Skip to main content

Útgávur

Jødatýningin
Jødatýningin

Hetta er bók um, hvussu jødar eru týndir ígjøgnum allar tíðir, serliga undir seinna heimsbardaga. Í hesari bókini kanst tú lesa um, hvat tað var, sum hendi, og hví tað hendi. Bókin er grundað á…

Hvassi 3 - Rými
Hvassi 3 - Rými

Rými er triðja bókin í røðini um unga dreingin Hvassa, sum ongan eigur uttan seg sjálvan. Hvassi flýggjar framvegis um somu tíð, sum hann roynir at finna lítlu Jaz, ið hann er vorðin góður…

Eg elski teg av øllum mínum jarta
Eg elski teg av øllum mínum jarta

Hetta er onnur bókin um Elina og hini í flokkinum. Elin fær ikki hildið sær, hóast hon veit, at tað er ljótt gjørt at vísa kærleiksbrævið fyri øllum í flokkinum, men tað er so gott at standa uppi við…

Turbo hevur ein ringan dag
Turbo hevur ein ringan dag

Turbo eitur í veruleikanum Búi.

Ein dagin á vetri fær Turbo ein ringan dag.

Alt byrjar við, tá ið hann rennir á ein hund, men tað ringasta er, tá ið Sámal og hann fara upp at…

Smakka maðkar væl?
Smakka maðkar væl?

?Smakka maðkar væl? er stuttlig bók um Kára og Unu, sum vilja vita, hvussu maðkar smakka. Tey royna at gera maðkarnar leskiligar, steikja teir á pannuni og bjóða ÿla teir.

Man ÿla dámað…

Rói gandar

Krabbabók
Rói gandar
Rói gandar

Rói roynir seg sum gandakall; tað eydnast honum væl at byrja við, men so kemur Bessi, sum altíð er eftir Róa, framvið. Tá fær Rói brúk fyri sínum gandakynstrum.

 

Hinar bøkurnar í røðini…

Lena og Emil leita
Lena og Emil leita

Llena og Emil eru í fjøruni við pápa Emil.

Tey leita og finna nógv stuttligt.

"Ein likka!" rópar Emil.

"Ein klikkað likka?" spyr Lena.

 

Fyrsta torleikastig - gulur…

Mia og Lias ríma
Mia og Lias ríma

Miu og Liasi dámar væl at spæla í holuni og at finna uppá rím.

Mia og Lias tutla og mutla.

Tey flenna og renna beint inn í holuna.

 

Fyrsta torleikastig - gulur krabbi

Sasja úr Afrika
Sasja úr Afrika

Sasja er góð við Rutt, sum finnur Sasju í gøtunum í Afrika, har hon melur íkring.

Sasja er so køld, tá ið hon kemur til Føroya við Rutt.

So Rutt seymar henni ein gulan…

Sasja fer túr
Sasja fer túr

?Sasju dámar væl at sleppa út, men hon ræðist stórar hundar.

So tað er ikki altíð so lætt, tá ið Sasja og Rutt fara út at spáka.

Lægsta torleikastig - gulur krabbi

Súlan - arbeiðsbók 2
Súlan - arbeiðsbók 2

Arbeiðsbøkurnar eru ætlaðar sum undirvísingartilfar í 1. flokki. Í arbeiðsbókunum arbeiða børnini við teimum bókstavum og ljóðum, sum eru gjøgnumgingin í Súluni.

Tað er umráðandi, at…

Súlan - arbeiðsbók 1
Súlan - arbeiðsbók 1

Arbeiðsbøkurnar eru ætlaðar sum undirvísingartilfar í 1. flokki. Í arbeiðsbókunum arbeiða børnini við teimum bókstavum og ljóðum, sum eru gjøgnumgingin í Súluni.

<p&hellip;

Grindavísan - teknirøð
Grindavísan - teknirøð

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

Hettar…

Ein bók um forelskilsi (...og um at mussast)
Ein bók um forelskilsi (...og um at mussast)

Ein bók um forelskilsi (… og at mussast) er fitt faktabók til størri børn. Bókin hjálpir tær at finna svarini, hvussu tú bert teg at at koma í samband við tann, tú ert forelskað ella forelskaður…

Hvassi 2 - Nærkist
Hvassi 2 - Nærkist

Í fyrstu bókini flýggjar Hvassi yvir háls og herðar undan fólkum, hann ikki veit, hvørji eru, men hann hevur illgruna um, at tey stava frá fortíð hansara. Í hesi bókini flýggjar hann framvegis, og…

Enja 2 - Ættin
Enja 2 - Ættin

Enja er flýggjað úr bygdini og kemur til eina tjaldlegu. Har fær hon hjálp frá einum gomlum manni. Í leguni hittir hon tann unga drongin Kai, og saman fara tey at framføra á marknaðinum fyri at fáa…

Enja 1 - Trøllabarnið
Enja 1 - Trøllabarnið

Enja veksur upp hjá Jens og konuni Martu, sum kallar hana trøllabarn. Fólk í bygdini ræðast Enju, tí hon hevur evni at síggja meira enn onnur. Í fyrstu søguni má Enju flýggja, tí Marta ætlar at melda…

Toron-søgan 3 - Megin hjá Tei-Nikmanum
Toron-søgan 3 - Megin hjá Tei-Nikmanum

Krabbabók:

Toron-søgan eru tríggjar bøkur um unga dreingin Toron, sum býr í eini lítlari bygd, ið verður álopin. Toron vil stríðast, men bygdin vil ikki, at hann skal verða krígsmaður.…

Toron søgan 2 - Gentan úr náminum
Toron søgan 2 - Gentan úr náminum

Krabbabók:

Toron-søgan eru tríggjar bøkur um unga dreingin Toron, sum býr í eini lítlari bygd, ið verður álopin. Toron vil stríðast, men bygdin vil ikki, at hann skal verða krígsmaður.…

Toron søgan 1 -Gorokkarnir herja á
Toron søgan 1 -Gorokkarnir herja á

Krabbabók:

Toron-søgan eru tríggjar bøkur um unga dreingin Toron, sum býr í eini lítlari bygd, ið verður álopin. Toron vil stríðast, men bygdin vil ikki, at hann skal verða krígsmaður.…

Titanic
Titanic

Í 1912 var Titanic liðugt bygt og var ein av størstu og glæsiligastu damparum.

Les ótrúligu søguna hjá skipinum, líka frá byrjan á eini skipasmiðju í Írlandi og til endan í ísfylta…

Eg skrivi 9

Skrivligt føroyskt til miðdeild og framhaldsdeild
Eg skrivi 9
Eg skrivi 9

Hetta er 9. og seinasta bókin í røðini av rættskrivingar- og mállæruheftum til miðdeild fólkaskúlans. Tey eru ikki ætlað ávísum floksstigi, men kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint í…

Sakarias hevur summarfrí
Sakarias hevur summarfrí

Sakarias hevur summarfrí er triðja bókin um Sakarias, sum eigur eina ommu, ið ikki er sum ommur flestar. Summar er tað besta Sakarias veit. Tá hevur hann hug at ganga úti í náttúrunum og súkkla…

Mortan Blomm sigur frá
Mortan Blomm sigur frá

Mortan Blomm sigur frá er ógvuliga fitt bók við endurminningum. Mortan minnist ymiskt frá tá ið hann var 7 ár, og tað er ikki so langt síðan. Sum til dømis, tá ið hann byrjaði í skúlanum og helt, at…

Í morgin fara vit at sita í sólini
Í morgin fara vit at sita í sólini

Í morgin fara vit at sita í sólini er nemandi bók um 11 ára gamla dreingin Ólav. Søgan er um hann og familju hansara, viðurskifti hansara við pápan og abban, men fyrst og fremst viðurskifti…

Kalt blóð 6 - Hitt triðja træið

Kalt blóð 6 - krabbabók
Kalt blóð 6 - Hitt triðja træið
Kalt blóð 6 - Hitt triðja træið

Hitt triðja træið er sætta bókin í røðini Kalt blóð. Í grannalagnum hjá Teiti og Sigrið sær Teitur, at ein maður grevur í garðinum. Teitur trýstir seg inn ímóti trænum. Teitur undrast, hví holið skal…

Kalt blóð 7 - Steðga bumbumanninum

Kalt blóð 7 - krabbabók
Kalt blóð 7 - Steðga bumbumanninum
Kalt blóð 7 - Steðga bumbumanninum

Steðga bumbumanninum er sjeynda bókin í røðini Kalt blóð. Sigrið kemur í klórnar á einum illgrunasomum manni; hann tekur hana við í kloakkrørini undir býnum, bindur hana í ein stiga og rýmir uttan…

Tóra og kj@ttið
Tóra og kj@ttið

Tóra og kj@ttið er viðkomandi bók um happing á internetinum. Tóra fær eini boð í postkassan, hon veit ikki, hvør sendir henni boðini, men so við og við verður hon sannførd um, at tað er onkur í…

Frøkun Ignora fer til París

Frøkun Ignora fer til París
Frøkun Ignora fer til París
Frøkun Ignora fer til París

Frøkun Ignora fer til París er áttanda bókin um fittu sjálvstøðugu gentuna Ignoru, sum býr einsamøll í einum torni. Saman við Gunnari fer hon til París at ferðast, og har upplivir hon mangt, hon…

Súlubók 5 - Sólin sá Óla og Eli
Súlubók 5 - Sólin sá Óla og Eli

Súlubók 5 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu níggju bókstavirnar í Súluni. 

Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina.…

  • Rættskriving
    Rættskriving

    Rættskriving

    Fyrri partur

    Bókin er soleiðis skipað, at í mesta lagi annar hvør tími er fyrisøgn, og annar hvør tími gevur næmingunum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt. Aðrar uppgávur krevja stuðul frá lærara og kunnu nýtast bæði sum samrøður og í skrivligum arbeiði. Aftast í bókini eru staviorðalisti…

  • Rættskriving
    Rættskriving

    Rættskriving

    Annar partur

    Bókin er framhald av Rættskriving - Fyrri partur. Bókin er soleiðis skipað, at í mesta lagi annar hvør tími er fyrisøgn, og annar hvør tími gevur næmingunum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt. Summar uppgávur krevja stuðul frá lærara og kunnu nýtast bæði sum samrøður og í…

  • Rættskriving
    Rættskriving

    Rættskriving

    Triði partur

    Bókin byggir, eins og áður útgivnu partarnir, á bókina Føroysk rættskriving, 4. skúlaár eftir Jeffrei Henriksen. Bókin er ætlað miðdeild fólkaskúlans. Dentur er lagdur á at geva miðvísa undirvísing í mállæru og føroyskari rættskriving við denti á tey staviorð og á tær…

  • Símunartáttur
    Símunartáttur

    Greitt verður fyrst frá um føroyska táttayrking. Innihaldið í Símunartátti, sum Janus við Gjónna yrkti, verður viðgjørt. Síðani verður samanbering gjørd millum Símunartátt og Púkaljómur, sum Jens Chr. Djurhuus yrkti. Púkaljómur er kveikjari til Símunartátt.

  • Tekn til børn
    Tekn til børn

    Tekn til børn er ætlað børnum, foreldrum og pedagogum og øllum teimum, sum tørvar eina bók við grundstøði í teknmáli, tá ið tey skulu hava samskifti við fólk, ið eru tunghoyrd ella eru deyv. Men bókina kunnu eisini tey nýta, sum hvønn dag arbeiða saman við fólki, ið…

  • Tekn til børn
    Tekn til børn

    Fløgan er ein góður námsfrøðiligur stuðul til orðabókina. Øll teknini í orðabókini eru við. Til ber at blaða í orðunum, seta orð saman, gera setningar úr orðalistanum og arbeiða við evnum. Brúkarin fær í einum spæli høvi at royna sín førleika. Orð og setningar kunnu prentast…

  • Torbjørg og kúgvin
    Torbjørg og kúgvin

    Søgan um smágentuna Torbjørg, sum so fegin vil hava eina kúgv, men hon veit ikki, hvaðani hon skal fáa hana. Kári, vinmaður hennara, heldur, at ein gravkúgv er nógv betri. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar til bókina fæst…

  • Ung orð 1
    Ung orð 1

    Ung orð 1

    - tekstir til framhaldsdeild

    Úrvalið, ið er brot úr nýggjari føroyskum skaldskapi, bæði í bundnum og í óbundnum máli, er ætlað til nýtslu í framhaldsdeildini og annars øllum, ið hava áhuga fyri føroyskum bókmentum. Bókin er skipað í hesar evnisbólkar: Útferðarhugur, Hjartað eitt tjaldur, flýgur til tín,…

  • Vanda tær um málið 1
    Vanda tær um málið 1

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Arbeiðsbók við venjingum í føroyskari mállæru, sum…

  • Vanda tær um málið 2
    Vanda tær um málið 2

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Arbeiðsbók við venjingum í føroyskari mállæru, sum…

  • Vanda tær um málið 3
    Vanda tær um málið 3

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Arbeiðsbók við venjingum í føroyskari mállæru, sum…

  • Trøllini á Skálavøllum
    Trøllini á Skálavøllum

    Søgn úr Mykinesi. Hvørja jólanátt dansaðu trøllini í Mykinesi í einum húsum á Skálavøllum. Trøllini áttu eina mettu, eina strámottu, sum mykinesmenn fegnir vildu hava. Ein maður tordi at fara. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað.…

  • Vit práta og tekna 1
    Vit práta og tekna 1

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hetta er ein nýggj og nakað broytt útgáva. Bókin er…

  • Vit práta og tekna 2
    Vit práta og tekna 2

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Vit práta og tekna 2 er komin út í nýggjum og…

  • Vit práta og tekna 3
    Vit práta og tekna 3

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Einnýtisbøkurnar Vit práta og tekna 1-3 eru ætlaðar…

  • Vit práta og tekna 1-2-3
    Vit práta og tekna 1-2-3

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hetta er arbeiðsbók til Vit práta og tekna…

  • Ábal og aðrar søgur
    Ábal og aðrar søgur

    Fyrsti klassikari í røðini Snípu, ið er bókarøð, sum lesinámsfrøðiliga verður flokkað eftir torleikastigi. Á bókini er úrval av tekstum eftir Sverra Patursson, sum var ein hin fyrsti, ið fór at skriva stuttsøgur á føroyskum máli. Ábal og aðrar stuttsøgur er um vinarlag,…

  • Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti
    Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti

    Í heftinum eru arbeiðsuppgávur til søgusavnið Ábal og aðrar søgur, ið er eitt úrval av tekstum eftir Sverra Patursson. Ábal og aðrar søgur er ætlað elstu flokkum fólkaskúlans.

    Arbeiðsheftið er skipað soleiðis, at fyrst koma spurningar til hvørja søgu sær.…

  • Alibaba
    Alibaba

    Alibaba

    - ævintýr úr 1001 nátt

    Ein dagin Alibaba arbeiddi í skóginum, sá hann 40 ránsmenn steðga við ein steyrrættan hamara og rópa: - Sesam, Sesam, lat teg upp! Og bergið læt seg upp. Bókin kann nýtast bæði í føroyskum og til evnisarbeiði um t. d. ævintýr.

  • Ein genta úr gamla Kina
    Ein genta úr gamla Kina

    Hetta er ein fitt søga fyri smábørn ætlað til framíhjálesing. Innihaldið er frá einari kristnari familju í Kina undan kollveltingini 1949. Bókin er eisini væl egnað til evnislesnað.

  • Lærið íslendskt 1
    Lærið íslendskt 1

    Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

  • Lærið íslendskt 2
    Lærið íslendskt 2

    Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

  • Lærið íslendskt
    Lærið íslendskt

    Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

  • Óli og Anna
    Óli og Anna

    Óli og Anna

    Lætt lesing 1

    Søgan er um Óla, sum er 5 ár, og Onnu, sum er 3 ár. Ein dagin lata tey hurðina upp í einum býfluguhúsi. Heftini eru løtt at lesa, reglurnar eru stuttar, og ring orð eru býtt sundur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Ansa tær, lítla mús
    Ansa tær, lítla mús

    Søgan um músina, sum fegin vildi hava korn at eta, og um kettuna, sum fegin vildi eta músina, men so kom hundurin. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Kettan, sum hvarv
    Kettan, sum hvarv

    Kettan, sum hvarv

    Lætt lesing 3

    Elsa og Høgni eiga eina kettu, sum er hervilig at rýma. Ein dagin, tey fara útferð, finna tey hana ikki, fyrr enn tey eru í bussinum Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Tríggir firvaldar fóru á flog
    Tríggir firvaldar fóru á flog

    Søgan er um ein hvítan, ein bláan og ein reyðan firvald, sum fara at leita sær eftir hunangi. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Tann lítli murturin, sum vildi spæla
    Tann lítli murturin, sum vildi spæla

    Søgan er um ein lítlan murt, sum ongan finnur at spæla við. Við eitt sær hann tvey bein, og tey eigur ein drongur, sum ætlar sær at fanga murtar. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Ein kaka og ein drongur
    Ein kaka og ein drongur

    Søgan um eina kaku, og hvaðani alt tað, sum verður koyrt í deiggið, kemur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Lesibók til 8. skúlaár
    Lesibók til 8. skúlaár

    Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, sagnir, siðsøgulig brot o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Við tøkk fyri ljós og dag, Vælsignaður av stjørnum, Børn vóru tey so ung, Gev ljóð mín glaða sál, Tá eg var ungur, eg var so spurin, Í náttúrunnar stóru kirkju, Eg sat mær á…


16.10.2024

Lesibókin Dropar 7 varð í dag heiðrað við gullheiðurslønini í BELMA kappingini um bestu lærubókina. Dropar 7 er fyrsta av trimum lesibókum til…

Les meira
13.02.2024

Leikritini "Páll fangi", "Vónbrot" og "Vinarlig hjún" eru løgd á leikritasíðuna á Snar.

Les meira