaret
    Jesus sonur Guds úr Nasaret

    Á løttum máli, við myndum og smáum uppgávum, verður greitt frá lívi Jesusar.

  • Hervør og Høgni í skúla - Bókstavakort
    Hervør og Høgni í skúla - Bókstavakort

    Bókstavakortini eru prentað á kartong í A-4 stødd. Hvørt kortið hevur eina mynd úr lesibókini saman við bókstavinum, ið er skrivaður bæði við stórum og lítlum. Sjálvljóðini eru reyð og hjáljóðini eru blá.

  • Rúmdin
    Rúmdin

    Rúmdin

    Hvat gat eg sagt...

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Føroya Skúlabókagrunnur hevur í samprenti við enska…

  • Havið
    Havið

    Havið

    Hvat gat eg sagt...

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Føroya Skúlabókagrunnur hevur í samprenti við enska…

  • Regnskógurin
    Regnskógurin

    Regnskógurin

    Hvat gat eg sagt...

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Føroya Skúlabókagrunnur hevur í samprenti við enska…

  • Firvaldsbók 2
    Firvaldsbók 2

    Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin kann, sjálvur ella saman við lærara, arbeiða á tí stiginum, sum hann er…

  • Firvaldsbók 4
    Firvaldsbók 4

    Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin kann, sjálvur ella saman við lærara, arbeiða á tí stiginum, sum hann er…

  • Rinkusteinar
    Rinkusteinar

    Rinkusteinar

    Barnasangir

    Føroya Skúlabókagrunnur gevur út nýggja sangbók eftir Alexandur Kristiansen. Í bókini eru 99 barnasangir. Alexandur hevur áður givið tvær barnasangbøkur út, ið nú eru uppseldar, Kannubjølluvísur (1977) og Barnabros (1983). Flestu sangirnir í teimum bókunum eru tiknir við í…

  • Handskrift - hvussu og hví?
    Handskrift - hvussu og hví?

    Handskrift – hvussu og hví? er framhald av røðini Betri handskrift. Heftið er sjálvsnám og er ætlað næmingum í fólkaskúlanum, miðnámsskúlanum, til læraralesandi og lærarar sum heild. Heftið er eisini ætlað øllum teimum, sum vilja bøta um sína handskrift ella venja og mýkja…

  • Betri handskrift. Ástøði
    Betri handskrift. Ástøði

    Hetta er lærarahandbókin til bókarøðina Betri handskrift. Hon hevur áður verið tøk sum fyribils útgáva. Betri handskrift er undirvísingartilfar at nýta í skrivifrálæruni frá 1. flokki og uppeftir. Á lærarahandbókini verður gjølliga greitt frá allari skrivitilgongdini frá…

  • Betri handskrift 1. - 2. flokkur
    Betri handskrift 1. - 2. flokkur

    Skrivibókarøðin Betri handskrift er ætlað at geva næmingunum eina týðiliga, skjóta handskrift og at geva lærarum eitt fullfíggjað undirvísingartilfar til skriving. Á røðini eru fýra næmingahefti til 1. - 5. flokk, 2 lærarahandbøkur, undirvísingarlæra og ástøði. Til…

  • Betri handskrift  3. flokkur
    Betri handskrift  3. flokkur

    Skrivibókarøðin Betri handskrift er ætlað at geva næmingunum eina týðiliga, skjóta handskrift og at geva lærarum eitt fullfíggjað undirvísingartilfar til skriving. Á røðini eru fýra næmingahefti til 1. - 5. flokk, 2 lærarahandbøkur, undirvísingarlæra og ástøði. Til…

  • Betri handskrift  4. flokkur
    Betri handskrift  4. flokkur

    Skrivibókarøðin Betri handskrift er ætlað at geva næmingunum eina týðiliga, skjóta handskrift og at geva lærarum eitt fullfíggjað undirvísingartilfar til skriving. Á røðini eru fýra næmingahefti til 1. - 5. flokk, 2 lærarahandbøkur, undirvísingarlæra og ástøði. Til…

  • Betri handskrift  5. flokkur
    Betri handskrift  5. flokkur

    Skrivibókarøðin Betri handskrift er ætlað at geva næmingunum eina týðiliga, skjóta handskrift og at geva lærarum eitt fullfíggjað undirvísingartilfar til skriving. Á røðini eru fýra næmingahefti til 1. - 5. flokk, 2 lærarahandbøkur, undirvísingarlæra og ástøði. Til…

  • Sóljan
    Sóljan

    Sóljan

    Skrivibók

    Sóljan er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum á byrjanarstigi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva henni sín persónliga dám. Endamálið við bókini er at venja børnini at arbeiða og hugsa sjálvstøðugt. Í skrivibókarøðini eru tilsamans 8 bøkur, ið…

  • Smæran
    Smæran

    Smæran

    Skrivibók

    Smæran er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum á byrjanarstigi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva henni sín persónliga dám. Endamálið við bókini er at venja børnini at arbeiða og hugsa sjálvstøðugt. ÁÍskrivibókarøðini eru tilsamans 8 bøkur, ið…

  • Summardáin
    Summardáin

    Summardáin

    Skrivibók

    Summardáin er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum. Tilfarið hóskar til 2. flokk, men kann sjálvandi eisini nýtast í øðrum sambandi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva henni sín persónliga dám. Eykastykki at loysa eru aftast í bókini. Endamálið…

  • Blákollan
    Blákollan

    Blákollan

    Skrivibók

    Blákollan er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum. Tilfarið hóskar til 3. flokk, men kann sjálvandi eisini nýtast í øðrum sambandi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva henni sín persónliga dám. Eykastykki at loysa eru aftast í bókini. Endamálið…

  • Mýrifípan
    Mýrifípan

    Mýrifípan

    Skrivibók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Bókin er ætlað skrivligum føroyskum í 4. flokki. Í…

  • Krøkjan
    Krøkjan

    Krøkjan

    Skrivibók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Bókin er ætlað skrivligum føroyskum í 5. flokki. Á…

  • Baldursbráin
    Baldursbráin

    Baldursbráin

    Skrivibók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Bókin er ætlað skrivligum føroyskum í 6. flokki. Á…

  • Akkuleyan
    Akkuleyan

    Akkuleyan

    Skrivibók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Bókin er ætlað skrivligum føroyskum í 7. flokki. Á…

  • Stuttlig plusstøl 0-20
    Stuttlig plusstøl 0-20

    Bókin er eykatilfar í støddfrøði. Uppgávurnar byggja á tað, sum er lært í vanligu roknibókini um tøl upp til 20 og um at leggja saman. Flestu uppgávurnar eru myndir at lita, men fyri at fáa røttu myndina fram mugu børnini leggja saman. Myndirnar eru sovorðnar, sum børnini…

  • Stuttlig minustøl 0-20
    Stuttlig minustøl 0-20

    Bókin er eykatilfar til støddfrøði. Uppgávurnar byggja á tað, sum er lært í vanligu roknibókini um tøl upp til 20 og um at draga frá. Flestu uppgávurnar eru myndir at lita, men fyri at fáa røttu myndina fram mugu børnini draga frá. Allar myndirnar eru sovorðnar, sum børnini…