Skip to main content

Fólkaskúli

Lesibók til 3. skúlaár - 2. partur

til 3. skúlaár - 2. partur
Lesibók til 3. skúlaár - 2. partur
Lesibók til 3. skúlaár - 2. partur

Í bókini eru stuttsøgur, ævintýr, yrkingar, skjaldur, kvæði Bjarnabani og sjónleikurin Snjóhvíta. Bókin er skipað í hesar partar: Vit kunnu øll at renna dyst, Gylt saðil á, Oman kemur grýla, Hækkar…

Lesibók til 5. skúlaár
Lesibók til 5. skúlaár

Í bókini eru søgur, yrkingar, sagnir, ævintýr, kvæði o.a. - bæði upprunaligt og týtt. Bókin er skipað í hesar partar: Fiskurin bítur, Fjør mítt, Nú ringja kirkjuklokkur, Troðum lættliga, Kærleikur…

Lesibók til 6. skúlaár
Lesibók til 6. skúlaár

Í bókini eru stuttsøgur, sagnir, ævintýr, yrkingar, kvæði og sjónleikurin Rósalítla. Bókin er skipað í hesar partar: Tit eiga hetta land, Havið sang um Føroyar, Frítt er Eystfelli, Fjart í fornu øld,…

Lesibók til 7. skúlaár
Lesibók til 7. skúlaár

Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, siðsøgulig brot o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Hvat gat eg sagt, Rætt mær hond, Fáur fær tráðin heilt slættan, Føgur var náttin, Grør so fagurt, Rógva…

Lær teg enskt
Lær teg enskt

Lær teg enskt er ætlað undirvísingini í framhaldsdeild fólkaskúlans, miðnámskúlum og hægri skúlum, men hon er eisini væl hóskandi til sjálvlestur hjá teimum, sum vilja læra seg enskt. Bókin er…

Lív og gróður
Lív og gróður

Lív og gróður er um sambandið millum alt livandi á jørðini, um planturnar, sum eru grundarlagið undir øllum lívi, um gróðrarvánir, vistskipan og føðiketur. Bókin viðger trý plantusamfeløg, og tey…

Lívfrøði
Lívfrøði

Bókin er ætlað sum frálærutilfar í seinnu helvt av framhaldsdeildini. Hon byrjar við at greiða frá kyknuni, sigur so frá teimum ymisku vevnaðunum, sum laða upp kroppin. Greitt verður frá…

Náttúrusøga. 8. skúlaár
Náttúrusøga. 8. skúlaár

Bókin er ætlað sum frálærutilfar í framhaldsdeildini. Bókin er skipað soleiðis, at fyrst verður greitt frá um høvini og smáplantur og smádýr í sjónum. Síðani verða kópur og hvalur og nakrir fiskar í…

Maturin

Vørukunnleiki
Maturin
Maturin

Hetta er ein bók, ið veitir okkum grundleggjandi vitan um matvørurnar. Bókin er býtt sundur, so at hon gevur innlit í føðsluvirði, mattøkniligar eginleikar, hagreiðing, goymslu og haldgóðsku. Tað…

Íslendskir tekstir. Upplestur og sangur

Úr lesibók til 6. og 7. skúlaár
Íslendskir tekstir. Upplestur og sangur
Íslendskir tekstir. Upplestur og sangur

Upplestur og sangur. A: Lesibók til 6. skúlaár, bls. 265-277. B: Lesibók til 7. skúlaár, bls. 376-393. Þóra Þóroddsdóttir lesur.

Náttúra og umhvørvi
Náttúra og umhvørvi

Jørð, luft og vatn eru frumevni, ið eru grundtreytir fyri livilíkindum hjá mannaættini. Hetta er náttúruumhvørvið. Í bókini verður greitt frá, hvussu jørðin melur í rúmdini, og hvussu hetta skipar…

Náttúra og umhvørvi

Landafrøði. Arbeiðshefti
Náttúra og umhvørvi
Náttúra og umhvørvi

Íheftinum eru uppgávur um jørðina, veðurlagið, havið, veðurlags- og gróðurbelti, jarðarknøttin, kort og Føroya jarðfrøði.

Mentan og umhvørvi
Mentan og umhvørvi

Menniskju eru við til at skapa umhvørvið. Tey byggja hús, gera verksmiðjur og vegir.Tey taka ráevni úr jørðini og dálka. Tey flyta vørur um allan heimin og ávirka soleiðis umhvørvið. Bókin er um,…

Mentan og umhvørvi

Landafrøði. Arbeiðshefti
Mentan og umhvørvi
Mentan og umhvørvi

Í heftinum verða menniskjans vinnuvegir viðgjørdir; hvat vit virka, hvussu nógv vit virka, og til hvørji vit virka. Hefti gevur einum betri møguleika at skilja nógvar av teim trupulleikum, vit…

Morgun - Snípubók - 2 fjaðrar
Morgun - Snípubók - 2 fjaðrar

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Hetta er ískoytislesibók til…

Morgun - Snípubók - 1 fjøður
Morgun - Snípubók - 1 fjøður

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Hetta er ískoytislesibók til…

Vár - Snípubók - 1 fjøður
Vár - Snípubók - 1 fjøður

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Vár er gul Snípubók, ið er ætlað 1. - 3.…

Vár - Snípubók - 2 fjaðrar
Vár - Snípubók - 2 fjaðrar

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Vár er gul Snípubók, ið er ætlað 1. - 3.…

Mállæra
Mállæra

Mállæran er skipað í tríggjar høvuðspartar, sum vanligt hevur verið í mállæruskriving: ljóðlæru, bendingarlæru og orðalagslæru. Fremst í bókini er eitt sindur um málsøgu og orðasmíð, reglur um…

Nicaragua

- eitt øðrvísi samfelag
Nicaragua
Nicaragua

Til at lýsa gerandisdagin í Nicaragua skrivar Mary-Ann Jacobsen dagbøkur frá ferð síni har í 1987. Fyri at skilja støðuna tá betur verður í stuttum greitt frá søguni, landafrøðiligum og etniskum…

Náttúra og tøkni 1 - Næmingabók
Náttúra og tøkni 1 - Næmingabók

Undirvísingin í náttúru og tøkni tekur støði í landafrøðiligu, alis-/evnafrøðiligu og lívfrøðiligu umstøðunum í heimstaðnum, í Føroyum og umheiminum. Næmingarnir skulu læra um tøkniligu…

Náttúra og tøkni 1 - Arbeiðsbók
Náttúra og tøkni 1 - Arbeiðsbók

Hetta er arbeiðsbók til grundbókina, Náttúra og tøkni 1. Greiðar tekningar og stuttur tekstur siga næmingunum frá, hvussu royndirnar skulu gerast. Pláss er at skriva úrslit av royndunum í…

Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók
Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók

Náttúra og tøkni 2 er ætlað til 5. flokk. Hetta er onnur bókin í røðini. Fyrsta bókin kom í 1999, og triðja og seinasta bókin kom í august 2006.

Við støði í heimligu náttúruni skulu…

Orðaskyn

Mín fyrsta orðabók
Orðaskyn
Orðaskyn

Bókin er fyrst og fremst ætlað næmingum í miðdeild fólkaskúlans, so teir tíðliga kunnu venja seg at nýta orðabøkur. Í bókini eru eini 3.000 orð og einar 450 myndir. Navnorð, sagnorð og lýsingarorð…

Oyðimørkin veksur
Oyðimørkin veksur

Í bókini Oyðimørkin veksur verður greitt frá gongdini í Afrika frá fyrstu menniskjuni til okkara tíð. Kanska hevði eingin hungursneyð verið í Afrika í dag, um rættstundis varð byrjað við…

Revur og bjørn
Revur og bjørn

Ævintýrið um revin og bjørnina, sum hildu hús saman. Tey áttu eina tunnu av smøri, sum tey ætlaðu at eta fyrsta jóladag. Men so fór revurin at brellast. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum…

Revurin, krákan og mýrisnípan
Revurin, krákan og mýrisnípan

Ævintýr um, hvussu mýrisnípan lærir krákuna at verja seg fyri revinum, men revurin er snildari enn so. Bókin kann nýtast í frílesingini og til evnislesnað.

Rætt og rangt

Mannarættindalæra á grundstøði
Rætt og rangt
Rætt og rangt

Bókin greiðir frá grundreglunum um mannarættindi. Dentur verður lagdur á at kunna um, hvørji grundleggjandi moralsk hugtøk í veruleikanum hava elvt til, at Heimskunngerðin um mannarættindi kom í…

Rættskriving

Fyrri partur
Rættskriving
Rættskriving

Bókin er soleiðis skipað, at í mesta lagi annar hvør tími er fyrisøgn, og annar hvør tími gevur næmingunum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt. Aðrar uppgávur krevja stuðul frá lærara og kunnu…

  • Vit í Norðurlondum
    Vit í Norðurlondum

    Vit í Norðurlondum

    Arbeiðsbók - til lærara og næming

    Saman við øðrum tilfari kann Vit í Norðurlondum verða brúkt í tvørfakligum arbeiði um Norðurlond nú. Í arbeiðsbókini eru uppskot til næmingaarbeiði við sjónbondum, kortum, tekstum, hagtølum og myndum úr næmingaheftunum. Eisini eru arbeiðsørk við uppskotum til uppgávur, sum…

  • Grót og steinar
    Grót og steinar

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Grót & steinar er ein upplýsandi bók, ið við…

  • Skygni 9 - Næmingabók
    Skygni 9 - Næmingabók

    Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið Skygni 9. Støddfrøði út av nýggjum. Stórar broytingar og dagføringar eru gjørdar frá fyrru útgávuni av Skygni 9. Í bókini verða sjey høvuðsevni viðgjørd.

    Læraramappan er eitt ringbind, har leiðbeiningar, støðuroyndir, avritssíður og…

  • Danmørk
    Danmørk

    Danmørk

    Vit í Norðurlondum

    Á hesum hefti verður sagt frá um Danmørk. Um hvussu tilfeingið í náttúruni verður nýtt, hvussu fólk liva, og um hvussu samfelagið er skipað í trimum plássum í Danmørk. Aftast í heftinum er lítil alfrøði um danska landbúnaðin, vinnulívið og hátøkniligu menningina. 3 sjónbond…

  • Svøríki
    Svøríki

    Svøríki

    Vit í Norðurlondum

    Heftið vísir, hvat sviar halda um land sítt. Aftast í heftinum er skrivað um Svøríki, nú landbúnaður, skógarvinna, fiskiskapur og námsvinna hava ikki so nógv at siga sum áður. Hátøkniligi ídnaðurin flytur vørur um allan heim, alt, ið hugsast kann. 3 sjónbond um Svøríki kunnu…

  • Finnland
    Finnland

    Finnland

    Vit í Norðurlondum

    Heftið vísir, hvat finnlendingar halda um land sítt. Aftast í heftinum er stutt alfrøði um finsku náttúruna, vinnuna og stjórnina.

    4 sjónbond við evnum úr Finnlandi kunnu lænast frá LMS.

    Bóka- og sjónvarpsrøðina Vit í Norðurlondum hevur Føroya Skúlabókagrunnur…

  • Noreg
    Noreg

    Noreg

    Vit í Norðurlondum

    Heftið vísir, hvat norðmenn halda um land sítt. Fyrr var fiskiskapurin høvuðsvinna í Svolvær í Lofot. Nú eru ferðavinnan og ferðasambandið so góð, at fólk flytur ikki burtur. Alt gongur so skjótt í Stavangri, tað hevur oljan gjørt; men hetta kann fara líka so skjótt, sum tað…

  • Perbók
    Perbók

    Perbók

    Lesibók við avmarkaðum orðatilfari

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hetta er lesibók til byrjanarlesing, ið nú kemur út…

  • Eg skrivi 3
    Eg skrivi 3

    Eg skrivi 3

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Hetta er triðja bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans.

    Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

    Á hesari bókarøðini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til fyrisagnir,…

  • Minusbók
    Minusbók

    Minusbók

    Vit rokna

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Minusbókin er ætlað sum ískoytistilfar í…

  • Fiskimenn
    Fiskimenn

    Fiskimenn

    Skaldsøga. Skúlaútgáva

    Henda útgávan av skaldsøguni Fiskimonnum er í fyrstu syftu ein skúlaútgáva. Men samstundis er skaldsøgan við inngangi sínum, sínum viðmerkingum, tekningum og sínum ávísingum ein fongur hjá øllum bókmentaáhugaðum fólki í landinum.

    Skaldsøgan Fiskimenn er realistisk og…

  • Hervør, Høgni og hini - Grundbók
    Hervør, Høgni og hini - Grundbók

    Hettar er nýggj lesibók til 2. flokk. Hervør, Høgni og hini er framhald av bókaheildini Hervør og Høgni í skúla til 1. flokk. Dentur er lagdur á, at bókin skal vera løtt at lesa og skal byggja á heimligt umhvørvi.

    Bókin er um Hervør og Høgna og floksfelagar teirra,…